mánadagur 14. apríl 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eldraøkið
Kommunurnar halda afturberingina verða ov lítla, sum fíggjarmálaráðharrin roknar við í
fíggjarkørmunum. Jørgen Niclasen sigur, at hann vil rinda tað, sum eldraøkið kostar, men ætla
kommunurnar at brúka meira pening enn tað, mugu tær sjálvar krevja pengarnar inn
Ingolf S. Olsen
Beinanvegin tá Jørgen Nicla
sen, fíggjarmálaráðharri, 31.
mars
almannakunngjørdi
fíggjarkarmarnar fyri næsta
ár, róptu kommunurnar var
skó og søgdu afturberingina
á 372,1 millión krónur, sum
kommunurnar
sambært
fíggjarkørmunum skulu hava
næsta ár at reka eldraøkið
fyri, vera alt ov lítla.
Upphæddin er einar 30-40
milliónir krónur ov lág í mun
til tað, sum raksturin veruliga
kostar, halda kommunurnar.
Fríggjadagin var fundur
í
Kommunufelagnum,
og
har var semja um, at tann
fíggjarligi parturin skal fáast
hundrað prosent upp á pláss,
áðrenn kommunurnar vilja
yvirtaka eldraøkið frá land
inum. Tað skulu tær annars
sambært lóg gera 1. januar
næsta ár. Niðurstøðan á
fundinum var, at tølini hjá
kommununum samsvara ikki
við tey, sum Fíggjarmálaráðið
brúkar sum grundarlag fyri
síni útrokning av afturber
ingini.
Fíggjarleistur
4. november í fjør legði Jørg
en Niclasen fram eitt upp
skot um fíggjarleist fyri
kommunalu yvirtøkuna av
eldraøkinum.
Sambært
uppskotinum
skal afturberingin fíggjast
við allari forskattingini av
pensjónsuppsparingunum
og einum parti av mvg-inn
tøkunum umframt einari
skattafíggjaðari afturbering,
sum verður roknað út eftir
inntøkunum, sum kommun
urnar missa orsakað av
skattaserskipanum
–
tað
er DIS, FAS, fiskimanna
frádráttur og uttanlands
frádráttur. Hinvegin skulu
kommunurnar frásiga sær
teirra lut í avgjøldunum á
kapitaleftirlønir, sum í staðin
fara óskerd í landskassan.
Eftir
uppskotinum
skal
tann
skattafíggjaða
afturberingin síðani rind
ast
kommununum
sam
svarandi
bústaðnum
hjá
skattgjaldaranum, sum er í
viðkomandi skattaserskipan.
Pensjónsforskattingin
og
mvg-fíggjaða afturberingin
verða rindað í mun til talið av
íbúgvum omanfyri 67 ár, tó
so, at hvør persónur í Sand
oyar-økinum telur 1,3.
Kommunurnar hava onki
ímóti afturberingarleistinum
sum so, men ósemja er millum
tær og Fíggjarmálaráðið um
sjávar upphæddirnar.
Í uppskotinum, sum Jørg
en Niclasen borðreiddi við 4.
november var samlaða aftur
beringin fyri 2015 roknað út
at vera 356,4 milliónir krón
ur. Hetta talið er í fíggjar
kørmunum fyri næsta ár økt
við 15,7 milliónum krónum
í 372,1 millión krónur. Í øk
ingini eru millum annað
innroknað kostnaðurin fyri
ansingarsamsýning,
økis
terapi, mat- og koyriskipanir
og lønarframskriving.
Rokna av nýggjum
Men kommunurnar halda
altso framvegis, at talið er
ov lágt.
Jørgen
Niclasen
sigur,
at
hann
hevur
biðið
fólk
frá
sínum
egna
aðalráði saman við fólki
frá
Kommufelagnum
og
Almannamálaráðnum seta
seg saman at greina tølini og
finna fram til, hvørji tøl eru
røtt.
– Tá eg havi fingið tølini
frá teimum, kalli eg til fund
aftur við kommunurnar, sig
ur Jørgen Niclasen.
Hann vil helst, at fundurin
kann haldast skjótt eftir
páskir, so semja kann fáast í
lag og fíggingin samtykkjast
í Løgtinginum, áðrenn tað fer
í summarfrí.
– Tað má vera nógv tað
besta fyri kommunurnar, at
vit fáa avgreitt hetta sum
skjótast, so alt er komið
upp á pláss, áðrenn tær í
summar fara undir at leggja
fíggjarætlan fyri næsta ár,
sigur Jørgen Niclasen.
Hann vil ikki geva nakað
nýtt boð upp á, hvat rætta
talið fyri afturberingini er
– um tað er nærri hansara
egna á 372,1 millión krónur
ella 30-40 milliónir krónur
hægri, sum Kommunufelagið
vil vera við.
Rindar prísin
– Eg eri sinnaður at rinda
kommununum
tað,
sum
tað veruliga kostar at reka
eldraøkið. Men eg fari ikki
at krevja meira enn tað inn
í skattum og avgjøldum fyri
síðani at lata kommununum
pengarnar, tí tær ætla at
brúka meira pengar upp á
eldraøkið, enn gjørt verður
nú. Um tær ætla tað, mugu
tær sjálvar krevja pengarnar
inn, sigur Jørgen Niclasen.
Hann hevur tó góðar
vónir um at fáa semju við
kommunurnar um aftur
beringarupphæddina.
– Tað skulu vit, tí avgerð
in um at leggja økið út til tær
at umsita er tikin og lógar
fest, staðfestir fíggjarmála
ráðharrin.
Ósemja um tølini
FAKTA
Talvan vísir, hvussu Fíggjarmálaráðið ætlar at fíggja afturberingina til kommunurnar fyri eldraøkið. Tølini eru úr
uppskotinum til fíggjarleist, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fram 4. november í fjør. Síðani eru
millum annað økisterapi, ansingarsamsýning, mat- og koyriskipanir og lønarframskrivingar fyri til samans 15,7 milliónir
krónur komnar afturat, so samlaða afturberingin sambært Fíggjarmálaráðnum nú er 372,1 millión krónur næsta ár
31. mars legði Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri fram
fíggjarkarmarnar fyri næsta ár, og í teimum er skatta- og
avgjaldsfíggjaði kostnaðurin av eldraøkinum mettur
at kosta 372,1 millión krónur næsta ár. Hetta talið er
30-40 milliónir krónur ov lágt, halda kommunurnar