týsdagur 25. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 97 - 25. mai 2004
Nr. 97 - 25. mai 2004
21
familjuni,
er
familjan
noydd
at
halda
fram.
Kjarnufamiljan slítur van-
liga sambandið við gern-
ingsmannin í eina tíð, men
til eitt nú brúdleyp og
føðingardagar kann henda,
at familjan savnast aftur.
Hjá familjuni er tað ein
avbjóðing at finna røttu
javnvágina, so allir partar
kunnu virka í familjuni
aftur, sigur sálarfrøðingurin
á Barnaverndini í Havn.
Hon vísir á, at vanliga
verður mælt til, at sam-
bandið millum misnýtta
barnið og gerningsmannin
verður slitið í eina tíð.
– Talan kann vera um ein
umsorgarfullan abba, sum
barnið hevur havt gott
samband við, men sum er
farin um mark. Eftir mis-
brotið er tað ikki lætt hjá
barninum at finna út av,
hvat samband tað skal hava
við abban. Barnið sjálvt
ynskir ofta at varðveita
sambandið við abban, við tí
treyt, at hann heldur uppat
við at gera seg inn á tað.
Tað ber til at koma víðari
og fáa eitt gott samband við
í hesum føri abban aftur,
men tað krevur ofta hjálp
uttanífrá. heldur Sigrun
Samuelsen,
Hon leggur afturat, at tað
er ábyrgdin hjá teimum, ið
varða av barninum, at
syrgja fyri, at siðamisbrotið
ikki hendi r aftur. Eitt gott
ráð er ikki at lata barnið
einsamalt við gernings-
manninum, tí vandin fyri
endurtøku vil ofta vera til
staðar.
Kjarnufamiljan
Dømini omanfyri hava fyrst
og fremst verið við einum
abba og einum abbabarni.
Er talan um kynsligan
ágang frá einum pápa,
mammu ella systkjum er
støðan øðrvísi.
–
Kjarnufamiljan
er
nærmasti umsorgargevari
og trygdarnetið hjá barn-
inum. Tað vanligasta er, at
antin gerningsmaðurin ella
barnið verður tikið úr
familjuni. Oftast er tað
gerningsmaðurin, men tað
finnast dømið um eitt nú
mammur, sum heldur vilja
trúgva manninum enn barn-
inum, greiðir Sigrun Sam-
uelsen frá.
Barnið fer tá til eina
fosturfamilju ella á barna-
heim at vera. Sigrun fortel-
ur, at flestu foreldur fara
hvør til sín, um tað kemur
fram, at annað foreldri
hevur
framt
kynsligan
ágang ímóti barninum.
– Er talan um ein pápa, er
tað minni sannlíkt, at sam-
bandið verður fullkomiliga
slitið, tí sambandið við ein
pápa ofta er sterkari enn til
ein abba. Sambandið mill-
um barn og pápa vil í tílík-
um førum ofta vera undir
eftirliti.Velur ein familja at
vera verandi saman, eftir at
seksuelt misbrúk er av-
dúkað, er neyðugt at gern-
ingsmaðurin fer í viðgerð
fyri at byrgja fyri, at mis-
brotið endurtekur seg. Eis-
ini er neyðugt at familjan
sum heild fær hjálp. Í øllum
førum má tað vera ein
fortreyt, at tað er heilt trygt
hjá barninum at vera í
familjuna aftur, vísir sálar-
frøðingurin hjá barnavernd-
ini í Havn á.
Kvinnur duga eisini
Í greinini hevur tað verði
tikið fyri givið, at tað eru
bert mannfólk, ið fremja
kynsligan
ágang
ímóti
børnum. Flestu málini um
siðamisbrot snúgva seg um
menn, ið ikki kenna sær
hógv, men Sigrun Samuel-
sen fortelur, at í Barna-
verdini vita tey eisini um
kvinnur, ið misnýta børn.
– Tað er framvegis ógreitt
hvussu ofta talan er um
kvinnuligan ágang. Kvinn-
ur fara vanliga stillisligari
fram, og tað er eisini tor-
førari at meta um, nær
kvinnur fara um mørk. Ein
orsøk til, at ikki fleiri mál
um kynsligan ágang frá
kvinnum er, at mørkini eru
kámari millum mammu og
barn enn pápa og barn. Ein
mamma kann bera seg so
at, at barnið kennir seg illa,
men málið nýtist ikki koma
fram, tí tað er torførari hjá
barninum at áseta markið
millum hvat er loyvt og ikki
millum mammu og barn,
sigur Sigrun Samuelsen at
enda.
Sálarfrøðingurin á
barnaverndini í
Havn, Sigrun Samuel-
sen, sigur, at fleiri
familjur syndrast av
málum um kynsligan
ágang innanhýsis í
familjuni. Tað eru
ikki bert mannfólk, ið
fremja siðamisbrot,
men kvinnurnar gera
tað eisini
SIÐAMISBROT
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Eg tími ikki at vera her.
Hevði abbi bara latið meg
fingið frið, hevði eg slopp-
ið undan at sitið her.
Reydligu kjálkarnir kenn-
ast heitir, sveittin spríkir út
í hondunum, og tankarnar
flúgva ígjøgnum høvdið á
ungu gentuni, nú hon situr
har í rættarsalinum og skal
greiða frá, hvat hon hevur
verið úti fyri.
Abbi hevur altíð verið
góður við meg, men so fór
hann undir at nema við
meg, har hann ikki skuldi.
At byrja við skilti eg ikki,
hví hann nam við meg, og
eg tordi heldur ikki siga
nakað við mammu og tey,
hugsar hon við sær sjálvari.
Skal hon siga tað? Skal hon
siga alt - eisini tað, sum hon
ikki vil siga. Eyguni fjakka
í rúminum. Her hevur hon
ikki verið fyrr. Hon kennir
seg ótrygga, hóast øll royna
at hjálpa henni, og aftan
fyri lúrir óttin alla tíðina.
Hvat fer at henda, tá ið eg
havi
sagt
mína
søgu.
Mamma situr aftanfyri,
hvørjum heldur hon við?
Mær ella abba? Hann er jú
pápi hennara, men eisini
mamma mín. Hvat fer at
henda um abbi verður
dømdur, fer omma ongan-
tíð at tosa við meg aftur?
Soleiðis kundu støðan og
tankarnir verið, tá ið eitt av
eymu og oyðileggjandi
málunum um siðamisbrot
var fyri í einum rættarsali í
Føroyum.
Vit hava sett sálarfrøð-
inginum á Barnaverndini í
Havn, Sigruni Samuelsen,
stevnu til eitt prát um
siðamisbrot.
Í
greinini
verður serliga varpað ljós á
familjuna hjá ofrinum, og
hvussu familjan gongur um
siðamisbrotið, har gern-
ingsmaðurin er partur av
familjuni.
Tættari tess torførari
– Ein 68 ára gamal maður
fekk í dag tvey ára fongsuls-
revsing
fyri
kynsligan
ágang ímóti einari abba-
dóttir. Maðurin er ákærdur
fyri kynsligan ágang móti
abbadóttrini hjá sær í sjey
ár frá 1992-99. Tá var
gentan 6 til 13 ára gomul.
(Tíðindini í ÚF 31.mars
2004)
Við jøvnum millumbili
ber til at lesa og hoyra í
fjølmiðlunum um siðamis-
brot, har offrið og gern-
ingsmaðurin eru partur av
somu familju. Kynsligur
ágangur móti børnum vekir
nógvar sterkar kenslur, og
flestu okkara mugu fáa ilt
fyri hjarta at hoyra um
slíkar tilburðir.
Andstygd og vaml teljast
óivað millum skoðsmálini
flestu fólk geva teimum, ið
gera seg inn á smærri børn.
Børnini fáa álvarsamt mein
fyri lívið, og restina av
lívinum verða tey noydd at
liva við óhugnaligu hend-
ingini. At siðamisbrotið er
framt av familjulimi hjá
barninum, ger ikki byrðuna
lættari hjá barninum –
heldur tvørturímóti.
– Tað er altíð torførari hjá
einum barni at koma fram
við tí, tá gerningsmaðurin
er ein partur av familjuni.
Barnið veit fullvæl, at tað
kann fáa álvarsamar avleið-
ingar fyri familjuna, um
siðamisbrotið kemur fram í
ljósmála. Tættari samband-
ið er við gerningsmannin,
størri kensluligar avleið-
ingar fær tað fyri barnið,
greiðir Sigrun Samuelsen
frá.
Familjur syndrast
Sigrun Samulsen fortelur,
at siðamisbrot rørir alla
familjuna hjá offrinum.
Familjan gerst ómetaliga
kedd av hendingini, og fer
vanliga í eina álvarsama
kreppu.
– Eru gerningsmaðurin
og offrið úr somu familju,
er tað ein enn størri skelkur
fyri familjuna, enn um
onkur uttanífrá hevur gjørt
seg inn á eitt barn. Tað vil
altíð føra við sær ein vanda
fyri, at familjan verður
upployst. Familjan verður
noydd at fyrihalda seg til
tvey fólk, tey eru góð við
og hava tætt samband við.
Er talan um eina abba, ið
hevur gjørt seg inn á eitt
abbabarn, er tað vanliga
foreldrið at barninum, ið er
í ætt við abban, sum hevur
tað ómetaliga torført, vísir
sálarfrøðingurin á barna-
verndini í Havn á.
– At pápi tín hevur gjørt
seg inn á dóttir tína, kann
ikki annað enn seta eitt
menniskja í eina kensluliga
sera fløkta støðu. Kenslu-
ligt tilknýti er báðar vegir
og trupult er at fata, hvussu
eins egni pápi kann finna
uppá at gera tílíkt við
abbadóttrina. Hetta setir
sjálvsagt álvarsligan kíla í
sambandið millum faðir og
dóttir. Eisini sambandið við
ommuna at barninum kann
gerast trupult og í summum
førum ómøguligt, sigur
Sigrun Samuelsen
Hon greiðir frá, at fleiri
familjur syndrast av málum
um kynsligan ágang innan-
hýsis í familjuni. Brotið
kemst fyrst og fremst av, at
familjulimir ikki trúgva
upp á, at kynsligur ágangur
er farin fram í familjuni.
– Hinvegin er tað er ikki
altíð, at øll í familjuni velja
at taka støðu. Til ber eitt nú
til at vera fastur at barnin-
um og framvegis hava gott
samband bæði við barnið
og við abban, greiðir
Sigrun Samuelsen frá.
Hon leggur afturat, at í
fleiri førum, har ein abbi
ger seg inn á eitt abbabarn,
vísir tað seg, at hann fyrr
hevur gjørt seg inn á síni
egnu børn. Hetta kann
merkja, at mamman sjálv er
misnýtt av pápa sínum,
men ikki fyrr enn dóttir
hennara verður útsett fyri tí
sama, torir hon at koma
fram við tí.
Sambandið kann
halda fram
Tað er rættiliga ymiskt,
hvussu familjur handfara
siðamisbrot í familjuni.
Onkur velir fullkomiliga at
slíta sambandið við gern-
ingsmannin, meðan aðrar
velja ikki at taka frástøðu
frá honum.
– Hóast eitt siðamisbrot
er farið fram innanhýsis í
Mamma! Abbi misnýtir meg
Modelmynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
21
20