Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tølini eru frá Al­manna­ verkinum. Hvussu vit bólka tøl­ini, er okkara redaktionella val. Síðan Almanna­mála­ráð­ ið í viðmerking til miðlarnar legg­ur Kringvarp Føroya und­ir at bera skeiv tíðindi, hava vit roynt at samskift við aðalstjóran á Al­man­ na­m­ála­ráðum. Hann kann ikki vísa á, at nøk­ur fakta í Degi & Viku vóru skeiv, men sigur, at Al­man­na­mála­ráð­ ið er ikki samt í, hvussu vit hava bólk­að tølini. Hetta er sjálvandi rætturin hjá Al­manna­ mála­ráðnum. Men hetta er ikki tað sama sum at bera skeiv tíðindi, og tað eigur Al­mannamálaráðið at vita. Hvussu Kringvarpið vel­ur at bólka tølini, er sum sagt redaktionella valið hjá Kring­varpinum. Soleiðis virkar ein fræls pressa. Vit halda, at tað er sera óheppið, at eitt aðalráð, ið eigur at vera leyst av politisku skipanini, ger seg til talirør fyri eitt so ógrundað álop á fjølmiðlarnar sum hetta. Og at Annika Olsen, lands­ stýriskvinna í al­manna­ málum, bæði í Løg­tingi­ num, fjøl­miðlum og á sosialu miðlu­num leggur Kringvarp Før­oya undir at bera rangan tíð­inda­f­lutning er beinleiðis ódám­ligt. Tá úrslitið er avgjørt frammanundan – so er at rokna baklens til samanteljingin passar Bjarni Djurholm løgtingsmaður Í gjárkvøldið kundi D&V av­ dúka, at á Hamragarði brúktu tey bara 1% meira til leiðslu enn í Heiminum á Grønanesi. Ella sagt øðrvísi, at tær góðu 100tús. krónurnar, sum tað eina prosentið svaraði til, ikki kundi orsaka, at neyðugt var at spara á Hamragarði. Altso hevði Annika Olsen, landsstýriskvinna sagt ósatt í D&V. Tað er við ikki sørt av undran at staðfesta, at KvF er so selektivt í sínum tíð­ inda­flutningi. Skjølini, sum Al­manna­ ráð­ið hevur kunngjørt um rakstr­ar­støðuna á Hamra­ garði og Heiminum á Grøna­ nesi vísa greitt, at á Hamra­ garði hava tey gott og væl eitt árs­verk meira til leiðslu o.a. enn í Heiminum á Grønanesi. Kostnaður av hesum ársverki er góð ½ mio kr árliga. Heldur enn at endurgeva henda veruleika - ja, so velur KvF at gera nýggja uppseting av rakstrarkostnaðinum, sum so stuðlar undir (ætlaða?) tíðindaúrslitið. Í tinginum í dag varð sagt og endurgivið í ÚF, at á Hamra­garði røkja tey bók­ halds­tænastur fyri onn­ur eldra­øki, og tí er leiðslu­ kostn­aðurin so stórur. Hetta er heldur ikki rætt. Á Hamra­ garði eru árligu meir­út­ reiðslurnar til bókhald 80tús kr størri enn í Heiminum á Grønanesi, og er tað lítil partur av árligu 600-700tús. kr., sum resta í. Harafturat, so var saman­ beringin í KvF í gjárkvøldið heldur ikki serliga álitis­vekj­ a­ndi. Sambært samanteljingini í D&V, so taldi samlaði raksturin í Heiminum á Grøna­nesi 98%, meðan á Hamra­garði 100%.....? Hokus pokus filiokus, sum ein fyrrverandi sjónvarps­ stjóri segði á sinni. Hvar tey 2% í Vestmanna blivu av - ja, tað segði tíð­ indaslagið einki um. Men kanska var bert talan um justering, fyri at fáa ætlaða úrslitið at stemma? Eldrar­ øktin má styrkjast Javnaðarflokkurin Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um eyka­játtan uppá 3 mió. kr. til eldra­økið. – Vit eiga at tryggja bú­ fólk­um á røktarheimum til­boð um ítriv og fysio­ terapi, um­framt at játta fleiri tímar til náttarvakt og mat­gerð. Hetta heldur Aks­el V. Jo­hanne­sen, for­ mað­ur Javn­aðar­flok­sins, sum nú biður tin­g­ið játta 3 mió. kr. afturat til eldra­ økið í ár. Í uppskotinum sigur Javn­að­ar­flokkurin, at Hamra­garð­ur er ikki ein­ dømi um røkt­ar­heim, har spar­ingar raka brúkarar og starvsfólk í hesum døgum. – Vit hoyra alt ov ofta, at røktar­tímar og náttar­ vaktir verða spard burtur, at matar­tæn­astan viknar og til­boð um ítriv og fysio­ terapi verða skerd, so tað, sum skul­di givið lívs­inni­ hald í ger­andis­degnum, verð­ur tikið frá fólki, sigur Aks­el V. Johannesen. Formaður Javnaðar­ flok­sins harmast um tær frá­boðanir hann javn­an fær frá starv­s­fólk­um og leiðsl­um um, at starvs­ fólka­ork­an er s­o­mikið skerd seinastu tvey árini, at røkt­in er ikki nøkt­andi long­ur. Aksel V. Johannesen held­ur ikki, at vit eiga at góð­taka støðu­na, tí um­ framt at hetta er tyngj­andi fyri búfólkini og tei­r­ra av­ varð­andi, setir tað starvs­ fólkini í eina sera trup­la støðu, tí hóast tey leggja alla orku og nær­lag­ni í arbei­ðið, so sita tey eftir við kenslu­ni av ikki at røkka til. Eitt nú eru dømi um heim, har vakt­ir­nar eru skerdar úr átta niður í sjey og seks tím­ar, og at deildir, har áð­ ur vóru fýra starvsfólk, eru nú einans trý og tvey um somu uppgávur. Eisini hoy­ ra vit um køkar, sum verða stongd­ir í viku­skifti­num, so røktar­starvs­fólk mugu hita mat upp og vaska upp, so dýra­bara røkt­ar­tíðin fer til mat­gerð og annað køks­ ar­beiði. Í viðmerkingunum til eyka­játtan­ar­um­bøn­ina verð­ur heitt á Løgtingið um at játta 3 mió. kr. til eldra­øk­ið. Óvist er tó, um hetta er rætta upp­hædd­ in, og tí heitir Aksel V. Johannesen á tingið um at áseta eina nøktandi upp­hædd í sam­bandi við við­gerð­ina av málin­um sjálva. Lestraríbúðir skulu nevni­liga vera har, ið vit ynskja lestr­ar­um­hvørvi at verða. Fróðskaparsetur Føroya hevur akkurát fingið met nógvar kvotu 2 umsóknir. Longu nú bíða 159 fólk spent eftir svari, um tey sleppa fram­at eini útbúgving eftir sum­mar­frítíðina. Og talið fer at vaksa munandi, tá Setrið fær seinastu umsóknina til kvotu 1 um nakrar mánaðir. Her er altso talan um fleiri hundr­að fólk. Men hvar skulu tey búgva? Hvat gera sum­mi av hesum, hava tey ikki nýmótans íbúðarkarmar í lestrartíðini? Nú er liðugt tosað; trupul­ leik­in er eyðmerktur og øll vita, at hjálpin kemur ikki uttaní­f­rá. Her er eitt at gera og tað er at fara til arbeiðis. Vørn fjalir seg Axel Hansen nevndarlimur Føroya Fiskimannafelag Við nú knappliga at melda Anitu til løgregluna sleppur Vørn sær undan alment at svara nærgangandi spurn­ ing­um um sín egna leik­lut í máli­num. Nú frættist í miðlunum, at Vørn hevur meldað garna­ skipið Anitu fyri ólóg­lig­an fiskiskap, tí skipið lat gørnini standa í einar 35 dagar, eftir at tað ikki slapp út aftur orsakað av kanningunum í sambandi við deyðsvanlukkuna um­ borð hin 11. februar og stað­ fest óreglusemi annars. Útvarpið endurgav í gjár, fríggja­dagin 11. apríl, stjóran á Vørn fyri at siga, at hann ong­ar viðmerkingar hevði til málið, nú fútin kannaði tað. Tað má sigast at vera funn­in fressur hjá Vørn nú knappliga at hava funnið sær hetta høvið at sleppa sær undan, at almenni ljós­ kastarin verður settur á teirra óhepna leiklut í hes­ um máli. Ein stórur partur av tí, sum er staðfest í sjó­for­hoyri og eftirfylgjandi løgreglu­ av­hoyring kundi verið – og er partvíst – staðfest við vanligum eftirliti. Og nógv, sum eftir øllum at døma ikki er alment stað­ fest nakrastaðir enn, kann Fiskimannafelagið stað­ festa. Millum annað hevur Fiski­ mannafelagið fingið avrit av mynstringarlistunum hjá Anitu higartil í ár. Teir eru als ikki gjørdir í samsvar við galdandi regl­ur, til dømis eru á flestu mynstr­ing­ar­ listu­num bert upplýsingar um vinnubræv hjá skipar­ a­num, meðan ongir upp­ lýs­ingar eru um hetta hjá hin­um yvirmonnunum. Og sjálvt um skipið hevur skift skipara, er manningin ikki mynstrað av nýggjum, sum hon skal sambært mynstr­ ing­ar­reglunum. Hetta eru greið brot, og føroyskir fiskimenn vita, at bara tað minsta er galið við mynstr­ingarlistanum ella pappír­unum hjá teimum, tá Fiski­veiðieftirlitið vitjar um­ borð, so fær skiparin stóra bót, og í ringasta føri verður skip­ið kravt til lands. Men hóast Fiski­veiði­eftir­ litið hevur verið umborð á Anitu í ár og framt eftirlit, so hevur ongin talað at mynstr­ingarlistunum. Vørn hevur síðani 11. febru­ar vitað, at gørnini hjá Anitu stóðu á Skeivabanka, men hevur onki gjørt. Tvørt­ur­ímóti segði stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum seg onga heimild hava at gera nak­að sum helst, tá hann her fyri varð konfronteraður við atfinningar frá Kjartani Hoy­dal fyri onki at gera við ólóg­liga fiskandi gørnini hjá Anitu. Nú hevur Vørn so funnið út av, at tað ber til at melda staðfestar ólóg­lig­heit­ ir til løgregluna og kann samstundis nýta hetta sum eina kærkomna grund­gev­ ing fyri at halda munn. Vit mugu bara vóna, at Fiski­veiðieftirlitið ger sína skyl­du, nú Anita er farin út aftur at draga gørnini, og hevur eftirlitsfólk við um­ borð fyri millum annað at kanna, hvat er í, og hvussu nógv gørnini eru í tali.