mánadagur 14. apríl 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
ítróttur
Deiligt at síggja skálamenn
stríðast í besti deildini. Fleiri nýggir
spælarar í Effo samanhangi og
flestu av teimum eru eisini ungir
spælara, sum eru í menning. Dion
Splidt er eisini eitt pluss, tí hansara
fótbóltsevnir og fótbóltseyga
hevur verið saknað á Argjum
AB hevur nógvar
skaðar og tað ávirkar
spælið hjá teimum
nógv. Í staðin fyri gott
fótbóltsspæl, so endar
tað við plan B ov oftani.
ini væl sum familja, men tað
er býtt av mær at lova nakað
um okkurt nú eina ferð
stingur seg upp, sigur Pætur.
Eldri enn venjarin
Pætur Dam Jacobsen er
eldri enn venjarin Eliesar
Olsen. Tað kann verða ein
avbjóðing.
– Tað er ikki eingongd
bara eg, sum eri eldri enn
venjarin. Tað er til tíðir ein
avbjoðing, men tað er helst
eisini ein avbjóðing fyri
hann, at hana spælarar,
sum eru eldri enn hann.
Vit eru allir í sama báti og
vit vilja tað sama. So er tað
týdningarmikið, at vit læra
okkum at rógva sama veg,
sigur Pætur, sum heldur at
venjarin torir væl at taka av
gerðir.
– Hann torir væl at taka
avgerðir, sum hann heldur
eru rætt. Um hann spyr meg
um ráð, so sigi eg mína mein
ing, men tað merkir ikki at
tað blívur so. Hann ger tað,
sum hann heldur er rætt
og best fyri liðið. Eg royni
at kenna mítt pláss, sigur
Pætur og smílist.
Spæla í miðverjuni
Pætur spældi sunnudagin í
miðverjuni. Honum dámar
betri at spæla á miðvøllinum,
men roynir at innrætta seg.
– Eg havi altíð skula ar
beitt hart fyri at sleppa at
spæla á miðjuni. Eg eri gjøgn
um tíðina oftani fluttur frá
miðvøllinum. Miðverji er
ikki mítt favoritt pláss, men
eg avgjørdi áðrenn eg kom
aftur til Skála, at eg skuldi
læra meg at góðtaka tað, sum
venjarin sigur, sigur Pætur
og leggur afturat.
– Metir hann at liðið, sum
spælir upp á hendan mátan
er tað sterkasta, so má eg
góðtaka tað. Eg havi sum
so ikki ilt av at spæla í mið
verjuni. Um eg ikki spæli
á miðjuni, so er miðverjan
nummar tvey, sigur Pætur
Dam Jacobsen, sum vónar, at
Skála undan seinasta umfari
kann spæla uttan nervar.
– At fara til seinasta
dystin og ongar nervar hava,
tí vit hava klára tað. Tað
er mín dreyma støða fyri
Skála í 2014, sigur Pætur.
Spurningurin er so um tað
er realistiskt.
– Vit eru tippaði at fara
niður, men um vit koma í ein
stima, so er einki ómøguligt.
Skála hevur klára tað fyrr,
og onkur metir, at tað liðið
var verri mannað enn hetta.
Alt ber til, sigur Pætur Dam
Jacobsen at enda.
AB nærkast kreppu
Tað gongur einki hjá AB í
løtuni, sum tó hevur tvífalt
so nógv stig, sum teir høvdu,
tá 11 umfør vóru spæld í fjør.
Munurin er, at fleiri fólk
vænta meiri av AB í ár enn
í fjør.
Til hendan dystin var
Dion Splidt aftur á AB lið
num. Hann hevur vant tvær
ferðir og spældi í 90 minuttir.
Tað sigur eitt sindur um
standin á liðnum hjá AB í
løtuni. Ikki tí hann ikki er
nóg góður, men meiri at tað
er so lætt at koma á liðið.
AB
hevði
eisini
Gert
Drangastein á vinstra bakki
og Jógvan Isaksen á høgra
bakki. Hetta eru tveir feil
plaseraðir
spælarar,
tá
leypast skal á. Tað kom heilt
víst illa við hjá AB, at Beinir
Ellefsen ikki var við á vinstra
bakki, men Jónas Stenberg
kom ikki til sín rætt fyrr enn
hann kom á høgra bakkin.
Spælið hongur illa saman
hjá AB í løtuni og tað ilt at
fáa eyga á eitt konsept. Um
AB ikki skal enda í niður
flytingarvanda,
so
mugu
teir til at finna fram til eina
ætlan skjótt.
trondur@sosialurin.fo
Mark Ryutin 4
Kundi kanska fingið eitt fimm tal,
men hevði helst ov lítið at gera til
at koma har upp. Kundi einki gera
við málið, men stóð annars tryggur.
Tykist vera ein fongur fyri Skála
Jákup Jacobsen 3
Spældi ein miðal dyst á høgra bakki.
Ágrýtin og skilagóður í tvídystunum.
Verjan hjá Skála kom sum heild væl
frá dystinum.
Pætur Dam Jacobsen 5
Spældi væl í miðverjuni hjá Skála.
Er heilt klárt stýrimaðurin á liðnum
og gekk fram á vøllinum. Verjan var
sjáldan í óbalansu og arbeiðisbýtið
var allatíð greitt.
Petur Pauli Mikkelsen 5
Stóð sum ein klettur í miðverjuni
saman við Pæturi. Umframt at verða
sterkur í verjuspælinum, so átti hann
eisini skapandi avleveringina til Jákup
Johansen, tá hann legði Skála á odda.
Teitur R. Joensen 4
Spældi á vinstra bakki og var drúgvur
í tí mesta hann gjørdi. Tað knípur
við uppspælinum, men tað verður
avloyst við orku og vilja í verjustøðu.
Andras Frederiksberg 4
Stríddist fyri fleiri á miðvøllinum.
Tað var sjáldan nakað spæl á
miðvøllinum, men hann royndi sum
best. Renningarnar góvu eisini AB
trupulleikar. Millum annað fekk
Mikkjal Hentze gult fyri a fella hann.
Poul N. Poulsen 3
Minni sjónligur enn Andras í
renniarbeiðinum, men tykist tryggari
í avspælinum. Stóð sterkari í myndini
í fyrra hálvleiki enn seinna hálvleiki.
Ólavur Mikkelsen 4
Tuskaði runt á framrættað
miðvøllinum. Tað bleiv ikki til so nógv
bóltspæl, men AB hevði trupulleikar
við at fáa tamarhald á 7’arinum. AB
fekk tvey gul kort fyri at fella hann.
Edvin Jacobsen 3
Spældi sum útgangsstøði á høgra
vongi, men skifti vongpláss í leypi
av dystinum. Var ikki so nógv á
bóltinum, men vísti í løtum, at hann
hevur góðan bóltførleika.
Jákup Johansen 5
Besti maður á vøllinum fyri Skála.
Var tann spælarin, sum megnaði at
venda spælinum og bjóða av. Skoraði
einsamalla málið og hevði eisini fleiri
góðar aktiónir. Serliga í samband við
skjótálop.
Brian Jacobsen 2
(Út 71.min)
Kom ongantíð ordiliga inn í dystin.
Hevði tvær góðar støður í fyrra
hálvleiki, har hann fekk høvdið á
innlegg.
Holgar Durhuus 3
(Inn 71.min)
Kom væl frá sínum innhoppi. Tóktist
upplagdur og tók væl móti bóltinum
í fleiri førum.
Avrik: tøl 1 til 6
AB Hans Jørgensen – Jógvan Isaksen,
Sorin Anghel ■, Sørin Samuelsen ■■, Gert
Drangastein (Leivur Joensen, 84.) – Bárður Olsen,
Mikkjal T. Hentze ■, Jobin Drangastein
– Jónas Stenberg, Karstin Højgaard (Jógvan Skeel
Nolsøe, 73.), Dion Splidt (Hørður M. Mohr, 90.)
Skála Mark Ryutin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam
Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen
– Andras Frederiksberg, Poul N. Poulsen, Ólalvur
Mikkelsen – Edvin Jacobsen ■, Brian Jacobsen
(Holgar Durhuus, 71.), Jákup Johansen
Teir siga tað er brotsspark Skála vildi hava brotsspark
móti endanum av dystinum í gjár. Sum skilst, so bleiv Teitur
R. Joensen hálaður umkoll, tá Skála sendi fríspark innfyri.
Venjari hjá Skála, Eliesar Olsen, sá ikki hendingina, men visti
at siga frá fleiri, at tey mettu at talan var um brotsspark.
Myndir: Álvur Haraldsen
Steingrím Jacobsen: Skála fjeppari
2 stig vóru mist á eggini! Málið varð skorað av einum manni,
sum langt áðrenn hetta tíðarskeið burdi fingið sítt seinna gula kort fyri
kjaftaslit. Óverulig døming, tá AB ikki fáa beinleiðis reytt kort í endanum av
dystinum!! Men nú eru stig komin á konto'ina, og tað gongur rætta leið.
skála
»SORIN SKRIVAÐI
seg fyri eitt mál«
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2