Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 25. mai 2004 15 Mikukvøldið 19. mai fingu vit enn eitt dømi um, hvussu veruligur »Southern- Gospel« sangur- og tónleikur skal ljóða, tá hann er bestur UMMÆLI Victor Carlsen Amerikanski sangarin Larry Ford vitjaði land okkara á fyrsta sinni, og ivaleyst fær hann tað eins og so mong onnur, ið vitja hendavegin, at higar vil hann sleppa aftur. Høllin á Eiði var nærum stúgvandi full hetta kvøldið, og væl var kvøldið fyriskipað við felagssangi áðrenn gesturin kom á pallin. Eisini í støðg- inum og innímillum fingu vit loyvi at syngja við. Larry Ford er ikki nakar ársungi, tá tað kemur til at syngja. Longu sum ungur stóð honum í boði at gerast operasangari, tí rødd hans- ara var væl egnað til leik- lutir innan hetta økið. Men, sum hjá so mongum, so legst lívsleiðin øðrvísi til rættis, og við tað at Larry gjørdist ein persónligur trúgvandi maður, so var honum fremst í huga at syngja andaligar sangir. Hann kom skjótt inn í ta sjangru, sum í dag verður kallað: "Southern-Gospel", ein sangstílur, ið hevur síni sereyðkenni við at vera sungin í suðurstatunum í Amerika, og harav heitið. Andaligur sangur og tón- leikur har, hevur verið ein ímynd fyri mangar kristi- ligar samkomur og kirkjur, og kanska serliga tær so- kallaðu "Black-Gospel". Ásannast má, at mangar av heimsins størstu sang- stjørnum, bæði fyrrverandi og núlivandi koma frá andligum umhvørvi, sum t.d. Elvis Presley, Whitney Houston og mong, mong onnur. Larry Ford hevur m.a. sungið við í bólkinum "The Blackwood Brothers Quar- tet", har upprunamenninir vóru James og Doyle Blackwood, ein bólkur í stavar heilt frá 1934, og sum síðani hevur havt sítt virksemi heilt fram til dag- in í dag, har tær ungu kreft- irnar nú hava tikið við. Seinastu árini áðrenn James Blackwood doyði, var Larry eisini virkin í bólkinum "James Black- wood Quartet" og hava teir ferðast runt heimin við gleðiboðskapinum um Jesus í sangi og tónleiki. Í dag ferðast Larry fyri tað mesta fyri seg sjálvan og syngur sínar solosangir, eins og hann gjørdi fyri okkum á Eiði hetta kvøldið. Fyri at alt ikki skuldi vera ov einstáttað, hevði hann valt at fáa "Ebenezer- kórið" við til at stuðla seg í nøkrum sangum, og hesum komu tey bara heilt væl frá, tá hugsað verður um, at tað vóru stór krøv sett til sang- røddirnar, ið bæði skuldu syngja hart og høgt - frá- líkt!! Hæddarpunktið á kon- sertini haldi eg kom, tá Larry eftir støðgin valdi at syngja tveir sangir saman við tónleikarunum, sum vanliga spæla niðri í Ebe- nezer. Eingin nevndur, men heldur eingin gloymdur av teimum, ið eg haldi komu sera væl frá uppgávuni og var tað næstan at saman- líkna við frá Nashville- framleidda tónleikin, ið Larry hevði við sær MD- fløgum. Hetta við sing- back tónleiki kann altíð viðgerast og eru tað iva- leyst mong, ið ikki rættu- liga duga at venja seg við hetta, men eg veit av roynd- um, at fyri amerikanarar er hetta heilt vanligt. Hoyrdi nevniliga fleiri dømi um hetta sama nú eg var og vitjaði í Frazerburgh í Skot- landi. Vit her heima eru tí- betur meira von við veru- ligan tónleik og má eg siga sum er, at hetta dámar mær altso betur, men hitt ber eisini væl til at skipa so- leiðis, at hetta virkar náttúr- ligt fyri tann, ið lurtar. Sangúrvalið sum Larry hevði valt bar brá av tí, ið vit vanliga í dag hoyra á teimum vælumtóktu "Gaither-bondunum", sum í hesum døgum er ein veru- ligur stórídnaður yviri í Amerika, og ikki er hetta heldur so løgið, tí mong eru tey, ið væl dáma teir "góðu, gomlu" sangirnar, sum vekja sinn og huga. Í eini tíð herfyri við "Praise & Worship" sum uttan íhald sannliga eisini á sínum øki - uttan at siga nakað nega- tivt um hetta - hevur verið ein sonn "landaplága" fyri mong, er tað tí við sannari frøi at eitt alternativ er. Minnist sjálvur at fyri nøkrum árum síðani leitaði eg við lykt eftir at finna "Southern-Gospel" tónleik og sang á skandinaviskum forløgum, uttan at hetta eydnaðist. Tað var beinleið- is grinið eftir mær, tí "slíkt kundi ikki seljast", varð sagt. Men, hyggið í dag, nú er støðan ein heilt onnur. Nú er sdannur gravgangur eftir hesum tilfari. Eg tori at siga, at Larry gav alt hann hevði av orku hetta kvøldið, tí at enda kláraði hann ikki meiri og mátti viðganga at "I pushed it too hard". Ja, soleiðis kann tað ganga, men eg tori at siga, at vit, ið høvdu goldið 150, - kr. fyri kvøld- ið fingu valuta fyri pening- in. Høllin var vakurt snákað til hetta høvið við vøkrum, pyntaðum palli í svørtum og gulli, og so fingu vit enntá kaffi og køkur áðrenn farið varð heim. Eg fari at nýta hetta høv- ið at takka teimum, ið skip- aðu fyri at vit fingu eitt gott og gevandi kvøld, ið sakt- ans kann gerast umaftur. Vil gjarna endurtaka, at tað ber væl til at venja sang- irnar við okkara heimligu tónleika- og sangkreftum, heldur enn sing-back tón- leik. Ummæli av Gospelkvøldi við Larry Ford: Framúrskarandi tenorur Eg tori at siga, at Larry gav alt hann hevði av orku hetta kvøldið, tí at enda kláraði hann ikki meiri og mátti viðganga at "I pushed it too hard" Mynd: Jens Kristian Vang Yrkingar eftir Sigri M. Gaïni TÍÐINDABRÆV frá Mentunargrunni Studentafelagsins Yrkingasavnið »2002 Nætur« er ein heild í tveimum rásum. Onnur er frá fyrstu náttini við tilsiping til skapanina um úrvaldar nætur til ta tveytúsundogaðru nátt- ina, har samband verður knýtt aftur til ta fyrstu. Ávegis er í einum filosofiskum hami sagt frá tilverukorum á fold. Hin rásin hevur í øllum yrkingunum undirtittulin Patos I-X, har tær kensl- urnar hava orðið. Kær- leiki og kuldi umskiftast, til deyðin er veruleiki. Sterkar kenslur gera seg galdandi í savninum, sum er ognað vinkonu, ið doyði ung. »2002 Nætur« er løgd til rættis og prenta á Hestprent. Hon er 30 síð- ur til longdar og kostar 90 kr. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. GRUMS Kassin gevur spørk, tí hann skal spara. Eru eingi mørk, hvar ein kann fara. Leska onkrun vini, gev teim sama starv. Heima sita hini, hann og hon sum hvarv. bygdas 2002 Nætur ALZHEIMER- FELAGIÐ Tíðindaskriv Tann árligi aðalfundurin hjá Alzheimerfelagnum varð hildin 25. apríl í aul- uni á Føroya Lærara- skúla. M. a. var nevndarval á skránni: ein nevndar- limur fyri tey avvarðandi, Kári Árting, stóð fyri vali. Hann bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð Siborg Arge skotin upp og vald uttan annað uppskot. Ein nevndarlimur umboðandi fakfólk, Erna Háberg, sjúkrarøktarfrøðingur, stóð fyri vali, og hon varð afturvald. Joan Árting varð vald til tiltakslim at umboða tey avvarðandi. Nevndin hevur skipað seg soleiðis Sigrún Mohr er for- maður, Sofus Joensen heldur fram sum næst- formaður, Erna Háberg er skrivari, Randi Absa- lonsen er kassameistari, og Siborg Arge, sum er nývald, er nevndarlimur, Varalimir eru Joan Ár- ting, sum er nývald, og Unna Næs Petersen. Eftir fundin var stuttur kaffisteðgur, áðrenn leik- urin »Svíkja vit Hannis« varð framførdur. Eini 100 fólk sóu leikin, og gekk alt tiltakið væl. – Hesin leikurin og leikhátturin kann brúkast á arbeiðsplássum, og vóna bæði leikarar og vit í Alzheimerfelagnum, at starvsfólk innan heilsu- verkið og onnur fara at taka hetta tilboðið og møguleikan til sín. Á henda hátt eru møgu- leikarnir at viðgera demenstrupulleikan uttan mark, bara hugflogið avmarkar. Nevnast kann, at demenssamskiparar í Havn hava tikið stig til at undirvísa starvsfólki tann 5. juni í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, og er avgjørt, at leikurin »Svíkja vit Hannis« verður framførdur tá. Hetta fegnast vit í nevnd- ini um, sigur Alzheimer- felagið í tíðindaskrivi. Sigrun Mohr heldur fram sum forkvinna 15 14 Nr. 97 - 25. mai 2004 Varðar á kirkjugøtuni TÍÐINDASKRIV frá Heimamissións- forlagnum Heimamissiónsforlagið kemur í hesum døgum út við 2 nýggjum bókum. Varðar á kirkjugøtuni er fyrsta bind í eini røð av fleiri bindum, sum ætlandi koma út á vári og heysti í nøkur ár. Henda bókin er at skilja sum eygleiðing eftir tí far- vegi, sum Heilagi Andin hevur leitt lýðin vitni upp gjøgnum tíðirnar fram til okkara dagar. Víst verður á nakrar andligar rørslur, sum eins og aldur hava heygað á, og sum viðhvørt eisini hava brotið og gjørt um seg á kirkjuliga havinum. Eisini verður víst á nakrar andligar varðar hjá kristnum fólki at halda seg eftir á lívsleiðini. Við hesi bókini hevur verið ætlanin, sum nevnt í innganginum, bara at fara eygleiðandi um í kirkju- søguni. Men samstundis hevur verið roynt at vísa á ymsar andligar varðar, sum hava havt stóran týdning hjá kristnum fólki at halda seg eftir á lívsleiðini, tá ið tølandi myrkur og ódnar- veður hevur gjørt leiðina illgongda og villingarsama. Framhaldandi er ætlanin nú at taka seg niðan ta tunggongdu Heimamissi- ónsgøtuna í kirksøguni. Á hesi gøtuni er ætlanin at steðga við nakrar varðar og haðani líta í kring í andliga landslagnum, so hvørt sum strítt verður seg fram frá varða til varða. Tað er Joh. Andr. Næs, ið hevur savnað tilfar og myndir til bókina. Bókin kann keypast frá Heimamissiónsforlagnum í bókhandlum runt um í landinum, hon kostar 200 kr. Eisini ber til innan 15. mai at tekna seg fyri alt verkið, og harvið fáa 20% í avslátri. Hergeir Nielsen Verju- og trygdarmál eru undir donskum málsræði, og løgtingið hevur einki innlit havt í hesi viðurskifti farnu hálvu øldina. Undir viðgerðini av løgtingsmálinum um verju- og trygdarpolitikk Føroya noktaði samgongan løg- tinginum alt innlit í hetta mál, og svaraði ongum sett- um spurningi. Sostatt bendir einki á, at tingið fær nakað innlit framyvir heldur, og hevur givið alla hugsandi ávirkan frá sær til løgmann at sita á. - Undir nevndarviðgerðini varð biðið um at fáa orð á løgmann, men sýtt varð fyri hesum. - Biðið varð um at fáa nærri kunnleika um ARRC og Partnership for Peace, men sýtt varð hesum. - Biðið varð um at síggja svarskriv frá danska verjumálaráðnum til fyrispurning løgmans um avtøkuna av donsku verjuni í føroyskum sjó-, land- og loftøki, men sýtt varð fyri hesum. Biðið varð um at fáa inn- lit í íslendsku og grøn- lendsku skipanina fyri samstarvi við NATO, men sýtt varð fyri hesum. - Biðið varð um at fáa kunning um verjuskipan- ina fyri Orknoy- og Het- landsoyggjarnar, men sýtt varð fyri hesum. - Biðið varð um at innkalla serkønar í stýrisskipanar- viðurskiftum, sum kundu greiða frá valdsbýtinum í trygdarmálum í breiðari høpi, men sýtt varð fyri hesum. - Sóknast varð eftir, hví tað var so umráðandi hjá løgtinginum at geva frá sær samtyktir sínar í verju- og trygdarmálum, men einki svar fekst hesum viðvíkjandi. - Sóknast varð eftir, hví tað hevði so stóran skund at avgreiða málið, men einki svar fekst hesum viðvíkjandi. Biðið var um meiri tíð og høvi til at viðgera málið, men sýtt varð fyri hesum. - Meirilutin hevði einki ynski um nakra nærri viðgerð ella um at kalla inn til nakra nevndarvið- gerð. Stórmálið um trygdarpoli- tikk Føroya hevur sostatt onga nevndarviðgerð fing- ið, og teir sum ætla sær innlit og ávirkan frá øðrum. noktað sínum egnum somu møguleikar. Málið kundi eins væl veri farið beinleiðis til aðru viðgerð uttan nevnd- arviðgerð. Vit harmast sjálvsagt hesi burturav ódemokrat- isku viðuskifti, ið hava tik- ið seg upp á tingi, har noktað verður einum minn- luta innlit og ávirkan undir einari málsviðgerð. Nevndararbeiðið er lagt lamið, fólkaræðið er skúgv- að til síðis og Føroyar eru vorðnar ein enn meiri skerdur fuglur sum demo- kratiskt samfelag. Tingskipanin Tingskipan okkara sigur annars, at: - »tað áliggur nevndarfor- manninum at gera nevnd- ararbeiðið skjótast gjør- ligt, og - tá ið nevndarformaðurin heldur, at sjónarmiðini hjá nevndarlimunum eru lýst til fulnar, og allar upplýsingar fingnar til vega, verður álit skriv- að.« Føgur orð um fólkaræði okkara, mugu hesar áset- ingar í tingskipanini sigast at vera, men syndarliga illa verður farið um hetta ræðið fólksins. Leiðslan í sambands- flokkurin lá oman á málin- um í samfullar 3 vikur, áðrenn tað varð sett á dags- skrá, og eftir formansskifti í nevndini avgreiddi ný- valdi formaðurin málið eftir lítlari løtu. Málið er risastórt og allar royndir áttu at veri gjørdar fyri at fingið eina breiða semju um nakað so grund- leggjandi, sum trygd okk- ara her í Norðurhøvum. Men nei, soleiðis skuldi ikki vera. Sambandsflokkurin nokt- aði einum minniluta innlit í eitt mál, sum løgtingið hevði beint til viðgerðar í uttanlandsnevndini, har sjónarmiðini hjá nevndar- limunum skuldu lýsast til fulnar, og har allar upp- lýsingar skuldu fáast til vega, áðrenn álit kundi skrivast sambært ting- skipanini. Ein long røð av sjónar- miðum, sum vit vildu hava lýst nærri, varð borin fram, men noktað varð fyri, at vit fingu lýst hesi. Eisini bóðu vit um at kalla inn eina langa røð av fólki, sum kundu lýst hetta mál nærri, men ikki eitt einasta eitt av ynskjum okkara varð gingið á møti. Ikki so frægt at teir hirdu okkum høvið til at hitta løgmann á máli. Meirilutin sjálvur helt seg ikki so frægt sum til at skriva álit heldur, men avritaði beinleiðis tað sum stóð í samgonguskjalinum um hetta mál. Formaðurin og sam- gongumenn hansara høvdu ongan hug at viðgera nakað sum helst, men tað høvdu vit hinvegin góðan hug til, so sum tingskipanin eisini áleggur okkum tað. Løgtingsnevndir Fyri at styrkja um arbeiði sítt hevur løgtingð valt sær nevndir til at viðgera mál síni, men tað er ein farin tíð á okkara tingi. Embætismenn í Tinga- nesi siga og skriva fólka- valdu umboðum okkara, hvat tey skula hugsa og gera, og tey fólkavaldu tora ikki at mukka. Tjakið um verju- og trygdarpolitikk fyllir nógv í øllum grannalondum okk- ara, men her um okkara leiðir verður gamalt briksl kókað upp, og síðani verður lok lagt á. Í grannalondum okkara verða semjur leitaðar upp millum allar flokkar á tingi, og eru hesar semjur gald- andi eitt longri áramál fram í tíðina. Soleiðs er tað ikki her hjá okkum. Undir 1. viðgerð á tingi sprakk løgmaður sum trøll upp úr eskju og noktaði fyri einari breiðari § 25 nevnd, ið kundi mannast úr øllum flokkum á tingi. Ikki talan um at draga út og órógva sær málsvið- gerðina, segði løgmaður, og málið vísir seg at vera sam- tykt og niðurskrivað undir samgongusamráðingunum. Eingin haki skuldi venda nakrari torvu, og eingin spaki skuldi venda nøkrum steini. Málið toldi ikki eina parlamentariska viðgerð hvørki á tingi ella í nevnd. Flaggdagsálitið Fyrra Flaggdagsálitið sigur ma., at: - »á tingi skulu viðgerast øll landsins týðandi mál, - á tingi fær fólkið rødd, og landið tekur støðu sína, og - tingsins ávirkan og semjusøkjan eru bygd á nevndararbeiði.« Hetta álit er ikki borðbært í okkara tíð og hóvar ikki okkara ódemokratisku samfelagsskipan. Her um okkara leiðir valdar myrkur og trong- skygni, og órættur og ódemokratisk viðurskifti hava fest røtur. Samgongufólk hava úr at gera við at laga garð um ríkiseindina, meðan tey traðka undir føti tingskip- an, stýrisskipan og flagg- dagsálit okkara. Upp ímóti hesum órætti mæltu vit til at samtykkja, at: - »Løgtingið og lands- stýrið eru umboð Føroya fólks í øllum lutum, og eru tað bert hesi, ið kunnu taka avgerð vegna føroysku tjóðina í trygd- ar- og verjupolitiskum viðurskiftum.« At lata løgtingið fáa ræði yvir okkara verju- og trygd- arviðurskiftum ræddist samgongan sum heitan brand og atkvøddi sum ein maður ímóti hesum upp- skoti. Vit hava jú verið kanón- føði í hálva øld, so hví ikki halda stásið við líka eina tíð enn, er galdandi hugburður á tingi í dag. VIÐMERKINGAR Fólkaræði á hálvari stong Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Ein partur av fullveldis- ætlanini, sum fór av bakkastokki í 1998, var at gera eina føroysk grundlóg, sum skuldi áseta grundleggjandi rættindi og skyldur mill- um ætlaða føroyska stat- in og fólkið. Ein grundlógarnevnd varð vald, sum skuldi lata landsstýrinum uppskot til grundlóg í seinasta lagi 1. juni 2000, og fólkaat- kvøða skuldi vera um grundlógina seinni sama ár. Men at gera eina grundlóg er ikki løtuverk og tí hevur landsstýrið tvær ferðir verið noytt at leggja uppskot fyri tingið um at fáa tíðarfreistina longda. Sambandsflokkurin hevur fleiri ferðir víst á, at Løgtingið eigur altíð at taka útgangsstøði í gald- andi lóggávu, og ikki í einum dreymi um, hvat møguliga fer at galda einaferð í framtíðini. Tí var tað óheppi, at lands- stýrið álegði grundlógar- nevndini at gera uppskot til eina lóg, sum bara kundi brúkast, um Før- oyar fyrst vórðu full- veldi. Meðan grundlógar- nevndin hevur arbeitt, er fullveldisætlanin slept, og í dag hava vit eina landsstýrissamgongu, sum ikki hevur fullveldi sum mál. Kortini arbeiðir grundlógarnevndin víð- ari eftir løgtingssamtykt- ini sum sigur, at nevndin skal handa landsstýrinum uppskot til grundlóg í seinasta lagi 25. apríl 2005. Men hvat skal eitt landsstýri, sum ikki ætlar at broyta ríkisrættarligu viðurskiftini, brúka eitt grundlógaruppskot til ? Sambandsflokkurin metir, at arbeiðið, sum fakfólkini í grundlógar- nevndini higartil hava gjørt, er í sær sjálvum eitt dygdargott arbeiði, men tað eigur ikki at verða brúkt til at gera eina nýggja grundlóg fyri Føroyar. Vit eiga harafturímóti at broyta arbeiðssetningin hjá grundlógarnevndini, so- leiðis at tað góða ar- beiðið, sum higartil er gjørt, kann brúkast til at gera eina nýggja stýris- skipanarlóg, nú fullveld- isætlanin er slept. Hetta hava vit fingið við í samgonguskjalið, har tað stendur soleiðis um stjórnarskipanina: "Arbeiðið í grundlógar- nevndini skal skipast av nýggjum. Uppgávan er at gera eina stjórnarskipan- arlóg, sum eisini inni- heldur ásetingar um mannarættindi og onnur rættindi. Umframt at lýsa verandi ríkisrættarligu støðu, skal lógin inni- halda greiðar manna- gongdir fyri, hvussu far- ast skal fram, um ríkis- rættarliga støðan verður broytt." Umráðandi er at fáa ar- beiðssetningin hjá grundlógarnevndini broyttan skjótast til ber, soleiðis at nevndin kann arbeiða víðari eftir nýggja politiska viljan- um. Vit hava eina grundlóg C M Y K 14