Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 ramsýningin ORÐMYND/MYNDORÐ snýr seg um visuella poesi í breiðastu merking, tað vil siga myndlist, sum inniheldur orð og setningar, men framsýningin er eis­ini bókmentalig og fevnir um t.d. original­ grafiskar, myndprýddar bøkur. Úrvalið er gjørt út frá einum varhuga av gróðrarmikla samband­ inum ímillum orð og mynd. Fyri fleiri av listafólkunum, sum arbeiða í Steinprenti, er skrivaða orðið av al­ stórum týdningi. Tilsamans sekstan listafólk eru við á fram­sýningini og summi teirra eru rithøvundar ella yrkjarar, sum útinna okkurt slag av skrivandi virksemi við síðuna av tí myndaliga. Visuel poesi er eitt sera fjøl­ broytt hugtak, ið t.d. fevnir um bæði kalligrafi, kalli­gram og konkreta poesi, og innan modernistiska yrking eru sera nógv ymisk dømi um visuella poesi, har tú broytir grundtreytirnar hjá yrkingini við at leggja upp til, at hon skal skoðast umframt, at hon skal lesast. Myndir­nar hjá yrkjaranum Peter Laugesen á fram­ sýn­ingini eru dømi um tílíka visuella poesi í sínum rein­asta formi, um steinprentaðar yrkingar við fínum, svertu- og ljós­blettutum eygleiðingum av lívi og poesi. Elsta og yngsta bókaútgávan Umframt myndirnar veitir framsýningin eisini høvi til at síggja upprunagrafisku bøkurnar, sum eru fram­ leiddar í Steinprenti. Yrkingarsavnið Villvísi (2001) er eitt hugtakandi dømi um hvussu fruktagóð viður­skift­ ini millum orð og mynd kunnu vera – millum yrkingar­ nar hjá Tóroddi Poulsen og myndirnar hjá Bjarne Werner Sørensen. Listamenninir hava fleiri ferðir framsýnt saman og í 1998 gjørdu teir eina lito­graf­iska mappu Otium, har yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen verða fevndar av skroypiligum rimaverkum, av mynstrum, sum eins og ein tónleikalig kompositión darrar undir og millum orðini. Spildurnýggju bøkurnar Lille Dæmon­ologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie við rit­ roynd­um hjá Søren Ulrik Thomsen og heliografiskum prentum hjá Claus Carstensen verða somuleiðis við á fram­sýningini. Ca caw motherfuckers Tríggjar monumentalar portrettmyndir hjá Svend- Allan Sørensen staðfesta hansara áhuga og alsk til tað skrivaða orðið. Tær mynda tríggjar týdningarmiklar skriv­andi menn; Turgenev, Boganis og Thoreau, sum allir vóru hugtiknir av at liva eftir náttúrunnar treytum við djóra­veiði og einføldum livihátti. Steinprent og Føroyar hava fingið ómetaliga stóran týdning fyri Svend-Allan Sørensen, sum sjálvur ger skilnað millum tíðina áðrenn Steinprent og aftaná. Hann kennir seg heima í ráu føroysku náttúruni og á verkstaðnum spríkja verk frá hansara hond, sum eru til stóran lblást­ ur – ikki minst hjá føroyskum listafólkum og áskoð­ arum, sum í teimum síggja nakað øðrvísi. Svend-Allan Sørensen er nevniliga konseptlistamaður, ið arbeiðir við hugskotum og samansetingum, sum ikki sjáldan invol­vera orð. Í einum træprenti stendur til dømis við stórum, skornum, skeivum bókstavum »Ca caw mother­fuckers«. Útbrotið er eyðkent fyri tann coola og stuttliga stílin hjá listamanninum, sum ofta sameinir skálka­brosið við djúpum og inniligum álvara og ikki sjálvdan tykist sjónarmiðið vera hjá fuglunum. – »Tú gongur ikki einsamallur« stendur á einum stein­prenti, sum ímyndar tað ovasta av einum lykta­ pela við nøkrum fuglum. Setningurin er neutralt stað­ festandi við bæði uggandi og ørkymlandi assosiatión­ um. At myrkrið er myrkt er ein sannroynd, sum tykist nokk so sjálvsøgd; listamaðurin arbeiðir við tautologium og endurtøkum á ein hátt, sum minnir um mátan, sum modernistiskir yrkjarar arbeiða – men í staðin fyri at konkretisera og taka samanum, lata hesar stað­fest­ingar upp fyri hugflognum. Millum orð og mynd kykna ymsir týdningar av myrka myrkrinum, einum setningi, sum í sær sjálvum skapar bjartasta ljós í myrka myndaflatanum. Roter Satan Zven Balslev vitjaði fyrstu ferð í Steinprenti í 2005 saman við fýra øðrum donskum akademinæmingum, Malene Bang, Emil Westmann-Hertz, Stefan Rotvit og Søren Petersen, og tey gjørdu saman eina stuttliga faldibók, eina sonevnda leporello við sera ymiskum smáum myndum í, sum á permuni er merkt við einum veðrastempli. Tá Zven Balslev seinni vitjaði aftur, búði hann í húsinum hjá Williami Heinesen. Tað hendir ofta, at listafólk blíva inspirerað av millum orð og mynd Steinprent F Framsýning í Norðurbryggjuni Kinna Poulsen Tema: Orð og mynd