mánadagur 14. apríl 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Seinnapartin
fríggjadagin
varð bilurin hjá Klæmint Eli
Poulsen, sum tá hevði verið
eftirlýstur síðan mikukvøldið
klokkan 18, funnin á sjónum
einar 15 metrar út fyri gamla
pierinum í Oyndarfirði. Tað
var ein borgari í Oyndarfirði,
sum hevði sæð ein oljublett
á sjónum, og tá málið varð
kannað nærri, vísti tað seg,
at bilurin hjá Klæmint Eli
lá við botnin. Í bilinum var
eisini saknaði og eftirlýsti
maðurin.
Tá kavarar høvdu tikið
Klæmint Eli upp úr bilinum,
tók alibáturin Jónleyg og
hálaði bilin inn í havnina í
Oyndarfirði, har kranabilur
tók hann upp.
Vaktleiðarin
á
løgreglustøðini í Havn sigur
í morgun, at líksýn verður í
dag, og eisini verður bilurin
hjá Klæmint Eli kannaður.
- Tað er einki, sum bendir
á, at nakar annar hevur vitað
um ella verið partur av tí, sum
er hent. Hví vanlukkan hendi,
og Klæmint Eli er endaður á
sjónum í Oyndarfirði, vita vit
ikki.
Løgreglan sigur, at tey
hava verið í samband við fólk
í Oyndarfirði, men eingin,
sum løgreglan hevur tosað
við, sigur seg hava sæð ella
hoyrt nakað í bygdini.
- Vit vænta eisini, at um
onkur í bygdini skuldi havt
sæð ella hoyrt eitt hvørt, so
høvdu tey eisini havt boðað
løgregluni frá.
Vaktleiðarin dugir ikki at
siga, um tað fer at eydnast at
fáa endaliga greiði á tí, sum
hendi, og tí er ivasamt, um
spurningurin um vanlukkuna
nakrantíð verður svaraður.
- Um eitt hvørt kann vera
hent Klæmint Eli Poulsen,
sum hann ikki var harri yvir
sjálvur, tá hann koyrdi oman
eftir pierinum í Oyndarfirði,
vita vit heldur ikki.
Vaktleiðarin endurtekur,
at
bilurin
nú
verður
kannaður, og spurningurin
er,
um
hesar
kanningar
kunnu siga nakað um tað,
sum hendi.
Bilurin hjá Klæmint Eli Poulsen verður nú kannaður
- Tað er einki, sum bendir á, at nakar annar hevur vitað um ella verið partur av tí, sum
hendi Klæmint Eli Poulsen í Oyndarfirði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn
Tá kavarar høvdu tikið Klæmint Eli Poulsen upp úr bilinum, tók alibáturin Jónleyg
og hálaði bilin inn í havnina í Oyndarfirði, har kranabilur tók hann upp.
Mynd: Álvur Haraldsen
Fimm línuskip koma
inn at landa í dag. Tvey
hava verið norðan fyri
og hava mest av toski
og hýsu. Trý skip hava
verið sunnan fyri og
fiska mest brosmu og
longu. Hin eini línubát
urin, sum eisini landar í
dag, hevur eisini nakað
av hýsu og toski.
Fiskmarknaður Før
oya sigur, at av tí, at
tað verður páskavika,
verður eingin landing
seinni í hesi vikuni.
Fleiri línuskip eru
undir Íslandi, men lan-
da ikki fyri páskir. Fles
tu av ísfiskaskipunum
hava landað í Íslandi.
Tvey av frystilínu
skipunum eru eisini
undir Íslandi, og eitt
fiskar undir Føroyum.
- Roknað verður ikki
við nøkrum serligum
útróðri hesa vikuna.
Streymurin er harður,
og veðurvánirnar eru
einki
serligar,
sigur
Fiskamarknaður Før
oya.
Línuskip
landa
í dag
Vilmund Jacobsen
Partrolararnir,
sum
fiska
upsa, royna á ymiskum
leiðum, men fiskiskapurin
er heldur vánaligur. Hesi
skip koma inn at landa ein
av fyrstu døgunum í hesi
vikuni.
Trý partrolarapør fiska
gulllaks, og í síðstu viku vóru
fyrstu gulllaksalandingarnar
á Toftum.
Fiskamarknaður Føroya
sigur, at tríggir partrolarar
fiska svartkalva og fáa eisini
nakað
av
kongafiski
og
blálongu.
- Skipini eru nýliga farin
út aftur, og tí er ikki greitt,
nær tey koma inn aftur at
landa, og vit vita heldur ikki,
um tey koma inn fyri páskir.
Ein djúpvatnstrolari, sum
frystir veiðina umborð, er
eisini til fiskiskap undir
Føroyum í løtuni. Ein annar
trolari fiskar svartkalva og
frystur umborð.
- Fýra trolbátar eru úti.
Allir fiska norðan fyri og
koma inn at landa í dag.
Trolbátarnir fáa mest av
toski og so nakað av hýsu,
reyðsprøku og tungu, sigur
Fiskamarknaður Føroya.
Trolfiskur í páskavikuni
Fyrstu gulllaksalastirnar í ár vórðu
lagdar upp á Toftum í síðstu viku
Mynd: Nes kommuna
Henrikka Joensen,
sum nú fer frá
vegna aldur í Vágs
Býarbókasavni, hevði
hin 17. mai í fjør verið
30 ár í starvi hjá Vágs
kommunu.
Herfyri vórðu 60 laksar frá
Fiskaaling sleptir í Nesvatn,
og í næstum fer at bera til at
keypa sær fiskitíð á vatninum.
Fyrstu gulllaksalandingarnar í ár
vóru á Toftum í síðstu viku, og
hesa vikuna koma eisini nakrir
partrolarar og trolbátar inn at landa