týsdagur 25. mai 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 97 - 25. mai 2004
Nr. 97 - 25. mai 2004
5
Trølla-Pætur er
forliptur í Angelu.
Tað varð staðfest í KÍ
høllini leygardagin, tá
tey trý stóðu fyri
góðum undirhaldi
fyri børnunum í
umleið ein tíma. Men
Trølla-omman heldur
lítið um Angelu, sum
nóg illa slapp at vera
á pallinum fyri henni
BARNATILTAK
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
»Tað er øgiligt, sum tú ert
pen « Tað var tað fyrsta,
sum Trølla-Pætur segði, tá
hann sá Angelu á pallinum
leygardagin.
Tey
bæði
komu mest sum av tilvild at
standa einsamøll á pallin-
um eina løtu, og so var
Trølla-Pætur púra vekk í
Angelu.
Men tað dámdi Trølla-
ommuni ikki, so tá hon
kom upp aftur á pallin,
skuldi hon standa í millum
tey bæði allatíðina. Trølla-
Pætur vildi hava muss frá
Angelu, men tað kostaði
ikki minni enn tríggjar
mussar til ommuna. Sum so
kortini tá avtornaði ikki
vildi, at Trølla-Pætur skuldi
mussa Angelu.
Tað endaði so við, at
Angela
bað
ommuna
hyggja ein annan veg eftir
onkrum spennandi, og so
fekk hon sín muss frá
Trølla-Pæturi.
Harður rokkur
Men tað var ikki bara
mussin, sum hetta tiltakið
snúði seg um. Angela var
fyrst upp á pallin, og tað
fyrsta, sum hon gjørdi, var
at fáa børnini nærri pallin-
um. Tey sótu annars øll fitt
á uppsettu stólunum, men
tað helt Angela vera alt ov
langt frá pallinum. Og glað
vórðu børnini við at sleppa
nærri.
Angela fekk børnini at
rópa Trølla-ommuna upp á
pallin, men Trølla-Pætur
tordi ikki beinanvegin. Tað
gekk ein løta, so fór omm-
an eftir honum, meðan
Angela fór at finna sínar
lutir fram.
Trølla-Pætur og omman
framførdi eitt lag fyri og
annað eftir á pallinum, og
børnini tóku væl undir við
teimum.
Síðani kom Angela aftur
á pallin, og tá var tað, at
Trølla-Pætur sá hana fyri
fyrstu ferð og bleiv so øgi-
liga forliptur.
Angela gjørdi so ein
ballón gand, sum Trølla-
omman nærum oyðilegði, tí
hon trúði ikki uppá gandin.
Men til seinast gekk alt,
sum tað skuldi kortini.
Ov hart
Tiltakið var stuttligt fyri
øll. Bæði vaksin og børn,
men kanska áttu fyrireikar-
arnir eina aðru ferð givið
sær meiri far um, hvussu
hart tónleikurin er frá.
Nógv av børnunum hildu
fyri oyruni til endans, tá tey
høvdu sitið longi og lurtað
eftir tí garvilla rokkinum
frá Trølla-ommuni.
Eisini skal sigast, at nógv
av børnunum fóru upp á
gólvið at renna. Um tað var
av tónleikinum ella tí til-
takið kanska dró nakað út,
skal her verða ósagt.
Men stuttligt var at síggja
tey renna runt saman við
Angelu, meðan Rannvá og
Arnfríð Lützen rundaðu til-
takið av við sanginum um
Flippuna.
Aftaná fingu øll høvi at
heilsa upp á Angelu, Trølla-
Pætur og ommuna og Nósa,
sum eisini var á vitjan. Og
børnini fingu tá Sunkist, og
tað mundi koma væl við hjá
teimum, sum høvdu runnið
ta seinastu løtuna.
Trølla-omman fingið kapping
Trølla-omman gav lítið fyri Angelu og hennara gandi. Ei heldur vildi hon hoyra talan um, at Trølla-Pætur skuldi geva Angelu ein muss
Angela…..kann eg fáa ein muss
Børnini hugnaðu sær óført, og tað ráddi um at fáa sum mest
við
Omman og Trølla-Pætur rokkaðu eina góða løtu á pallinum
Øll flippaðu út, tá Arnfríð og Rannvá sungu um flippuna
Við 12 av 39 for-
sømdum tingfundum
er Johan Dahl mest
fráverandi tinglim-
urin í tinginum,
síðani ABC-
samgongan fyrstu
ferð savnaðist 3.
februar. – Eftir alt
rokið í fjølmiðlunum
fór eg í eina
tiltrongda feriu við
familjuni, og tað er
orsøkin til mína
fráveru, sigur Johan
Dahl
FRÁVERA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Mest umstríddi politikarin í
Føroyum hetta valskeiðið
hevur helst verið Johan
Dahl, og júst rokið kring
fyrrverandi fiskimálaráð-
harran er orsøkin til, at
hann er mest fráverandi
tinglimurin, nú tingið er
farið í summarfrí, síðani
tingmanningin á fyrsta
sinni savnaðist eftir valið 3.
februar 2004. Johan Dahl
hevur forsømt 16 tingfundir
av 39 møguligum, ein frá-
vera á 30,7%, og tá eru
fyrstu 20 dagar hansara
sum landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
ikki
íroknaðir.
Við hesi fráveru er Johan
Dahl sannførandi á odda í
fráveru av teimum 32
tingmonnunum, og við
níggju forsømdum ting-
fundum er Høgni Hoydal á
øðrum plássi, meðan Lis-
beth L. Petersen er á triðja
plássi við átta forsømdum
tingfundum. Felags fyri
hesi bæði er, at tey eisini
sita í danska fólkatinginum.
Brúk fyri feriu
Sjálvur sigur Johan Dahl, at
einfalda orsøkin til fráveru
hansara er, at hann saman
við familjuni valdi at fara í
feriu í tríggjar vikur eftir alt
rokið í fjølmiðlunum, har
Johan sjálvur var høvuðs-
persónur.
– Familjan hevði brúk
fyri eini feriu, eftir at eg
hevði verið viðgjørdur í
fjølmiðlunum í fleiri vikur,
og tí havi eg forsømt so
nógvar tingfundir, sigur
Johan Dahl. Hann metir
ikki avgerðina vera óseri-
øsa á nakran hátt, tá ferian
sambært honum var neyðug
og átroðkandi fyri bæði
hann og familju, og tí topp-
ar Johan Dahl fráverulistan
hjá tinginum, síðani ABC-
samgongan tók við.
Jógvan við Keldu er
enn einaferð í fokus
orsakað av fráveru í
tinginum, hesaferð
sum mest fráverandi
landsstýrismaðurin í
ABC-samgonguni.
Innlendismálaráðhar
rin sigur, at hann
møtir upp til hvørja
einastu viðgerð í
tinginum av við-
komandi málum fyri
hansara øki, og at
hann annars heldur
arbeiðir í Tinganesi
FRÁVERA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Av teimum tilsamans 39
tingfundunum síðani ABC-
samgongan tók við er
Jógvan við Keldu sambært
gerðabókini í tinginum
mest fráverandi landsstýris-
maður. Innlendismálaráð-
harrin hevur forsømt 17
tingfundir, síðani tingið á
fyrsta sinni savnaðist 3.
februar í 2004, og er hetta
tveir tingfundir fleiri í frá-
veru enn løgmaður Jóannes
Eidesgaard, sum er á øðrum
plássi av manningini í
Tinganesi. Raskasti lands-
stýrismaðurin at møta til
tingfundir er mentamála-
ráðharrin, Jógvan á Lakj-
uni, sum hevur mist seks av
39 møguligum tingfundum.
Jógvan við Keldu hevur
fyrr gjørt seg galdandi við
fráveru í tinginum, tá upp-
møtingar hava verið kann-
aðar av fjølmiðlunum. Fyri
nøkrum árum síðani var
hann sambært Dimmalætt-
ing mest fráverandi ting-
maðurin, og nú tingið er
farið í summarfríð, er inn-
lendismálaráðharrin mest
fráverandi landsstýrismað-
ur til tingfundirnar.
Møtir upp til síni mál
Sjálvur hevur Jógvan við
Keldu eina einfalda orsøk
til stóru fráveru hansara í
tinginum.
– Eg møti hvørjaferð upp
í tinginum, tá mítt økið
verður viðgjørt, og tá onnur
mál verða viðgjørd fyri aðr-
ar landsstýrismenn, vil eg
heldur sita í Tinganesi og
arbeiða við mínum málum,
greiðir Jógvan við Keldu
frá. Hann sigur, at hansara
aðalráð er tað minsta, og at
tað tískil er náttúrligt, at
hann ikki hevur verið eins
nógv í tinginum og aðrir
landsstýrismenn.
Hann
heldur tað tí hava sínar
orsøkir, at hann er og hevur
verið frammi í sambandi
við ov nógva fráveru.
Jógvan við Keldu hevur
sostatt forsømt 17 av 39
tingfundum sum landsstýr-
ismaður í innlendismálum,
tað vil siga ein frávera á
43,6%.
Av teimum 39 ting-
fundunum, síðani
ABC samgongan
fyrstu ferð savn-
aðist í tinginum 3.
februar, hava ting-
limirnir verið frá-
verandi so nógvar
tingfundir:
Olav Enomoto
0
Vilhelm Johannesen 0
Heðin Zachariasen
0
Alfred Olsen
0
Kjartan Joensen
1
Tórbjørn Jacobsen
1
Annita á Fríðriksmørk 2
Heidi Petersen
2
Kristian Magnussen
2
Óli Breckmann
2
Henrik Old
2
Andrias Petersen
3
Hergeir Nielsen
3
Jákup Mikkelsen
3
Jenis av Rana
3
Kaj Leo Johannesen 3
Karsten Hansen
3
John Johannessen
3
Páll á Reynatúgvu
3
Anfinn Kallsberg
4
Marjus Dam
4
Edmund Joensen
4
Jørgen Niclasen
4
Bill Justinussen
5
Finnur Helmsdal
5
Gerhard Lognberg
5
Kári P. Højgaard
5
Poul Michelsen
7
Sverre Midjord
7
Lisbeth L. Petersen
8
Høgni Hoydal
9
Johan Dahl
12
- Sambært tingskip-
anini hava allir ting-
limir skyldu at møta
upp, og hetta skuldi
verið tikið í størri
álvara, heldur Vil-
helm Johannesen,
sum saman við trim-
um øðrum ting-
monnum ikki hevur
forsømt ein einasta
tingfund síðani valið
FRÁVERA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir eina gjøgnumgongd í
gerðabókini hjá Føroya
Løgtingi vórðu fýra nøvn,
sum skaraðu framúr, tá
uppmøtingin í tinginum
varð kannað. Heðin Zach-
ariasen, Vilhelm Johanne-
sen, Alfred Olsen og Olav
Enomoto hava møtt upp til
samfullar 39 tingfundir,
síðani tingmanningin 3.
februar 2004 á fyrsta sinni
savnaðist eftir valið 20.
januar, og sostatt hava hesir
fýra verið raskastir at møta
upp við 0% í fráveru.
Ov vánalig uppmøting
Vilhelm Johannesen er
royndasti tingmaðurin av
hesum fýra. Hann hevur sit-
ið á tingi síðani 1988, og
javnaðarmaðurin sigur, at
hann altíð hevur raðfest
uppmøtingina
høgt,
tá
tingið savnast.
– Sambært tingskipanini
hava allir tinglimir skyldu
at møta upp, og hetta skuldi
verið tikið í størri álvara,
heldur Vilhelm Johannesen
fyri. Hann sigur, at onnur
viðurskifti sjálvsagt kunnu
elva til, at ikki ber til møta
upp hvørjaferð, men tá er
skyldan at boða frá.
– Tað kunnu vera so
nógvar orsøkir til, at ting-
menn verða darvaðir, men
sum heild kundi uppmøt-
ingin eftir mínum tykki
verið nógv betri, heldur
Vilhelm Johannesen. Hann
metir tað ikki vera neyðugt
við greiðari uppmøtingar-
reglum fyri tingfólk, tí ting-
skipanin slær fast, at ein og
hvør
tingmaður
hevur
skyldu at møta upp.
– Sostatt tykist mær sum
ov lítil virðing er fyri áset-
ingunum um uppmøting,
sigur royndi tingmaðurin úr
Javnaðarflokkinum.
Sum áður nevnt eru hinir
tríggir tingmenninir uttan
fráveru Olav Enomoto úr
Sambandsflokkinum
og
Alfred Olsen úr Sambands-
flokkinum, meðan Heðin
Zachariasen úr Fólkaflokk-
inum hevur avrikað tað
sama. Sambært Vilhelm
Johannesen er ikki óvan-
ligt, at ungir tingmenn
møta væl upp fyrstu tíðina,
sum støðan er við Heðin og
Olav.
Jógvan hugsar um sítt
Av teimum 39 ting-
fundunum, hava
landsstýrismenn-
inir verið fráver-
andi so nógvar ting-
fundir:
1. Jógvan við Keldu 17
2. Jóannes Eidesgaard 15
3. Bárður Nielsen
14
4. Bjørn Kalsø
14
5. Bjarni Djurholm
10
6. Hans Pauli Strøm
9
7. Jógvan á Lakjuni
6
Johan fór í feriu
Fýra tingmenn forsømdu einki
Vilhelm Johannesen, Olav Enomoto, Alfred Olsen og Heðin Zachariasen hava verið raskastir at møta upp í tinginum síðani
fyrsta tingfundin hjá nýggju ABC-samgonguni í februar. Hesir fýra hava møtt upp til allar 39 tingfundirnar og hava higartil 0%
í fráveru
Jógvan og Jógvan
í hvør sínum enda
Johan Dahl
skulkaði mest
C
M
Y
K
5
4