Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 25. mai 2004 23 Dia skal venja VÍF Higartil hevur hann bert vant feløg í Havn, men komandi ár verður tað í Vest- manna, at Dia Mid- jord skal royna eftir gullinum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Vestmenningar hava nú avgreitt venjaraspurningin á manssíðuni til komandi kappingarár. Seinnu hevur tað verið soleiðis í Vestmanna, at tað hava verið lokalar kempur, sum hava staðið fyri venj- ingini, og tey bæði seinnu árini hevur talan verið um leikandi venjara. Men soleiðis verður ikki í ár. Avtala er nevnliga fingin í lag við Dia Mid- jord, sum hesi bæði seinnu árini hevur vant mansliðið hjá Neistanum, tó at tað mest man vera úr Kyndli, at hann er kendur fyri avrik síni. Bæði sum venjari og leikari. Upp til leikararnar Og tá vit høvdu orðið á nýggja VÍF-venjaran tókt- ist hann vera spentur til nýggju uppgávuna. – Eg má siga, at hetta er ein øgiliga spennandi upp- gáva. VÍF plagar altíð at royna at liggja framvið, og eftir at teir tvey ár á rað hava vunnið bronsu, má málið verða at betra hetta, sigur hann, áðrenn hann leggur afturat, at enn er málið so ikki endaliga sett. – Tú fært ikki meg at siga, at gullið er tað, sum vit fara eftir. Tað er nakað, sum verður upp til leik- ararnar. Tað krevur í øllum førum nógv og hart arbeiði, um talan skal verða um pláss í oddinum, so tað veldst um, hvussu nógv teir leggja í venjingina. Men vit fara tó neyvan heilt skeivir, um vit her staðfesta, at gullið er mál- ið. Tað vildi í øllum førum ikki líkst Dia serliga nógv, um hann hevur ætlanir um at fara til Vestmanna at dyrgja eftir silvur- ella bronsumerkjum. Eingin trupulleiki Sum nevnt, so er tað einamest úr Kyndli, at Dia er kendur fyri avrik síni. Men hóast rivaliseringin millum júst Kyndil og VÍF er tiltikin stór, so heldur hann ikki, at hetta er nakar trupulleiki hjá sær. – Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi sum sagt, at hetta er ein sera spennandi upp- gáva, og eg gleði meg til at fara í holt við hesa, sigur hann at enda. KÍ og EB/S í finaluni Seinnu hálvfinalur- nar hjá kvinnunum vórðu leiktar sunnudagin STEYPAKAPPINGIN Jákup Mørk Tað verða KÍ og EB/- Streymur, sum í ár skulu spæla steypafinaluna hjá kvinnunum. Hetta gjørdist greitt, eftir at seinnu hálvfinalurnar í steypa- kappingini hjá kvinnum vórðu avgreiddar í dag. Í Havn endaði fyrra hálvfinalan millum B36 og KÍ 0-0, men við 3-1 sigri í Klaksvík ognaði KÍ sær sessin sætta árið á rað. Hetta var annars sjeynda ferðin á rað, at hesi bæði feløgini hittust í hálv- finaluni. Malena Josephsen legði KÍ á odda um miðjan fyrra hálvleik, og fáar minuttir seinni setti Rannvá Andrea- sen av álvara ferð á KÍ, tá hon við langskoti økti til 2- 0. Gott korter undan leik- loki økti Rannvá aftur til 3- 0, áðrenn Arnbjørg Daniel- sen pyntaði um úrslitið fyri B36. Á Eiði skuldi EB/- Streymur verja 2-1 leiðsl- una, sum tær vunnu sær í fyrra hálvfinaluni móti AB, og hetta gekk so eisini akkurát. Tað eydnaðist nevnliga AB at vinna dystin, men 1- 0 sigurin var akkurát ov lítil, og verður tað EB/- Streymur, sum við regluni um mál á útivølli ognaði sær finalusessin. 23 Julian Johnsson hevur nú givið avboð, og harvið er greitt, at eingin av útisetunum í Íslandi verður við um eina viku ímóti Hollandi LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Nú er tað greitt, at eingin av teimum trimum útisetunum í íslendskum fótbólti verður við, tá ið fótbóltslandsliðið um eina viku skal spæla vinardyst ímóti Hollandi. Dysturin verður spældur í Sveis, har hollendska landsliðið verður á venjing- arlegu. Julian Johnsson hevði vónað, og ÍA hevði ikki verið avvísandi um, at tað kanska fór at bera til at útseta landskappingardyst- in, sum ÍA skal spæla týs- dagin í næstu viku. Men eftir at Fram spælararnir Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen í síðstu viku góvu avboð, er tað nú greitt, at Julian Johnsson heldur ikki verður við, tá ið føroyska ferðalagið hvítu- sunnudag fer úr Føroyum og umvegis Kastrup og síð- ani til Sveis. Landsliðsvenjarin, Hen- rik Larsen, var í Føroyum um vikuskiftið. Hann var í Vági og fylgdi við í hálv- finaluni millum VB og HB. Á vøllinum vóru tveir landsliðsspælarar - Símun Samuelsen hjá VB og Rógvi Jacobsen hjá HB. Í gjár gjørdi Henrik Lar- sen av, at Jónhard Frede- riksberg skal við til Sveis í staðin fyri Julian Johnsson. Harvið verður ein álops- spælari tikin við í staðin fyri ein miðvallara. Jónhard Frederiksberg hevur saman við hinum skálamonnunum verið sera væl upplagdur í fyrstu fýra umførunum í landskappingini. Jónhard Frederiksberg er skrásettur fyri ein altjóða skrásettan landsdyst. Tað var 27. apríl í fjør, tá ið hann á Svangaskarði í 3-2 sigrinum ímóti Kasakstan loysti John Petersen av beinanvegin eftir steðgin. Eftir at teir tríggir í Ís- landi hava givið avboð, eru tað fimm spælarar, sum hesi seinastu árini hava verið fastir í landsliðs- ferðalagnum, ið ikki fara við til Sveis at spæla ímóti Hollandi. Umframt teir tríggjar er talan um Jón Róa Jacobsen og Christian Høgna Jacobsen. Teir eru báðir plágaðir at kross- bandsskaða í knænum. Jón Rói er um at koma fyri seg aftur, meðan Christian Høgni ikki verður førur fyri at spæla fótbólt aftur fyrr- enn eina ferð næsta vár. Flyta fyri landsliðið Útisetarnir í Fremad Amag- er eru ikki fastir menn á liðnum. Men teir verða av Henrik Larsen mettir at vera nóg væl fyri at spæla á landsliðnum. Tað er eingin trupulleiki at fáa teir við til Sveis. Upprunaliga var skráin hjá Fremad Amager soleið- is, at teir 2. hvítusunnudag skuldi spæla á heimavølli ímóti Randers, sum er á veg í superliguna. Nú er hetta broytt. Dysturin í Sundby Idrætspark er fluttur til seinnapartin hvítusunnu- dag. Hann er fluttur ein dag fram, tí føroysku spælarar- nir hjá Fremad Amager skulu til Sveis við føroyska landsliðnum. Eftir hæli Undan ferðini til Sveis er føroyska landsliðið dottið eitt sindur niður á styrkis- listanum hjá FIFA. Í apríl vóru Føroyar nummar 129. Nú eru Føroyar nummar 131. Malta, sum Føroyar skulu spæla ímóti á heima- vølli í august, er nummar 129. Tað er Malta saman við Palestina. Á styrkislist- anum, sum FIFA almanna- kunngjørdi í apríl, vóru Føroyar og Palestina í felag nummar 129. Danmark er ovasta norð- urlendska landið. Danmark er nummar fjúrtan, Svøríki er nummar 21, Noreg nummar 36, Finnland 42 og Ísland er nummar 56. Tað er fýra pláss hægri, enn ís- lendingar vóru fyri einum mánað síðani. Holland í toppinum Mótstøðuliðið hjá føroyska landsliðnum um eina viku er styrkismett rættuliga høgt. Holland er síðsta mánaðin flutt fýra pláss upp eftir stiganum.Nú eru teir á fjórða plássinum. Tað eru bara Brasil, Frakland og Spania, sum verða mett at eiga betri landslið enn Holland. Hollendska landsliðið fer nú undir síðstu fyrireiking- arnar til EM undankapp- ingina. Spælararnir skulu møta í morgin. Leygardag- in skulu teir spæla tann fyrsta av trimum lands- dystum, áðrenn teir fara til Portugal. Fyrsti dysturin verður ímóti grannunum úr Belgia, og hann verður spældur í Eindhoven. Eftir dystin ímóti Belgia fer hollendska landsliðið til Sveis, har teir týsdagin 1. juni skulu spæla ímóti Før- oyum. Síðsta hondin verður løgd á hollendsku fyri- reikingarnar til EM enda- spælið, tá ið teir grund-lóg- ardag, 5. juni, skulu spæla ímóti Írlandi. Nr. 97 • týsdagur • 25. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Jónhard fingið landsliðsboð Julian Johnsson fekk heldur ikki frí til landsdystin móti Hollandi, sum soleiðis verður uttan íslendsku útisetarnar Fyri Julian er Jónhard Frederiksberg boðsendur, og hevur oddaliðið, Skála, nú tvey umboð á landsliðnum C M Y K 22 M^pilabqfi_lø coÁ?^ipibs H^cäsboøro^qcÁ^ M^pilabFJ/2->>?C*.3 d^ppaofsfkavhh^omfpqˆi+ 0/*2.jj 5473*+ HDH/-,/.P hljmobpp^of/EH).-_^o dbsro/1-ifqo^orjjfkrqqfk+ 1776*+ PmfqM/-- _liq^mfpqˆi+ QbhropbvjcoÊ.2*4-jj+Sboƒroi^qfkÒhrccboqf+ 3776*+ ARL*C>PQ @KM32 pbvjmfpqˆiprjbopbo^s≠ibdk^ƒqfi_vddfmiÊqro+H^kkbfpfkfrj_vddg^pqqfiAB@O>*mfpqˆi+ 34..*+ M^pilabC1-- pbvjmfpqˆi+ 2-*.-2jj+ 42..*+ Jfhra^dfk/3jbfcoÁhi+.0+0-qfi.4+0-e^s^sfqsfqg^k^sCo^kpIblI^opbkcoÁRkfjbo`l+E∞sfsboøro^qpbq^pmrokfkd^orjqoŁpq^j_løldolvk^vjfphpi∞d^spbvjmfpqˆirj+S≠ihljfk^qolvk^j^phfkrok^obii^h^kph^_^o^cÁ^bfqqircqmoÁq+