Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 97 - 25. mai 2004 Nr. 97 - 25. mai 2004 9 MARKNAÐARRÁK Hóast vísitalið úr Phila- delphia hósdagin gjørdist verri enn væntað og støð- ugur ófriður í miðeystri er gerandiskostur, so hækkaðu partabrøvini og lánsbræva- renturnar kortini av posit- ivu tíðindunum frá OPEC- fundinum fríggjadagin. Forsetin í OPEC gjørdi í farnu viku greitt, at høgi prísurin hevur støði í øktari nýtslu og ófriði í miðeystri; viðurskiftir sum OPEC ikki hevur ávirkan á. Á fundi fríggjadagin samdust OPEC londini tó um at økja oljuframleiðsluna við 10% í næstum. Hetta fer at tálma prísinum á olju, sum í vik- uni stundum hevur ligið omanfyri 40$ fyri tunnuna. Um ikki oljuprísurin kemur í eina fasta legu á einum lægri stiði, er vandi fyri at vøksturin í heimsbúskapin- um verður tálmaður. Dollarin, sum síðan árs- byrjan er styrknaður mót- vegis evruni og donsku krónuni, er tó viknaður í seinastuni, orsaka av hækk- aða oljuprísinum. Ymiskt var hvussu rokn- skaparkunngerðirnar í farnu viku hilnaðust. Fall- andi yvirskot og hækkaðar útreiðslur hjá Coloplast fekk virðið á partabrævin- um at minka. Eisini Top- danmark kunngjørdi ein lakan roknskap, meðan ISS og serliga Hewlett-Packard kunngjørdu góðar rokn- skapir. Hesa vikuna kunn- gerða Vestas og Group4- Falck sínar roknskapir. Sum mett varð, gjørdist farna vika óstøðug. Stór sveiggj sóðust bæði á parta og lánsbrævamarknaðin- um. Tey norðurlendsku partabrøvini eru nú einans 3% frá stignum tey vóru á við ársbyrjan. Hendan vikan kann væntast minni óstøðug enn farna vika, nú ein fyribils loysn sýnist at verða funn- in á høga oljuprísinum. At fleiri amerikanarar søktu arbeiðsloysisstuðul í farnu viku enn væntað, spenta støðan í Irak eins og óviss- an í dollaranum ger, at marknaðirnir framvegis eru viðbreknir. Um ongar óvantaðar hendingar fara fram hesa vikuna, er sannlíkindið fyri eini mótrørðslu til gongd- ina farnu vikurnar økt, so partabrøv og lánsbræva- rentur kunnu hækka í vik- uni. Kortini kunnu eitt nú kunngerðirnar av vinnu- og brúkaraálitum úr USA og Evropa seta síni dám á marknaðirnar. OPEC fer at økja um oljuframleiðsluna Vika 22, 2004 www.kaupthing.fo Skótar umvældu varðar Nú eru varðagøturnar Lamba-Rituvík og Rituvík-Heiðarnar klárar at nýta, tí leygardagin umvældu skótarnir varðarnar TÍÐINDASKRIV KFUM-Skótarnir á Glyvrum Runavíkar Kommuna hevur seinastu árini gjørt eitt fyri- myndarligt arbeiði við at merkja av og gera í stand varðagøturnar, ið hoyra til bygdirnar í kommununi. Sambært løgtingslóg frá Seinna Heimsbardaga flutti ábyrgdin fyri varðagøtun- um frá haganum til bý- og bygdaráð (hetta er okkum sagt av Bjarna Hansen, hagastýrisformanni í Mýru- haganum). Hesa ábyrgd hevur sostatt Runavíkar Býráð fult livað upp til. Bygdargøtan Lamba-Ritu- vík hevur fingið ábøtur á tann hátt, at flestu gomlu varðarnir eru laðaðir upp aftur, eins og snøggir, hvítt- málaðir stigar eru settir upp um, har hegn eru. Nýtarar av varðagøtunum Gott er at, at fremmant ferðafólk við hesum trygt kann fara í hagan - við ella uttan ferðaleiðara, Ikki minni týdningarmikið er, at uppvaksandi ættarliðið á staðnum samstundis fær kunnleika um hesar gomlu farleiðir og er við til at halda tær við líka. Leiðirnar eru tryggar at ganga á sumri eins og á vetri, og við at ganga hesar leiðir, fer hin minst møguliga órógvingin fram av seyði, fugli og plantum. Skótaliðið og Runavíkar Býráð hava gjørt eina samstarvsavtalu, har KFUM-Skótarnir á Glyvr- um partvís umvæla og byggja av nýggjum á varða- gøtunum, har tiltrongt er. Skótaliðið hevur eisini í fleiri ár havt nógva gleði av at ganga varðagøturnar - viðhvørt eisini gjørt sum ein postarenning, har uppgávur í skrivligum líki eru lagdar í nakrar varðar á leiðini. KFUM-Skótarnir á Glyvr- um hava umleið 100 limir, ið koma úr bygdunum: Rituvík, Æðuvík, Nes, Toft- ir, Saltnes, Runavík, Salt- angará, Glyvrum, Lamba, Søldarfirði og Skipanesi. Seinastu snøklarnir av Lamba-Rituvík gjørdir Niðangongdin úr Lamba er nú løgd á vakra staðið við Steinin í Nesi, við ánna, har eisini er vakurt prýtt við plantum. Somuleiðis eru trø og runnar gróðursett. Har sæst ein týðulig merk- ing og lýsing av varðagøt- uni. Tú fert tær fyrst yvir snotuliga, hvíta brúgv um ánna, eins og vælgongdur stigi longur uppi førir teg upp um garðin. Hendan niðangongd er løgd nakað norðanfyri gomlu varða- gøtuna, ið førir oman í gomlu bygdina, har bónda- garðarnir liggja. Tí eru settir upp merkisstavar, ið føra ferðamannin á leið. Leygardagin, hin 22. mai hildu KFUM-Skótarnir - saman við foreldrum og leiðarum - ein "varðadag", har øll leiðin varð gjøgn- umgingin, varðar umvældir og gjørdir størri, eins og nakrir nýggir vórðu laðaðir, har neyðugt var. Hetta var gjørt í samráð við fyrrver- andi bónda, Kem Weihe í Lamba. Til dømis við sjálva niðangongdina úr Lamba var neyðugt at gera tveir nýggjar varðar, ið síggjast av brúnni og frá stiganum um garðin. Við portrið á Hústoft snarar varðagøtan nakað vesturyvir frá neyta- fjósinum. Tí var eisini neyðugt at hava ein nýggj- an varða og merkisstav at vísa leiðina um vegin, ið førir út á Glyvradal. Úlvar og foreldur laðaðu eisini ein 4. nýggjan varða, har ov langt var í millum at síggja í mjørka. Arbeiðið var býtt upp soleiðis, at skótarnir tóku leiðina frá gørðunum í Lamba og niðan á Hùstoft. Hiðani fóru teir størru úlv- arnir til gongu móti Ritu- vík. Smærru úlvarnir byrj- aðu við garðaliðið Heim í Heiðar (núverandi Runa- vík- Saltangará) og um- vældu varðarnar til Ritu- víkar. Eisini gingu teir nak- að ímóti teim størru úlv- unum, ið komu frá Lamba. Leiðirnar klárar at nýta hjá áhugaðum Samantikið gekk arbeiðið væl í hond. Vit arbeiddu til- samans 40 varðar hendan leygardag seinnapart, harav vórðu 4 varðar gjørdir av nýggjum. Tílíkan dag er eisini neyðugt at støðga á at njóta vøkru náttúruna á leiðini. Ùtsýnið er sera gott í støðum. Har er nógv fugla- lív at síggja á leiðini, eins og gróðurin í haganum av álv- ara nú kagar undan. Renn- andi løkir við góðum vatni geva møguleika at kóka ein drekkamunn á stormkøkin- um, ið úlvar og skótar altíð hava við sær í hagan. Hetta vóru av sonnum góðar løtur hendan dagin! KFUM-Skótarnir á Glyvr- um bjóða við hesum øllum áhugaðum at ganga hesar báðar nevndu leiðir og fáa eitt stórt upplivilsi burturúr. Ja, hví fara í útlond, tá ið ævintýrið bíðar beint uttan- fyri bøgarðarnar? Vit enda henda tíðinda- stubba við 2. ørindi í vakra sanginum hjá M. S. Við- stein "Eins og áarstreymur rennur" Felagar, tit pjøkan takið, Kom í hagan burt við mær, Vendið bygdini nú bakið - móti okkum sólin lær. hoyrið fuglaljóð í haga, síggið seyðafylgi mong, dýr og menniskju seg gleða: Trív nú í ein vallarasong! Tann fyrsti varðin Lamba-Rituvík nýlaðaður – Andstøðan spyr so nógv í løgtinginum,at viðhvørt fer tað yvir gevind, heldur løgmaður FYRISPURNINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg haldi, at viðhvørt fer tað yvir gevind. Jóannes Eidesgaard hel- dur, at eitt er at føra ein virknan andstøðupolitikk. Men nú heldur hann, at andstøðan ger ov nógv av viðhvørt. Tað, hann sipar til, er allir fyrispurningarnir, sum verða settir fram í tingin- um. Eitt, sum hevur eykent hesar 100 dagarnar, nýggja samgongan hevur sitið, er, at andstøðan hevur sett seta nógvar fyrispurningar fram í tinginum. – Talið á fyrispurningum er økt munandi hesa sein- astu tíðina og tað er ongin loyna, at serliga tjóðveldis- flokkurin er sera virkin sig- ur løgmaður. Tilsamans eru settir út ímóti 20 skrivligir fyri- spurningar og av teimum eigur tjóðveldisflokkurin minst helvtina. Hinvegin eru einir 60 munnligir fyrispurningar settir fram og av teimum eigur tjóðveldisflokkurin yvir 40. Talið á ófráboð- aðum fyrispurningum er eisini sera stórt og heldur ikki har smæðist størsti anstøðuflokkurin burtur ímíllum. À tí eina fundinum vóru einir 20 fyrispurningar til landsstýrismenninar og tað er eitt óhoyrt stórt tal. Krevur nógva orku – Arbeiðið í landsstýrinum er nú blivið soleiðis, at ein stórur partur av tíðini fer til at svara fyrispurningum frá tingfólkum, ásannar løg- maður. Hann sigur, at tá ið talan er um skrivligar spurningar, verður tað kravt av lands- stýrismanninum, sum verð- ur spurdur, at hann gevur eitt rættiliga nágreiniligt svar. – Sostatt fer nógv ar- beiðið til at kanna skjøl og tilfari og at gera utrokning- ar í sambandi við spurning- in og tað fer við nógvari tíð hjá landsstýrisfólkunum. Løgmaður ásannar, at tinglimir hava fullan rætt til at seta spurningar fram. – Men tað krevur eisini eina ávísa ábyrgd at hava hendan rættin. Og sum støðan er, kunnu vit eisini við fullun rætti spyrja, sum alt er líka rímiligt, sum spurt verður um. Tað heldur løgmaður ikki og hann heldur, at viðhvørt er tað farið yvir gevind. – Eg haldi, at endamálið við nógvum spurningum er ikki at fáa upplýsingar um ymisk viðurskifti fram. Endamálið er at gera vart við seg politiskt. – Eg haldi eisini við- hvørt, at fremsta endamálið við spurningum at fáa landsstýrismenn í eina fellu við at spyrja teir viðkvæm- ar spurningar, sum teir næstan bara kunnu koma illa fyri av at svara uppá. – Eitt nú fekk lands- stýrismaðurin í fiskivinnu- málum, um hann ætlaði at skriva út fleiri uppisjóvar- loyvi og, hvussu tey skulu latast. Tað er almannakunn- ugt, at landsstýrið arbeiðir við tí málinum og tí kunnu vit spyrja um endamálið við at seta slíkar spurningar fram. – Tað eru dømi um, at tingmenn spyrja somu spurningar upp í saman. Teir seta fyrst einum lands- stýrismanni ein munnligan fyrispurning og so beint aftan á seta teir sama lands- stýrismanni sama spurning, skrivliga. – Tað eru eisini dømi um, at landsstýrismenn fáa ein spurning, men at teir aftaná spyrja løgmaður akkurát sama spurning stutt eftir. Hann nevnir útlendinga- lógina, málið um tíðinda- skrivið hjá Bárði Nielsen í sambandi við figgjarognina og málið um persóns- upplýsingar sum tvey dømi Formansskapurin má leggja upp í Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at viðhvørt verða spurningar settir, sum tað ikki er rætt at seta einum landsstýrismanni. Eitt nú varð løgmaður fyri stuttum biðin um at siga sína hugs- an um eina útsøgn hjá Óla Breckmann í valstríðnum!! Løgmaður vísur eisini á, at í sambandi við munnlig- ar fyrispurningar, er talu- tíðin rættiliga stutt, men kortini fýra løgtingslimir ikki fyri at seta munnligar fyrispurningar fram við fimm ella seks undirspurn- ingum, sum landsstýris- maðurin ongan møguleika hevur at svara við teirri talutíð, hann hevur. Jóannes Eidesgaard hel- dur tí, at formansskapurin í løgtinginum eigur at taka hetta málið upp. – Formansskapurin eigur at áleggja tingfólkum at seta munnligar fyrispurn- ingar soleiðis, at tað ber til at svara teimum við tí avmarkaðu talutíð, sum er til taks. – Sostatt eigur formans- skapurin at seta sum treyt, at munnligir fyrispurningar eru so stuttir og einfaldir, at tað ber til at svara uppá tað stuttu talutíð, sum lands- stýrismaðurin hevur til taks, sigur løgmaður. Ein ær á Tvøroyri hevur gjørt tað sjáldsama, at hon hevur lembt tvær ferðir í ár ár - við 17 daga millumbili LEMBING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er lembingin av álvara farin at hella og kring landið eru fólk farin at meta um úrslitið. Hvørt ár er okkurt sermerkt at tosa um í sambandi við lembing og so er aftur í ár. Poul Eli Bærendsen á Tvøroyri, upplivdi tað ser- merkta í ár, at hann fekk tvey lomb undan eini ær. Í sær sjálvum er tað ikki so sermerkt. Tað merkiliga var, at tað vóru heilir 17 dagar ímillum, at ærin lembdi. Hann sigur, at ærin lembdi eitt lamb fyrst í mai og so helt hann, at so var tann søgan úti. Tí gjørdi hann stór eygu, tá ið hann nú um viku- skiftið sá, at ærin hevði lembt eitt lamb afturat. Hann hevur fingist nógv við seyð, men hann sigur, at hann heur ongantíð verið úti fyri, ella hoyrt um ær, sum hevur lembt tvey lomb sama vár við fleiri daga millumbili. Lars Mohr Nielsen, djóralækni, sigur, at hetta er ógvuliga sjáldsamt, men tað kemur fyri. Tað hendir viðhvørt í dýraríkinum, at dýr hava eggloysn fleiri ferðir. – Tað átti ikki at koma fyri, men tað hendir við- hvørt, at dýr hava eggloysn fleiri ferðir. – Ærin er kviðin, tá ið hon var á riði fyrstu ferð. Men kortini hevur hon eis- ini havt eggloysn, tá ið hon hevur verið á riði aðru ferð og so er hon kviðin aftur tá. – Vanliga hevði tað fyrra fostrið doyð undir slíkum umstøðum, men hesuferð er tað so hent, at bæði fostrini hava yvirlivað. Lars Mohr Nielsen sigur, at tað ganga júst 17 dagar ímillum, at ein ær er á riði, so tað passar væl. Fekk tvíburðar við 17 døgum ímillum Poul Eli Bærendsen inni á trøðini í Trongisvági við frálíkum útsýni út eftir fjørðinum. Ærin, sum lembdi tvey lomb við 17 daga millumbili, gongur við báðum lombunum. Tað sæst týðiliga, at annað lambið er nógv størri enn hitt Fer yvir gevind – Løgtingslimir hava fullan rætt at spyrja, men eg haldi, at tað er farið yvir gevind, sigur løgmaður og nú heldur hann, at formansskapurin má leggja upp í C M Y K 9 8