mánadagur 14. apríl 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
ítróttur
Jóannes Hansen
Annað umfarið á rað hevði
ÍF vitjan av Skálafjørðinum,
og fyri aðru ferð á rað sendu
fuglfirðingar gestirnar út
aftur við ongum. Í fyrra før
inum endaði tað 3-0 ímóti
B68, og í gjár fór NSÍ til hús
við 2-1 tapi.
Tá ið Clayton Soares
setti hol, var tað eftir, at ÍF
hevði steðgað NSÍ uppspæli.
Fritleif í Lambanum og
Nenad Saric stóðu fyri upp
spælinum, og tá ið Nenad
legði innfyri, var Clayton
Soares á rætta staðnum. Tá
vóru tíggju minuttir farnir,
og tíggju minuttir undan
steðginum økti Dánjal á
Lakjuni til 2-0, tá ið hann
við høvdinum stýrdi bóltin í
málið eftir innlegg frá Ari Ó.
Ellingsgaard.
Tíggju
minuttir
eftir
steðgin
minkaði
Árni
Frederiksberg um munin,
men NSÍ kom ikki nærri. ÍF
vann 2-1, og harvið misti NSÍ
fyrstu stigini í ár.
NSÍ
venjarin
Trygvi
Mortensen var ikki í iva um,
at tað var vánaliga avrikið í 1.
hálvleiki, sum kostaði tapið:
– Tað, sum vit sóu í 1. hálv
leiki, kunnu vit ikki bjóða
fólki. Vit gjørdu tvær sen
tralar skiftingar, og tað hekk
betri saman í 2. hálvleiki. Tá
skoraðu vit, og vit høvdu
møguleikar at javna, men
so fingu teir takið aftur. Eg
vóni, at vit taka við læru og
ikki aftur verða so slappir,
sum vit vóru í 1. hálvleiki.
Tá vóru fuglfirðingar væl
betri, og tí var einki forgjørt
í tí, at teir vunnu, segði NSÍ
venjarin.
joannes@sosialurin.fo
Jóannes Hansen
Teir ljósabláu fegnaðust, tá
ið Eiler Rasmussen hevði
bríkslað fyri síðstu ferð í góð
veðrinum í Serpugerði í gjár.
Tað var lætt at skilja, tí endi
liga hevði tað í fjórðu roynd
ini í ár eydnast at vinna fulla
úrtøku.
Undan kappingarbyrjan
var Víkingur roknaður mill
um favorittarnar. Tað kann
væl vera, at víkingarnir fara
at kappast um heiðursmerk
ini, men higartil hevur tað
gingið striltið.
Ímóti
uppflytarunum
í B68 leyp heldur einki av.
Víkingur var allan 1. hálvleik
leikliga omaná, men heima
liðið megnaði ikki at umseta
yvirvág til mál. Í einstøkum
førum var møguleikin stórur,
men Kristian Joensen vardi
væl í B68 málinum.
Tíðliga í 1. hálvleiki hevði
B68 bóltin í heimamálinum,
men dómarin metti, at frí
spark varð framt ímóti Geza
Turi, tá ið Mads Rosenberg
sendi bóltin í málið.
Beinanvegin eftir steðgin
varð Heðin Hansen settur
inn í framrættaða partin hjá
Víkingi, og tá ið tað restaðu
tjúgu minuttir, varð Heðin
maðurin, sum skoraði sigurs
málið við handara stólpa,
eftir at innlegg var komið úr
vinstru.
Síðstu løtuna spenti B68
álopsbogan, og nógv gekk
fyri seg á Víkingahálvuni. Í
einstøkum førum var talan
um spentar støður, men
toftamenn megnaðu ikki at
spæla seg til heilt upplagdar
møguleikar.
joannes@sosialurin.fo
Hetta kunnu vit
ikki bjóða fólki
Víkingur slapp
úr tronganum
(2-0) 2-1
(0-0) 1-0
fótbóltur
1-0: Clayton Soares 11.
2-0: Dánjal á Lakjuni 35.
2-1: Árni Frederiksberg 56.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
1-0: Heðin Hansen 71.
Dómari: Eiler Rasmussen
ÍF Hallgrím G. Hansen – Bartal Eliasen, Poul N.
Poulsen, Leivur Joensen, Fritleif í Lambanum
– Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen ■, Dánjal á
Lakjuni (Kristoffur Jakobsen, 72. ■), Nenad Saric
(Jan Ó. Ellingsgaard, 75.), Ari Ó. Ellingsgaard
– Clayton Soares
NSÍ Andras Gango – Jens Joensen, Einar
Tróndargjógv, Jónhard Frederiksberg, Monrad
Holm Jakobsen – Magnus Olsen (Per Langgaard,
46.), Sjúrður Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 46.)
Andy Olsen (Meinhard Olsen, 71.), Jann Martin
Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
Víkingur Geza Turi – Atli Gregersen,
Erling Jacobsen, Bárður Hansen, Hanus Jacobsen
– Hallur Hansson ■, Súni Olsen, Hans Jørgen
Djurhuus (Magnus Jarnskor, 53.), Sølvi Vatnhamar ■
– Finnur Justinussen (Gunnar Vatnhamar, 83.),
Filip Djordjevic ■ (Heðin Hansen, 46.)
B68 Kristian Joensen – Jóhan Dávur Højgaard,
Mads Rosenberg, Niklas Poulsen, Kristian Anton
Andreasen – Ovi Brim (Esmar Clementsen, 78.),
Hákun Edmundsson (Emil Ronaldsson, 76.),
Jann Ingi Petersen, Janus Mortensen
– Óli H. Olsen ■, Andrias á Líknargøtu
Rúni Klein Joensen: Víkinga fjeppari
Hettar var, um tað ikki var besta spæli, ein uppreisn fyri serliga leikarir og
venjarir, men fyri allar Eysturbúgvar. Tað fór at verða trupult ímóti B68 vistu
vit, tí teir standa væl í verjuni, men Heðin vildi tað tað annaleiðis. Fantastisk
kensla og mál, eg føli við toftamonnum at teir blivu snýttir fyri málið teir
fingu, men vit áttu 2-3 mál aftarat um Kristian ikki stóð so væl. WLYV.
víkingur
Birgir Petersen: ÍF fjeppari
Flott spæl í ein hálvleik og kempa fyri rest, man
kann ikki klaga tá man vinnur... Koyri á dreingir.
Koyr á ÍF
Øssur Jacobsen: B68 fjeppari
Enn einaferð ein goður hugburður hjá okkara
leikarum í dag, men ENN einaferð kom floytan í
fokus og hevði ein avgerandi leiklut. Vit kom sterkt
aftur næstuferð, Forza B68.
Koyr á B68
John Andersen: NSÍ fjeppari
Aja, so gekk tað ikki meira. Fyrsti hálvleikur var ein
katastrofa. Ongin vilji, onki tempo, ongin miðvøllur.
Seinni hálvleikur var munandi betur, men gav tíverri
onki stig. Vit koma sterkt aftur!
Koyr á NSÍ
»Vespurnar toldu ikki
luktin í Fuglafirði«
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
»Sigfriður hevur vøttir á
til dyst, so nú er eingin
vandi fyri dómarnar«
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
NSÍ venjarin var als ikki nøgdur við tað, sum hansara
lið vísti í 1. hálvleiki, tá ið ÍF var frammanfyri 2-0
Innskifti Heðin Hansen skoraði einsamalla málið ímóti
B68, sum bar fyrsta heimasigurin hjá Víkingi við sær