Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Tá ið vanliga leiktíðin var farin í Gundadali fríggja­ kvøld­ið sá tað út til, at talan skuldi verða um endurtøku frá steypa­dystinum fyri viku síðan, tá ið HB vann 3-2 á B36. Talvan vísti 1-0 til HB, sum legði seg framum í 1. hálvleiki. Christian R. Mouritsen var undir mál­ inum, tá ið hann stýrdi fløt­um innleggi úr vinstru frá Heina Vatnsdal í málið. Arkitekturin var enn eina ferð Andrew av Fløtum. So var tað í eykatíðini, at Jákup á Borg eftir horna av brotsteigarmarkinum við innaru síðuni sendi bóltin upp í málhornið. 1-1 og tað sást, at HB kendi seg at hava mist tvey stig, og at teir í B36 kendu seg at hava vunnið eitt stig. – Hetta var fantastiskt. Eg fylgdi bóltinum allan vegin, og tað var framúr kensla at síggja netið vera spílað út. Tað var nátúrligt, at vit runnu yvir til áskoðararnar. Avrikið í 2. hálvleiki var alt annað enn gott, men við­ halds­fjøldin bar okkum til síðstu løtuna at leggja tað eyka í, sum skuldi til, var við­merkingin hjá ovurfegna Jákupi á Borg. Andrias Eriksen var nýggjur miðverji? – Hann spældi fan­tast­ iska væl, og hann hevur ar­ beitt við eyðmýkt. Sein­astu ferðirnar hevur hann verið bestu maður á 2. liði, og eg haldi eisini, at tað er herða­ klapp til okkum venj­arar, at vit nú vístu honum álit, og at hann tók av, sóu øll tey, sum fríggjakvøldið vóru í Gunda­ dali. joannes@sosialurin.fo Jóannes Hansen Tá ið klokkan vísti 15 min­ uttir í góðveðrinum við Margáir, var tað avgjørt, at KÍ skuldi einki hava við sær til hús. Tá var EB/Streym­ur framman­fyri 2-0, og í sam­ bandi við hesi bæði málini, og tá inn­skifti Gunnar Zachariasen mið­skeiðis í 2. hálvleiki økti um heima­ leiðsl­una, var upprunin deyð­bólts­støður. Liðformaðurin Hans Pauli Samuelsen umsetti brots­spark til 1-0. Atli Danielsen var óheppin at brúka hondina eftir horna­sparks­støðu. Tá ið Niels Pauli Danielsen økti til 2-0, var tað eftir at Gert Hansen hevði lagt 60 metra frí­sparks­sending. Pól Jóhannus Justinussen snittaði víðari, og eftir at Arnbjørn Hansen og Leif Niclsen høvdu saman­spælt, setti væl upplagdi Niels Pauli Danielsen, sum hevði fýra mót­støðu­menn kring seg, bóltin í málið. So var mótbrekkan tung hjá KÍ, sum fyrra partin av 1. hálvleiki var rent um koll av væl uppløgdu heima­ monn­unum. Fram ímóti steðg­inum luktaði tað av KÍ máli. Bæði liðini misnýttu risa stórar møguleikar. Tá so heima­leiðslan varð 3-0, var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða. Nedende pyntaði um, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í mál eftir innlegg úr høgru: – Fyrsta løtan var dýr fyri okkum. Tá høvdu vit als ikki tak á teimum. Tað eyndaðist at fáa skil á tingunum, men hóast vit leikliga síðani vóru á hædd við teir, so bar tað ikki til at vinna tað mista aftur, staðfesti KÍ venjarin Eyðun Klakstein. HB tapti tvey og B36 vann eitt Deyðbóltarnir kveikja lív í (0-1) 1-1 (2-0) 3-1 0-1: Christian R. Mouritsen 31. 1-1: Jákup á Borg 9.+1. Dómari: Petur Reinert 1-0: Hans Pauli Samuelsen br 8. 2-0: Niels Pauli Danielsen 11. 3-0: Gunnar Zachariasen 69. 3-1: Ndende Adama Guéye 90.+1. Dómari: Dagfinn Forná B36 Tórður Thomsen – Hørður Askham, Andrias H. Eriksen ■, Høgni Eysturoy, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Hanus Thorleifsson (Benjamin Heinesen, 76.), Rasmus Dan Sørensen (Sandri Færø, 76.), Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz – Adeshina Lawal HB Heðin Stenberg – Rógvi S. Holm, Jóhan T. Davidsen, René S. Joensen (Jógvan Rói Davidsen, 76.), Alex dos Santos – Tróndur Jensen ■, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen ■, Kristin Mouritsen (Levi Hanssen, 78.), Christian R. Mouritsen – Andrew av Fløtum EB/Streymur René Tórgarð – Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jónas Tór Næs, Gert Hansen – Høgni Madsen, Pól Jóhannus Justinussen (Jóhannes Hansen, 57.), Niels Pauli Danielsen (Brian Olsen, 79.) – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen ■ (Gunnar Zachariasen, 46.), Hans Pauli Samuelsen KÍ Meinhardt Joensen – Jonas Flindt Rasmussen ■, Sørmundur Kalsø ■, Gunnar Christiansen ■■, Tórur Justesen – Ndende Adama Guye, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Johan Jacobsen – Ivan Joensen fótbóltur Jóannes Niclasen: B36 fjeppari Nú er NOKK segði Jákup á Borg við Petur Reinert, og kanoneraði bóltin í kassan, at vit ikki vunnu dystin var bara svarta óheld, men enn einaferð gott komi aftur ...HVÍTIR. Koyr á B36 Rógvi Dam: EB/Streymur fjeppari Vit spældu ein super dyst, og nú nærkast til 1 pláss. Saman standa vit sterk. eb/Streymur »Tá Jákup á Borg blívur óður, endar dysturin góður« Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 »Eingin kavi við Margáir í dag, tá kann KÍ ikki vinna« Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 Eftir at hava javnað til 1-1 ímóti HB, helt Jákup á Borg, at Andriasi Eriksen vísti, hvat skal til fyri at standa seg KÍ vann ongantíð tað inn­aftur, sum væl uppløgdu og fótfimu heima­menn­inir fyrstu løtuna syrgdu fyri Allan Enghamar: HB fjeppari 1 stig hvør er í lagið. Liðini áttu hvør sín hálvleik. 1 stig á útivølli er eisini góðtikið móti einum tendraðum B36 liði. Koyr á HB Kristian Joensen: KÍ fjeppari 6 stig aftana eina byrjan, har vit møta 4 teimum bestu liðunum, er góðtikið. Nú verða tað argjafressanir komandi dyst, tað skal bara vinnast. 3 stig eru til toppin, og enn 23 dystir, hettar skal nokk fara at ganga. Tá Atletico kann toppa í Spania og Liverpool í Onglandi. So kann KÍ saktans eisini vinna FM 2014. Koyr á KÍ. Koyr á KÍ