Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eldraøkið Á Grøn tey til Røktarheimið á Grønanesi í Vestmanna er spildurnýtt og væl útgjørt. Starvsfólkini óttast ikki, at eldraøkið kemur undir kommunala umsiting treytað av, at pengarnir fylgja við Ingolf S. Olsen Vakra og snotuliga Røktar­ heimið á Grønanesi í Vest­ manna varð tikið í nýtslu beint fyri jól í 2012, og búfólk og starvs­fólk eru fallin sera væl til. Heimið er væl útgjørt, arbeiðsumstøðurnar góðar, og búfólkini kundu neyvan ynskt sær eitt vakrari útsýni at njóta lívskvøldið við. Kommunala yvirtøkan av eldraøkinum, ið eftir ætlan skal fara fram á nýggjárinum, er ikki nakað, ið órógvar starvs­fólkið har tað stóra. – Vit hoyra ikki so nógv um tað. Tað má ikki blíva verri, enn tað er nú, og tí er tað avgerandi, at peng­ar­nir fylgja við yvir til komm­un­ ur­nar, sigur Gurli Høgnesen, heilsu­hjálpari. Húsavørðurin Kristjan Jen­sen væntar ikki, at eldra­ økið verðir verri rikið av kommununum enn av land­ in­um. – Tey, sum umsita økið í dag, eru alt ov lítið inni í okkara gerandisdegi. Eg vænti, at dagliga leiðslan her og kommunan fara at finna betri út av tí. Tey eru tættari hvør at øðrum, og kommu­ nalpolitikararnir skulu eis­ ini minnast til, at einaferð koma teir eisini har til, at teir verða gamlir og kanska eisini røktar­krevjandi, sigur hann. – Eg vóni, at tað verður betri, tá kommunurnar yvir­ tak. Fyri okkum starvsfólk eigur tað at verða ein fyri­ munur, tá vit kenna bæði brúk­ararnar og bygdarráðið, sigur Anna Petersen, ergo­ tera­peutur. Sólrun Jacobsen, heilsu­ røktar, væntar eisini, at eldrarøktin í Vestmanna og Norðstreymoyarøkinum fer at verða í góðum hondum eftir yvirtøkuna, men hon ivast stórlig í, um øll økini eru eins væl fyri. – Pengarnir eru alfa og omega. Tað hevur gingið væl her í kommununi, men eg óttist, at tað fer at standa á nógva staðir. Man hevur hoyrt um, at onkustaðni fara tey at siga fólk upp. Tað veldst alt um, hvussu nógvir pengar fylgja við, sigur hon. 24 búpláss eru á heiminum á Grønanesi, og har er fult í løtuni. Men nakað av eyka trýsti er á eldrabústovnarnar í Norðstreymoyarøkinum, með­an ellis- og røktarheimið á Sýnini í Miðvági verður um­vælt og dagført. Tá tað ar­beiðið er liðugt, hevur heim­ið á Grønanesi góðan kapasi­tet. okkara øki, og tey kenna okk­um. Vit fáa ikki goymt okk­um, og verða hvønn dag konfronterað og skulu standa til svars, um okkurt er at finnast at. Tað beinleiðis trýstið, sum kemur á okkum kommunalpolitikarar, tá eldra­økið er yvirtikið, kann bara verða tí til gagns. Tað er nógv øðrvísið, tá mynd­ug­ leikin og evsta ábyrgdin sita anonym í Havn, sigur hann. Sosialur tørvur Í Vestmanna er ætlanin at økja um útboðið av tæn­ast­um til tey eldru, tá eldraøkið er yvirtikið. – Umframt alt tað, sum bara skal vera í lagi, til dømis bústovnar og heima­ tænasta, so hava tey eldru eisini ein sosialan tørv, sum í stóran mun er ónøktaður. Tey skulu hava betri møgu­ leikar fyri at vera sosial í ger­andisdegnum. Tí er tað rættiliga vist, at vit fara at skipa fyri dagtilhaldi, har til ber at gera okkurt handa­ligt arbeiði – seyma og smíða – og at gera mat sam­an. Vit hava longu onk­ ur høli í kikaranum til hetta enda­málið, sigur Pauli T. Peter­sen. Hann heldur eisini, at tað fer at liggja betri fyri at veita individuellar ser­tæn­astur, tá kommunan sjálv saman við sínum sam­starvs­øki hevur tikið yvir ábyrgd­ina av øllum eldra­økinum. – Møguleikarnir eru nógv­ir. Eitt dømi eru eldri, einsa­møll fólk, sum kanska ongan serligan tænastutørv hava í gerandis­degnum, men sum kenna seg ótrygg og hjápar­leys undir ser­lig­um um­støð­um, til dømis tá tað er ódnar­veður. Har eigur tað at bera til, at tey kunnu fáa boðið innivist eina nátt ella tvær á røktar­heiminum, tá á stendur, sigur hann. Hava lyft fyrr Í almenna kjakinum hava røddir eisini verið frammi um, at kommunurnar als ikki megna at lyfta upp­ gávuna at yvirtaka orku­ krevj­andi og kostnaðar­ tunga eldraøkið, og at av­leið­ingin verður ein ójøvn tæn­asta alt, eftir hvørj­ari komm­unu ein býr í. – Tað er nakað tvætl. Sjálvandi klára vit tað, og um afturberingin verð­ ur rættvíst býtt, so verður ongin ójavni mill­um komm­ un­ur­nar í stand­ard­tænast­ un­um. Eyka tænastur aft­ur­at tí verða helst brúk­ ara­f­íggjaðar so ella so. – At siga, at kommun­ur­ nar ikki megna hetta, er at vísa okkum stórt misálit. Støðan er hin øvugta, tí sum hon er nú, so megnar landið als ikki at veita okkara eldru medborgarum eina nóg góða tænastu og umsorgan. Tað fara vit at megna á sama hátt, sum vit megnaðu at yvirtaka dagstovnaøkið um aldarskiftið. Tástani var ferð sett á at útbyggja tað økið, og dagstovnar vórðu bygdir um alt landið. Eg eri vísur í, at tann menningin ikki var komin hálva leið, um dagstovnaøkið enn var undir landinum, sigur Pauli T. Petersen. Framhald av síðu 5 – Tað er sera einfalt, um tað vísir seg, at vit ikki fáa fulla afturbering í mun til verandi kostnað, tá fíggjarlógin er samtykt í vetur, so yvirtaka vit ikki eldraøkið á nýggjárinum, sigur Pauli T. Petersen – Tey, sum umsita økið í dag, eru alt ov lítið inni í okkara gerandisdegi. Eg vænti, at dagliga leiðslan her og kommunan fara at finna betri út av tí, sigur Kristjan Jensen, húsavørður