týsdagur 25. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 97 - 25. mai 2004
Nr. 97 - 25. mai 2004
3
Tað gongur skeiva
vegin í fiskivinnuni á
landi. Hagtøl vísa, at
fyrstu fýra mánaðirn-
ar í ár var útgjaldið úr
serligu fiskavirkis-
skipanini hjá ALS
dupult so stórt sum
somu tíð seinasta ár
FISKIVINNA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Mangan verður sagt, at tað
er støðan í fiskivinnuni,
sum er altavgerandi fyri,
hvussu tað gongur í før-
oyska samfelagnum. Um
vit skulu trúgva hesum
spádómi, so gongur tað
einki serligt í løtuni, tí
arbeiði er nógv minkað á
fiskavirkunum
kring
landið.
Nógv fleiri fólk fáa
lønarendurgjald
Vinnuhúsið hevur hugt at
útgjaldshagtølunum
hjá
serligu fiskavirkisskipanini
hjá ALS, og út frá teimum
verður mett, at útgjaldið úr
skipanini er tvífaldað fyrstu
fýra mánaðirnar í ár í mun
til somu tíð seinasta ár.
Serliga fiskavirkisskip-
anin hjá ALS varð sett á
stovn, so at arbeiðsfólk á
fiskavirkunum kring landið
kundi fáa lønarendurgjald,
tá ið einki arbeiði var á
virkinum. Tøl hjá ALS vísa,
at til dømis fingu ikki færri
enn 600 fólk stuðul úr
skipanini í marts í ár, með-
an talið seinnu árini vanliga
hevur ligið um tey 200.
Á aðalfundinum hjá Før-
oya
Arbeiðsgevarafelag
herfyri vóru bæði alivinnan
og fiskivinnan umrøddar,
og aðalfundurin staðfesti,
at umframt stóru aftur-
gongdina í alivinnuni, eru
fiskavirkini eisini komin í
trupulleikar, stendur at lesa
á heimasíðuni hjá Vinnu-
húsinum. Sum tey flestu
óivað vita, hava alarar her á
landi verið meint raktir av
sjúkum fiski, og harafturat
hevur prísurin fyri laks
verið í botni í langa tíð.
Hjá fiskavirkunum hevur
trupulleikin serliga verið, at
eingin vinningur liggur
eftir, tá ið fiskurin fer av
landinum, og tí hava fleiri
virkir valt at havt minni
virksemi enn vanligt. Ein
annar trupulleiki hevur ver-
ið, at fleiri láglønarlond eru
farin at arbeiða fisk, og tí
eru prísirnir á marknaðin-
um lágir, og føroysku virk-
ini hava ilt við at kappast
við hesi lond.
Skilja ikki
metingarnar hjá
fíggjarmálaráðnum
Á heimasíðuni hjá Vinnu-
húsinum, www.industry.fo,
verða viðmerkingar gjørdar
til gongdina í fiskivinnuni.
Eisini ger Føroya Arbeiðs-
gevarafelag viðmerkingar
til metingarnar hjá fíggjar-
málaráðnum herfyri, har
sagt var, at afturgongdin í
føroyska búskapinum var
við at steðga. Arbeiðsgev-
arafelagið vísir á, at sam-
bært einum fjølmiðli, segði
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum, Bárður Nielsen,
at inntøkur landskassans
fóru enntá at vaksa eitt
sindur komandi ár. Hvat
búskaparfrøðingarnir hjá
fíggjarmálaráðnum grunda
sínar bjørtskygdu metingar
á, dugir Føroya Arbeiðs-
gevarafelag illa at skilja, tí
sambært teimum eru tekin
bert um, at tað gongur tann
skeiva vegin.
Nógv minni virksemi á fiskavirkunum
Á vegnum út á Skála
til kappróður á fyrsta
sinni hendi eitt
óhapp, sum hevði við
sær, at spildurnýggja
seksmannafarið hjá
hósvíkingum fór í
knús. Tíðindini um
óhappið bórust skjótt
út á Skála, og mundi
tað neyvan vera ein
rógvari, sum ikki
dugdi at seta seg inn í
støðuna hjá mann-
ingini á Hósvíkingi
hendan dagin
ÓHAPP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Millum Fjarða beint yvir av
innkoyringini til Funnings-
fjørð tók ein hvirla seks-
mannafarið Hósvíking og
vognin, sum hann stóð væl
surraður uppí á, av vegn-
um. Fylgjurnar vóru ræðu-
ligar fyri teir sjey rógvar-
arnar, sum hava vant nógv
og dúgliga seinastu mánað-
irnar, felagið og alt sunda-
lagsfólk.
Báturin fór stutt sagt í
knús, verður sagt úr Hós-
vík. Ein av rógvarunum,
Jens Kristjan Magnussen
sigur, at báturin er farin
rættuliga illa. Tey hava
verið í sambandi við Sámal
Hansen, bátasmið, og hann
sigur, at tað neyvan loysir
seg at gera hann aftur.
– Hetta er ein dyggur
smeitur fyri okkum, tað
kanst tú ætla. Báturin var
spildurnýggjur, og vit hava
bert vant í honum. Hann
var eingongd ikki ordiliga
klárur. Har manglaðu fóta-
lunnar og annað framvegis,
greiðir Jens Kristjan frá.
Tosaðu um tað áðrenn
Jens Kristjan sigur, at onk-
ur hevði tað á munni, áðr-
enn farið varð úr Hósvík, at
bara nú báturin ikki fór at
fúka.
– Vit droymdu ikki um, at
hatta kundi henda. Hóast
tað varð nevnt, áðrenn vit
fóru avstað. Men bæði
vognur og bátur vóru ov
løtt, so hvirlan hon skrykti
tey bæði leys av bilinum,
langt upp frá og so brast
kjølurin niður í, greiðir
Jens Kristjan frá.
Nakrir av manningini
koyrdu beint aftan fyri, tá
óhappið hendi. Jens Kristj-
an sigur, at ein teirra var
róðursmaðurin. Tað var ein
stórur skelkur fyri teir at
síggja teirra flotta og
nýggja seksmannafar verða
rykt uppfrá vegnum í einari
hvirlu.
Sum skilst gerst báturin
helst ikki aftur. Stavnurin
har afturi á bátinum er
knekkaður, gronin er øll
farin sundur, sum hon er og
har til hevur kjølurin, har
tað brast, eisini fingið
skaða. So Jens Kristjan og
hinir
seks
umborð
á
Hósvíkingi vænta ikki, at
hann verður gjørdur aftur.
Men tað er ein tryggingar-
spurningurin, verður sagt.
– Tað er sjálvandi sera
harmiligt, tí fleiri av okkum
hava tosað um, at hetta nú
skuldi verða okkara sein-
asta ár í kappróðri. Og so
við nýggjum báti afturat,
men tað bleiv av ongum,
sigur hann og leggur aftur-
at, at tíbetur var báturin
tryggjaður. Men tað er ikki
nakar stórur uggi fyri
manningina, sum nú er.
Læna annan bát
Jens Kristjan sigur, at
nevndin í felagnum fer nú
at arbeiða við møguleikum
um at læna ein annan bát.
Hann veit, at tað møguliga
kann standa teimum í boði
at rógva í einum nýggjari
báti til stevnurnar og so
bara venja í einum goml-
um. Men onki er avgjørt
enn.
– Hatta er nakað, sum
nevndin hjá okkum fer at
taka sær av, og so fáa vit at
síggja, sigur Jens Kristjan
Magnussen, sum saman við
hinum báðum kollfirðing-
unum og teimum fýra
hósvíkingunum fyribils er
farin aftur á land av venja.
Nógv minni virksemi hevur verið á fiskavirkunum kring landið fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun
til sama tíðarskeið í fjør. Nógv fleiri fólk fáa lønarendurgjald úr serligu fiskavirkisskipanini hjá
ALS
savnsmynd
Hósvíkingur fór í knús
Seksmannafarið Hósvíkingur fekk stóran skaða eftir óhappið millum Fjarða sunnudagin
Mynd: Jens K. Vang
Einaferð vóru Før-
oyar eitt meginland
við tropiskum frum-
skógi og eldgosum.
Hvussu bleiv hetta
landið til, og hvussu
broyttist tað til tær
fjarskotnu, brøttu
oyggjarnar, sum vit
kenna í dag?
UPPHAV FØROYA
Hendan hugtakandi søgan
verður lýst í nýggju fram-
sýningini, sum hevur heiti
Upphav Føroya. Her verður
greitt frá, hvussu Føroyar
vóru bygdar upp av eld-
gosum fyri 60 milliónum
árum síðan, fyri síðan
komandi nógvu milliónir
árini at broytast fullkomi-
liga aftur. Søgan fevnir so
vítt sum frá eldgosum á
meginlandi til ístíð í fjar-
skotnum oyggjum.
Hetta er tann størsta
framsýningin, sum seinnu
árini hevur verið gjørd um
Føroya jarðfrøði. Steinar,
grót og stórar myndir eru
við til at lýsa samansettu
søguna um, hvussu Føroyar
vóru til, og lív kemur í søg-
una við ljóðum frá brakandi
grótbræðingum
og
skorðdýrum í frumskógini.
Nýggja framsýningin hjá
Jarðfrøðisavninum Upphav
Føroya er í hølunum hjá
Náttúrugripasavninum
á
Debesartrøð. Í framsýning-
arhølunum
annars
eru
framsýningar um føroysk
steinsløg, hvalir, fiskar,
fuglar og blómur.
Framsýningarnar
eru
opnar hvønn dag fram til
miðjan september.
Nýggj barna-
fløga á
marknaðinum
FLØGUÚTGÁVA
tíðindaskriv
Heimamissiónsforlagið
(HMF) hevur júst givið út
eina nýggja barnafløgu.
Fløgan eitur »Jesus elskar
meg«. Tað er Jón Magnus
Joensen, ið hevur sam-
skipað og eigur orð og løg
til hesa fløgu. Súsanna
Hansen, sála, Tvøroyri,
hevur tó gjørt tekstin til
sangin »Skaparin og skap-
araverkið«. Hetta er onnur
fløgan hjá Jón Magnusi.
Hin fyrra kallast »Í stað-
num Nasaret«.
Á fløguni eru 16 sangir -
allir glaðir, sera sangbærir
og rútmiskir. Tónleikurin
er sera nútíðarkendur og
fangar børn og ung. Fløgan
er eisini ætlað hesum.
Tónleikararnir,
Regin
Toftegaard og Hans Poul-
sen, hava gjørt tónleikin
sera
hegnisliga.
Regin
Toftegaard hevur tikið upp
røddir
hjá
Alexandur
Gaard Joensen.
Tey, ið syngja á fløguni
eru: Beinta Olsen, Beinta
Haraldsen, Katrin á Borg
Gaard, Marjun Petersen,
Ruth Thomasen, Jonn Lyd-
ersen og Jens Súni Hansen.
Myndir hevur Amy Hansen
tikið, og layout eigur Petur
Hansen.
Fløgan kostar kr. 169,00
og kann keypast frá HMF
og í handlum runt um í
landinum.
Nýggj framsýning um eldgos,
frumskóg og ístíð í Føroyum
C
M
Y
K
3
2
formula.fo
Q¸ ebsro pqˆo^o ≠qi^kfo+
H^kk cÒddg^opqŁofkdpphfm^kfk cvidg^ sfø<
rmm qfi .2 p^jpqrkafp _o¸h^o^o
ho+ ..+/42)* cvof es∞kk _o¸h^o^
+++bii^ bo q^ø qÒø qfi K^sfpflk<
=˝õõ¶fi˱«õÛ≠ᶨ[fizËiáÍfi¶Ë¸˘¶fi≠¶ÍzË≠`õfi¶ËÙÍfiá¶ë·≠ÛfiŒŒŒ
A[∂·`ëË£˘«fi´[fiË`Í≠[∂¶fiËÍÙË£á˘ÛfiËî¸fi¶Ëî¸fi¶Í«¨Û∂[z˨[∂∂Ë=[˘¶·¶∫∂Ë£´\≠…[ËͶ≠ˢ¶ëË[ÍËî\[Ë
Í`fiËî«fi}[fiËÙÍËßË≠ߢ¶ëŒËLÙ˨[∂∂·ÍËî\[Ëá¶∂[Ë=[˘¶·¶∫∂•≠∫¸·∂ˢ¶ëËÛ……ËͶ≠Ë¡ñË·[±·ÍÛ∂}¶·Ë
ifiÙ¨[fiÛ±ŒËGfiß·Ûfi¶∂ËáfiËá¶∂[∂·Ë¨fiŒË¡¡ŒÒÂñz•ËÀÛÍÍ[∂˱á¶fi˘¶fië¶·õ´[≠}ÃËî¸fi¶Ë£˘«∂∂ËifiÙ¨[fi[Œ
2áÍÍ[ËͶ≠i∫ë¶ëËáfiËõ[≠}[∂}¶ËͶ≠Ë∫õˢ¶ëË¡ñŒË´Û∂¶ËÒŠŠôŒ
I¶∂õË∂ÙË∫õËî\˱á¶fi[Ë[Íˢ¶Í[ËÛ±Ë=[˘¶·¶∫∂Ëîfi\Ë∫¨¨[fi[Ë<¶sfi∫·∫îÍËõªë¨á∂}ÛË·Í[fi˘·îª≠¨Û±Œ
Ofkd Á qbibclk 011---) bii^ sfqg^ lhhrj Á ttt+clojri^+cl