mánadagur 14. apríl 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
ein størri og størri partur av
formidlingini av orði Guds,
tí sangur hevur eina serliga
inngongd inn í mannasálina.
Tí er tað av alstórum týdningi,
at samkomurnar eisini fylgja
við á hesum økinum – og
tað hevur Betesda gjørt við
nýggja bygningsverkinum!
Fyrsta møtið í
nýggja Betesda
Kl.18.00 var móttøkan liðug,
og tá byrjaði fyrsta møti í
nýggja Betesda. Øll fingu eina
skrá í hondina, sum legði upp
til eina fjølbroytta løtu við
talum, felagssangi, bønum
og lovsangi, við luttøku av
barnakóri, Betesdakórinum,
Kvartettini í Betesda og
Seytjan
sangarum.
John
Færø og Tóra við Keldu
leiddu løtuna, og tað gjørdu
tey meistarliga nýskapandi.
Á slagnum klokkan 18.00
bjóðaðu John og Tóra fólk
inum
vælkomnum,
sum
vóru
umleið
1000.
Fólk
stóð úti í forhøllini og allan
vegin fram við veggunum.
John Færø legði út við at
siga, “at Orð Guds hevur
altið havt høvuðsplássið í
gamla Betesda, og soleiðis
skal tað eisini verða í nýggja
Betesda.”
John og Tóra fingu fólkið
at syngja av fullum hálsi í
felagssanginum, sum fylti
hesi nýggju stóru hølini, og
tað var ein sonn frægd at vera
ein partur av lovsanginum
hetta fyrsta kvøldið í nýggja
Betesda. Bæði ljóðlíkindini
og ljóðtøknin eru í hægstu
góðsku.
Menninir, sum umboðandi
samkomuna
tóku
nýggja
salin í nýtslu, vóru Steinbjørn
Jacobsen, Eivind Niclasen og
Eyðun Eltør.
Steinbjørn
Steinbjørn
innleiddi
við
tekstinum í Efesusbrævinum
kapitul 4 ørindi 3: “Leggi
tykkum eina við at verða
verandi í einleika Andans í
bandi friðarins,” og so legði
hann afturat: “Hetta hevði
verið ein góð yvirskrift yvir
húsinum!”
- “fólkið í samkomuni
er enn meiri samansjóðað,
meðan
byggingin
hevur
staðið uppá!”
- “Byggingin av salinum er
eitt greitt dømi um, hvussu
nógv kann verða gjørt, tá
allar náðigávurnar sleppa
framat!”
Eivind
Eivind, sum er fleiri 90 ár,
tók soleiðis til: “Tað runnu
nógv tár, tá seinasta møti
var liðugt í gamla Betesda,
men í kvøld renna gleðistár,
nú fyrsta møti er í nýggja
Betesda!” Síðani bað Eivind
eina inniliga og hjartaliga
bøn fyri samkomuni og
hennara nýggju umstøðum.
Bønarløta
Aftan á Eivind og áðrenn
høvuðstaluna
hjá
Eyðun,
varð lýst til bønarløtu, har
tað var frítt at luttaka. Ein
andaktsfull løta, har bæði
kvinnur og menn tóku lut.
Eyðun
Eyðun hevði høvuðstaluna,
sum varð borin fram á ein
livandi og fangandi hátt.
Tað var heilt greitt, at Eyðun
hevði nakað á hjarta hetta
fyrsta møti í Betesda. Hann
setti m.a. spurningin: “Hvar
býr Gud?” Við hesum vildi
Eyðun leggja dent á, “at
tað er umráðandi, at Guds
nærvera altið er at kenna
millum okkum í samkomu
Guds.........og um tað ikki er
so, er arbeiði til fánýtis.”
Eyðun var seinasti talari
í gamla Betesda, og hetta
kvøldið var hann millum
fyrstu talararnar í nýggja
Betesda!
Lovsangur
Síðani var lagt upp til felags
sang og skiftandi kórsang,
sum eisini kann sigast var
ein hóskandi takkar- og
lovsangsløta fyri alla tað
vælvild, sum Harrin hevur
víst
samkomuni,
meðan
byggingin er farin fram.
Fyrsti felagssangurin, sum
varð sungin á hesum fyrsta
møtinum
í
Betesda,
var
sangurin hjá Victor Daniel
sen, “ja sig Honum takk,” sum
var ein hóskandi startsangur
í nýggja salinum, tí nógv er at
takka fyri.
Gentukórið
Fyrsta kórið, sum kom upp á
pallin var eitt kór, sum taldi
umleið 40 fittar smágentur.
Tær sungu tríggjar sangir,
og tað kundi hoyrast, at
genturnar kendu sína upp
gávu.
Kvartettin í Betesda
Teir sum manna kvartettina,
vóru væl fyri hetta kvøldið
í Betesda, ikki minst tí, at
teir júst høvdu fingið at
vita, at í FMA-kappingini í
Norðurlandahúsinum, sum
var hetta sama kvøldið, vóru
júst teir kosnir at vinna før
oyska tónlistaheiðurin fyri
2014 (Faroese Music Award
- FMA). Teir vunnu eisini
stóran heiður hetta fyrsta
kvøldið á pallinum í Betesda,
tá teir sungu sínar evergreen
slagarar beint í hjørtuni hjá
áhoyrarunum.
17 sangarar
Teir 17 sangararnir hjá Jógv
an við Keldu eru altið ein
avspegling av einum drivnum
og disiplineraðum kórleiðara,
tá hetta úrvalskórið fer á
pall. Soleiðis var eisini hetta
kvøldið í Betesda. Teir sungu
fýra sangir, sum fylti salin so
vakurt, at onkur hugsaði, um
tað mundi vera tann nýggja
avanseraða ljóðtøknin, sum
hjálpti so væl til – tað var tað
nokk eisini!
Betesdakórið
Kórið er 88 ára gamalt, men
framvegis eitt livandi og
nýskapandi kór, sum aftur
prógvaði sínar musikalsku
dygdir, leygarkvøldið í nýggja
Betesda við Árna Jacobsen
sum kórleiðara. Kórleiðslan
hevði gjørt sær ómak at
byggja upp eina sangskrá við
fýra sangum, sum hvør sær
umboðaðu ymisk tíðarskeið í
samkomusøguni hjá Betesda.
Undan hvørjum sangi varð
ein søguligur tekstur lisin
upp, sum lýsti viðkomandi
tíðarskeið.
Áðrenn kórið sang fyrsta
sangin, varð ein tekstur lisin
upp, sum lýsti tíðina umleið
1917, tá fyrsta Betesda varð
bygt. Tá varð ikki sungið
á føroyskum í kirkju ella
samkomu, tí enn vóru eingir
sálmar á føroyskum máli. Fyri
at geva eina føling av hvussu
var við samkomusanginum
tá, so sang kórið á donskum,
“Hvilken ven vi har i Jesus,”
sum Victor Danielsen týddi
til føroyskt, “Á, hvør vinur er
ei Jesus.” Í 1920 kom gongd á
føroyska sálmasangin.
Ungdómurin
Hetta fyrsta møti í Betesda
var liðugt kl.20.30, og kl.21.00
byrjaði ungdómsmøti. Ung
dómar allastaðni frá í Mið
staðarøkinum streymaðu inn
í nýggja salin í Betesda, og
tey vóru eins spent, sum vit
tilkomnu og eldru, at sleppa
at uppliva hesar nýggju um
støðurnar.
At nýggja Betesda ikki
einans er bygt til eldra ættar
liðið, men eins nógv til tey
ungu, er øll tann framkomna
tøknin, sum húsið er útgjørt
við, eitt greitt boð uppá; tí
er tað nakar, sum dugir at
handfara teldutøknina, so eru
tað tey ungu – og har sleppa
tey at royna seg í tí stóra og
spennandi teldupultinum.
Hvat høvdu teir
gomlu sagt?
Meðan ein hevur sitið og
skrivað, eru nógvir av teimum
gomlu komnir í hugan, har
ímillum Jens Klæmint Isak
sen. Tað var m.a. hann, sum
tók stig til at byggja fyrsta
Betesda í Klaksvík í 1917.
Fýra útbyggingar hava verið
til dagin í dag, nú samkoman
aftur situr í einum nýggjum
bygningi, sum óivað kemur
at útliva nógv tey flestu, sum
búgva Í Klaksvík í dag.
Ein kann ikki annað enn
seta sær sjálvum hendan
spurningin:
“Hvat
høvdu
teir gomlu sagt, um teir sótu
á fremstu røð hetta leygar
kvøldið í nýggja Betesda?
Tað er einki at ivast í, at
teir høvdu sagt: “Tað loysti
seg!!!”
Við hesum orðum vil
undirritaði ynskja samkom
uni í Betesda hjartaliga til
lukku við nýggja salinum, og
samstundis minna á, “at tað
loysir seg at vera trúfastur
móti Harranum og Orði
hansara!!”
Øll góð og
fullkomin
gáva er
omanífrá
Símun Pauli
Jacobsen
Vestmanna
2. heimsbardagin var at
enda komin. Myrkur hevði
ligið yvirlandið alt. Myrka
legging í hvøjrum vindeyga,
samstundis sum hópur av
bygdum vóru uttan elek
triskt ljós.
Men tað hendi í teimum
døgum í árinum 1946, at
ymiskar rembingar fóru
fram her á landi.
Millum annað var mikil
orrusta í sambandi við
fólkaatkøvðu um loysing
ella samband. Men tað
tykist,
sum
fínteljingin
í myndatalu av teimum
fámentu
veljarum,
sum
møttu til valborðið, dregur
úr í tað endaliga. Nú skjótt
tveir mansaldrar eru farnir,
síðani fólkaatkøvðan fór
fram, og flestir av teimum,
sum
treiddu
atkvøðu,
eru farnir undir grønu
torvu, tekur aftur og aftur
stríð seg upp um, hvør í
myndatalu var eina sponn
framman fyri hin partin.
Ein onnur, mikiðmeira
áhugaverd hending ´for
eisini f ram um somu tíð.
Menn úr Streymoy (min
us Kvívík og Tórshavn),
Eysturoy og Vágoy vóru
samankomnir til fundar í
tinghúsinum í Tórshavn.
»Ljós yvir landið« og
samtykt var at stovna el
felagið við navninum SEV.
Menn
hugsaðu
um
landið og fólkið – serstakliga
tær bygdir, sum enn lógu
í myrkri, og tað eydnaðst
landsins
kommunum
í
felag at byggja lat landið út
við elmegi.
Nú landð alt er útbuygt
við elmegi, tykjast landsins
myndugleikar at sýna sera
stóran áhuga í SEV og dyrgja
í
bløðunum
framundir
at yvirtaka elfelagið fyri
lítið og lætt. Men eitt er
vist: Tað er eingin orsøk
til at kommunurnar vilja
selja SEV, uttan at landið
tekur djúpt í lumman eftir
peningi. Vóru tað ikki júst
tingmenn hjá fullveldis
flokkunum, sum 1. januar
2002
minkaður
blokkin
við 365 milliónum krónum
árliga, ein upphædd, sum í
dag man verða komin upp
á umleið fimm milliardir
krónur.
Tá menn hava ráð at
minka kassapeningin við
fimm milliardum, so hava
teir eisni ráð at gjalda fyri
SEV.
At menn við fullum viti
og skili hava minkað um
landskassan kassapening
við umleið fimm milliardum
krónur, er so vitleyst, at
vanlig fólk skilja hetta ikki.
Hvør hevur ábyrgdina
av hesum?
Hetta
vóru
fólksins
pengar, sum skuldu nýtast
til sosialin endamál, menta
mál, pensjón og annað.
Men tíbetur vóru tað
ikki øll, sum hugsaðu um
at tøma landassan.
Tað vóru tíbetur skila
menn, sum royndu at fylla
í aftur landskassan.
Tá vit í dag fáa einaferð
um mánaðin fólkapensjón
og samhaldsfasta, so vita
vit drívkraftina aftan fyri
fólkapensjónina og sam
haldsfasta vóru javnaðar
menninir P. M Dam og Vi
lhelm Johannesen.
Í meira enn 20 ár havi eg
valt Sambandsflokkin. Eg
saman við mongum øðrum
eri vónbrotin av núverandi
politikki
Sambandsflok
sins.