Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 guðdomliga mynd av rithøvundum Sum sagt hevur heitið høvundur breiðan týdning fyri okkum, men til alla lukku nerta vit eisini við handritaða skriv­ing. Eg havi altíð haft eina nærum guðdomliga mynd av rithøvundum. Tey virka mær alvitandi og einsa­møll, friðarlig og hugsandi, og í endanum leggja tey søgur og heimar fram fyri okkum í formi av saman­ settum orðum. Tey gera nakað, ið eg ongantíð havi kunnað gjørt. Aftaná fyrsta skriviskeiðið her í skúlanum, ið var 6 vikur langt, broyttist hendan myndin tíbetur til nakað minni guðdomligt og meira menniskjaligt. Eg fekk nøkur yvirraskandi einføld amboð, ið geva mær jørð­ sam­band og møguleika at venja meg at skriva, men tað er eitt ólukksáliga hart arbeiði. Sum við so nógvum øðrum, so kemur mest burturúr um man skrivar hvønn dag og so skal man heldur ikki vera smæðin um sítt tilfar. Lærarin segði aftur og aftur fá fólk at lesa tað tú skrivar og bið um feedback. Ótrúligt, men tað er øgiliga sjáldan at tað er flat út vánaligt, sum ein skrivar av áhuga ella í vilja. Tak hetta sum eitt hint til tykkum gardinu-rithøvundar í Føroyum. gevandi, rúmlig og kritisk fólk Allar glaðast eri eg fyri prosessina og møguleikan at arbeiða við gevandi, rúmligum og kritiskum fólki. Eg havi akkurát sett punktum við mína fyrstu ein­ staklingsverkætkan. Tað var ein prosess uppá 5 vikur, har úrslitið skuldi vera ein live framførsla uppá 30 min. Kraft var at vit skuldu virka sum annað hvørt leikstjóri ella høvundur; eg valdi at leikstjørna og framføra (við tveimum øðrum leikarum) eitt egið verk. Als ongar smáligheitir her! Hetta tíðarskeiðið snúði seg simpulthen um lív og deyða fyri fleiri av okkum: fyrsta framleiðslan í egnum navni, ein flokkur uppá níggju næmingar um ein tekn­ inskan vegleiðara, trý hølir og onki budget. Omaná tað gera vit bara tvær einstaklingsverkætlanir gjøgnum hetta námið, tað seinna er sjálvt útskriftar verkið. Vit hava gott samband við leikarar, dansarar, klass­ iskar tónleikarar og tónaskøld, tí tey øll læra í sama bygningi og vit, og tað var lítið mál at fáa fólk við í verkið hjá mær. Men tað var afturvið fullari lestrartíð at tey játtaðu. Hetta vóru sera avmarkaðar rammur, men í hesi prosessini tendraðist mín skapanar hugur totalt – og endiliga – av nýggjum. Eg eri væl nøgd við sjálvt úrslitið, men allar glaðast eri eg fyri prosessina og møguleikan at arbeiða við gev­ andi, rúmligum og kritiskum fólki. Tað kemur nakað heilt serligt burturúr tá man ikki gongur og orsakar seg sjálva fyri tað, sum man ger, men heldur blankt innsær týdningin av at spæla og at skapa. Tað hevur veruligan týdning og listafólk skulu fyrst og fremst vita tað sjálvi. Eg havi í seinastuni spælt við tað abstrakta og yrkingar­kenda, sum hetta verkið er eitt dømi uppá, og eftir prosessina situr tað fast í mær, hvussu stóran týdn­ing tað hevur ikki at ganga uppá kompromis. Hetta merkir ikki at vera ómøgulig, hetta merkir at standa við hug­skotið, fara eftir tí, sum hugskotið krevur og gott sam­skifti við tey, tú arbeiðir saman við. Hví hevur tað týdning at útbúgva seg innan list? Eg vildi vildi vildi og skuldi bara koma inn á skúla! Hví? Tí tað var næsta stigið á leiðini. Gjøgnum hetta tíðarskeiðið havi eg funnið ein sans fyri ábyrgd sum listafólk. Eg eri djarvari og eg havi meir at geva enn eg var greið yvir. Tað vil altíð vera individuelt, men listarlig útbúgving – og akkurát hendan linjan – hevur gjørt meg farligari. Eg standi fast við, at skúli er ein leið her í lívinum. Vilt tú læra, so skalt tú nokk læra. Og skúlin endar fyrr ella seinni, sum alt annað. Spurningurin er hvat tú tá stendur eftir við og hvat tú brúkar tað til.