mánadagur 14. apríl 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eldraøkið
Vestmanna: Vit yvir
taka fyri rætta prísin
Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, heldur, at eldraøkið er í betri hondum hjá kommununum treytað
av, at allir pengarnir fylgja við frá landinum – og tað eru 30-40 milliónir krónur meira, enn landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum hevur lagt upp til. Gera teir ikki tað, verður økið als ikki yvirtikið, slær Pauli T. Petersen fast
Ingolf S. Olsen
– Eg vil siga tað soleiðis, at
vit eru noydd at yvirtaka
eldraøkið, tí nú hava skiftandi
almannamálaráðharrar
og
samgongur í mannaminni
lovað betri umstøður til okk
ara gomlu, men tað er bara
blivið verri. Vit vilja, og vit
kunnu gera hetta betri, sigur
Pauli T. Petersen, borgarstjóri
í Vestmanna.
Vi plássi til 24 búfólk á
nýggja Røktarheiminum á
Grønanesi
er
Vestmanna
Kommuna í so máta væl fyri
reikað, tá eldraøkið verður
lagt út til kommunurnar at
umsita.
Tað verður tað á nýggj
árinum, stendur tað til sam
gonguna og Anniku Olsen,
landsstýriskvinnu í alman-
namálum.
Meira á borðið
Men so skulu nakrir dýrir,
leysir endar fáast upp á upp
á pláss fyrst, er avgjørda
støðan hjá kommununum.
– Vit skulu hava hvørt
oyra afturborið frá landinum
í mun til verandi kostnað,
frároknað brúkaragjøldini,
tá vit yvirtaka eldraøkið,
men talið, sum fíggjarmála
ráðharrin hevur borðreitt
við, er einar 30-40 milliónir
krónur ov lítið, sigur Pauli
T. Petersen, borgarstjóri í
Vestmanna og stýrislimur í
Kommunufelagnum.
Jørgen Niclasen, fíggjar
málaráðharri, roknar í fíggj
arkørmunum fyri næsta ár
við, at kommunurnar skulu
hava 372,1 millión krónur frá
landinum at reka eldraøkið
fyri. Í hesum talinum eru tær
356,4 milliónir krónurnar, tað
nú kostar at reka bústovnar
og heimatænastuna, og 15,7
milliónir krónur, sum mill
um annað er prísurin fyri
ansingarsamsýning til av
varðandi, ið sjálv ansa sínum
gomlu, økisterapiina, mat- og
koyriskipanir fyri eldri, og
lønarframskriving.
Tøl samsvara ikki
Men Pauli T. Petersen sigur,
at ein samlað afturbering
upp á 372,1 millión krónur er
ov lítið, tí hædd er ikki tikin
fyri øllum, millum annað
fyri, hvussu nógv dement
eru á teimum einstøku bú
stovnunum.
–
Fíggjarmálaráðharrin
hevur bara lagt upp fyri bein
leiðis kostnaðinum av at reka
bústovnar og heimatænastu
og nakrar aðrar tænastur.
Men í Kommunufelagnum
meta vit, at talið hjá honum
er 30-40 milliónir krónur
ov lágt. Tølini hjá Fíggjar
málaráðnum samsvara ein
falt ikki við okkara tøl. Bara
í økinum Norðstreymoy fara
tað við afturberingarlykli
num hjá Fíggjarmálaráðnum
at mangla útvið tvær milli
ónir krónur í fyri at kunna
røkka sama tænastustøði
sum nú á eldraøkinum, sigur
borgarstjórin í Vestmanna.
Alt ella onki
Vestmanna Kommuna hoyrir
til eldra-samstarvsøkið Norð
urstreymoy, ið telur Vest
manna, Kvívíkar, Sunda og
Eiðis kommunur.
Pauli T. Petersen er sera
avgjørdur um, at fíggjarligi
parturin skal vera komin full
komiliga upp á pláss, áðrenn
eldraøkið verður yvirtikið av
kommununum. Tað merkir,
at allar kommunurnar skulu
kunna taka undir við enda
liga fíggjarleistinum.
Og so skal vissa eisini
verða fingin fyri, at ein eyka
rokning frá Karsteni Hansen,
heilsumálaráðharra, ikki end
ar úti hjá kommununum, tá
avtornar. Tað snýr seg um
rokningina fyri fólk, sum
hava verið í sjúkrahúsviðgerð,
men sum síðani ikki kunnu
útskrivast, tí tey eru røkt
arkrevjandi, men onki pláss
er fyri teimum á røktar- og
ellisheimum. Karsten Hansen
hevur alment sagt, at hann
ætlar at senda hesa rokning
ina víðari til Almannaverkið.
– Hatta er ein leysur
endi, sum skal verða fingin
upp á pláss áðrenn 1. januar
2015. Og annars er tað sera
einfalt. Um tað vísir seg, at
vit ikki fáa fulla afturbering
í mun til verandi kostnað,
tá fíggjarlógin er samtykt
í vetur, so yvirtaka vit ikki
eldraøkið á nýggjárinum.
Tað kemur als ikki upp á tal,
sigur hann.
Betri tænasta
Samstundis
sum
borgar
stjórin í Vestmanna er sera
avgjørdur viðvíkjandi fígg
ingini, so leggur hann kort
ini stóran dent á, at hann
inniliga ynskir eldraøkið út
til kommunurnar.
Hann er nevniliga sann
førdur um, at tey eldru fara
at fáa eina væl betri tæn
astu undir kommununnar
veingjabreiði
samanborið
við nú, har eldraøkið verður
umsitið av Almannaverkin
um.
– Tað hevur nakað at
siga, at vit eru tætt upp á
borgararnar. Vit kenna um
støðurnar og tey eldru í
Pauli T Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, leggur
dent á, at hóast hann krevur allan kostnaðin
endurrindaðan av landinum, so ynskir hann
inniliga eldraøkið út til kommunurnar at umsita.
– Skiftandi almannamálaráðharrar og samgongur
hava í mannaminni lovað betri umstøður til
okkara gomlu, men tað er bara blivið verri. Vit
vilja, og vit kunnu gera hetta betri, sigur hann
Framhald á 6