týsdagur 25. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 97 - 25. mai 2004
Nr. 97 - 25. mai 2004
7
sostatt fær fíggjarnevndin
eisini teir at halda seg til í
viðgerðini.
– Við roknskapunum í
hondini, gjørdi fíggjar-
nevndin so av at gjøgnum-
ganga øll tølini og at broyta
tey eftir roknskapartølun-
um.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at sosatt var ein hópur
av sparingum gjørdar í upp-
skotinum.
Men hann fýlist kortini á,
at fíggjarnevndin ikki sam-
starvaði meiri við lands-
stýrið um tær skerjingar,
sum hon gjørdi.
– Tað var ikki nóg gott
hesuferð og skal vera betri
næstu ferð.
– Tað vísti seg nevniliga,
at landsstýrið kundi ikki
liva við einum parti av
teimum sparingum, sum
fíggjarnevndin gjørdi og tí
mátti nøkur tøl hækkast
aftur.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at landsstýrið hevði av-
gjørt at raðfesta eldraøkið,
serforsorgina og heilsu-
verkið høgt og kundi av tí
sama ikki góðtaka sparing-
arnar hjá fíggjarnevndini.
Sostatt vórðu játtanirnar til
tey trý økini hækkað aftur.
Nú er landsstýrið so farið
undir eina nýggja fíggjar-
lóg.
Løgmaður fegnast um, at
metingarnar vísa, at inn-
tøkurnar hjá landskassan-
um eru farnar at kvinka
uppeftir aftur. Tí ber ikki til
at siga, hvussu fíggjarlógin
kemur at síggja út.
– Men málið er heilt
greitt, at hallið skal vera
minni enn á fíggjarlógini í
ár.
Hvørjar sparingar verða
og um nakrar sparingar
verða, veldst alt um, hvussu
inntøkutølini síggja út.
Í aðrari grein á síðu 9 í
blaðnum í dag, heldur tú, at
andstøðan ger alt ov nógv
við at seta spurningar fram
í løgtinginum. Eitt annað
er,at
andstøðan
hevur
skuldsett samgonguna fyri
beinleiðis at boykotta
orðaskifti í løgtinginum.
Eitt nú hava summi tingfólk
víst á, at tað var merkis-
vert, hvussu tigandi sam-
gongan var, tá ið fíggjar-
lógin var til 2. viðgerð?
– Tað er ikki rætt. Orða-
skiftið undir 2. viðgerð um
fíggjarlógina var merkt av,
at tað var ein samd nevnd,
sum legði álitið fram.
– Men annars varð orða-
skiftið týðiliga merkt av, at
tinglimur úr samgonguni
longu tá visti, at tað fóru at
koma munandi broytingar-
uppskot til 3. viðgerð og tí
høvdu teir ikki orðið so
nógv.
Nógv komið á skaftið
Annars heldur løgmaður, at
samgongan hevur fingið
rættiliga nógv á skaftið
hesar fyrstu 100 dagarnar,
hon hevur sitið.
Nógv mál eru avgreidd,
samstundis sum gongd er
sett á fleiri onnur mál, sum
vera avgreidd so við og við,
tey eru liðug.
– Eitt nú hevur málið um
landbúnaðin ligið óloyst í
nógv ár, men nú hevur tað
so eydnast hesi samgong-
uni at loysa tað.
Løgmaður heldur, at tað
er eitt rættiliga stórt mál, tí
nú verður landsjørðin løgd
beinleiðis undir tað polit-
iska ábyrgdina.
Sum er, liggur lands-
jørðin undir jarðarráðnum,
sum mangan hevur verið
skuldsett fyri at vera ein
statur í statinum.
– Samstundis fer nú at
bera til at fáa skil á fíggj-
arligu viðurskiftunum hjá
bøndrunum, og tað er ein
rættiliga
grundleggjandi
fortreyt fyri at koma víðari
at menna landbúnaðin.
Samgongan hevur eisini
framt málið um persóns-
upplýsingar.
– Tað var eitt mál sum lá
og gnagaði politisku skip-
anina og tað endaði við, at
landsstýrið fekk eitt sakar-
mál yvir høvdið.
Tað málið er nú loyst og
sakarmálið er tikið aftur.
Eitt annað stórt mál er, at
málið um talgilda heilsu-
skipan til skjúkrahúsini.
Samgongan hevur eisini
samtykt eina lóg um 2.
útbjóðinrarumfar í sam-
bandi við oljuvinnuna
Og so hevur samgongan
eisini tikið neyðug stig fyri
at geva alingini betri karm-
ar at virka undir.
– Vit hava skapt fortreytir
fyri, at alivinnan kann
halda fram við tað, at nú
kunnu útlendingar seta pen-
ing í føroysku alivinnuna,
sum teir vilja og sam-
stundis kunnu aliloyvi veð-
setast.
– Vinnan førdi fram, at
hetta vóru tvær fortreytir
fyri, at alivinnan yvirhøvur
kundi halda fram og tær
fortreytirnar hava vit so
skapt, sigur Løgmaður.
Annars eru onnur mál,
sum gongd er sett á og sum
verða sett í verk seinni, so
við og við, tá ið tey eru
liðug.
Eitt slíkt mál er ein
nýggjur bústaðarpolitikkur,
sum verður stungin út í
kortið nú, Eitt annað málið
er um sjúkrakassarnar, sum
fer at bera í sær, at øll koma
at betala tað sama í sjúkra-
kassa, sama, hvar í landin-
um, tey búgva.
Eitt annað mál, sum
løgmaður sjálvur ikki so
hugaður fyri, men sum skal
fremjast, tí tað er avtalað í
samgonguni, er at einskilja
Føroya Banka. Samstundis
arbeiðir landsstýrismaður-
in í fiskivinnumálum við at
fáa skil á fløkjuni um lógini
um vinnuligan fiskiskap,
sum hevur verið fyri hvøss-
um atfinningum.
Annars eru eisini tvær
týdningarmiklar frágreið-
ingar lagdar fyri tingið.
Onnur er frágreiðingin um
null-hugsjónina, sum hevur
til endamáls at leggja ein
politikk til rættis so at
ongin doyr, ella fær álvars-
ligar løstir í ferðsluni. Hin
er frágreiðingin um, hvussu
føroyingar skulu lata menn-
ingarhjálp
Samstundis vísur løg-
maður á, at tað er framvegis
eitt mál hjá samgonguni at
lækka skattin.
Jóannes Eidesgaard
sigur at tað følist væl
at vera løgmaður og
hann heldur, at
burtursæð frá
onkrum kiksara,
hevur arbeiðið í
samgonguni gingið
væl
SAMGONGAN 100
DAGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg trívist rættiliga væl í
leiklutinum sum løgmaður.
Jóannes Eidesgaard hev-
ur nú verið løgmaður í
góðar 100 dagar. Løgtingið
er farið í summarfrí og
tingsetan er endað.
Og tað er ein vælnøgdur
stjórnarleiðari, sum lítur
afturum bak eftir sínum
fyrsta tíðarskeiði sum løg-
maður.
– Eftir at hava sitið í and-
støðu í átta ár, er tað rætti-
liga upplyftandi at koma
aftur í samgongu, sigur
hann.
– At vera í andstøðu er
mangan ein oyðimarkar-
gongd og afturímóti tí er
leikluturin sum Føroya
Løgmaður ótrúliga áhuga-
verdur og positivur. Og
hóast tað er nógvar ferðir
strævnari enn at sita í
andstøðu, er tað nógv
áhugaverdari at fáast við
uppbyggjandi samgongu-
politikk, heldur enn at sita
uttan ávirkan í andstøðu.
Hann sigur, at leikluturin
sum løgmaður er ein heilt
annar enn leikluturin, sum
formaður javnaðarfloksins.
– Løgmaður umboðar
ikki ein einstakan flokk.
Hann umboðar allar flokk-
arnar í samgonguni og tí er
tað rættiliga stórur munur á
løgmanninum
Jóannesi
Eidesgaard og á javnaðar-
manninum Jóannesi Eides-
gaard.
– Uppgávan hjá løg-
manni er fyrst og fremst at
samskipa arbeiðið hjá sam-
gonguni og at samansjóðað
samgonguna og tað er ein
heilt annar leiklutur enn at
vera formaður fyri ein ein-
stakan flokk.
– Sum løgmaður eri eg
meiri ein politiskur umsit-
ari hjá allari samgonguni
enn eg eri floksformaður
hjá javnaðarflokkinum.
Arbeiða sera væl
saman
Og Jóannes Eidesghaard
heldur, at tað hevur gingið
bara heilt væl at samskipa
og samansjóða samgong-
una
– Nógvar góðar ætlanir
hava byrjunnartrupulleikar
og tað hevði hendan sam-
gongan eisini.
Her sipar hann til tað, at
hann at kalla beinanvegin
samgongan var komin í
eygað, føldi seg noyddan at
koyra Johan Dahl frá sum
landsstýrismann í fiski-
vinnumálum.
– Men annars hevur sam-
starvið í landsstýrinum
gingið sera væl. Arbeiðs-
lagið ímillum landsstýris-
menninar er sera gott og eg
haldi eisini, at arbeiðslagið
ímillum
samgongulimir
sum heild, er gott.
– Tað, sum ofta hevur
verið trupult, er at fáa eitt
gott
samskifti
ímillum
landsstýrið og løgtingið. Tí
er tað eisini eitt mál, sum
eg havi brúkt rættiliga
nógva orku uppá at fáa í
rættlag.
Løgmaður heldur eisini,
at tað hevur eydnast. Hann
heldur, at ein orsøk til, at
tað hevur eydnast væl, er, at
tey hava samgongufundir
oftani.
– Vit hava longu havt fýra
samgongufundir.
Sostatt
eru samgongufundir ikki
longur bara, tá ið politiskar
kreppur eru. Tvørturímóti
hava vit brúkt samgongu-
fundir til at tosa um politisk
mál, júst fyri at sleppa
undan, at politiskar kreppur
taka seg upp.
– Og eg haldi, at sam-
gongan er rættiliga væl
samansjóðað, leggur hann
afturat.
Skal verða betri næsta
ár
Í sambandi við fíggjarlóg-
ina hendi tað, at fíggjar-
nevndin at kalla rundvelti
uppskotið frá landsstýrin-
um og framdi rættiliga
stórar skerjingar í tí. Er
ikki tað eitt tekin um, at
samskiftið, er kanska ikki
so gott ímillum landsstýrið
og samgonguna annars?
Tað heldur løgmaður
ikki.
Hann sigur, at tá ið fíggj-
arlógin varð løgd, hevði
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum alla tíðina umboð
fyri samgonguna við í við-
gerðina. Sostatt var sam-
gongan allatíðina kunnað
um tað, sum fór fram. Og
áðrenn uppskotið varð lagt
fram, vóru samgongulim-
irnir
í
fíggjarnevndini
somuleiðis kunnaðir um
uppskotið.
– Men ímeðan uppskotið
er til viðgerðar, verða rokn-
skapirnir fyri 2003 og
roknskapirnir fyri fyrsta
ársfjórðing í 2004 lidnir og
Eg trívist rættiliga væl sum løgmaður
– Eftir at hava sitið í andstøðu í átta
ár, er tað rættiliga upplyftandi at
koma aftur í samgongu, løgmaður.
Men tað er rættiliga stórur munur á
Jóannesi Eidesgaard, tá ið hann er
løgmaður og tá ið hann er
javnaðarmaður
C
M
Y
K
7
6