Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 20 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 Bókmentir Ummæli Bøkur sum gera teg klókari ongu áðrenn tú hevur lisið eitt einasta orð í hesum báðum bókunum, ert tú greið yvir, at hetta er góðska, sum vil nakað. Hetta eru bøkur til tey bibliofilu, til sannar bóka­ elsk­arar. Góðskan kennist ítøkiliga heilt út í fingraspíssarnar av tí tjúkka dygdar­pappírinum, tá tú blaðar, eins og hon sæst á gjøgnumførda, vakra prent­inum, sum má sigast at liva upp til inni­halds­ligu dygdina. 8. mai verður framsýningin ORÐMYND/MYNDORÐ í Norður­bryggj­ uni karmur um eina bóka­fram­løgu av teimum frægu. Tað snýr seg um tvær bøkur við ritroyndum hjá Søren Ulrik Thomsen og myndum hjá Claus Carstensen, sum Steinprent gevur út. Onnur bókin hevur svarta permu við reyðum bókstavum, hon eitur Dæmon­ ologi, hin er hvít við reyðum stavum og hevur heitið Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie, Søren Ulrik Thomsen er serliga kendur fyri sínar yrkingar, tað man ikki vera ov avgjørt at kalla hann eitt slag av donskum tjóðar­ yrkjara. Men hansara ritroyndir standa í grund­ini einki aftan fyri yrkingarnar í dygd, hetta eru tekstir, sum vaksa í høvd­inum, meðan tú lesur, og sum víðka um sjónarringin og gera lesaran klókari. »Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie« er ein umskriving av einari kendari orðing hjá Ludwig Wittgenstein, sum sambært Søren Ulrik Thomsen eyðkennir upplivingina av sann­ari list. Upprunaliga er hesin fyrsti teksturin ein røða, sum Søren Ulrik Thomsen helt í sambandi við eina upp­ lating í Statens Museum for Kunst, og hon snýr seg í stóran mun um fatanina av list og poesi, men nertir eisini við munin millum meining og týdning. Lesarin merkir væl, at talan er um ein akademiskan, intellektuellan høvund. Søren Ulrik Thomsen las bókmentafrøði í nøkur ár, men gjørdist síðani yrkjari fulla tíð í staðin fyri at gera seg lidnan. Hann fekk sínar fyrstu yrkingar al­ manna­kunngjørdar í Hvedekorn í 1977 og gav sítt fyrsta savn, Cityslang út í 1981. Men um teksturin er vitborin og djúpur, er formidlingin leikandi løtt sum eitt spæl. Í sambandi við spurn­ ingin um listafatan, greiðir Søren Ulrik Thomsen frá, at hann ofta verður spurdur um hann ikki er bangin fyri, at hansara yrkingar skulu brotna, tá tær verða greinaðar. Tað er hann als ikki, sigur hann og heldur fast uppá, at listaverk, sum ikki tola at verða útsett fyri greining, eru vánalig. Tað ber nevn­ iliga væl til at troyta eitt vánaligt verk gjøgnum greining og umseta tað til ein eintýðugan týdning og tá hetta er hent er eingin grund til nakrantíð at lesa hesa vánaligu yrking aftur ella hyggja at vánaliga (eintýðuga) málninginum aftur. Eitt gott listaverk blívur hinvegin við at hava okkurt aftrat, sum kanska ikki er so lætt at seta orð á og sum alla tíðina genererar nýggjar týdningar. Tann svarta bókin, Lille Dæmonologi, er miðsavnað um óndskapin, sum essayist­urin sigur seg trúgva uppá. Fyrsta ritroyndin snýr seg um Eksorsistin, kenda ræðufilmin sum William Friedkin leikstjórnaði í 1973, og sum høvund­urin greinar og brúkar sum út­gangs­støði fyri sínum undrunar- og áhugaverdu hugleiðingum um m.a. fatanina av triviallist og religiøsi­teti. Í seinnu ritroyndini tvinnar rit­royndar­ høvundurin nakrar afturminningar saman við onkrum, sum hann hevur lisið og tekur við hesum samanum lyndið hjá tí ónda. Óndskapur er menn­ iskjaligur av lyndi, heldur hann, og tað óansæð um tað er tað slagið av óndskapi og upploysn, sum alkoholisma førir við sær, ella tá ein maður uttan nakra frágreiðing velur at sparka ein hund, men tilvitaður, djevul­ settur óndskapur er eisini einasta frágreiðing, sum høvundurin fær til at passa við teir gerningar, ið vórðu framdir undir nazistaveldinum. Hendan frágreiðingin hjá mær ljóðar kanska tung og fýrakantað – tað er teksturin yvirhøvur ikki, hann er tvørtur­ímóti málsliga nuanseraður og fjøl­broyttur og sum heild ein sonn frægd at lesa. Við nøkrum ítøkiligum, eyð­skildum dømum megnar Søren Ulrik Thomsen at leiða lesaran fram móti stórum, universalum ásannanum. Hansara stóra mentanar­ liga og bók­menta­liga innlit og skyn­ semi er avrundað av einum serstøkum fjálgum, med­menniskjans­ligum tóna, humor og sjálvspei, sum ger lesi­upp­ livingina til nakað heilt serligt, sam­ stundis sum ritroyndirnar í grundini eru so mikið djúpleittar, at tær saktans kunnu lesast fleiri ferðir Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen eru nøkulunda javngamlir og byrjaðu báðir at gera um seg á danska mentanarpallinum um somu tíð tíðliga í fýrsunum. Heliografisku prentini hjá Claus Carstensen eru merkt av sama kompakta dámi sum ritroyndirnar hjá Søren Ulrik Thomsen, hetta eru myndir, tú kanst hyggja eftir aftur og aftur. Báðir listamenninir tykjast áhugaðir í trivial­mentanarligari ikonografi og psykologiskum grundsøgum, t.d. allýsir Søren Ulrik Thomsen temaið í flestum ræðufilmum at vera eitt slag av aftur­komu hjá tí fortrongda, og Claus Carstensen tykist vera inni á júst hesum sama í sínum variatiónum av myndum, sum m.a. eru gjørdar við íblástri í myndamálinum hjá heavy­ metal­bólkum. Við sínum serstaka áhuga fyri tí grumma og ræðuliga og fyri mótmentanum í samfelagnum, er áhugin fyri heavymetalmentanini sjálvsagdur. Tungmálmsrokkur snýr seg ofta um negativar kenslur av ótta og øði og úttrykkið er ofta dapurt og aggressivt í ein næstan barnsligan mun í sínum ágrýtni eftir at provokera og skelka áskoðaran. Myndirnar hjá Claus Carstensen eru nógv meira tilvitaðar enn tað og tær eru eisini meira enn bert illustratiónir av nøkrum ritroyndunum. Talan er um sjálvstøðug listaverk, sum snúgva seg um somu evni sum tekstirnir viðgera. Óhugnaligu, av­ skeplaðu myndevnini eru fløkt inn í ymisk mynstur og yvirmálingar, sum bæði sýnist hugtakandi rátt og ekspressivt og sum samstundis hevur okkurt greinandi, gløggskygt yvir sær. Nógvar av myndunum eru daprar og tykjast á sama hátt sum tekstirnir við­ gera lyndið hjá óndskapinum, men fría sam­bandið millum tekst og mynd elvir til eina ørgrynnu av assosiatiónum, sum gera upplivingina av bókunum enn ríkari. Bøkurnar báðar eru ikki stórar í vavi, men tær hava stóra innihaldsliga tyngd. At fáa tvær tílíkar bøkur út á einum føroyskum forlagi, má sigast at vera eitt ordans bragd. Tað var sum skilst Claus Carstensen, sum fekk hug­skotið til bókina, sum eftir ætlan verður partur av eini røð av tílíkum listafólkabókum, sum Steinprent skal geva út. Tað er fyrst og fremst Stein­ prent, sum saman við lista­fólk­unum stendur fyri bragdinum. Men sambært fólk­unum á grafiska verkstaðnum, hevði einki verið gjørt uttan ta málføru hjálp­ina frá Føroyaprent, sum bæði hevur stuðlað verkætlanini og sum á sera sann­førandi hátt hava staðið fyri tí krevj­andi prentiarbeiðinum. L Kinna Poulsen Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen: Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie og Lille dæmonologi. Steinprent. 900 krónur fyri settið (introprísur)