mánadagur 14. apríl 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Fleiri røddir í sambands
flokkinum hava verið fram
mi um at broyta fiskivinnu
skipanina. Millum annað
segði
vinnumálaráðharrin
Johan Dahl á landsfundinum
hjá
Sambandsflokkinum,
at fiskivinnuskipanin skal
broytast. Hvussu hon skal
broytast, vil hann ikki siga
enn.
- Vit arbeiða uppá eitt
uppskot, sum vit fara at
leggja fram fyri hinum sam
gonguflokkunum,
sigur
Johan Dahl. Uppskotið verð
ur væntandi liðugt innan
nakrar vikur og leggur upp til
broytingar í tilfeingisgjaldi,
og hvussu fiskiloyvini verða
deild út.
Vinnan skal
gjalda meira
Formaðurin
í
fíggjar
nevndini, Bárður Nielsen
heldur, at uppsjóvarvinnan
skal gjalda meira í tilfeing
isgjaldi, enn hon ger í dag.
Í 2013 komu umleið 136
milliónir inn í tilfeingisgjaldi.
Jørgen Niclasen hevur sagt,
at tilfeingisgjaldið skal geva í
alt 200 milliónir krónur í 2015
og 250 milliónir krónur í 2016.
Hetta gjaldið skal upp -
og gjarna longu í ár, sigur
Bárður Nielsen.
- Vinnan hevði sera gott
yvirskot í ár, og tað verður
nokk ikki dýrari at taka
fiskin upp, so tað hevur hon
væntandi eisini komandi ár
ini. Tí eigur landskassin at
fáa sín rímiliga part av hes
um, sigur Bárður Nielsen,
formaður í fíggjarnevndini.
Hann vil tó ikki siga, hvat ein
rímuligur partur er.
- Vit hava atgongd til
marknaðarprísir á makrel,
so tað átti at verið gjørligt
at gjørt eitt roknistykki, har
man skattar tað yvirnormala
yvirskotið
harðari,
sigur
hann.
Veiðiloyvi yvir fleiri ár
Eitt av teimum viðurskift
unum, sum búskaparfrøð
ingar hava funnist nógv
at, er, at veiðiloyvir verða
latin ókeypis fyri fleiri ár
og kunnu seljast víðari við
skipunum.
Bárður Nielsen heldur tó,
at vinnan skal hava skipaði
viðurskiftir og leggur ikki
upp til at broyta skipanina,
sum gevur skipum veiðiloyv
ir fyri fleiri ár.
- Tað ber ikki til at gera
hundratals milliónaíløgur í
skip, um tú ikki veit, um tú
sleppur at fiska, sigur Bárður
Nielsen.
- Ert tú í vinnuni, mást tú
vita, um tú kanst fiska næstu
4-5 árini.
Sambært búskaparfrøð
ingum er tað júst veiði
loyvini, sum eru galdandi
yvir fleiri ár, sum skapa eina
miðsavning í fiskivinnuni.
Tað eru bara ógvuliga penga
sterkar fyritøkur, sum kunnu
keypa skip við veiðiloyv
um yvir fleiri ár, og vandi er
fyri, at einans útlendingar
hava ráð til tað, sigur Kári
Petersen búskaparfrøðing
ur. Veiðioyvini føra við sær,
at skipini í flotanum, sum í
sær sjálvum eru verd 1,210
milliónur krónur, kunnu selj
ast fyri 6-7 milliardir krónur
við veiðiloyvum.
Sambandsflokkurin
ger uppskot til nýggja
fiskivinnuskipan
Innan nakrar vikur kemur Sambandsflokkurin við
einum uppskoti til, hvussu fiskivinnan skal skipast av
nýggjum, sigur Johan Dahl vinnumálaráðharri
§52 spurningur til
fiskimálaráðharran
Nógv kjak hevur verið um, hvussu uppsjóvarvinnan skal
skipast, síðan yvirskotið í uppsjóvarvinnuni er vorðið
mett at økjast við 500 milliónum krónum árliga komandi
4-5 árini. Búskaparfrøðingurin, Kári Petersen, metir
avreiðingarvirðið í uppsjóvarvinnuni at fara frá 400
milliónum krónum upp í 2 milliardir krónur, og yvirskotið at
fara frá 250 milliónum krónum upp í 750 milliónir krónur.
Í hesum sambandi hevur Páll á Reynatúgvu sett fyri
spurning til Jacob Vestergaard um uppsjóvarfiskiloyvir.
Fyrispurningurin skal svarast skrivliga sambært grein
§ 52a í tingskipanini.
Í viðmerkingunum skrivar Páll á Reynatúgvu ,at stóra
uppsjóvarríkidømið við Føroyar viðførir áhuga hjá nógvum
at royna eydnuna og at hóast ovurstórar nøgdir av fiski,
so er trupult at hava innlit í, hvussu flotin broytist ella
tillagast broyttu støðuna.
Spurningar:
1. Hvussu nógv skip hava fiskiloyvi at royna eftir
svartkjafti, og hvørji eru tey?
2. Hvussu nógv skip hava fiskiloyvi at royna eftir sild, og
hvørji eru tey?
3. Hvussu nógv skip fáa fiskiloyvi at royna eftir makreli,
og hvørji eru tey?
4. Hvussu nógv nýggj uppsjóvarfiskiloyvir eru latin síðani
2010?
5. Hvussu nógvar nýggjar umsóknir um fiskiloyvir eru
móttiknar í Fiskimálaráðnum?
6. Hvaðani eru tær, býttar á sýslur?
7. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera við hesar møguligu
umsóknir?
Páll á Reynatúgvu hevur sett ein fyrispurning til Jacob
Vestergaard, fiskimálaráðharra, fyri at fáa innlit í
hvør hevur veiðuloyvir innan uppsjóvarvinnuna
Bárður Nielsen heldur, at tilfeingisgjaldið skal
hækkast longu í ár. Tó skal vinnan tryggjast fiskiskap
í eini 4-5 ár, heldur formaðurin í fíggjarnevndini
Johan Dahl, vinnumá
laráðharri sigur, at
Sambandsflokkurin
arbeiðir við einum
uppskoti til eina nýggja
fiskivinnuskipan