týsdagur 25. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 97 - 25. mai 2004
Nr. 97 - 25. mai 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Dagurin
25. mai. Urbanus. Hann var Pávi, til hann varð
hálshøgdur
ár
230.
Eftir
teimum
gomlu
álmannakkunum var Urbanus fyrsti summardagur.
Navnið merkir upprunaliga býarbúgvi.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara
kæri maður og pápi
Kim F. Jacobsen
Klaksvík
andaðist fríggjadagin 21. mai, 42 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Betesda
mikudagin 26. mai kl. 13.30.
Familjunnar vegna
Gunnleyg, Rói, Bergur, Kristina og Teitur
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæra kona, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Mathea Olsen
fødd Højgaard
Toftir
andaðist í heiminum 23. mai, 71 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni
mikudagin 26. mai kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Hjalmar, Eskilda, Sámal Petur
og Vónbjørt v/ familjum
Tey, ið vilja minnast Matheu, kunnu lata Fríðrikskirkjuni
eina gávu. Konto í peningastovnunum.
Áttandi og seinasti
fyrilesturin í røðini
‘Modernaðir teoretik-
arar’ sum Fróðskap-
arsetur Føroya og
Føroya Fróðskapar-
felag hava skipað fyri
í vár, verður týskvøld-
ið 26. mai kl. 20.00 í
Ovastovu í Nóatúni
FYRILESTUR
Tíðindaskriv
Jonathan Schwartz, Ph.d. í
mannfrøði (antropologi) fer
at halda fyrilesturin »Max
Weber kallar á teg! - Hví
protestantiska siðalæran og
sál kapitalismunnar (1904-
5) eru klassikarar«.
Hugsanin
um
kallið
(týska orðið »Beruf« fyri
arbeiði
umfatar
henda
tanka) er hjartastrongurin í
teorini hjá Max Weber.
Hann er kendur fyri at hava
lýst upprunan hjá modern-
aðu, vesturlendsku kapi-
talismuni.
Høvuðsenda-
málið
við
sosiologiska
arbeiðslagi hansara var at
avdúka sínámillum saman-
hangir millum ymiskar
sosialar mekanismur. Í hes-
um føri virki hjá modern-
aðu kapitalismuni. Weber
kannaði
læruna
og
praktikkarnar hjá kristnu
kirkjuni, tá ið protestant-
iska siðaskifti fór fram.
Kalvinistiska »kallið« til
disiplinerað/agafult arbeiði
og asketiskar vanar gjørd-
ust fyri Weber tað sum
kveikti og fekk ferð á
modernaða kapitalismuna.
Hugtakið »kall« hjá Weber
fær fram sambandið mill-
um átrúnað og búskap í
modernaðum tíðum.
Jonathan
Schwartz,
Ph.D, er nýligani farin frá
sum lektari á Institut for
Antropologi á lærda há-
skúlanum í Keypmanna-
havn. Hann er úr Seattle í
USA, men hevur búð í
Danmark síðan 1970. Hann
hevur skrivað fleiri bøkur
og er sera virkin í sam-
felagskjakinum í Danmark.
Gransking hansara hevur
serliga viðgjørt evni sum:
innflytarar og flóttafólk í
Norðurlondum,
Make-
donia, Bosnia, antropolog-
isk ástøði og amerikanska
antropologi.
Fyrilesturin verður á
enskum.
Hinir 7 fyrilestrarnir í
røðini vóru hesir: Turið
Sigurðardóttir: »Vitan og
vald - mentanarkritikkur
Edward Saids«, Guðrun
Gaard: »Í tøgnini ert tú -
Um dialogspeki í bók-
mentafrøðini.«,
Malan
Marnersdóttir: »Tú skrivar
sum tú lesur - um millum-
tekstleika.«, Firouz Gaini:
»Ernest Gellner. Størsti
forsprákarin fyri rational-
ismuni í nýggjari tíð.«
Erika Hayfield: »Børn og
forbrúk« Hans Andrias
Sølvará: »Vald, vitan og
framburður í verkinum hjá
Michel Foucault«, Bergur
Hansen: »Ein stormur í
hvørjari mynd - Myta og
modernaður
tilvísingar-
trupulleiki í symbol- og
metaforhermeneutikkinum
hjá Paul Ricoeur«
Almennur fyrilestur á Fróðskaparsetrinum
Fríggjadagin 21. mai
2004 høvdu Marner
við Skipá og Sunnleif
Kjærbæk, portørar á
Landssjúkrahúsinum,
25 ára starvsdag
Marner við Skipá er 51 ára
gamal. Hann er ættaður úr
Sørvági og hevur búð í
Havn síðan 1962. Hann
lærdi til bilmekanikara hjá
Auto Service (í dag P/f
Meinhardt Arge) frá 1969-
73. Eftir útbúgvingina ar-
beiddi hann hjá Reyni
Service í Rættará í tvey ár.
Seinni arbeiddi hann sum
bilmekanikari og á dekk-
verkstaðnum
hjá
Auto
Service, til hann byrjaði á
Landssjúkrahúsinum
21
mai. 1979 sum portørur.
Sunnleif Kjærbæk er 57
ára gamal og ættaður úr
Sumba. Hann flutti til
Havnar í 1962 og hevur búð
á Hvítanesi síðan 1981. Frá
1962-65 arbeiddi hann á
Bacalao, og frá 1965-70 var
hann í byggivinnuni og ar-
beiddi hjá byggimeistar-
unum Herluf Johansen og
Ásmundi
Poulsen.
Frá
1970–77 arbeiddi hann á
Tórshavnar Skipasmiðju,
har hann eisini lærdi til
sveisara. Eftir tað arbeiddi
hann sum rørleggjari hjá
Henry Poulsen, til hann 21.
mai 1979 fekk starv sum
portørur á Landssjúkrahús-
inum.
Tá Marner og Sunnleif
byrjaðu sum portørar, vóru
bert tveir sjúkrabilar á
Landssjúkrahúsinum í mun
til í dag, tá teir eru seks í
tali, har tríggir eru í Havn
og hinir í Eysturoy Vágum
og Sandoy. Umframt hesar
eru eisini eykabilar, og í
løtuni eru tveir nýggir
sjúkrabilar í gerð.
Í 1979 vóru teir 12 por-
tørar. Í dag eru umleið 30
starvsfólk á Sjúkraflutn-
ingstænastuni - sum tað
eitur í dag, tá eru Sandoy
og Eysturoy við.
Á Sjúkraflutningstænast-
uni fáa teir javnan undir-
vísing og verða dagførdir
innan sjúkraviðgerð og at
handfara skaðar.
Báðir hava teir trivist væl
á Landssjúkrahúsinum.
Sunnleif Kjærbæk og Marner við Skipá á Sjúkraflutningstænastuni kundu seinasta fríggjadag halda sín 25 ára starvsdag á
Landssjúkrahúsnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Landssjúkrahúsið, Sjúkraflutningstænastan:
Marner og Sunnleif 25 ára starvsdag
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Minningarorð um mín góða vin
Ragnar Johansen
4. oktober 1936
9. mai 2004
Góði Ragnar, tað kom dátt við at hoyra, at tú so brád-
liga ikki er ímillum okkum meira.
Vit báðir hava kent hvønn annan næstan heila lívið,
eisini hava vit búð saman eina tíð á Lærlingaheiminum
Nørre Søgade 11 í Keypmannahavn, tað var fyrst í
fimmtiárunum.
Fyrst fór tú í læru sum maskinsmiður, eina tíð eftir
fór tú á læraraskúlan í Havn, so var tú lærari við Vágs
skúla, frá 1. august 1966 til 1. august 1968, so aftur til
Danmarkar til »Madeskovskolen« í Nakskov frá 1.
august 1968 til tú fór frá við pensión 1. desember
2003.
Í 1974 bleiv tú valdur í »Nakskov býráð« 1. apríl
1999 hevði tú 25 árs jubileum. Tú mást vera einasta
føroyingur sum hevur við býráðslimur í samfull 27 til
28 ár uttanlands.
Tær at takka blivu Nakskov og Vágur vinarbýir.
Tú hevur eisini gjørt eitt stórarbeiði fyri »Vágs
Bóltfelag« sum fleiri ferðir hevur verið í Nakskov á
venjingarlegu, eisini at Vágur á jólum hevur flott jóla-
træ við minnisvarðan.
Góði Ragnar, eisini vil eg takka tær hjartaliga fyri
stórarbeiði tú hevur havt av at samla okkum úr stóra
skúlaflokkinum, sum fóru í fyrsta klassa 1943/44, tað
var ikki bara sum at siga tað, vit vóru ikki minni enn
90 næmingar, 43 og 47 í hvørjum flokki, nógv farin
víða um knøttin, eisini hettar eydnaðist sera væl, bæði
í 1986, 1996, 2000 og 2002, vit tosaðu um at endur-
taka hett fyri síðstu ferð í 2006, livst so spyrst.
Minnist sera væl, tá ið tú vart biðin um at halda
midnáttarrøðuna á jóansøku í 2000, tú mátti byrja við
»Hvar enn tín fótur fjakkar hvar enn tú festur búgv«
hann hava vit báðir sungið manga ferðir saman, somu-
leiðis »Vágs bygd« »Heimbygd mín« og »Rysjudalur«
o.s.v. tú hevði stóran tokka til Vágs bygd. Vágbingur
vart tú við húð og hár.
Góða Elsa, Anna Elisabeth, Rakul, Ark og Finnur,
má Harrin styrkja tykkum í sakninum og sorgini.
Friður veri við minninum um Ragnar hjá Sámal
Johansen.
Svend Olsen
Hvidovre
Minningarorð um systkinabarn mítt
Leon Gunnar Johannesen
14. november 1988 22. mars 2004
Góði, elskaði Leon Gunnar, tú bleiv tikin frá
okkum so tíðliga og brádliga. Og eftir sita vit og
spyrja hví?! Men líka so vist, at okur verða borin
inn í henda heim, ja, líka so vist er tað, at okur ein
dag aftur skulu úr hesum heimi.
Leon Gunnar, altíð var tú glaður, smílandi
drongur, og altíð klárur at hjálpa. Tú var nógv
avhildin og saknurin er stórur, nú tú ikki er millum
okkum longur. Tað er so tómligt her á Sevmýri,
altíð hoyrdi eg teg koyra framvið á knallert, ella sá
teg ganga og altíð heilsaði tú. Ja, og ikki at gloyma
jólini úti hjá ommuni og abbanum. Vit bæði fóru
tíðliga út at hjálpa ommuni at gera klárt, pynta,
leggja pakkar undir træið og seta matin á borðið.
Tað var so hugnaligt. Men í ár stendur tín sessur
tómur. Tað verður ongantíð tað sama aftur uttan eg,
góði.
Eg hevði ikki havt koyrikortið leingi, fyrrenn tú
kom biltúr við mær, og altíð høvdu vit tað stuttligt
og flentu saman. Tú var biltúr við mær fáar dagar
áðrenn tú bleiv tikin frá okkum, og tað eri eg glað
fyri, tí so fingu vit prátað og stuttleikað okkum
eina síðstu ferð.
Tú var ikki meira enn 15 ára gamal, ja í besta
aldri, sum orðatakið sigur, »eingin veit á morgni at
siga, hvar ein á kvøldi gistir«. Tað er satt, eingin
veit hvat dagurin hevur at bjóða okkum, tí skulu vit
ikki taka lívið fyri givið.
Eg var í skúla, tá eg fekk at vita, hvat var áfatt,
og eg trúði tí ikki. Tað gekk ikki upp fyri mær tá,
og eg haldi ikki at tað er tað enn. Tað er so ófatiligt
tað heila og tómligt uttan teg, Leon Gunnar góði!
Tú kendi so nógv fólk og tosaði við øll. Saknurin
er stórur og tað sá man eisini við jarðarferð tína,
kirkjan var full av fólki, sum vóru komin at fylgja
tær á síðstu ferð tíni.
Góði Leon Gunnar, hvíl í friði kæri skattur, og
Jesus pápin veri hjá tær til okur einaferð møtast
aftur.
Má Gud styrkja og verja mostur, Teddy gubban,
Angilie, Jan og Erolf.
Dagsarbeiðið hjá Leon Gunnar endað er,
sum hann, ver trúgvur alla tína ferð;
hans unga likam kundi hvílu fá.
Gud stilla kann hvørt hjartans djúpa trá.
Til síðsta farvæl og hvíl í friði her,
títt sakn er stórt ímillum tíni her;
Gud troysti tann títt hjarta hevði kær,
Hann eina veit hvat okkum gagnligt er.
Elin
Børnini sýna fram á Torginum
Hesa vikuna verða
listaverk hjá børnum
í verkætlanini
»Havnin – ein býur,
har børnini trívast«
sýnd fram á
Torginum í SMS
FRAMSÝNING
Í sambandi við stóru verk-
ætlanina »Havnin – ein
býur, har børnini trívast«,
sum er farin fram síðani 26.
apríl, er stór listaframsýn-
ing á Torginum í SMS hesa
vikuna.
Arbeiðsheitið fyri verk-
ætlanini og tí eisini lista-
framsýningini er »hagin og
várið«. Málsetningurin við
verkætlanini er, at øll 6-7
ára gomul børn í býnum
skulu fáa eina stóra felags
uppliving við støði í okkara
dýrabæru náttúru umframt
at sleppa at royna síni skap-
andi evni á verkstøðum í
Havn. Endamálið er at
stimbra
skapanargleðina
hjá børnum, at byggja brýr
millum ymsar fatanir og at
fáa positivar ringar at
breiða seg, at geva børnun-
um eina kenslu av, at tey
eru ein virðismikil partur
av fólkinum og ein sjónlig-
ur partur av býnum. Við
framsýniningin í SMS kann
bert staðfestast, at hetta er
hepnast væl, tí framsýning-
in hjá ungu listafólkunum
er áhugaverd.
Á framsýningini verða
sýndar fram ymiskar lista-
greinar, nevnliga grafikkur,
máling og tekning og leir-
list. Oggi Lamhauge hevur
undirvíst børnunum í gra-
fikki. Børnini hava arbeitt
við
tveimum
greinum,
nevnliga
radering
og
kallasjuprint. Á framsýn-
ingini er ein mynd frá
hvørjum av teimum 80
børnunum, sum higatil
hava verið á grafiska verk-
staðnum.
Eli Smith hevur undirvíst
børnunum í máling og
tekning. Her hava børninin
gjørt litblýants- og blýants-
tekningar og onkrir akryl
málningar
eru
ímillum
verkini.
Guðrið Poulsen hevur
undirvíst
børnunum
í
skultpturi og flatmyndum
úr leiri, og hevur hugflogið
eisini her verið sera gott hjá
børnunum.
Oggi Lamhauge, sum
hevur undirvíst børnunum í
myndlist, sigur, at børnini
við forvitnisligu framsýn-
ingini í SMS, geva sínum
innaru »inntrykkum« eitt
»útrykk«.
– Framsýningin er øðr-
vísi og útrykksfull, har
børnini vísa sínar innaru
tankar, sigur hann.
Oggi vísir somuleiðis á,
at framsýningin er stór og
umboðar ein heilan árgang
av børnum í Tórshavnar
Kommunu, og at man eigur
at vitja hesa serligu fram-
sýning, sum er á Torginum í
SMS til og við fríggjadagin
28. mei. Tær myndir sum
ikki eru liðnar enn, verða
sýndar fram í Mentamála-
ráðnum, sum heldur til við
Hoyvíksvegin, frá hósdeg-
num 3. juni.
Tey, sum hava stuðlað til-
takinum eru: Mentamála-
ráðið, Mentanardeildin hjá
Tórshavnar
kommunu,
Kvøldskúlaskipanin, Før-
oya Sparikassi, Føroya
Pedagogfelag,
Starvs-
mannafelagið, Kunningar-
stovan í Havn og SMS.
C
M
Y
K
13
12