mánadagur 14. apríl 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
Hvat høvdu teir gomlu sagt?
– hugleiðingar og tíðindi í samband við nýggja Betesda
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo
Tað var ein stórur dagur í
Klaksvík,
leygardagin,
15.
mars, tá nýggja Betesda varð
tikið í brúk, og bjóðað varð til
móttøku frá kl.15 til kl.18.00
Hetta var ikki einans ein
stórur dagur fyri samkomuna,
men so sanniliga eisini fyri
Klaksvíkina, sum við hesum
bygningi, bæði innan og utt
an, hevur fingið eina arkitek
toniska perlu mitt í býnum,
sum einki at ivast í vil verða
eitt bygningsverk, sum ferða
fólk vilja síggja.
Tað er ikki einans tað arki
tektoniska, sum er vert at
nevna í samband við nýggja
Betesda, men so sanniliga
eisini
tað
umhvørvisliga
dygga íkasti, sum samkoman
hevur valt, tá hon valdi at
brúka sjóhita ístaðin fyri
olju – tað fer ikki at renna
dropin av olju í Betesda í
framtíðini!
Andalig olja
Eitt er, at tað ikki verður
brúkt olja í nýggja Betesda,
men ynskjandi er, at tann
andaliga oljan kemur at renna
í streymum, tá hátøkniliga
og nýmótans ljóðorkan ber
vitnisburðin og sangin út í
snotuligi hølini, har millum
700 og 800 fólk kunna sita –
má tað verða biðið eftir, at so
verður!
3000 vitjandi
Menn og kvinnur, ung og
eldri, hava arbeitt sum meyr
ur hesa seinastu mánaðirnar
til tess at fáa alt liðugt, tá
dyrnar skuldu latast upp;
og klokkan 15.00 var klárt
og borðreitt. Túsundavís av
smákakum og eitt stórt litur
tal av kaffi og te, og juice til
børnini, var sett á smá borð
runt um í húsinum, og fólk
vórðu víst inn í hvønn krók.
Portalurin hjá Norðlýsin
um upplýsti, at umleið 3000
fólk vitjaðu í nýggja Betesda.
Fólk alla staðni frá í land
inum, bæði fólkakirkjuni og
fríkirkjunum, vóru komin
at síggja nýggja salin og at
ynskja samkomuni til lukku
við nýggju snotuligu hølun
um.
Flísar úr bíbilska
»Lítla-Asia«
Eitt sindur av jørðildinum
í tí bíbilska “Lítla-Asia” og
teimum sjey samkomunum,
sum Jóhannes skrivaði til í
Opinberingini, liggur nú sum
gólv í nýggja Betesda. Rá
tilfarið kemur úr einum bergi,
sum liggur tætt uttanfyri
býin IZMIR í vestara partin
um av núverandi Turkínum,
og fabrikkin liggur inni í
sjálvum IZMIR, sum er gamli
bíbilski býurin SMYRNA,
sum var ein av teimum sjey
samkomunum,
sum
Jó
hannes skrivaði til í Opinb.
kapitul 2 - so ein kann ikki
siga annað enn, at gólvið í
nýggja Betesda er úr góðum
bergi brotið.
Talan er um 1000 fer
metrar av High-Polish Mar
morflísum úr sandsteini, 75
tons í alt, sum eru fluttar
í trimum 40-fót byngjum
úr IZMIR til Klaksvíkar, og
sum við nógvum tolsemi og
serdeilis góðum hegni, eru
lagdar á øll gólvini bæði í
erva og í neðra. Flísarnar
eru lagdar eftir einum so
kallaðum
Rómverskum
mynstri. Allar trappurnar
eru lagdar við hesum somu
flísum, og øll vøskini á øllum
toilettunum eru eisini úr
hesum sama marmorsteini
og gjørd liðug í Turkínum.
Børnini
Á aðru hædd er stórt barna
ansingarrúm
við
stórum
skíggja, og fram við vestur
síðuni
eru
fleiri
rúmlig
sunnudagsskúlahølir,
sum
við sínum stóru rútum og
góða útsýni, allarhelst vil
seta serlig krøv til sunnu
dagsskúlalæraran, um hann
skal megna at halda fokusi
hjá børnunum á røttum
stað.
Loftið
Tá fólk vórðu víst inn á loft
ið, høvdu tey útsýnið yvir
høvuðssalin, sum eisini tekur
seg ómetaliga væl út frá
loftinum; ikki minst at síggja
niður yvir stólarnar, sum við
sínum útvalda liti passa sera
væl inn í heildina. Líkamikið
hvar tú situr á loftinum, niðri
í salinum ella úti í forhøllini,
so kanst tú síggja bæði
talarastólin, sangkórið og
stórskýggjan - við einum so
stórum skýggja skal tað vera
løgið, um nýggju songbókini
verður lív lagað í nýggju um
støðunum!
Hvíttmálaða rimaverkið
framvið loftinum, er fram
leitt í býnum Makfalva/
Ghindari í Rumenia. Tað
er ein Føroyavinur, sum
eigur stórt maskinverkstað
í býnum, ið hevur framleitt
hetta í samstarvið við KJ-
Hydraulik í Kambsdali. Hetta
sama maskinverkstaðið í
Rumenia framleiðir aliringar
til føroysku alibrúkini.
150 sitipláss eru á loft
inum, sum eru træbenkur,
hegnisliga gjørdir av monn
um í samkomuni, og klæddir
við stoffi, sum kvinnur í
samkomuni hava seymað.
Lyft
Eisini hevur man hugsa um
tey, sum eru illa gongd ella
sita í koyristóli. Um onkur,
sum er illa gongdur, fegin vil
sita á loftinum meðan møti
er, so kann viðkomandi nýta
lyftina, sum er løtt atkomulig
úti í forhøllini.
Frítíðararbeiði
Samkoman í Betesda hevur
havt frítíðararbeiði í nógv
ára tíggir, sum ein stórur
partur av børnum og ungum
í Klaksvík hava notið gott
av. Í nýggju hølunum skuldi
ligið væl fyri at hildið fram
við hesum, tí í norðara enda
á aðru hædd er eitt stórt høli,
sum kann brúkast bæði til
frítíðararbeiði og veitslur.
Nógv glas
Nýggja Betesda er bæði rúm
ligt og ljóst. Stórur partur av
útsíðunum eru glas, bæði í
erva og í neðra, so her kann
sigast, at tað ævinliga “elverk
ið” leverar ljóskelduna tað
mesta av degnum.
Tá ein kemur inn í for
høllina, kennir ein seg væl
komnan. Har er ljóst við
góðum útsýni og hugnaliga
innrættað við smáum kafé
borðum, sum leggur upp
til, at ein steðgar á og fær
sær
eitt
hugnaligt
prát.
Eisini er ætlanin at halda
fram við opnu kaféini, ein
dag um vikuna, sum eisini
hevur verið seinastu tvey
árini í fyribilshølunum hjá
samkomuni
á
Klaksvíks
vegnum, og sum hevur havt
sera góða undirtøku – her
eru øll vælkomin at fáa sær
ein drekkamunn og eitt upp
byggiligt prát! Kaféin verður
opin hvønn hósdag kl.10.00
Sjóhiti
Í einum rúmi aftanfyri pallin,
sum ikki liggur so ásýnligt, er
eitt anlegg, sum flestu okkara
ikki hava sæð áður, og ta er
Sjóhitaskipanin. Samkoman
í Betesda valdi at hita nýggju
hølini
við
grønari
orku.
Nýskapandi maskinmenn í
samkomuni, við góðum ráð
um frá serkønum, hava lagt
hita úr vágni og inn í Betesda,
sum er tað fyrsta av sínum
slag í Føroyum, við tað at
skipanin brúkar CO-2, sum er
umhvørvisneutralt. Skipanin
hevur koyrt í tveir mánaðir,
og heimildarfólk siga, at hon
koyrir sum ein dreymur og at
húsið hevur tann hita, sum
tað skal hava.
Ljóðtøknin
Í dag eru tað aðrir bollar á
suppuni, enn tá teir gomlu
bygdu gamla Betesda, tá
talan er um ljóð. Men teir
gomlu høvdu ofta eina kraft
mikla og klára rødd, so teir
vóru í sær sjálvum ein góð
hátalaraskipan til krøvini tá.
Men í dag, við teimum nógvu
ljóðførunum og nógvu ljóð
møguleikunum, eru tað heilt
onnur ljóðkrøv, sum verða
stilla til almennar bygning
ar.
Hesi krøvini hevur man
roynt at liva upp til í nýggja
Betesda, sum í dag húsar
eina tað mest framkomnu
ljóð- og hátalaratøknina, sum
er at finna á marknaðinum,
ikki minst tá hugsa verður
um nýggja mixipultin, sum
hevur ikki færri enn 64
kanalir – ein sonn avbjóðing
fyri tann unga, sum vil royna
sínar tøkniligu førleikar!
Nýggi salurin og nýggja
ljóðtøknin í Betesda er ein
samansjóðað eind, soleiðis at
skilja, at ljóðskipanin sjálv
virkandi kann justera salin
til tað hægstu ljóðstyrkina og
eitthvørt slag av tónleiki, sum
kemur gjøgnum hátalararnar,
soleiðis at tað verður tann
rætti rúmklangurin úti í
salinum.
Ljóðskipanin eitur Acous
tic Control System (ACS), og
er ein “intellegent” skipan,
sum sjálvvirkandi eisini til
passar seg eftir tí, sum ferð
fram millum fólkið úti í sal
inum; t.d. um onkur reisir
seg upp at biðja ella hava ein
vitnisburð, so fangar ACS-
skipanin ljóðið so væl, at
tað hoyrist um allan salin –
so nú er bara at fáa gongd í
vitnisburðarnar!
Yvir pallinum eru 12 stórir
hátalarar, og úti í salinum
eru 34 minni hátalarar. Yvir
pallinum er eisini ein røð
av projektørum, sum kunna
lýsa pallin bæði frammanfyri
og aftanfyri - hetta er nakað
ungdóminum dámar sera
væl!
Yvir pallinum hongur eis
ini stórskýggin, sum er heilar
2,88 metur høgur og 4,80
metur langur, ella knappar
14 fermetur.
Øll tøknin verður stýrd
frá einum stórum teldupulti
(tøknioyggj), sum stendur
umleið miðskeiðis í salinum,
og sum tøkniliga minnir
ikki sørt um eina nýmótans
skipsbrúgv.
Møguleikar
Við nýggja salinum hevur
samkoman fingið higartil
ókendar møguleikar at náa
út við tí livandi boðskap
inum. Hølini eru ikki einans
væl egnaði til møtir, men
eru útgjørd til konsertfram
førslur á altjóða støði. Tað
er einki at ivast í, at konsert
framførslur koma at gerast