Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur H E S A V I K U N A Hans Jørgensen 3 Kundi sum so einki gera við málið, men stóð annars eina miðal góðan dystin . Hevði ikki so nógv at gera, og tók tað hann skuldi Jógvan Isaksen 2 Tykist trívast best í miðverjuni og megnaði ikki at geva AB framdrift, tá teir vóru aftanfyri. Varð fluttur í miðverjuna seinni í dystinum. Sorin Anghel 4 Var samanlagt besti maðurin á vøllinum. Stóð stinnur í tvídystunum í verjuni, og gjørdi mun tá hann fór fram í álopið, umframt at hann skoraði málið hjá AB. Sørin Samuelsen 2 Er ágrýtin í tvídystunum, men manglar royndir í at taka avgerðir. Kundi fingið beinleiðis reytt í tveimum støðum, men fekk tvey gul. Ger framstig, men AB liðið siglir runt og tá er ringt. Gert Drengastein 2 (Út 84.min) Feilplaseraður á vinstra bakki. Beinir var sjúkur, so Gert gjørdi sítt besta, men er snøgt sagt ikki ein vinstri bakkur. Fór av vøllinum við álvarsligum skaða. Bárður Olsen 3 Tá AB hevði nakað av samanhangandi spæli, so var Bárður íblandaður. Góður til smáspæl, men megnaði ikki ordiliga at seta seg á miðvøllin og dystin. Mikkjal T. Hentze 3 Hevði útgangsstøði við síðuna av Bárði, men tóktist ikki finna seg til rættist. Var við í onkrum av uppspælinum, men annars ikki sjónligur. Jobin Drangastein 2 Hevði tað trupult á fremsta plássinum á miðvøllinum. Fekk ongantíð samband við spælararnar rundan um seg og kom næstan ongantíð í vandamiklar støður. Jónas Stenberg 2 Riggar ikki sum vongur, um talan ikki er um kontradyst. Spældi illa á vonginum, tí hann klárar ikki at spæla við rygginum móti málinum. Fluttur á høgra bakk riggaði nógv betri, tað bleiv hann bara alt ov seint. Dion Splidt 4 (Út 90.min) Manglar venjing og dystarvenjing, men skapti at kalla alt sjálvur, sum AB hevði. Longu innkøstini trýstu Skála, men deyðbóltar og smáspæl skal fínpussast. Góða fótbóltseyga hevur hann enn. Karstin Højgaard 2 (Út 73.min) Var ikki væl upplagdur og bleiv sjálvdan spældur í ynski støður. Stríddist, men tað er ikki nokk til meir enn eitt tvey tal. Jógvan Skeel Nolsøe 3 (Inn 73.min) Fylti nakað í álopinum og legði trýst á Skála verjuna. Fyri ein innskiftara, so fall hann skjótt til og hevði onkrar góðar aktiónir. Leivur Holm (Inn 84.min) Ov stutt inni til at gera eina meting, men hevur spælt lítið í ár. Kanska tíð time’ingin er eitt sindur off, tí hann var um at koma í góða støðu eftir innlegg. Hørður Mohr (90.min) Kom inn seinastu løtuna. Avrik: tøl 1 til 6 Tróndur Arge – Argir Klokkan er farin um teir 90 minuttirnar og á Argjum verð­ur lagt upp til kreppu. Skála er á odda 1-0 og AB spælir en nein vánaligan dyst. Í eini roynd at fáa mál verður Sorin Anghel sendir frá í álopið. Hann byrjaði dystin í miðverjuni. Bólturin kemur innfyri og skálamenn klára ikki at ruddað vekk. Sorin vendir sær á og sparkar bóltin í málið til 1-1. Í tíðini sum dómarin hev­ ur lagt afturat, fær AB eisini Sørin Samuelsen útvístan, tí hann brúkar hálvgun neyð­bremsuna, tí Skála er um repp­ið at fara við øllum trimum stigunum. Eitt skert AB lið uttan millum annað Jóan Símun Edmundsson, Kára Nielsen og Beinir Ellefsen fekk skeiva beini úr songini og skulu verða glaðir fyri eina stigi. Fyribils er kreppan á Argjum útsett eitt sindur, meðan Skála, sum hevur trý stig færri enn AB, hevur fingið sítt fyrsta stig og har er ongin kreppa, tí ongin væntar nakað av Skála. Betri við trimum stigum Pætur Dam Jacobsen valdi í vetur at flyta aftur til Skála, har hann spældi frá 2005 til 2008. Hann fegnast um eina stigið, men vildi heldur havt øll trý. – Tað er týdningarmikið, at vit síggja at tað ber til. Beint nú, so hevði tað verið betri við trimum stigum, tí eg haldi at vit høvdu uppiborið trý stig í dag, sigur Pætur, sum ikki metir at Skála hevur prógvað so nógv við eina stignum. – Vit kláraðu tað ikki, so tað ber ikki ordiliga til at siga, at vit hava prógvað nak­að enn. Vit mugu vinna dystirnar fyrst, sigur stríðs­ maðurin og lýsir spæliháttin hjá Skála soleiðis: – Vit vilja gjarna spæla fót­bólt og vilja gjarna klára at umstilla okkum skjótt. Tað fer vónandi at rigga betri hjá okkum, men tað tekur tíð, sigur Pætur, sum hevur góðar vónir fyri framtíðina hjá Skála. – Her eru nakrir góðir spæl­arar. Teir eru kanska ikki so nógvir í tali. Teir skulu mennast og gera teir tað, so ber til, sigur Pætur víðari. Aftur til Skála Pætur valdi í vetur at skifta oddastríðið og EB/Streym út við botnstríðið og Skála. Ein avgerð sum ikki bara hevur sínar røtur í tí ítróttarliga partinum. – Høvðusorsøkin er koyr­ ingin. Tú ert lítið við hús og tá eg búgvi á Skála, so er tað upplagt at spæla har. Eg var blivin troyttur av at koyra langt til venjing hvønn dag. So flytir Skála upp. Eg hevði møguleikan at halda fram í Streymnesi og hevði til­ boð aðrastaðni frá, men at búgva á Skála og spæla móti Skála tað hevði eg ikki slett ikki hug til. So vil eg heldur hjálpa til her. Tað var natúr­ ligt at koma aftur til Skála við familjuni og øllum tí í huga, sigur Pætur Dam Jacobsen. Hóast tað heimliga vigar nógv, so hevði FM heitið í 2012 ein avgerandi týdning fyri, at Pætur í dag hevur lætt við at spæla við Skála. – Tað er ikki óhugsandi, at eg hevði spælt við Skála um teir ikki fluttu upp. Eg var ikki mettaður, men eg havi vunnið tey steypini tú kanst vinna í Føroyum. Tað plágaði meg nógv, at eg ikki hevði vunnið FM, og eg trúði ikki eg fór at vinna tað. Men eftir 2012, tá eg vann FM, so broyttist tað. Um eg ikki vann FM við EB/Streymi í 2012, so hevði tað verið verri at tikið avgerðina, sigru Pætur, sum stórtrívist á Skála, men vil ikki útihýsa møgu­ligum broytingum í fram­tíðini. – Tað er býtt av mær at lova nakað, tí lívið broytist altíð. Sum støðan er nú, so stórtrívist eg. Vit trívast eis­ Pætur Dam Jacobsen er á øðrum sinni Skála spælari. Heiðursmerkjastríðið í við Margáir er útskift við botnstríðið á Skála. Í gjár fekk Skála sítt fyrsta sig í Effo- deildini í ár, men skálamenn vóru bara tríggjar minuttir frá øllum trimum stigunum á Skála ítróttur Eg haldi tað er liðbandið Tað segði Gert Drangastein, tá hann fór avstað við sjúkrabilinum. AB spælarin mátti berast av vøllinum eftir samanstoyt á miðvøllinum. Gert var í nógvari pínu og spælir helst ikki aftur fyribils. Jóan Símun skaddur Stóra stjørnan hjá AB, hevur sitið uttanfyri tveir dystir upp í slag nú. Tað er lærkrikin, sum arga toftamannin. Sum skilst, so testaði AB framherjan heilt til tað seinasta undan dystinum. (0-1) 1-1 0-1 Jákup Johansen, 41. 1-1 Sorin Anghel, 90+2 Dómari: Rói Jacobsen Bárður Olsen: AB fjeppari Gott at síggja Dion á liðinum aftur. Verjan hjá okkum er komin fyri seg aftur síðan NSÍ dystin, men enn vantar svongdin at vinna, vónandi kemur tað til sjóndar ímótir KÍ í Klaksvík. Koyr á AB trívist Stór-