Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ógrundað álop á Kringvarp Føroya Liljan Weihe tíðindaleiðari Kringvarp Føroya Annika Olsen, lands­stýris­ kvin­na, og Almannamálaráðið legg­ja Kringvarpið undir at bera skeiv tíðindi í málinum um røktarheimið Hamragarð í Vági. Hesum vilja vit staði­ liga vísa aftur. Orsøkin til atfinningarnar hjá landsstýriskvinnuni er eitt innslag í Degi & Viku týs­kvøld­ið 8. apríl, har vit vístu á, hvussu nógvar peng­ ar Hamragarður brúkar til ávikavist røkt, praktisk við­ur­skifti (so sum køk og rein­gerð) og leiðslu/um­sit­ ing. Hetta varð gjørt, eftir at landsstýriskvinnan í bein­ leiðis samrøðu í Degi & Viku hósdagin 3. apríl var sera at­finningarsom mótvegis leiðslu­ni á Hamragarði. Lands­stýriskvinnan segði eitt nú: “Á Hamragarði brúkar mann meir pengar uppá leiðslu og umsiting enn mann til dømis ger á Grønanesi, og tað haldi eg, ikki er okey”. Í samrøðuni í Degi & Viku róði landsstýriskvinnan fram undir, at tað eru leiðsl­ ur­nar, sum ikki syrgja fyri, at peningurin, sum er játt­ að­ur til eldraøkið, kemur út til borgaran. Óbeinleiðis kun­di hetta tulkast sum ein at­finn­ing mótvegis leiðsluni á Hamragarði. Í hesum sam­ bandi vísti hon á, at meiri peng­ar verða brúktir til um­ siting og leiðslu á Hamra­ garði enn á Grønanesi, og at hon vildi hava kannað neyvari, hvussu býtið til um­ siting og leiðslu er - bæði á Hamra­garði og eisini á øllum røktar­heimum í landinum. Bjarni Djurholm, parta­ mað­u­rin hjá Anniku Olsen, tók atfinningarnar hjá Anni­ ku Olsen í Degi & Viku til sín, og kallaði hetta eina skelk­ andi niðurstøðu. Í grein­ini “Whistleblower á Hamra­ garði! – floyta fyri tey gomlu ella andstøðuni....?”, skrivar Bjar­ni Djurholm: “Á Hamragarði velja tey held­ur at brúka størri partar til fyrisiting enn til røkt”. Tá fleri fram­stand­andi politi­k­arar – og sjálvt av­ var­andi land­s­stýris­kvinn­an – finnast so harðliga at rað­ fest­ingunum á Hamra­garði, halda vit tað sjálvandi vera upp á sítt pláss at fáa stað­ fest fakta. Tað er, hvussu hesi bæði heimini raðfesta sína játtan. Eftir sendingina spur­ du vit tí beinanvegin Al­ manna­mála­ráðið um dokumentatióna fyri, hvussu arbeiðs­orkan verður raðfest á báð­um heimunum. Vit vildu gjar­na hava tølini yvir býtið av arbeiðsmegini og kanna, hvussu stórur munurin var mill­um hesi bæði heimini. Vit fingu eina frágreiðing, sum lands­stýriskvinnan hevði fing­ið frá Almannaverkinum. Men í frágreiðingini stóð ikki tilskilað, hvussu stórur post­ urin til umsiting og leiðslu var á teimum báðum heimu­ num. Bara at "ein saman­ bering av ársverkum býtt eftir fakbólkum innan ávika­ vist røkt og annan rakstur, vísir at Hamragarður hevur fleiri ársverk til leiðslu, um­ sit­ing, reingerð o.a. enn t.d. Heim­ið á Grønanesi". Vit vildu framvegis hava doku­mentatiónina í tølum og prosentum, og heittu enn einaferð á Almannamálaráðið um at fáa hana. Ráðið vísti síðani til Almannaverkið, og týs­dagin á middegi fingu vit loksins eina uppgerð yvir, hvussu nógv tey bæði heim­ ini, hvør í sínum lagi, brúka upp á umsiting og leiðslu. Tað vóru tey tølini, vit lýstu í innslagnum í Degi & Viku týs­kvøldið. Tølini vísa, at með­an Hamragarður brúkar 12 prosent av játtanini til umsiting og leiðslu, brúkar Heim­ið á Grønanesi 11 pro­ sent. Hetta er fakta. Tøl sum vit hava fingið frá Al­manna­ verkinum. Landsstýriskvinnan vil hava okkum at bólka um­ sit­ing og leiðslu saman við útreiðslunum til húsa­vørð, reingerð o.a., men hetta meta vit ikki vera nóg gjøgn­ umskygt, tá grund­leggj­andi at­f­inn­ing­ar­nar hjá lands­ stýriskvinnuni í sam­røðu­ni í Degi & Viku snúg­va seg um, at Hamra­garð­ur brúkar (ov) nógvar pengar til leiðslu og um­siting. Tórshavnar Býráð súltar musikkskúlan Malan Thomsen forkvinna, Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs Hugskotið at byggja nýggjan musikk­s­kúla í Havn hevur røtur langt aftur í tíðina. Verkætlanin hevur verið á skrá til fleiri býráðsval, og flestu politikkarar hava sagt seg vilja arbeiða fyri verk­ætlanini - í hvussu er í val­stríðnum. Tað vísir seg hóast hetta at vera sera trupult at fáa verkætlanina við nýggjum musikkskúla førda út í lívið. Í løtuni liggur eitt liðugt uppskot klárt á Vaglinum, eitt uppskot, sum er lagt til rættis niður í minsta smá­lut - men einki hendir. Til ber ikki at fáa samband við av­varðandi politikkarar ella umsiting Tórshavnar Bý­ráðs, hvørki tá viðvíkur kunn­ing ella ynski um fund um málið. Hettar er ein ørkymlandi støða at vera í! At Býráðið og umsiting tess ikki vilja sam­ skifta og kunna um eitt so stórt og týdningarmikið mál er ikki sørt ófrættakent. Spurningurin er so, um Tórs­havnar Býráð í heila tikið ynskir at føra verkætlanina við nýggjum musikkskúla í høvuðsstaðnum út í lívið? Ella bara brúkar hettar so framskygda mál til egnan fyrimun - at sóla sær í? Í fleiri førum hava býráðs­ politikkarar lovað, at nýggi musikk­skúlin skuldi standa klárur innan fá ár. Harafturat hava fleiri framløgur verið, sum býráðspolitikkarar hava staðið á odda fyri, og sum hava víst á, hvussu ar­beið­ið skal gerast, og hvør tíðar­ ætla­n­in er. Nógvur peningur – skatta­ borgarans peningur – er longu brúkt­ur til verkætlanina, og har­afturat tíð og orka hjá musik­k­skúlanum sjálvum, arki­tek­tu­m, fylgibólki, musikk­skúl­anevnd og um­sit­ ing Tórshavnar Býráðs. At einki hendir er ein van­ virð­ing av teimum, sum undir sera vánaligum umstøðum royna at gera eitt dygdar arbeiði við at geva komandi ættar­liðum gott í beinið. Tórshavnar Musikkskúli gongur undan á so nógv­ um økjum, men hevur veru­liga tørv á nýggjum og framkomnum hølum til virk­semið. At Býráðið ikki sær álvaran í hesi støðu, men ístað­in súltar verkætlanina um bygging av nýggjum musikk­skúla er at lata salt í sár­ið hjá teimum, sum vilja musikk­skúlanum væl. Musikkskúlanevnd Tórs­ havnar Býráðs hevur sum aðalmál at arbeiða fyri musikkskúlanum í breiðari merk­ing. Nevndin hevur staði­liga roynt at fáa fund við Býráðið um málið, men einki frættist av Vaglinum - tøgn­in valdar! Spurningurin er, um Tórshavnar Býráð veru­liga ynskir ein nýggj­an musikk­ skúla, ella um væl­vilj­in fyri musikk­skúlanum bara er ein glæntri­leikur og eitt gylt høvi hjá býráðslimum at bregg­ja sær av 4. hvørt ár ? Musikkskúlanevndin, sum Tórs­havn­ar bý­ráð hev­ur valt, er ør­kyml­að og ynsk­ir at fáa greitt at vita, hvør støð­an er, og hvar mál­ið liggur. Nú er nokk bíðað, nú má okk­urt henda ! Nú má byggjast Framsókn Nær væntar onkur, at tíðin er búgvin til at gera nakað við fólka­fráflytingina og hvør er onkur? Meðan vit rokna, tosa og skimast í ymsar ætt­ir eftir onkrum, ið skal lofta trupul­leikanum, heldur fólka­fráflytingin fram. Vit í Framsókn skjóta upp, at Tórshavnar Býráð vís­ir viljastyrki og ger nakað ítøki­ligt við málið. Skulu vit gera okkum eina vón um at verða lestr­ar­ býur, má tað verða nú, með­ an nakar er at lesa. Bíða vit longur, eru sannlíkindi fyri, at niðurgangandi snyri­l­in longu hevur fingið ov nóg­va ferð á – og tá er ov seint at bremsa og venda gongd­ini. Ein týðandi partur av tí tey ungu fara uttan­ lands eftir, umframt sjálv­ ari út­búgv­ingini, er júst møgu­leik­in at seta sjálv­ støðugt búgv. At liva og bún­ast saman við øðr­um ungum. Tað eru júst hesi ungu, sum okkum vantar í gerandisdegnum. Bulurin av teimum 20-30 ára gomlu er ikki til, og samfelagið av­ skeplast á fleiri økjum av somu orsøk. Vit vanta tey í býar­myndini. Vit vanta tey sum kjakarar. Vit vanta tey sum brúkarar á øllum økjum í sam­felagnum. Bústaðir hevur verið fram­mi við tølum um, at kost­naður­in fyri at byggja lestrar­íbúðir liggur um 15.000 kr fyri fermeturin. Tá er talan um íbúðir á einar 45 fermetrar, sum við hesi met­ ing fara at kosta um 675.000 kr hvør. Samstundis sigur Bú­stað­ir, at tey lesandi ikki klára at rinda eina hægri húsa­leigu enn tað, ið svarar til 2/3 av byggikostnaðinum. Eftir er 1/3, ið restar í, fyri at hug­takið lestraríbúðir kann hanga saman. Fyri Tórshavnar kommu­ nu fer tað at merkja, at kommun­an ger íløgur í lestrar­íbúðir saman við Bú­støð­um og setir seg fyri írest­andi triðinginum. Taka vit sum dømi, at 100 lestraríbúðir verða bygdar, vil parturin hjá Tórs­havnar Kommunu svara til 22,5 mió kr. 22,5 mió kr. fyri 100 lestrar­íbúðir. Tað eigur og skal kunna bera til at finna 22,5 mió kr til nakað so týðandi sum landins fram­ tíð. Og lestraríbúðir er einki minni enn tað, tí júst hetta er tann tátturin í frá­flyt­ing­ar­ kabaluni, sum hevur størst týdn­ing, fyri minst pening og mesta virkni. Vit tosa um ungdómin og um børn hjá lesandi, sum vaksa upp í eini lestraríbúð uttanlands held­ur enn at læra fyrstu orð­ini og taka fyrstu fetini á ein­um matrikli í Tórshavnar kommunu. Tí skal henda av­bjóð­ingin loysast fyrst. Allar­fyrst. Tórshavnar kommuna hev­ur fíggjarligu orkuna og eig­ur at hava áhuga í, at fólk seta búgv í kommununi, tá hin kosturin er, at tey ungu flyta av landinum, hóast tað býður teimum ímóti. Uttan lestraríbúðir kann Fróð­skap­ar­setur Føroya illa vaksa. Uttan lestraríbúðir er einki, ið tarnar ella útsetir frá­flyt­ing­ini, tíansheldur fær nakran at støðast í Før­ oy­um í eini 2 ár eftir lokna mið­náms­út­búgv­ing. Skal tað verða kommunu­ s­kúlin? Skal tað verða úti við Venjingarskúlan, uppi við Kongavarða ella úti í Havn­ ar­dali? Staðsetingin kann ikki forða støðutakanini. Stað­set­ingin gevur seg