Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 97 - 25. mai 2004 Nr. 97 - 25. mai 2004 11 Tað man vera vanlig semja millum manna í ríkisfelagsskapinum, at tað sum hendi við Thulefólkinum, var ein ósømilig og ódemo- kratisk gerð. Sum kunnugt var uppruna- fólkið, sum í øldir hevði búð í Qanaq ella Thule tvangsflutt, fyri at USA skuldi kunna byggja risastóra herstøð á hesum staði. Eingin talaði at, eingin í danska ríkinum lyfti so mikið sum ein fingru fyri at koma hesum illa stadda upprunafólki til hjálpar. Síðan hetta hendi, hevur Thulefólkið stríðst fyri at fáa bøtt um tann órætt, sum hesum fólki var fyri, tá tey vórðu rikin frá húsi og heimi til eitt øki, har lívskorini vóru munandi verri enn í Thule. Talan er um eitt veiðifólk, sum í stóran mun hevur varðveitt sína upprunamentan. Tey hava lagt søk sína inn fyri Hægstarætt, har tey taptu. Tey taptu, tí hesin ríkisins hægsti dómnstólur legið eina røða av formligum grundum fyri sín úrskurð. Dómurin tóktist Thulefólkin- um órættvísur, og hava tey tí gjørt av at leggja teirra mál fyri europæiska manna- rættindadómstólin í Strassbourgh. Hetta er seinasti møguleiki hjá Thulefólkinum at fáa sín rætt. Tað er óhugsandi, at mannarættindadóm- stólurin fer at vísa málið frá sær. Tað er eisini væl hugsandi, at dómstólurin fer at ganga Thulefólkinum á møti. Hesin dóm- stólur hevur fleiri ferð gjørt úrskurðir, ið hava gingið europæiskum dómum í móti, eins og dómstólurin hevur havt at europæ- iskum stjórnum fyri brot á mannarættindi. Skuldi tað hent, at europæiski mannarætt- indadómstólurin fer at ganga Thulefólkin- um á møti, verður hetta ein so dyggur moralskur smeitur fyri Danmark, at danska stjórin hevur einki val uttan at gera tað sama. Danmark má geva Thulemálinum eina smøliga loysn. Alt annað vildi verið ósømiligt fyri land, ið metir seg standa á odda fyri fólkaræði og mannarættindum. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein sømilig loysn VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Høgni Hoydal Higartil hava allir flokkar verið samdir um, at bert Føroya fólk og Løgtingið kunnu gera av, hvussu Før- oyar verða nýttar hern- aðarliga. Í tveimum reglum hevur sambandssamgongan nú samtykt og góðkent, at Danmark tekur avgerðirnar vegna Føroyar í hernaðar- og verjumálum. Henda kú- vending fer fram uttan nakra viðgerð. Uttan grundgeving. Uttan upp- lýsing um málið. Uttan fólkaræði yvirhøvur. ---- Í Føroyum er alt øvugt tá um fólkaræði ræður. Tá ið vit føroyingar skulu taka ræðið í egnum landi, so skulu vit grundgeva og upplýsa og kanna - og vinn- ast skal á øllum hugsandi forðingum. Men tá ið vit føroyingar skulu lata ræðið í hendur- nar á øðrum, so kann tað gerast í tveimum reglum. Uttan grundgevingar. Uttan upplýsingar. Uttan kann- ingar. Uttan nakrar upp- lýsingar yvirhøvur. Tá ið veruligt fólkaræði skal galda í hesum landi, so fer øll politiska skipanin, embætisverkið, løgfrøð- ingar og fjølmiðlar upp á bakbeinini. Krevja hvønn bøkk veltan, áðrenn nakað kann gerast yvirhøvur. Krevja hvørja hugsandi støðu allýsta - og øll eru á varðhaldi. Men tá ið vit seta fólka- ræðið til viks, so letur ikki í nøkrum. So rennur alt bara aftaná tí, sum nú einaferð hevur valdið. Tá ið vit skulu gera okk- ara grundlóg, so er tað beinanvegin misteinkiligt og vit skulu hava fleiri ting at samtykkja og helst fleiri fólkaatkvøður. Men tá ið onkur nevnir donsku grundlógina ella heimastýrislógina, so krevst ongin fólkaatkvøða. Tá er bara tað galdandi, sum føroyska fólkið ongan- tíð hevur góðkent - uttan spurnartekin, uttan kann- ingar, uttan upplýsingar, uttan grundgevingar. Tá ið vit føroyingar skulu staðfesta, at vit hava rætt til at gera av alt í hesum landinum, so skulu vit hava breiðar semjur, og alt verð- ur gjørt til tess at fáa allar flokkar við. Men tá ið vit føroyingar skulu viðgera tað, sum er sett í gildi í Føroyum ímóti Løgtingsins vilja og uttan at fólkið er spurt, so krevst ongin breið semja. Tá er alt líka mikið. Her valdar bert frum- skógarlógin. Hetta er skip- að undirbrotligheit. Hernaðarmálið eitt skúladømi Hetta er eisini kjarnin í hesum málinum um hern- aðar- og verjumál. Tað var Finnbogi Ísak- son, sum fekk sett í verk eina kanning av støðu Før- oya í hernaðarmálum. Kanningin váttaði alt tað, sum Tjóðveldisflokkurin hevur ført fram um hern- aðarmálið, síðani flokkurin varð stovnaður. At Dan- mark hevði brúkt Føroyar beint ímóti øllum føroysk- um ynskjum og samtykt- um. At Føroyar vóru bumbumál. Og at skiftandi løgmenn høvdu verið drignir inn í málini, uttan at Løgtingið varð kunnað. Nú hevði so verið lagað manni at gjørt upp við hesa undirbrotligu støðu. Men sambandssamgongan ger júst tað øvugta. Hon skjýtur upp, at vit skulu bara stað- festa, at Danmark kann gera sum tað vil, og at Løgmaður skal royna at kunna seg um, hvat Føroyar verða brúktar til. Altso júst sama støða, sum hernaðar- kanningarnar hava avdúk- að, hevur verið galdandi. Kúvending við lít Hetta er ein kúvending við lít. Tí higartil hevur alt Løgtingið verið samt um, at Føroyar skulu ikki brúkast sum ein finna í hernaðar- politiskum talvi uttan at Løgtingið hevur góðkent tað. Og skulu vit gerast limir í einum millumtjóða felagsskapi og lata avgerð- arrættin frá okkum, so skal Føroya fólk hava høvi til at taka støðu - antin á fólka- atkvøðu ella við at politisku flokkarnir viðgera málið væl og virðiliga og siga hvar teir standa, til dømis í einum valstríði. Fyri góðum tveimum ár- um síðani samtykti eitt samt Løgting, at danskar hernaðarlógir skuldu setast úr gildi í Føroyum. Tað varð ikki gjørt. Men harvið staðfesti Løgtingið, at onki NORRØNT SAMSTARV Tíðindaskriv Nú nærkast seinasta freist at tekna seg til vinarbýar- stevnuni í Kalmar í Svøríki vikuskiftið 6. til 8.august í ár. Freistin er til 1.juni. Evnini á vinarbýarstevn- uni eru broytingar í komm- unum og luturin hjá teim- um ungu í vinarbýasam- starvinum. Á skránni eru eisini víðk- anin hjá ES, og hvussu hon ávirkar vinarbýasam- starvið, og góð dømi um vinarbýasamstarv í Norð- urlondum verða tikin fram. Føroyingar eru sjálvandi vælkomnir at vera við. Freistin at boða frá er til 1.juni. Luttøkan kostar 1.500 kr. umframt innivist og ferðina aftur og fram. Umsóknarblað fæst hjá Norrøna Felagnum í Før- oyum, J. Paturssonargøtu 24, 100 Tórshavn, tlf. 217999. Kommunur og ungdómur Skipað undirbrotligheit Framhald á næstu síðu kann setast í gildi í Før- oyum á henda hátt uttanum Løgtingið. Fyri einum góðum ári síðani, samtykti ein stórur meiriluti í Løgtinginum, at Føroyar skuldu ikki dragast inn í eitt kríggj uttan so, at ST hevði góðkent tað. Harvið staðfesti Løgting- ið aftur, at sjálvandi hevur Løgtingið rætt til at gera av, hvussu Føroyar verða brúktar og at siga, hvør kann taka avgerðir vegna føroyingar í hernaðar- og verjumálum. Minnulutauppskotið er greitt Og nú skjýtur ein minniluti í uttanlandsnevndini upp at gera akkurát tað sama. At staðfesta, at vit skulu hava fult innlit í og fullan av- gerðarrætt í verju og trygd- armálum. Men ein meiriluti sigur nei - uttan nakra grundgev- ing. Uttan nakra upplýsing. Uttan enntá at kanna, hvat tað ber í sær, um uppskotið hjá meirilutanum verður samtykt. Meirilutin sigur, at nú skulu vit bara góðtaka støðuna sum hevur verið. At Danmark tekur hesar avgerðir vegna Føroyar og hevur rætt til at gera tað. Og so skulu vit bert royna at fáa innlit í, hvussu vit nú verða brúkt í hern- aðar- og verjupolitiskum samanhangi. Hetta verður eitt risa-aft- urstig fyri føroyskt sjálv- ræði. Hetta verður eitt risa- afturstig fyri ta breiðu semju og ta greiðu støðu, ið allir flokkar í Føroyum hava havt til hernaðar- og verjumál. Hetta er eitt risa-afturstig fyri føroyskt fólkaræði. Vit góðtaka nú bara alt, sum er farið fram. Og sum er so væl lýst í tveimum frágreiðingum. At Føroyar hava verið brúktar beint ímóti tí, sum Løgtingið hevur ynskt. Fólkaræðið fokið Tað einasta andstøðan hev- ur kravt, er, at vit heldur staðfesta, at sjálvandi kann onki gerast uttanum Løg- tingið. Men samgongan vil ikki hava tann avgerandi setn- ingin við. Hon sigur, at tað er at provokera og søkja konfrontasjón við danir. Um vit høvdu gjørt tað sama, tá vit bardust fyri føroyska málinum - bara sagt, at donsk lóggáva forð- aði okkum at vinna mál- stríðið - ja, so høvdu vit onki føroyskt mál í dag. Um vit høvdu gjørt tað sama, tá undirgrundarmálið leikaði í 50 ár - ja, so høvdu vit kanska í dag kunnað sitið við borðið og roynt at fingið innlit í, hvat før- oyska undirgrundin varð brúkt til. Um vit høvdu gjørt tað sama, tá Danmark fór inn í ES - bara at góðkenna støð- una sum hon sá út tá, ja, so vóru vit limir í ES í dag. Vit skulu ongantíð góðtaka, at tað eru aðrir enn føroyskir myndugleik- ar, ið taka støðu til føroysk hernaðar- og verjumál. Hetta er valið millum at reka sjálvstýrispolitikk ella at tillaga okkum ta støðuna, har danskir myndugleikar hava tikið avgerðirnar fyri okkum - hóast óteljandi mótmæli frá Løgtinginum. Og har Føroya fólk aldri hevur havt eitt líkinda høvi at siga sína hugsan ella at taka støðu. Um vit spurdu Føroya fólk á fólkaatkvøðu - hvør skal taka støðu og avgerðir vegna Føroyar í hernaðar og trygdarmálum - Føroyar ella Danmark? Hvat hevði svarið so verið? Stjórnarskipan Føroya. Nú fara formaður, næstfor- maður og skrivari í grund- lógarnevndini undir greina- røð, har teir gera viðmerk- ingar til kjakið um nýggja føroyska stjórnarskipan. Greinarnar eru medvitað polemiskar. Teir leggja fyri við spurninginum um, hvat stjórnarskipan er Formanskapurin í grundlógarnevndini Jóan Pauli Joensen, Kári á Rógvi, Bárður Larsen Nú geva fólk í øllum londum seg undir politiskar skipanir. Við hvørt verða tey kúgaði og noydd at viðurkenna ávíst stýri. Men í flestu førum taka fólk undir við tí stýri, sum er, um enn tey vilja okkurt øðrvísi og politikarar ella fyrisiting hava framt mong misbrot og mistøk. Í Føroyum hevur fólkið tikið undir við og virt land- sins stýri í so langa tíð, at vit vita ikki rættiliga nær Føroyar eru skipaðar sum land - tað er sum politisk eind við egnum stovnum og lógum. Føroyska tjóðin kennir seg heima í Føroy- um, knýtta saman í felags- skap og samleika. Føroy- ingar virða føroysku stjórn- arskipanina - eisini tá mis- tøk verða gjørd. Hvør er so stjórnar- skipanin í Føroyum? Ikki er heilt lætt at svara hesum. Serliga kunnu føroyingar vera ósamdir um, hvør skipan okkara er við útlond, fyrst og fremst Danmark. Í uppskotinum til nýggja samtykta stjórnarskipan fyri Føroyar hava vit roynt at sett orð á verandi skipan: • Føroyar eru land • Føroyingar eru fólk • Føroyar eru við sáttmála knýttar í samveldi • Føroyar kunnu taka seg úr ella geva seg í sam- veldi, tá fólkið vil tað Vit eru í samveldi við Dan- mark og Grønlandi. Løg- tingið hevur samtykt heimastýrsskipanina og hevur virkað eftir henni. Heimastýriskipanin er sum aðrar avtalur, ið lond gera sínamillum, soleiðis háttað, at hvør parturin hevur líka góðan rætt at tulka hana. Við nýggju stjórnarskip- anini samtykkja føroyingar, at hetta er okkara fatan av støðuni. Hetta er neyvan fjart frá støðuni hjá dønum heldur. Seinast danski forsætisráð- harrin alment segði frá donsku støðuni, segði hann, at føroyingar kundu loysa frá Danmark og taka full- veldi, um teir vildu tað. Sjálvur ynskti hann tó, at føroyingar ikki fóru nakran veg stjórnarliga, men held- ur valdu at tillaga verandi skipan. Eisini mangir før- oyingar halda, at skipanin við Danmark er til fyri- muns fyri okkum, og at vit skulu halda fast við henda felagskap við danska ríkið. Men valla nakar føroyingur ivast í, at vit kunnu taka okkum burturúr, um og tá vit vilja tað. Ein spurningur verður tí, hvussu vit vita, at føroying- ar vilja taka seg burturúr samveldi sínum við Dan- mark. Uppskot okkara er, at vit samtykkja eina manna- gongd, so ongin ivi skal vera. Vit hava eina skipan til vit velja eina aðra Onkur hevur hildið, at upp- skotið hjá okkum at seta orð á føroysku stjórnar- skipanina skal stríða ímóti heimastýrisskipanini ella tingskipanini ella øðrum reglum. Fyrr var illa. Ein nýggj stjórnarskipan vil altíð onkursvegna verða øðrvísi enn tann, ið er frammanundan, annars er eingin orsøk til broyting. Tingskipanin má sjálvsagt víkja fyri nýggjari - og hægri - stjórnarskipan, og má rættast til, eftir at stjórnarskipanin er sam- tykt. Fyri at taka stutt saman- um føroyska stjórnarsøgu, so hava vit so mangan fingið brot við eldri skipan. Tá Sigmundur Brestisson skjeyt upp, at tingið skuldi samtykkja at føroyingar skuldu taka við kristnari trúgv, var hetta klárt í stríði við galdandi skipan og kundi kanska av eini løg- tingsskrivstovu, um hon hevði verið til, verið víst burtur. Sama var, tá tingið, helst við ringum tannabiti, samtykti at virða norska kongin. Eisini tá kongur í síni tíð tók sær einaveldi og noyddi hampafólk at svørja sær trygdareið, var hetta brandólógligt. Einaveldis- kongur setti í gildi konga- lógina sum grundlóg. Kongalógin sigur seg at galda ævigt. Longu av teirri orsøk skuldu bæði norska og danska grundlógin verið vístar burtur sum ólógligar og stríðandi móti tí ævigt galdandi kongalógini. Og tó eru tær samtyktar og frammi hvønn dag. Heimastýrisskipanin er, hugsað á henda hátt, eisini millum herviligastu lógar- brót. Danska ríkisgrund- lógin sigur kong at hava vald at skriva út val, stað- festa lógir og velja landsins stjórn. Hon sigur danska ríkistingið eiga vald at sam- tykkja lógir, áleggja skatt og játta pengar. Men hóast tað, ja so legði heimastýr- isskipanin, ið fyrst føroy- ingar, síðani danir sam- tyktu, allar hesar heimildir til føroyskar myndugleikar. Grundleggjandi ólógligt! Ella? Tá danir tó í 1953 smíð- aðu og samtyktu nýggja ríkisgrundlóg, søgdu tey lærdu og lógkønu í áliti sínum, at heimastýrisskip- anin mátti metast at vera í samsvari við ríkisgrund- lógina, tí annars var hon jú ikki sett í gildi. Sama siga vit. Tá vit hava samtykt hesa stjórnarskip- an, og hon ótarnað verður vird og brúkt, so má hon metast at vera í samsvari við verandi skipan - ella at hava broytt verandi skipan. Í øllum førum eiga vit rættin at siga, hvat vit halda er sambærligt við heima- stýrisskipanina. Eftir okk- ara bestu meting fara danir ikki at móttmæla uppskoti okkara, heldur fara teir at erpa sær úti í víðu verð av, hvussu rúmsátt er í danska ríkinum. Men skuldi danska stjórnin fingið rukkur á pannuleðrið, so er greið mannagongd avrádd í sjálvari heimastýrisskip- anini, hvussu ósemjur um tulkingar skulu loysast. Vit kunnu tó ikki taka ta sorg- ina í forskoti, og enn er henda manngongd ongan- tíð brúkt, tí danir velja altíð at siga, at tað, sum sett er í gildi, man vera í lagi. Føroyingar allir mugu taka støðu til, um teir taka undir við uppskot- inum um Stjórnarskipan Føroya, tað - og bara tað - ger av, um hon fær gildi. VIÐMERKINGAR Ariel 66 týðingar TÍÐINDABRÆV frá Mentunargrunni Studentafelagsins Alexandur Kristiansen er av fremstu týðarum í føroyskum skald- skapi yvirhøvur, og tað er ikki smávegis hann hevur flutt av altjóða skaldskapi yvir í okkara mál. Sum ikki einaferð fevnir hann víða og týðir líka frá klassiskum grikskum høvundum um Willi- am Shakespeare til eina drúgva yrking eftir russarin Alexand- er Blok. Hesa seinastu hevur týðarin ognað Jóanesi Nielsen á fimmti ára degnum. Av tí grikska er okkurt týtt frammanundan av Janusi Djurhuus, men Alexandur roynir, um tað ikki vignast betri hjá honum. Og so er tann gitna sonettin hjá Patrarca til Lauru við í hópinum – kanska tí at føroyski yrkjarin áður hevur sagt seg vera raktan av sonettfepuri. Eisini Goethe, William Blake, John Keats og so okkara egni Willi- am við eftirnavninum Heinesen sleppa upp í part. Av skaldum á lívi kunnu nevnast Octavio Paz, Lars Forsell, Sea- mus Heany og Henrik Nordbrandt. Alexandur Kristian- sen er ómetaliga kring- ur í sínum royndum at flyta alheimsskaldskap yvir í føroyskt og á henda hátt tekur hann um endan eftir Janus Djurhuus, sum vildi prógva, at føroyskt var eitt mentamál millum onnur. »Ariel« er løgd til rættis og prentað á Hestprent. Hon er 111 síður til longdar og kostar kr. 120. Ment- unargrunnur Studenta- felagsins gav út. Framhald av síðu 10 Stjórnarrit 1 – Hvat er stjórnarskipan? Vit vilja hervið nýta høvið at takka Kaj Leo Johanne- sen fyri lesarabrævið »Rík- isfelagskapurin tryggjar føroyingum í Danmark skerpikjøt«. Vit halda hetta vera eitt ótrúliga gott grundarlag fyri at verða verandi í danska ríkinum og eru nú sannførd um, at ríkisfelags- skapurin er heimsins besta skipan. Frøast eisini um tað av- bera góða arbeiði, ið for- maður Sambandsflokksins ger fyri okkara land. Tað er gott at seta sær høg mál! Næsta verður kanska tvøst- ið? Enn einaferð takk Kaj Leo! Ung og lesandi í Íslandi: Sunneva Háberg Eysturstein, Guðrið Hansen, Sanna Andrassardóttir Dahl, Herfinnur Árnafjall, Gunnhild Dahl Niclasen, Mads Jacobsen, Lív Patursson. Ríkið hongur í hjallinum C M Y K 11 10