Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 F ótbóltsdómararnir mugu halda seg til spælireglurnar, har teir døma innanfyri hvítu strikurnar. Lat tað bara verða sagt alt fyri eitt. Tað vandamesta, sum kann henda í málinum um leikbannið til Sigfríð Clementsen, er, um Kappingernevndin boyggir seg fyri einum møguligum trýsti frá fótbóltsdómarafelagnum. Tað skal ikki skiljast so, at vit á hesum síðum eru samd í úrskurðinum, sum varð feldur, tá Víkinga- venjarin fekk tann eina dystin, og sum vit áður hava víst á, so var talan um ein hampuliga merkisverdan dóm. Spælireglurnar eru nú einaferð soleiðis, at vit eisini innan fótbóltsheimin hava eitt tríbýtt – skítbýtt segði onkur – valdsbýti, og hetta er sjálvur bulurin í rættartrygdini, sum altíð eigur at vera. Tað gongur millum annað út uppá, at dómararnir døma tað, sum fyriferst á vøllinum og í hesum eru hendingar kring dystin eisini roknaðar. Tá ein møgulig revsing skal ásetast, eru tað Kappingarnevndin – evt. eisini Aga- og Yvirkærunevnd – sum áseta hesa, og verður hetta gjørt við grundarlagi í dómarafrágreiðingini. Og skulu broytingar gerast i arbeiðslagnum hjá hesum nevndum, soleiðis at revsing fyri ávíst brot skal herðast ella linkast, so verða slíkar broytingar framdar ímillum kappingarár – ikki í einum kappingarári. Júst hetta seinasta er so sera grundleggjandi. Ynskja dómararnir eina øðrvísi mannagongd, so mugu teir tosa sína søk, so orðingarnar í lógartekstinum verða broyttar komandi vetur. Vanlukkan vildi verið, um Kappingarnevndin í einum møguliga komandi føri fer at døma einum venjara tveir dystir fyri sama brot, sum Víkingavenjarin gjørdi seg sekan í fyri trimum vikum síðani. Valds­ býtið má haldast Ítróttar klumman Jákup Mørk ■ Sigfriður hevur vøttir á til dyst, so nú er eingin vandi fyri dómarnar ( Víkingur - B68 ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur E. Jensen FSF fær gult kort Hevur einki hoyrt Jákup Mørk Har vóru óvanliga nógvir fót­bóltsdómarar millum áskoð­arar­nar, tá B36 og HB spældu grannauppgerð fríggja­kvøldið. Orsøkin til, at so nógvir dómarar valdu at treiskast móti regninum hetta kvøldið, var sum so ikki ein brenn­andi felags áhugi fyri granna­uppgerðini. Heldur vóru tað fundarboðini, sum dómararnir høvdu fingið, har teir eftir dystin skuldu møta í FSF-húsinum at við­ gera málið um venjaran hjá Víkingi, sum fekk dystar­ bann í ein dag eftir tað, sum gekk fyri seg eftir dystin mill­um B36 og Víking fyri trim­um vikum síðani. Sum skilst, so eru dóm­ arar­nir meira enn bara eitt sindur ónøgdir um revs­ing­ ina, sum gjørdist tann eini dagurin. Sum vit skrivaðu á hesum síðum fyri eini viku síðani, so var talan um dóm uttan fordømi, men vit vístu samstundis á, at var talan um spælara, sum sýndi slíkan atburð, so vildi dómurin verið tveir dagar. Hartil eru hørðu orðini, sum Víkinga-venjarin lat falla eftir dystin eisini follin fleiri av dómarunum fyri bróstið, men í tí førinum hevur formaðurin í Fót­ bólts­dómarafelagnum, Petur Reinert, áður sagt, at slíkar við­merkingar í eini heit­ari løtu eru ein partur av spæl­ inum, sum hann tók til. Petur Reinert segði ann­ ars fríggjakvøldið við in.fo, at hann ikki hevði nakra við­merking til fundin, sum dóm­ararnir hildu fríggja­ kvøldið. Avmarkað heimild Vit hava fyrr havt dømi, har trýst frá fótbólts­dómara­ felag­num hevur elvt til óvan­ liga harða revsing. Fremsta dømið um hetta var helst, tá ÍF-liðskiparin, Bartal Eliasen, fekk leikbann í tríggjar dystir eftir tað, sum hann segði eftir ein dyst millum NSÍ og ÍF í Runavík. Tað, sum var serliga merkis­vert ta ferðina, var, at dómurin varð avsagdur uttan fordømi, og at Kappingar­nevndin við hes­ um fullkomuliga breyt van­liga rættartrygd, tá ein einstøk hending verður nýtt til at skapa konsekvens- broyt­ingar mitt í einum kapp­ingar­ári. Nakað, sum ikki verður góðtikið av ítrótta­dóm­stólinum hjá ÍSF, sum tó ikki longur hevur nakra heimild í føroyska fót­ bólts­heiminum. Tí í veruleikanum hava dóm­ararnir ikki nakra heimild at ávirka tað, sum gongur fyri seg, tá teirra leik­lutur í dystinum er av. Tá er tað upp til FSF og nevnd­ir tess at gera av, um hend­ingar skulu fáa hesa ella hasa – ella kanska onga – av­leiðing. Broytingar í máta­num, sum hetta verður viðgjørt uppá, eiga bert at gerast í tíðarbilinum millum kapp­ ingarnar, og vanliga verða tær tá fráboðaðar feløg­ unum á bæði formans- og aðal­fundi. Dystirnir ikki í vanda Við Bartal-málinum í huga, so kann tó ikki útilokast, at dómararnir koma við eini beinleiðis verkfallshóttan, og at málið á tann hátt kann fáa eina aðra vend. Sum Sosialurin skilir ver­andi støðu, so verður ein slík hóttan tó ikki part­ ur av spælinum hesa­ferð, og verður talan heldur um at geva FSF og Kappingar­ nevnd­ini gula kortið saman við eini átalu, har dómara­fel­ agið ynskir/krevur, at hend­ ingar av hesum slag verða revsaðar harðari. Fótbóltsdómarafelagið vil eftir øllum at døma ikki finna seg í, at revsingin til Sigfríða Clementsen, venjara hjá Víkingi, ikki gjørdist meira enn tann eina dagin Formaðurin í Kapp­ingar­ nevndini sigur seg ikki hava hoyrt orð frá fót­bólts­ dómarunum í sambandi við málið um leikbannið hjá Sigfríða Clementsen. Sum nevnt aðrastaðni her á síðuni, so kann formaðurin í Kappingarnevndini hjá FSF helst vænta sær okkurt slag av samskifti við føroyska Fót­bóltsdómarafelagið, men tá vit fingu orð á Jákup Martin Joensen sunnu­kvøld­ ið, hevði hann ikki hoyrt tað minsta. – Tað einasta, sum eg havi frætt um hetta málið, er tað, sum stóð at lesa á in.fo fríggjakvøldið. Og eg rokni sjálvandi við, at Dómara­ felagið setir seg í samband við meg ella umsitingina hjá FSF, um hetta er tað, sum tey ynskja, sigur formaðurin í Kappingarnevndini. – Og kemur tað hartil, so verður so verður málið sjálv­ andi tikið upp og viðgjørt, eins og vit viðgera flestu onn­ur mál, sum koma okk­ um í hendi, sigur Jákup Martin Joensen. jakup@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen