hósdagur 10. apríl 2014síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 11. apríl 2014
hvørjum øðrum og tað hendi eisini
fyri Zven Balslev, sum gjørdi tvær
stórar myndir, ið báðar taka støði
í hugtakandi søguni hjá Williami
Heinesen um knívin Roter Satan, sum
tekur unga drongin, Marselius púrasta
av ræði og sum m.a. fær ræðslusligna
og ovurspenta drongin til at seta seg
upp móti pápa sínum. Myndirnar hjá
Zven Balslev er sera ymiskar, í mun
til tann rættiliga cartoonkenda stílin
teirri brúnu og grønu myndini, tykist
hin lýsingin av urtapottinum meira
naturalistisk. Men har er samband
millum myndirnar, tí urtapottin fann
listamaðurin í vindeygakarminum
hjá Williami Heinesen, har hann
eisini stóð, tá William sjálvur livdi
og miðskeiðis á urtapottinum sæst
oddurin á áðurnevnda gandaða knívi. Í
prentunum hjá Vibeke Mencke Nielsen
eru tey fínligu myndevnini sett á
prosatekstbrot úr bókini »Ästetik
des Widerstands« hjá jødiska lista
manninum Peter Weiss, sum var íðin fortalari fyri list
við samfelagsligari ábyrgd.
Vibeke Mencke Nielsen er júst heiðrað á danska
kunstakademinum av tí, at tað eru 25 ár síðani, hon var
sett í starv sum fyrsti kvinnuligi professarin har. Knud
Odde hevur samstarvað við listakvinnuna Toni Larsen,
hvørs snirklaða, poetiskt leitandi úttrykk hóskar væl
saman við hansara dekorativt bylgjandi linjum. Knud
Odde er útlærdur bibliotekar og hevur eyðvitað stóran
áhuga í bókmentum. Hann er eisini hugtikin av fornari
kinverskari litteratihevd og av einum av høvuðs
persónunum innan hesa hevdina, yrkjaranum Su Tung
Po, sum livdi í 11.øld. Við tóma gráa vegginum á vøkru
myndini, er tað sum rakar Knud Odde á hugtakandi
hátt við einfeldið og dýpdina í orðunum hjá kinverska
miðaldarayrkjaranum.
Skrálið í tinginum
Tóroddur Poulsen býr niðri, men fylgir ómetaliga væl
við í øllum, sum fyriferst í føroyska samfelagnum
og kemur javnan við viðmerkingum eitt nú til kjakið
um stavraðið herfyri. Onkuntíð eru hansara myndir
stuttligar ella absurdar, men ofta er talan um eina
sameining av fleiri rásum, ið binda saman sjálvsagdar,
banalar eygleiðingar við álvarsligar tilveruligar
grundanir. Hansara steinprent »Tingini« er litríkt og
bygnaðarliga rættiliga áhugavert. Talan er um eitt
sonevnt irisprent, har allir fimm litir eru prentaðir
á myndina í senn. Myndevnið er kollasjukent og
áskoðarin fær kensluna av fleiri ymiskum løgum,
okkurt liggur undir og annað er omaná. Miðskeiðis í
myndarúminum sæst ein løgin kassi á høgum pelum,
sum umvegis slangur ella leidningar hongur saman
við øðrum kassum bæði ovarlaga og
niðarlaga í myndini. Hendan »tagnar
maskinan« er afturvendandi í mynd
unum hjá Tóroddi Poulsen, hon líkist
eini listarligari installatión, men sam
bært heitinum frameiðir hon tøgn og
tað er eftir øllum at døma hart til
trongt, um vit hyggja at útsagnunum
í myndarúminum; »Harra formaður,
tað er hetta skrálið, sum er á skránni«
stendur einastaðni. Setningarnir eru
skrivaðir á ymiskan hátt og við skift
andi stød, so at sumt er lættari at lesa
enn annað. Fremst í myndarúminum
oman yvir øllum hinum stendur
skrivað á skák við stórum bókstavum
»Tigið«.
Serstakliga áhugavert er tað, at
hesi boðini eru skrivað speglvent, tí
tá tykist tað sum koma boðini innan
úr
myndarúminum.
Føroyakortið
hjá Tóroddi Poulsen er stuttligt og
sarkastiskt, eg haldi, at vit øll eru
fevnd av verbala avsmurninginum:
»FØROYAR (FØR ER SEINNI LIÐUR AV FLEIRTALS
ORÐINUM AKFØR (KANSKA) BILAOYGGJAR. 18 OYGGJ
AR. TAÐ BER TIL AT KOYRA BIL ALLASTAÐNI (EISINI
Á SJÓNUM) MEN HÓAST FLEIRI HAVA ROYNT BER TAÐ
IKKI TIL AT GANGA«.
Orðmynd-Myndorð. Norðurbryggjan. Svend-Allan Sørensen, Knud Odde, Toni Larsen, Zven Balslev, Vibeke Mencke, Nielsen, Bjarne Werner Sørensen, Tóroddur Poulsen,
Claus Carstensen og Peter Laugesen, umframt originalgrafiskar útgávur hjá Daniel Milan, Pernille Kløvedal, Bjarne Werner Sørensen, Tóroddur Poulsen, Malene Bang,
Zven Balslev, Emil Westmann Hertz, Stefan Rotvit, Søren Petersen, Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen. 9. maj til 10. august 2014