Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 97 - 25. mai 2004 Nr. 97 - 25. mai 2004 17 – Ísraelska framferð- in at bróta niður hús- ini hjá palestinum minnir meg um tað, sum nazistarnir gjørdu ímóti mínum foreldrum, sigur ís- raelski løgmálaráð- harrin ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk Yosuf Lapid, løgmálaráð- harri, kom við teimum hug- vekjandi orðunum á einum stjórnarfundi um vikuskift- ið, skrivar tíðindastovan AP. Har kravdi hann, at Ísrael skal gevast við at bróta húsini hjá palestinum niður alt fyri eitt. – Hetta minnir meg um tað, sum nazistarnir gjørdu ímóti mínum foreldrum, segði ráðharrin. AP skrivar, at orðini hjá Yosuf Lapid vaktu stóran ans á stjórnar- fundinum, og at hann mátti leggja rygg til nógvar og harðar atfinningar. Aðrir ráðharrar greiddu aftan á stjórnarfundin frá, at løgmálaráðharrin hevði ikki borið Ísrael saman við nazistarnar, men at ein mynd av einari palestinsk- ari kvinnu uttan fyri tey sundursoraðu húsini í Gaza hevði mint hann um tað, sum hendi ommu hansara undir Holocaust. Sjálvur segði Yosuf Lapid, at tað ber ikki til at fyrigeva teimum, sum fara soleiðis við einari eldri kvinnu. Sambært AP vóru teir víðgongdu ráðharrarnir á høgravonginum í øðini um orðini hjá løgmálaráðharr- anum. Ariel Sharon, for- sætisráðharri, segði, at við- merkingar sum tann hjá Yosuf Lapid eru sum at bera brenni á uppreistrar- bálið. UTTAN ÚR HEIMI Eisini í USA Undan krígnum í Irak arbeiddi Charles Graner sum fangavørður í einum fongsli í Pennsylvania, og nú er hann lagdur undir at hava nýtt somu framferð har sum í Abu Ghraib-fongslinum í Bagdad. Charles Graner er ein av teimum ameri- konsku fangavørðunum, sum eru ákærdir fyri at hava farið illa við iraksk- um fangum. Amerikanski felags- skapurin United Against Death Penalty, ið, sum navnið sigur, stríðist ímóti deyðarevsing, sigur seg hava fingið fatur á einum sjónbandi úr eftir- litstólinum í fongslinum í Waynesburg í Pennsyl- vania, har Charles Gran- er arbeiddi. Sambært fe- lagsskapinum eru fleiri myndir, ið minna um tað, sum er hent í Abu Ghraib-fongslinum. – Eitt nú hava vit sæð fangavørðar ganga við einum fanga í tjóðri, júst sum gjørt varð í Irak, sigur Nicholas Yaris hjá United Againgst Death Penalty við donsku tíð- indastovuna Ritzau. Norðmaður doyði Ein norskur NATO-her- maður í Afghanistan doyði sunnukvøldið, tá ókendir menn lupu á akfarið, sum hann var í. Norska herleiðslan sigur, at fimm norskir hermenn vóru í akfar- inum. Teir vóru á veg til støðina hjá norsku deild- ini í Kabul, tá ókendir menn skutu fleiri rakettir eftir akfari teirra. Ein av rakettunum rakti. Ein av hermonnunum varð so illa løstaður, at hann doyði seinni á einum týskum hernaðarsjúkra- húsi. Norska herleiðslan sigur við Aftenposten, at NATO-hermenn leita eftir monnunum, sum lupu á hernaðarakfarið. Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at teir norsku hermenninir í Afghanist- an eru vorðnir álopnir. Í mai í fjør vórðu tveir norskir hermenn særdir. 6.500 útlendskir her- menn undir NATO- leiðslu eru í Afghanistan, og 83 útlendskir her- menn eru falnir har. Tá eru amerikanskir her- menn ikki taldir við. Barsebæck ikki trygt Tveir kjarnorkuráðgevar, sum hava kannað trygd- arskipaninar á kjarnorku- verkinum Barsebæck við Oyrasund, halda ikki, at verkið er nóg væl tryggj- að ímóti yvirgangi, skriv- ar blaðið Dagens Nyhet- er. Annar ráðgevin, Lars- Olof Høgland, sigur við blaðið, at tað er ikki bara á verkinum í Barsebæck, at trygdin er ikki nóg góð, men at hetta er eis- ini galdandi fyri hini svensku kjarnorkuverk- ini. Hann sigur, at undir kanningunum hava teir staðfest, at tað hevði verið rættiliga lætt hjá yvirgangsmonnum at søkt at verkunum. Har- afturat heldur hann ikki, at myndugleikarnir hava eina ætlan um, hvatskal gerast, um yvirgangs- menn søkja at einum av teimum svensku kjarn- orkuverkunum. Teir báðir ráðgevarnir vóru í gjárkvøldið í Keypmannahavn og greiddu frá sínum kann- ingum. Danir og serliga fólk í Keypmannahavn hava leingi kravt, at verkið í Barsebæck skal latast aftur. Bush datt Amerikanski forsetin, George W. Bush, datt, tá hann leygardagin var farin ein súklutúr á garði sínum í Texas. Talsmaður forsetans, Trent Duffy, greiddi frá, at forsetin hevði singið nakrar skeinur á báðar armarnar, høkuna og nøsina, og at hann hevði fingið sár í høgra lógva. Hetta sást eisini á mynd- um, sum vórðu tiknar av forsetanum sunnudagin. Sambært Trent Duffy slapp forsetin væl. Tað, sum gjørdi, at hann ikki fekk størri skaða, var, at hann hevði fallhjálm á høvdinum og tannaverju í munninum. Sambært tíðindastovunum hevði tað regnað illa í Texas, og forsetin var tí helst sliðin á súkluni. Leygarkvøldið stoyttu eitt bilskip og eitt tangaskip saman nær- hendis Singapore. Sunnudagin sakk bil- skipið SIGLING Árni Joensen fartekst@mail.dk "MV Hyundai No. 105" hevði ikki færri enn 4.000 nýggjar bilar umborð, tá skipið stoytti saman við tangaskipið "Mt. Kamine- san", sum var fermst við næstan 280.000 tonsum av ráolju. Havnarmyndugleikarnir í Singapore varnaðust, at skipini fóru at stoyta sam- an, og hóast teir báðir skipararnir tosaðu við hvør annan, stoyttu skipini sam- an. Tangaskipið fekk ikki stórvegis skaða, men bil- skipið fór til botns við øll- um teimum 4.000 bilunum. Teir 20 menninir, sum vóru við bilskipinum, vórðu bjargaðir. Farmaskip sakk við 4.000 bilum umborð Framferðin hjá Ísrael minnir um nazistarnar Ein eldri palestinsk kvinna við leivdirnar av húsunum, sum ísraelski herurin javnaði við jørðina. Hetta minnir um tað, sum nazistarnir gjørdu, sigur ein ísraelskur ráðharri Mynd: Reuters Eitt mistak hjá indo- nesiska flogeftirlitin- um mundi gjørt, at tvey flogfør stoyttu saman Tað var tann 22. mars, at tvey flogfør av slagnum Boeing 767 mundu stoytt saman, men ikki fyrr enn í gjár bórust tíðindini. Annað flogfarið var á veg til Ný Sælands, og tann ný sælendski flogskiparin segði í gjár, at tað var trygdarskipanini umborð á flogførunum fyri at takka, at tey ikki stoyttu saman. Hann segði, at flogførini vóru í somu hædd og á veg ímóti hvør øðrum. Tá nakr- ir fáir hundrað mettar vóru ímillum teirra, boðaðu trygdarskipaninar frá, og tað eydnaðist flogskiparun- um at forða samanstoyti. Sambært tí ný sælendska flogskiparanum var tað tað indonesiska eftirlitið, sum gjørdi eitt mistak. Flogfør mundu stoytt saman C M Y K 17 16