Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað stóra takið at smíða lógirnar er tikið, men enn er nógv praktiskt arbeiði at gera, áðrenn eldraøkið kann avhendast til kommunurnar á nýggjárinum, ásannar almannamálaráðharrin. Hon vil ikki leggja seg út í samráðingarnar millum kommunurnar og Fíggjarmálaráðið um smálutirnar í tí fíggjarligu avrokningini, men hon góðtekur als ikki nakra rokning frá Heilsumálaráðnum fyri røktarkrevjandi eldri fólk, sum eru innløgd á sjúkrahús Ingolf S. Olsen Annika Olsen (F), lands­stýris­ kvin­na í almannamálum, hev­ur havt sínar dystir og ofta hørðu samanbrestir bæði í Løgtinginum og í sam- skiftinum við kom­mun­ur­ nar í sam­ban­di við politiska takið at leggja eldraøkið út til kommunurnar at um­sita. Eftir upprunaligu tíðar­ ætlanini skuldi økið langt síðani verið yvirtikið av kommununum, men nú ligg­ ur tað rættiliga fast, at yvir­ tøkan verður framd 1. janu­a­r 2015, um slakar níggju mán- aðir. - Tað stendur í løg­tings­ lógini um heimatænastu og eldrarøkt, sum júst er sam- tykt, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið 1. januar næsta ár, so soleiðis verður tað. Tað er ikki longur ein samráðingarspurningur. Ymiskt praktiskt er eftir á fáa upp á pláss, millum annað eru arbeiðsbólkar settir at greina ymiskt, eitt nú markamót millum land og kommunur. Og komm­unurnar eru ikki lid­na­r at samráðast við Fíggj­ar­málaráðið um allar smálutirnar í tí fíggjarliga av­rokningini. Tað er greitt, at partarnir skulu semjast um tað, og tað gera teir sjálvandi, sigur Annika Olsen. Semja um lógir Hon leggur tó dent á, at hon ikki ætlar at leggja seg út í tann fíggjarliga partin og har­við málsøkið hjá floks­ for­manni sínum Jørge­ni Niclasen. - Men eg kundi væl hugsað mær at sæð, hvat tað er, sum kommunurnar eru ónøgdar um á fíggjarliga økinum, tí tað hevur verið full sem­ ja um høvuðstættirnar í lógargrundarlagnum, sum neyvt ásetir upp­gáv­ur­nar og ábyrgdina hjá kom­mun­ unum. Stríð hev­ur verið um, hvussu øk­ini skuldu síggja út í sam­starvs­lógini, og hvussu samstarvið skal skipast, men tað end­aði við, at vit gjørdu eitt kom­pro­mis, sum tað síðani var semja um, sigur al­man­na­mála­ráð­harrin. - Eg veit tó væl, at summi ting kunnu verða trupul at gera upp, til dømis demens­ plássini, sigur hon. Tað verður betri Báðar lógirnar, ”Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m” og ”Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldra­øki­num”, vórðu endaliga sam­tykt­ar í Løgtinginum 28. mars. - Tá endaði kjakið um hvørt eldraøkið skal vera lands ella kommunal upp­ gáva burturav, og eg fegn­ist um, at tað loksins er veru­ leiki, at komunurnar fáa eldra­økið at umsita". - Eg vænti avgjørt, at tað verður betri tá, tí umsitingin og høvuðsábyrgdin kemur tættari at borgarunum. Tað fer eisini at bera betri til at finna serligar lokal­ar loysnir á summum økj­um, sigur Annika Olsen. - Vit fara helst at síggja barnasjúkur í skipanini ta fyrstu tíð­ina, treyðugt so, men sum frá líður verð­ur hetta besta loysnin. Sjálv­andi fara kommunurnar at megna uppgávuna. Um vit saman­bera við dag­stovn­a- øk­ið, so yvirtóku tær tá eitt øki, sum als ikki var útbygt. Ta útbyggingina hava tær sjálv­ar staðið fyri síðani og hava megnað ta uppgávuna til lítar. Við eldraøkinum er talan hinvegin um eitt væl útbygt øki, sum tær skulu yvirtaka, so tað verður ongin trupul­leiki, sigur hon. Men tá alt nú verður betri undir kommununnar leiðslu, merkir tað so, at hon sjálv ikki hevur gjørt sítt arbeiði til lítar, nú hon sjálv varðar av um­sit­ingini? - Tað kanst tú siga, men veru­leikin er, at eg sleppi ikki nóg væl at stýra økinum, tí so nógvir eldrabústovnar frammanundan eru kom- mu­nalir sjálvsognar­stovn­ ar. Nú verða tað eigararnir sjálv­ir, ið skulu umsita og stýra, og tað er eisini tað mest ruddiliga, sigur Annika Olsen. Ósemja við Karsten Eina ósemju eigur hon tó sjálv eftir at loysa, og hon er við Karsten Hansen, heilsumálaráðharra. Hann hevur nevniliga fyri stutt síðani hótt við at senda rokn­ ing til Almannaverkið fyri sjúk­lingar, sum eru liðugt við­gjørdir á sjúkrahúsi, men ikki kunnu sendast heim, tí teir eru røktarkrevjandi, og onki røktarheimspláss er fyri teim­um í heimkommununi. - Eg eri ikki samd við Karsten Hansen um hatta, og eg góðtaki tað als ikki, um slíkar rokn­ing­ar fara at koma til Al­manna­ verk­ið og frá næsta ár til kommunurnar. Hasin tru­ pul­leikin eigur at kunna loys­ast á friðarligan hátt, eitt nú við at sjúkrahúsini í góðari tíð boða avvarðandi kom­munu frá, tá tey vita, at ein sjúklingur fær brúk fyri røkt, tá hann verður út­skriv­ aður. Um kommunan veit tað í góðari tíð, ber eisini til at finna eina loysn, so sjúk­ lingurin kann útskrivast, sig­ ur Annika Olsen avgjørd og leggur afturat: - Vit mugu hugsa um tæn- astu­na og tilboðini, vit skulu vei­ta okkara borgarum, og borgarin – sjúklingurin – fær tað ikki betri av, at vit senda rokningar millum myndug­ leikarnar. Fyribyrging Tó at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar, verður tað framhaldandi al­manna­ mála­ráðharrin, ið hevur evstu politisku ábyrgdina av øki­num, og tí er hon eisini áhug­að í, at tað fær eina tryg­ ga framtíð. - Um málsøkið fram­ hald­andi skuldi hoyrt und­ir mína umsiting, so vildi eg fram eftir lagt størstu orku­ na í fyribyrging og end­ur- menning, og tað væn­ti eg eisini, at kommunurnar fara at gera. Nógvir bústovnar eru bygdir seinastu árini – bara seinastu fýra árini hava vit fingið 132 búpláss afturat – og eg vænti ikki nakran eksplosivan tørv á tí økinum tey næstu árini. - Tí við góðari fyribyrging og rehabilitering í einari væl virk­andi heimatænastu, heima­sjúkrarøkt og økis- terapi, fara okkara eldru at klára seg væl longri í egnum heimi enn í dag. Kanningar aðra staðir vísa, at tað ber til at leingja tíðina heima við fimm ár­um á henda hátt. Og tey allar flestu vilja eisini helst vera heima hjá sær sjálvum. Á tí sosialu síðuni verður so helst tørvur á at hava fleiri og fleirtáttað tilboð um eitt nú dagtilhald, sigur Annika Ol­sen. eldraøkið Annika Olsen: Avgerðin er tikin - Tað stendur í løgtingslógini um heimatænastu og eldrarøkt, sum júst er samtykt, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið 1. januar næsta ár, so soleiðis verður tað. Tað er ikki longur ein samráðingarspurningur, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum