týsdagur 25. mai 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 97 - 25. mai 2004
Nr. 97 - 25. mai 2004
19
Føroyska oljufelagið
Atlantic Petroleum er
við, tá BG og Dong í
august fara undir at
bora ein brunn hinu-
megin markið. Ann-
ars verður sett á
skamt frá markinum í
hesi vikuni. Talan er
um lovandi Cambo-
brunnin
OLJULEITING
Jan Müller
Í hesi vikuni verður sett á
tann fyrsta av tilsamans
trimum nýggjum brunnum
skat frá føroyska markin-
um, á bretska landgrunnin-
um. Talan er um Cambo
/Lindisfarne prospektini.
Ein brunnur varð boraður
her fyri árum síðani og vísti
seg at vera eitt fund. Nú
skal so kannast, um talan er
um lønandi fund. Keldur
vilja vera við, at góðir
møguleikar eru fyri, at
henda boringin verður væl-
eydnað. Tað eru Amerada
Hess,
ChevronTexaco,
Dong og OMV, sum eru við
í boringini. Borað verður
við tí sera framkomna West
Navigator
boriskipinum.
Eftir hesa boringina verður
farið nakað longur norður
at bora Rosebank/Loch-
nagar, prospektið. Tað er
eisini lovandi, og har eru
ChevronTexaco,
Statoil,
Dong og OMV við.
Triði brunnurin, sum
helst verður boraður í
summar er Bedlington pro-
spektið, ið liggur longu
syðri. Har er tað BG, sum
er fyristøðufelag, umframt
at Dong og Atlantic Petrol-
eum eru við. Parturin hjá
føroyska felagnum er 1%,
meðan BG og Dong hava
ávikavist 82 og 17%. Upp-
runaliga átti Amerada Hess
ein stórar part av loyvinum,
men seldi herfyri sín part til
BG. Ein "letter of intent"
sáttmáli er gjørdu við
Ocean Rig um at Eirik
Raude, boripallurin skal
bora í august.
Í løtuni verður borað
nærhendis Laggan, ið er
eitt gamalt gassfund. Vísir
tað seg, at fundið er løn-
andi, so kann tað eisini fáa
stóran týdning fyri menn-
ing av Atlantsmótinum.
Stórar avbjóðingar
við markið
Á kortinum síggja vit (pílarnir) teir tríggjar brunnarnar, sum
verða boraðir í summar.
Boripallurin Eirik Raude, sum skal bora ein brunn hinumegin
markið í august. Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum er við
Í leygardagsblaðnum var av
misgáum ein lýsing frá
Mentmálaráðnum komin
við, sum ikki átti at verið í
blaðnum. Talan var um
eina lýsing, ið fyrr hevur
verið í blaðnum, sum av
einhvørji orsøk var komin
umaftur. Rætta lýsingin var
av somu orsøk ikki við.
Vit umbera mistakið.
Blstj.
Hundar og postboð plaga
ikki at vera bestu vinir,
men nú gera Post Danmark
og felagsskapurin Dyrens
Beskyttelse eitt átak fyri at
broyta hetta.
Í Gilleleje og Helsinge
verða tað í dag tiltøk, har
postboð sleppa at hitta
nakrar av sínum kundum,
sum eiga hundar, og hetta
skal verða við til at broyta
um støðuna.
Í fjør vóru 38 postboð í
Danmark bitin av hundi, og
fyri tveimum árum síðani
var talið 46.
Skeiv lýsing
Hundar og postboð hittast
Til sølu
Ein Iveco lastbilur við alminiumskassa og lift,árg.95
til sølu.
Tlf. 218811
Frítíðarskúlin
í Sørvági
søkir eftir einum deildarleiðara at byrja
16. august 2004
Frítíðarskúlin, sum er ein deild undir barnagarðin-
um Sýslan í Sørvági, søkir eftir einum deildarleiðara
at arbeiða 35 tímar um vikuna.
Deildarleiðarin, sum skal hava námsfrøðiligt prógv,
hevur ábyrgdina av tí dagligu leiðsluni á frítíðar-
skúlanum.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið,við at ringja til Borgar-
hjørt Larsen, varaleiðara tlf. 332948.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum, skal vera okkum í hendi seinast 10. juni
2004.
Barnagarðurin Sýslan
FO-Sørvágur
Kosmetologur
Søkt verður eftir einum kosmetologi skjótast tilber.
Niels Finsensgøta 38 kj.
FO-100 Tórshavn
Tlf. 318070
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
• undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal
taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu
leiðsluni av virksemi skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og
eftir fyriskipan skúlastjórans.
Harumframt skal varaskúlastjórin
• vera næsti medarbeiðari skúlastjórans
• saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga
ábyrgd
• undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av
leiðslu skúlans
• vera førur fyri at loysa trupulleikar
• saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlan-
um og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og
medábyrgd.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum í Streymoyar
skúladømi I við fyribils tænastu í Vestmanna skúla.
Tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar starv-
inum viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokkunum 31.1 og 31.2
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett starv,
uttan so, at tann sum sett/-ur verður, er tænastu-
mannasettur lærari frammanundan.
Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir
galdandi reglum.
Umsóknir
Umsókn, sum liggur á heimasíðuni www.mmr.fo, skal
vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 25. mai 2004.
Umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja
til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus
Jespersen, deildarstjóra.
Tórshavn 6. mai 2004
Mentamálaráðið - Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 355050 · Fax 355055
e-postur: MMR@MMR.fo
Endurlýsing
Varaskúlastjórastarv
í Vestmanna skúla
Starvið sum varaskúlastjóri í Vestmanna skúla verður lýst til setanar frá 1. august
2004.
Vestmanna skúli hevur 202 næmingar í 1. - 10. fl. 22 lærarar starvast í skúlanum.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,
loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Runavíkar
kommunuskúli
Skúlastýrisval týsdagin 25. mai
Val av foreldraumboðum í skúlastýrið fyri Runa-
víkar kommunuskúla verður týsdagin tann 25.
mai 2004 frá kl. 14.00 til kl. 20.00 í
Ítróttarhøllini í Runavík (forhøllini).
Valevnislisti:
Meinhard Bjartalíð, Lambi
Bill Justinussen, Glyvrar
Eyðun Petersen, Søldarfjørð
Sólfríð Petersen, Glyvrar
Malan Rasmussen, Søldarfjørð
Ása Sevdal, Runavík
f.Valnevndina
Ásmund Lamhauge, skúlastjóri
Tlf. 447331 og 217331
C
M
Y
K
19
18