Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 Gud skapti jørðina, tí at hann var troyttur av at keða seg og tekna fílar í myrkri. Soleiðis stendur skrivað í Barnabíbliuni úr norðri, sum Bókadeildin gav út herfyri. Hvør tíð má útleggja av nýggjum Tær mongu frásøgurnar í Bíbluni eru sagdar og endursagdar fleiri ferðir, síðan tær vóru til fyri mongum, mongum árum síðan. Og tað eru tær, tí at frásøgurnar alla tíðina biðja um at verða tulkaðar. Hvør tíð má útleggja av nýggjum, og frásøgurnar fáa skap alt eftir, hvar í verðini tú ert stødd/ staddur. Týðarar: Sjúrður Gullbein, Jákup í Skemmuni, Laurina Niclasen og Oddfríður Marni Rasmussen 15 ymiskar rithøv­ undar og 15 ymiskir myndprýðarar Frásøgurnar í hesari bókini eru sum sagt ætlaðar børnum. Men tær eru um somu tíð søgur, soleiðis sum rithøvundarnir og teknararnir sjálvir halda, at tær eiga at týðast. Øll, sum hava givið sítt íkast til bókina, hava havt fríar hendur til at fortelja søguna á sín egna hátt. Føroyska íkastið Hóast onki føroyskt forlag hevur verið við í sjálvum fyrireikingararbeiðinum til nýggju barnabíbliuna, so er kortini eitt føroyskt íkast við í bókini. Báður Oskarsson hevur hegnisliga myndprýtt søguna um Fótabaðið og Síðsta nátturðan (ella heilagu kvøldmáltíðina, sum vit vaksnu eru von at siga) við sínum væl kendu bókafigurum – einum hundi og 12 kaninum. Í vetur hava Rithøvundafelagið, Norður­landahúsið og Nám skipað fyri skrivi­kapping millum allar 9. floks næm­ingar í landinum, og leygardagin vóru vinnararnir kosnir til endabrestin av barna- og ungdómsbókafestivalinum Kom og les. 21 tekstir komu inn Tá ið freistin var úti í februar, vóru 21 tekstir komnir inn, og av teimum valdi ein dómsnevnd fimm vinnaratekstir út. Bestu søguna átti Jórunn Maria Dalsgaard, sum gongur í 9. flokki í felags­skúlanum við Oyrabakka. Vár Fossdal Sjóðklett og Alda Sigurðsdóttir Lamhauge, sum báðar ganga í Eystursskúlanum í Havn, gjørdust ávíka­vist nummar tvey og trý í kapp­ ingini. Tær tríggjar genturnar, vunnu sær allar atgongd til eina ung­dóms­ skrivilegu í Biskops Arnö í Svøríki í summar. Tóra Iskasen, Klaksvík, gjørdist nummar fýra og Ingrid Larsen, Toftir, nummar fimm. Stuttsøgusavnið Gluggi Bókadeild Føroya Lærarfelags og Nám hava nú í felag givið eitt stuttsøgusavn út við 10 av tekstunum, sum komu inn til kappingina. Hetta eru alt spennandi, nútímans tekstir, sum er eitt greitt boð um, at ungdómur hevur gávur og hug­ flog at skriva. Umframt vinnaratekstirnar eru stutt­søgur eftir Anny Vinther Egholm, Kasandru Sandá Joensen, Rannvá Andrassardóttur Midjord og Rúnu Hoydal Brimnes. Nýggja stuttsøgusavnið eitur Gluggi, av tí at tað í skrivikappingini varð sett sum krav, at hugtakið gluggi onkursvegna skuldi vera felags evni í tekstunum. mentanarsíðan Barna Hvussu hevði tú fortalt søgurnar? 9 nýggir rithøvundar Í nýggju barnbíbliuni, sum er ein felags verkætlan millum norðurlendsk bókaforløg, hevur endamálið verið at skriva kendu bíbliusøgurnar við støði í verðini hjá barninum og í barnsins undran. Og tí er rúm fyri bæði ísbilum, ballónum og kendum hundum og kaninum í bókini Síðsta leygardag vóru vinnararnir í stuttsøgukapping fyri 9. floks næmingar avdúkaðir. Tað er kanska rættari at siga avdúkaðar, tí tað vóru nevnliga bara gentur, sum luttóku í skrivikappingini Fegnir dólgar ein klók mús og tveir kúllar Teir 9 nýggju rithøvundarnir Gluggi er 40 síðir og heft, og Ole Wich hevur myndprýtt savnið Bøkurnar hjá Thorbjørn Egner um dólgarnar í Kardamu­mmu­ býnum, Klintri­mús og Karius og Baktus eru vorðnar sannir klassikarar, eisini í Før­oyum. Bøkurnar eru nú uppaftur­ prentaðar og aftur at fáa á føroyskum. Tað er okkurt serligt við ver­unum hjá Thorbjørn Egner. Sjálvt um dólgarnir ganga og stjala og ikki liva upp til krøv­ini fyri vanligan fólkasið, so verður tú sum lesari kortini góður við teir. Alt endar sjálvandi í gleimi og gaman; dólgarnir verða viður­kendir borgarar í býnum og fáa síni ynski uppfylt. Teir sleppa tó onkursvegna at halda fram at vera eitt sindur dólgaligir. Eins og revurin, sum vil eta Klintrimús og Karius og Baktus, sum bara vilja hava frans­breyð og høgga hol í tennir­nar hjá Janusi. Bøkurnar hjá Egner eru givnar út á fleiri enn 20 málum og eisini eru tær gjørdar til bæði sjónleik, hoyrispøl og film. Beinta Johannessen Bókin er 156 síðir og innbundin