hósdagur 10. apríl 2014síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 11. apríl 2014
17
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 11. apríl 2014
halda seg vera betri enn onnur. Hendan
listin tykist við eitt borgarlig í hesum
høgu hallunum, og ætlaða avbjóðingin
er bara ætlað og óekta.
Spell. Tí næstan øll list í stóru søvn
unum í London er framúrskarandi list. Í
roynd og veru ber ikki til at samanbera
hana við hotelllist í einum sponskum
hotellkamari, tí listin í London er fleiri,
fleiri ferðir betri. Men góði smakkurin
hevur stolið nakað frá henni, sum
ógreinaða hotelllistin hevur varðveitt.
Kanska eitt slag av frælsi í sínum egna
samanhangi og máttin at bjóða av,
ótillagað, at vera ein pussfiskur – tað er
eingin list í London. Søvnini í London er
stórir hvítir kassar, har alt slag av list
og allir litir kunnu húsast. Ongantíð er
nakað, sum argar, nakað sum er løgið.
At sleppa upp í part hjá tí góða
smakkinum hjá Saatchi er fantastiskt
hjá einum listafólki. Pensjónin er
bjargað. Men vandi er í hvørjari væl
ferð. Har sníkir eitt brá av handils
hugsan seg inn í listina, at hesin
anskræmiligi góði smakkurin nørist.
Vend á høvdið
og rist posan
At býta list upp í góðan og vána smakk
kann tykjast høpisleys, men kortini er
eitt mál við tí. Hetta er gjørt, tí har eru
fólk, sum hava sett hópin av peningini í
list og sum avgjørt royna at okkurt slag
av list skal halda og helst hækka í virði.
Býtið er gjørt, tí vit fegin vilja skilja
okkum frá hvørjum øðrum og tí byggja
stættarsamfeløg á so nógvum økjum.
Vit býta okkum upp tí tey, sum heima
kunnug spasera á søvnunum í London
og tey, sum skoldaði og all inklusive
taka sær av løttum á Gran Kanaria. Vit
eru tey við góðum smakki og tey við
vána smakki.
Men býtið í góðan smakk og vána
smakk førir eisini til nøkulundasemi.
Listins viðbrekna vistskipan skrædnar,
tá ov nógv verður av tí góða smakk
inum. Ov høgt heiðraður listakongur,
heldur enn kollvelting. Alt skal vendast
á høvið av og á, um listin skal varð
veita sína megi. Posin skal ristast (um
eg kann loyva mær at hava so vána
smakk at brúka somu orð, sum verða
brúkt í bingo banko lívinum her á Gran
Kanaria, her næstan bara norðurlend
ingarar eru at hoyra).
Hetta skal ikki skiljast, at vit ikki
mugu skilja millum gott og vánaligt.
Tað haldi eg, at vit skulu. Tað er veg
urin til sjálvstøðugt medvit og tann
vegurin skal gangast. Men vit mugu
ikki dovna í okkara fatan av, hvat er
gott og hvat er vánaligt – vit mugu ikki
tekna okkum sum haldarar av einum
ávísum smakki. Vit skulu mennast og
avbjóðast, ræðast og kløkkast.
Tann eina dagin gjørdist eg kløkk á
Gran Kanaria.
Kløkk á
Gran Kanaria
Tann eina dagin á Gran Kanaria hendi
tað løgna, at eg fór inn í eini hús, har
eg væntaði at renna meg í kaktussar
gjørdar úr leiri ella eitt kertuljós gjørt
sum ein banan, men eg rendi meg
í nakað heilt annað. Eg rendi meg í
framúrskarandi list. Kanska góður
smakkur latin í sum vána smakkur,
men helst nakað, sum legði bæði tvey
afturum seg. Brádliga var ein fram
sýning har við einum kubanskum
listamanni, sum æt Alexis Esquivel.
Hansara list snúi seg um søguskriving,
rasismu, fráveruna og tilgeringina av
svarta mannakroppinum í listini, um
tey mynstur, ið nationalstaturin og
hjálandaveldi skapa, um fundamenta
lismu og stigveldisskipan. Esquivel
er illtrúgvin um fortíðina á ein heilt
serligan og óvanliga snøggan hátt.
Hann teknar eina skelvandi og lyndis
leysa mynd av nútíðini og sigur støkk
andi søgur um veruleika og utopi.
Í einum lítlum faldara las eg, at hetta
var fyrstu ferð Alexis Esquivel hevði
sína egnu framsýning í Evropa. Kanska
keypir Saatchi í næstum eitt verk frá
Esquivel og hansara list verður skrødd
niður av veggjunum í húsunum á Gran
Kanaria, meðan tónleikurin frá dansi
bandinum hjá Lasse Johanson verður
hangandi í rúminum. Hansara list
verður so rurað inn í óendaliga lúrin hjá
til góða smakkinum í London.
Eg veit ikki rættuliga, hvat man skal
vóna.
Kanska haldi eg bara, at vit sjálvi
javnan skulu ivast meiri um okkara
egna fantastiska góða smakk.
Alexis Esquivel
Góðan smakk í London