mánadagur 14. apríl 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fróði
vann á
konginum
Durita basti fyrrverandi
føroyameistara
Fróði F. Jensen vann FM-gull í einmansleiki hjá monnum við
4-2-sigri á Peteri H. Niclasen, sum var í sínari 25. FM-finalu
Pætur Albinus
Finalan í einmansleiki hjá
monnum í borðtennis í ár var
nakað heilt serligt, mest fyri
Peter H. Niclasen, sum hevði
silvurbrúdleyp skilt á tann
hátt, at hetta var 25. ferðin,
at hann var í FM-finaluni.
Fyrstuferð var í 1984 sum
bara 15 ára gamal, og fram til
nú hevur hann vunnið heili
16 FM-gull.
Hesaferð var avbjóðarin
21 ára gamli Fróði Fríðason
Jensen, sum vann finaluna
ímóti júst Peteri fyri tveim
um árum síðani. Fróði spælir
í løtuni við Københavns BTK
í Danmark og var mettur at
vera í bestu venjing til hesa
kappingina.
Jøvn byrjan
Sum væntað, so var tað eisini
Fróði, sum leikliga kom best
frá byrjan, men væntað varð
samstundis eisini, at Peter
fór at koma við góðum mót
svarum. Og tað kom hann.
Hóast Fróði var á odda 10-6
og hevði fýra settbóltar, so
megnaði Peter at koma aftur
í aftur og javna til 10-10. Tá
gekk tó ikki longur og Fróði
stjól fyrsta sett 12-10.
Í øðrum setti vann Fróði
sær aftur leiðsluna, men
Peter var ikki til at rista
av sær. Hesaferð var Peter
omaná tá ið nærkaðist end
anum, men hetta var túrurin
hjá Fróða at útjavna til 10-10.
Heppið fyri spenningin var
tað tó Peter, sum dró longra
stráðið og við 12-10 javnaði
hann til 1-1 í settum.
Peter fekk takið
Í triða setti var tað greitt, at
Peter var um at spæla seg
heitan eftir eina heldur slaka
byrjan. Munurin gjørdist
ongantíð serliga stórur í hes
um javna dystinum, men
Peter var omaná og vann
triðja sett 11-8 og legði seg
harvið á odda 2-1 í settum.
Í fjórða setti fekk Fróði
veruliga fatur í sínum góða
spæli og Peter var prísgivin
í nógvum førum. 11-6 endaði
hetta settið til Fróða, sum
harvið javnaði til 2-2 og alt
var aftur púra opið.
Fróði avgjørdi
Fimta sett var ógvuliga av
Í finaluni í einmansleiki hjá
kvinnum eydnaðist tað 15
ára gomlu Duritu F. Jensen
at vinna 3-0 ímóti Onnu
Mikkjalsdóttir, sum gjørdist
meistari fyri tveimum árum
síðani.
Í kvinnufinaluni í ár hitt
ust tvær ungar gentur. 15
ára gamla Durita Fríðadóttir
Jensen úr Tór í Havn ímóti
16 ára gomlu Onnu Mikkjals
dóttir, sum er úr TBF á
Tvøroyri, men í løtuni spælir
við Team Nørreå í Danmark.
Hetta var fyrsta finalan
hjá Duritu, meðan Anna
farnu tvey árini hevur verið
í finaluni. Fyrstu finaluna
vann hon, men í fjør var
hon prísgivin ímóti rimmar
sterku Henriettu Nielsen,
sum spælir í Týsklandi og
ikki fekk komið heim til Før
oya í ár.
Durita sannførandi
Við dystarbyrjan var Anna
omaná og hevði vunnið sær
eina leiðslu áðrenn Durita
tók fullkomiliga yvir restina
av dystinum. Hetta fyrsta
settið endaði við teprum 14-
12 til Duritu, men hini settini
vann Durita 11-6 og 11-4.
Harvið vann hon finaluna
greitt 3-0 og fekk gull í fyrstu
FM-finalu síni.
Anna var darvað av knæ
skaða og fekk ikki spælt við
fullari skrúvu, vísti hon á
eftir dystin.
Tær báðar spældu tveir
dystir í innleiðandi kapping
unum dagin fyri, og tá vann
Anna báðar dystirnar 3-2.
Á tann hátt var tað kanska
heldur óvæntað, at Durita
megnaði at vinna somikið
greitt í hesi finaluni.
albinus@sosialurin.fo
ítróttur kontrast fm 2014