Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eldraøkið anesi eru reiðar – Fyri okkum starvsfólk eigur tað at verða ein fyrimunur, tá vit kenna bæði brúkararnar og bygdarráðið, sigur Anna Petersen, ergoterapeutur um útlitini til at kommunurnar taka yvir raksturin av eldraøkinum. Her gongur hon túr saman við 81 ára gamli Jákupi Hansen. Fyri hann hevur tað ikki so stóran týdning, hvørt tað er land ella kommuna, ið rekur røktarheimið, men at hann er bjartskygdur letur hann øll vita við hesi yrking, sum hann alt lívið hevur roynt at liva eftir: »Skemtarorð, sum látur vekja, hví skalt tú við teimum tiga. Látur best kann sinnið lekja, lívið nokk av sorg kann siga. Sært tú ei tað, sum kann gleða, bert tað ringa her á foldum. Kanst tú ei við øðrum læa, betur tú vart undir moldum.« Heilsuhjálpararnir Gurli Høgnesen (v.m.) og Daniela Gabor geva 88 ára gamla Albin Simonsen ein bita og ein drekkamunn. - Eldrarøktin má ikki blíva verri, enn hon er nú, og tí er tað avgerandi, at pengarnir fylgja við yvir til kommunurnar, sigur Gurli Høgnesen Røktarheimið á Grønanesi í Vestmanna varð tikið í nýtslu beint undan jólum í 2012