mánadagur 14. apríl 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
ítróttur
kontrast fm 2014
Nicolaj vann á beiggjanum
Carlsson-systrarnar suverenar
Nicolaj Gunnarstein er føroyameistari í einmansleiki. Tað gjørdist greitt
eftir stórspæl og 2-0-sigur á stórabeiggjanum, Benjamin Gunnarstein
Pætur Albinus
Í mansfinaluni hjá monnum
hittust brøðurnir Benjamin
og
Nicolaj
Gunnarstein.
Hetta var fyrsta ferðin í
finaluni hjá 18 ára gamla
lítlabeiggjanum
Nicolai,
meðan hetta var fjórða FM-
finalan hjá Benjamin, sum
eins og beiggi sín spælir bad
minton í Danmark.
Hóast
báðir
búgva
í
Danmark, so eru teir á
hvørjum ári í Føroyum og
spæla FM.
Nicolai setti alt
Dysturin
byrjaði
heldur
óvæntað við einum ordans
háli
hjá
lítlabeiggjanum,
Nicolai, sum setti stórt trýst
á beiggja sín at vera í verju
støðu og at vera kvikan fram
til netið. Ferð eftir ferð legði
Nicolai nevniliga bóltarnar
stutt og hann var óvanliga
beinrakin hesa løtuna, sum
hann vann sær takið.
Benjamin royndi at halda
høvdið kalt og stríða seg inn
aftur í dystin, men tað var
so at siga ómøguligt ímóti
næstan feilfría Nicolai. Hetta
stressaði Benjamin so mikið,
at hann gjørdist týðiliga
ávirkaður av støðuni og
vreiðin var til at fáa eyga og
oyra á.
Hetta
var
settið
hjá
Nicolai, tað var eingin ivi í
tí, og hann vann eisini hetta
fyrsta settið heili 21-11.
Benjamin rakk ikki
Í øðrum setti var Benjamin
væl betur við í spælinum og
spældi tað mesta av settinum
upp ímóti Nicolai. Benjamin
var á odda 13-12, tá ið Nicolai
tók time-out fyri at fáa
greiðu á hvussu hann kundi
grava góða spælið frá fyrsta
settinum fram aftur. Hóast
tað var trupult at liva upp
til støðið, hann hevði sett í
fyrsta setti, so spældi hann
somikið væl seinna partin av
øðrum setti, at hann dróg frá
og at enda vann 21-16. Harvið
fekk hann FM-gullið við
2-0-sigri á stórabeiggjanum.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Rannvá D. Carlsson er
føroyameistari
í
ein
mansleiki hjá kvinnum.
Tað er hon eftir greiðan
finalusigur ímóti Kristinu
Eriksen.
Streyk avstað
Í einmansleiki hjá kvinn
um hittust í ár Rannvá
D. Carlsson og blaðunga
Kristina
Eriksen,
sum
somuleiðis er úr Havnar
Badmintonfelag.
Rannvá D. Carlsson,
sum var mett at vera
stórfavorittur, fekk betru
byrjanina og streyk av
stað alt fyri eitt. Tað var
serliga í teimum stuttu
bóltunum og í teimum
aftur á baklinjuna, at
Rannvá vísti seg at vera
sterk og í løtum fekk
Kristinu at tuska runt á
vøllinum.
12-4 til Rannvá tá ið
komið var áleið í helvt, og
tað gjørdist ov tungt hjá
Kristinu at elta Rannvá
allatíðina, sum at enda
vann fyrsta sett trygt 21-10.
Vísti klassan
Í øðrum setti var Rannvá
ikki farin niður í ferð
–
heldur
tvørurímóti
setti hon ferðina upp
og smurdi Kristinu av.
8-0 var støðan áðrenn
Kristina kom á talvuna,
og tá var dysturin í roynd
og veru avgjørdur.
Nakrir
góðir
bóltar
vóru
tó
eftirfylgjandi
og
áskoðararnir
fingu
okkurt at fegnast um,
men spurningurin var
bara,
hvussu
stórur
sigurin hjá Rannvá fór at
verða. Seinastu bóltarnar
fekk Kristina við góðum
spæli pyntað nakað um,
men Rannvá vann tó
trygt 21-9 og fekk gullið.
Hetta er fyrsta árið hjá
Kristinu Eriksen í final
uni, og hóast eina læru
striku hesaferð, so spældi
hon væl til tíðir og stað
festi, at hon helst er eitt
navn, ið vit fara at hoyra
nógv til í framtíðini.
albinus@sosialurin.fo
Rannvá stór
sigur í finaluni
Pætur Albinus
Í tvímansleiki hjá kvinnum
vóru systrarnar Brynhild og
Rannvá Carlsson aftur í ár
suverenar og vunnu gullið
eftir stórsigur í finaluni.
Systrarnar Brynhild og
Rannvá Carlsson eru ikki til
at steðga í tvímansleiki hjá
kvinnum. Aftur í ár vunnu
tær báðar gull – hesaferð
ímóti Kristinu Eriksen og
Sólfríð Hjørleifsdóttir.
Fyrsta sett var tað yngra
og meiri óroynda parið væl
við fyrstu løtuna, men skjótt
settu systrarnar í eitt hægri
gear og vunnu fyrsta sett
trygt 21-12.
Annað
sett
struku
systrarnar Carlsson avstað
alt fyri eitt og talan var um
ein
avgreiðsluspurning.
21-7 stóð á stigatalvuni tá
ið liðugt var og Brynhild og
Rannvá Carlsson vunnu har
við gullið trygt.
albinus@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen