Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 16 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 Ansið eftir góða smakkinum g eri ikki greið yvir, um tað var sjálvur ferðakongurin, sum fann upp á tað. Men í hvussu so er, hava tey hjá Spies Rejser eitt hugtak, sum eitur ógreinaðar ferðir. Nakað tað sama, sum ógreinað smyrji­breyð. Djørv tveitir man seg í føvn­ingin á ferðaskrivstovuni og væntar, at tey flyta teg burtur onkra­ staðni, har sólin skínur og sangria er bíligt at keypa. Eg er komin til Gran Kanaria Á vegginum í hotellkamarinum á Gran Kanaria hongur ein ógreinaður máln­ing­ ur. Tó so, hann hevur eitt navn niðast í høgra horni. Ky Thulin, haldi eg stendur. Tað er trupult at lesa. Kanska er tað ein norðmaður, tí nógvir norðmenn eru her niðri. Kanska stendur Rej Taulia har. Kansta er tað ein reinur kanariabúgvi - tey eru bara ikki so nógv her niðri. Lat fara. Eg fari við vissu ongantíð at hoyra eitt orð um nakran av teimum. Verkið er sann­iliga ógreinað, hetta er vána smakk­ ur. Tað er næstan alt her niðri. Fyri tveimum mánaðum síðani var eg á eini greinaðari ferð í London. Har hava tey kanska ikki ein rættan ferða­kong, men har hava tey ein lista­kong. Charles Saatchi eitur hann. Listakongurin keypir list fyri ørandi upp­hæddir, greinaða list frá listafólki, sum vit við vissu fara at hoyra meiri um. Hann hevur egið listasavn við egnum navni, og hann býr í egnari borg saman við síni kokkadrotning – hinu eggj­andi Nigella Lawson, sum hevur eitt sjáldsamt erotiskt tilknýti við tomatir (og sum vit forherðað kunnu gneggja eftir, tí hon er í øðrviti av kokaini, sum vit vita um vit annars lósu bløð­ini við vána smakkinum). Lat fara. Saatchi hevur framúr góðan smakk. Og tað sæst nógva staðni í London – altso sami framúr góði smakkur, sum Saatchi hevur. so ógemeina lætt Ógreinaði málningurin í mínum hotell­kamari á Gran Kanaria er vána smakkur, tí hann er ikki serliga væl frágingin. Sama var við nógvari list, sum sást í Saatchisa London. Tað er vána smakkur, tí evnið er so patetiskt. Sama var við nógvari list, sum sæst í Saatchisa London. Alt hatta tvætliromantiska, listlíki, speinaknað og tannlaða sást í ríkiligt mát á lista­søvn­unum í London, men har var tað bara góður smakkur, tí har er endamálið við listini ikki at prýða, har ætlar listin okkurt annað. Listin sum sleppur framat hjá tí góða smakkinum vísir ikki bara til sólsetur og friðardúgvur, hon vísir til innara útbúnaðin í samfelagnum, til menn­ iskjans tilverukor ella tað óendliga einki. Men fyrst av øllum – og tað er galdandi fyri næstan alla list, sum sleppur innum í søvnini hjá tí góða smakkinum. Fyrst av øllum vísir hendan listin til sín sjálva. Listin eigur eitt serligt slag av sjálvsvissu, sum strálar úr henni og sum ger hana áhugaverda hjá okkum, sum kenna hana, og har tað næstan sortnar eygunum, tá vit skulu plágast við ógreinaðum hotellmálningum. So einfalt er tað við góða smakk­ inum og vána smakkinum. Tað er so ógemeina lætt. Tað krevst bara evarska­lítil venjing at síggja munin, at læra at snerkja snerput eftir vána smakk­inum og at leggja munnklovarnar álvarsliga niðureftir, tá eyguni síggja góða smakkin. Tann anskræmiligi góði smakkurin Á eini ógreinaðari vikuferð til Gran Kanaria við tí vánaliga smakkinum, kann tað henda, at mann gerst eitt sindur glaður fyri sín appelsinlitta, vatndeyva og øgiliga ógreinaða málning. Á sama hátt kann tað øvugta henda á eini greinaðari ferð í London. Tann góði smakkurin gerst brádliga eins­háttaður, keðiligur. Eisini hjá teimum listafólkum – og tey eru nógv – sum við vilja royna at gera vána smakk, tykist tað so skikkiligt og so kent - og keðiligt. Góði smakkurin – rætti smakkurin – smakkurin hjá Saatchi, sum túsund onnur eisini lov­ prísa. Túsund onnur, sum hava brúkt fimm minuttir av lívinum at læra seg munin á tí góða og tí vánaliga. Listin sjálv fer kanska ikki at stinka av peningi, men deymurin av peniningi er har og deymurin av menniskjum, sum E Vit mugu skilja millum gott og vánaligt. Tað er vegurin til sjálvstøðugt, kritiskt medvit og tann vegurin skal gangast. Men vit mugu ikki dovna í okkara fatan av, hvat er gott og hvat er vánaligt – vit mugu ikki tekna okkum sum haldarar av einum ávísum smakki. Vit skulu mennast og avbjóðast, ræðast og kløkkast Inger Smærup Sørensen Uttanlands Vána smakk á Gran Kanaria