Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 22 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 The Weather Diaries í Frankfurt ramsýningin er partur av verkætlanini Nordic Fashion Biennale og hevur fingið sera góða móttøku og góð ummæli frá altjóða fjølmiðlum. Hetta er á triðja sinni, at verk­ ætlan­in Nordic Fashion Biennale fer at bakka­stokki. Tað er Norrænahúsið í Reykjavík, sum í 2009 tók stig til verk­ ætlanina og bjóðaði systur­stovn­unum Norðurlandahúsið í Føroyum og Napa í Grønlandi at taka lut og vera partur av verkætlanini. Fyrsta árið varð framsýnt í Norrænahúsinum í Reykjavík, og hetta heppnaðist so mikið væl, at avgjørt varð at gera hetta til eitt afturvendandi til­tak annaðhvørt ár. Í 2011 varð leiðin løgd til Seattle at sýna fram nútímans íslendska, grøn­lendska og føroyska snið­geving í Nordic Heritage Museum. Íslendska listakvinnan Hrafnhildur Arnar­dóttir a.k.a. Shoplifter, sum kanska er serliga kend fyri at hava stílað Bjørk, var kurator og legði fram­ sýn­ingina til rættis. Hugskotið við at fara út um út­ norður­økið at sýna fram og finna framsýningarhøli, sum ikki eru tengd at sniðgeving, er kjølfest í ynskinum um at fáa nýggja áskoðarafjøld til serstøku og dugnaligu útnorður sniðgevararnar. Tað, at ymisku kuratornar­nir heldur ikki eru partar av snið­gevaraumhvørvinum er eis­ini við til at skapa dialog millum ymiskar listagreinar og skapa nýggjar møgu­ leikar fyri miðling. Til ta triðju framsýningina varð heitt á myndakvinnurnar, amerikansku Sarah Cooper og eysturrísku Nina Gorfer, sum ganga undir listaheitinum Cooper & Gorfer og búleikast í Gøteborg, at vera kuratorar. Uppgávan var at skapa eina myndaframsýning, har tær við heilt fríum listarligum ræsum skuldu tulka sniðgeving úr Íslandi, Grøn­landi og Føroyum. Cooper & Gorfer byrjaðu sítt ar­ beiði í 2012 við eini kunningarferð til øll trý londini fyri at hitta ymsikar sniðgevarar. Listarliga sereyðkennið hjá Cooper & Gorfer eru sterkar frá­ søgu­myndir við greiðum tilvísingum til mentanararv, søgu og klædnabúnar. Eftir kunningarferðina funnu tær útav, at veðrið hevði ein serstakan leiklut í øllum trimum londunum og tískil fekk framsýningin heitið The Weather Diaries. Tær valdu sær út nakrar av sniðgevunum, tær høvdu hitt, og føroysku luttakararnir eru Guðrun & Guðrun, Barbara í Gongini og Rammatik (Marianna Mørkøre og Rannvá Justinussen Káradóttir). Úr Íslandi luttaka Mundi, STEiNUN, JÖR by Guðmundur Jörundsson, Kría, Hrafnhildur Arnardóttir a.k.a. Shoplifter, og úr Grønlandi luttaka Bibi Chemnitz, Najannguaq Lennert, Nikolaj Kristensen og Jessie Kleemann. Framsýningin fevnir um 11 installa­ tiónir, sum luttakandi sniðgevar hava gjørt og sum eru settar upp saman við stóru myndunum, sum Cooper & Gorfer hava framleitt. Søgan, ið Cooper & Gorfer ynskja at fortelja við hesi framsýningin, snýr seg um tann týdning, ið móti og nú­ tímans sniðgeving hevur fyri okkara mentanarsamleika. Hartil fær áskoð­ arin eisini innlit í tær meira persónligu søgurnar hjá sniðgevunum, har greitt verður frá mytum, søgnum og hug­ myndum, ið hava spælt ein stóran leik­lut fyri skapandi tilgongdina. Eisini hava Cooper & Gorfer framleitt ein film, ið verður sýndur á framsýningini og ein framúr vakran bókling, sum við orðum og myndum tekur samanum alla til­gongdina. Tey, ið leggja leiðina framvið Frank­furt áðrenn 22. juni í ár eiga heilt avgjørt at vitja framsýningina á Museum Angewandte Kunst, og um høvi ikki býðst, so verður fram­sýn­ingin sett upp á Den Sorte Diamant í Keyp­ manna­havn í oktober í ár. Ætlanin er at fáa fram­sýningina til Norðurlandahúsið í Føroyum, men enn er ikki greitt, nær tað verður. Til ber at lesa meira um Nordic Fashion Biennale á Facebook vanga­myndini: https://www.facebook. com/nordicfashionbiennale F Fríggjadagin 21. mars lat ein heilt serstøk framsýning upp í Museum Angewandte Kunst í Frankfurt við luttøku av íslendskum, grønlendskum og føroyskum mótasniðgevum Framsýning Urd Johannesen