týsdagur 25. mai 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 25. mai 2004
25
Skerdir fuglfirðingar
fingu málleysan javn-
leik, tá ið tað enn eina
ferð varð staðfest, at í
NSÍ hava teir stórar
trupulleikar at gera
mál
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Fuglfirðingar
fóru
væl
nøgdir inn um aftur Gøtueið
sunnudagin. Tað var ikki so
undarligt.
Teir
høvdu
megnað málleysan javnleik
í fyrru hálvfinaluni. Nú skal
avgerast fyrsta vikuskiftið í
juli — tað ger tað ikki verri
fyri teir, at tað veður á
Varmakeldustevnuni - um
teir
skulu
í
fyrstu
steypafinaluna síðani 1987,
ella um NSÍ skal royna seg
enn eina ferð. NSÍ var í
finaluni fyri tveimum árum
síðani, tá ið teir vunnu á HB.
ÍF megnaði ikki at fáa
týdningarmikla útivallar-
málið. Nú skulu teir ansa
eftir, at NSÍ ikki fær mál í
Fuglafirði. Um teir fara at
fáa mál, so skal ÍF í hvussu
so er skora tvær ferðir. Í
landskappingardystinum í
Fuglafirði 2. mai í 2.
umfari vann ÍF 4-2 á NSÍ í
Fuglafirði.
Fuglfirðingar vóru rættu-
liga skerdir, tá ið teir vitj-
aðu í Runavík. Bartal Elia-
sen var leikbannaður, tí
hann í steypakappingini
hevði fingið trý gul kort, og
Hanus Eliasen er so mikið
skaddur, at hann verður
ikki tøkur aftur fyrrenn um
einar tvær vikur.
Sum steinur omaná byrðu
kendist tað, tá ið høvuðs-
álitið í ÍF álopinum, Magni
á Lakjuni, noyddist at taka
seg burturúr longu í 1. hálv-
leiki, tí hann var skaddur.
Tað var tætt og spennandi
alla tíðina, og tað var ser-
liga í 1. hálvleiki, at mál-
møguleikarnir vóru.
Finna ikki meskarnar
NSÍ kendi ikki sína vitjn-
artíð á heimavøllinum. Teir
løgdu bragdliga fyri, og
fyrra partin av fyrra um-
farinum megnaðu teir fleiri
ferðir at spæla seg út um og
aftur um ÍF verjuna. Inn-
leggini vóru ikki so galin,
men NSÍ fekk ikki mál. Teir
tykjast ikki hava mannin,
sum hevur nøs fyri at vera á
rætta staðnum í røttu løtuni
og sum samstundis hevur
neyvleikan og er nóg kald-
ur, tá ið tað ræður mest um.
Jónstein Petersen, sum
hesa ferð mannaði álopið
saman við Andy Olsen og
Helga L. Petersen, ið ikki er
so málsøkin, sum hann hev-
ur verið undanfarnu árini,
hevði tvær góðar royndir,
men Kartin Joensen tók sær
væl av ti, sum kom innan-
fyri
málkarmin.
Mest
spennandi støðan stóðst av,
tá ið Kartin Joensen í ÍF
málinum royndi at sparka
burtur, og bólturin rakti í
Helga L. Petersen og rull-
aði av vøllinum dygst
skeivu megin stólpan —
sæð við NSÍ eygum.
Ian Højgaard, sum var
sentralur á miðvøllinum,
skipaði NSÍ spælið saman
við Alexandar Jovevic, ið
tykist gerast alt betri fyri,
eftir at hann leingi hevur
verið skaddur. Teir báðir og
eisini Sjúrður Jacobsen
royndu við skotum úti frá,
men tað segði tað sama hjá
NSÍ, sum sýndi góðan hug-
burð og stíðsvilja í nær-
dystunum.
Siðsta korterið varð Óli
Hansen, sum áður hevur ver-
ið álopsspælari, men sum í
fjør varð umskúlaður til
miðverja, settur fram í
álopið. Tað tóktist bera størri
tyngd við sær, men NSÍ
megnaði ikki at fáa mál.
ÍF fótaði sær miðskeiðis í
fyrra umfarinum, og eisini í
2. hálvleiki vóru teir væl
við eina góða løtu, eftir at
NSÍ so at siga hevði runnið
hornini av sær. Høgni
Zachariasen, sum er komin
fyri seg aftur eftir drúgt tíð-
arskeið við skaða, hevði
næstu ÍF royndina. Eftir
uppspæl og út frá smekkaði
hann til, og bólturin tók í
tvørtræið aftanfyri Jens
Martin Knudsen, áðrenn
hann av vøllinum og út til
málspark. Bárður á Lakjuni
hevði møguleika at seta
krúllin undir bóltin, men í
góðari støðu í brotsteigin-
um valdi hann heldur at
royna at temja, og so spurd-
ist einki burturúr.
Høgni á Lakjuni varð
settur á vøllin fyri systkina-
barnið, Magna á Lakjuni.
Hann stríddist saman við
bróðrinum Bárði á Lakjuni,
men tað eydnaðist teimum
ikki at fáa mál.
Ivaleyst verða fyritreyt-
irnar hjá ÍF betri, tá ið teir
skulu royna seg í seinnu
hálvfinaluni. Um Magni,
Bartal og Hanus tá fara at
vera topptrimmaðir, og kann
tað væl fara at vera, at NSÍ
fer at fáa nóg mikið at hugsa
um. Undir øllum umstøðum
er lagt upp til sera spennani
oyggjauppgerð, har tað skal
finnast fram til, um tað nú
skal vera ÍF ella NSÍ, sum
skal spæla steypafinalu á
Ólavsøku.
NSÍ-ÍF 0-0:
NSÍ kendi ikki sína vitjunartíð
Runavíkingar lógu framvið
fleiri ferðir, men tað eydn-
aðist teimum ikki at skjóta
málið, sum kundi givið
teimum avgerandi fyrimunin
Mynd: Álvur Haraldsen
NSí-ÍF 0-0
Fyrra hálvfinala í kappingini um Løgmanssteypið
Dómari: Lassin Isaksen
NSÍ: Jens Martin Knudsen — Brynjolvur Nielsen,
Óli Hansen, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen —
Alexandar Jovevic (74: Kári Hansen), Jústinus R.
Hansen (84: Áki L. Hansen), Ian Højgaard — Gert
Langgaard, Helgi L. Petersen (74: Andy Olsen),
Jónstein Petersen
ÍF: Kartin Joensen — Árni Petersen, Viggo Jo-
hannesen, Áki Petersen, Rúni Elttør — Eyðolvur R.
Petersen, Roy Róin, Høgni Zachariasen, Fritleif í
Lambanum (Sverri Ellingsgaard, 90.) — Magni á
Lakjuni (Høgni á Lakjuni, 34.), Bárður á Lakjuni
(Teitur Joensen, 86.)
FAKTA UM DYSTIN
Hóast teir vóru
frammanfyri eftir at
hava spælt ímóti
nógva vindinum, so
megnaðu vágbingar
ikki at vinna á HB,
sum harvið tykist
vera betri fyri enn
vágbingarnir undan
seinnu hálvfinaluni
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Einki er avgjørt enn. So
plagar sparikassamaðurin í
Klaksvík at taka til í
summum av mongu fínu
sendingunum, sum hann
hesi seinastu árini hevur
verið meistari fyri í útvarp-
inum. Og skal haldast fram
í kjalarvørrinum hjá hon-
um, so er næsta staðfest-
ingin, at tað er sera, sera,
sera sannlíkt, at HB verður
annar parturin í steypafin-
aluni. Eftir 1-1 í fyrru hálv-
finaluni verður tað VB,
sum skal leypa á, tá ið
seinna hálvfinalan verður á
skránni fyrsta vikuskiftið í
juli. Um tað fer at enda
málleyst ta ferðina, so
verður HB samantaldur
vinnari, tí teir hava skorað á
útivølli.
VB var í Gundadali fyri
stórari viku síðani. Ta
ferðina endaði tað 2-1 til
heimaliðið í uppgerð, har
tað var nógv upp og niður.
HB kundi rudduliga havt
avgjørt í fyrra umfarinum,
og eftir steðgin var VB om-
aná, áðrenn HB fekk sig-
VB-HB 1-1 (1-0):
HB syrgdi fyri
góðari útgangsstøðu
HB eigur betru útgangs-
støðuna, eftir at teir á nýggja
undirlagnum í Vági fingu 1-
1 javnleik móti VB
Mynd: Áki Bertholdsen
Framhald á síðu 28
25
24
Nr. 97 - 25. mai 2004
Talvið hesa
vikuna
GM Nyback,T (2545) —
GM Nikolic,P (2648)
5th IECC Antalya TUR
(5), 20.05.2004
1.Rif3 d5 2.d4 Rif6 3.c4
e6 4.Ric3 Ribd7 5.Bg5 h6
6.Bh4 dxc4 (Móttikið
dronningagambit)
7.e3
Rib6 8.Bxc4 (Áhugavert.
Rie5 var ein annar møgu-
leiki) 8...Rixc4 9.Fa4+
Bd7 10.Fxc4 Rc8 11.0—0
Be7
(Nakað
passivt.
11...c5
er
hvassari)
12.Rfd1 0—0 13.Fb3 b6
14.Rie5! (Svartur er undir
trýsti) 14...c6 15.Rac1 Be8
16.Rc2 g5 (Viknar nakað
um kongastøðuna, men er
nakað alternativ?) 17.Bg3
Rih5
18.Rdc1
Rixg3
19.hxg3
Fc7
20.Rie4
(Svartur kann í løtuni ikki
brúka sítt bispapar til
nógv. Hvíta riddaraparið
hinvegin er sterkt) 20...c5
21.f3 Kg7 22.g4 (Hvítur
hevur góða tíð at byggja
støðuna upp) 22...Rd8
23.Rid3 Bc6 24.Ridf2
Bd5 25.Fc3 (Svartur miss-
ur finnu. Leikar hann c4,
svarar hvítur við b3 og
Rid2) 25...f5 26.dxc5+
Kg6
27.cxb6
Fxb6
28.gxf5+ exf5 29.Fe5?
(Ric5 væl betur) 29...Rf7?
(Alneyðugt var at leika
fxe4!)
30.Rig3
Fd6
31.Fxd6+ Bxd6
Støðumynd
eftir
31...Bxd6
32.Rixf5! Rxf5 33.e4
Bxe4
34.Rixe4
Bf4
35.Rc6+ Kg7 36.R1c3
Be5 37.Rb3 Rf7 38.Rb5
Rd1+
39.Kf2
Bd4+
40.Ke2 Rg1 41.Rid6 Og
Nikolic gavst. 41...Rxg2+
hjálpir ikki orsakað av at
42.Kd3 vinnur 1—0
Ilt er í núverandi løtu
at gita hvørjir seks
telvarar umboða Før-
oyar við Talvolympi-
aduna, sum verður
leikt í Mallorka í
oktober/novembur.
Stríðið um plássini er
av álvara byrjað
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Talvsamband Føroyar hev-
ur júst avgjørt, at OL-liðið
verður sett fyrst í august
mánaða. Hetta eru alneyð-
ug tíðindi fyri telvararnir,
sum stríðast um at koma á
liðið, at teir nú hava greið
boð um úttøkuna. Útisetar
og áhugaðir yvirhøvur,
kunnu nú t.d. brúka Pol-
itiken Cup í Keypmanna-
havn í juli til at betra um
møguleikar sínir. Eisini er
stór HT-open kapping í
Havnini í juni.
– Nevndin hevur fingið
at vita, at fleiri OL-kandi-
datar venja miðvíst til OL,
og hava ætlanir um at taka
lut í kappingum komandi
mánaðirnir fyri at menna
seg enn meira og náa einum
hægri styrkitali. TSF miðj-
ar eftir - sum vanligt hevur
verið - at senda 6 telvarar
avstað. Liðið verður enda-
liga sett fyrst í august mán-
aða, sigur Andrias Ziska,
formaður í Talvsamband-
inum.
Vísið andlit
Tískil er greitt, at telvarar
hava komandi summar-
mánaðirnir at vísa sína
dygdir, og sannføra nevnd-
ina at teir eiga pláss á liðn-
um. Neyðugt er nevnliga, at
telvarar eru aktivir.
– Nevndin fer í stóran
mun at leggja dent á aktiv-
itetsstigið hjá telvararunum
seinastu tíðina, ásannandi
at styrkistøl harvið á besta
hátt lýsa "dagsformin" hjá
kandidatunum,
sigur
Andrias.
Talvsambandið fer at
leggja skriv út á heima-
síðuna
(www.faroe-
chess.com) um komandi
OL-kappingina, har nomið
verður serliga við úttøku-
háttin.
Sætta umboðið
Sannlíkt er, at John Arni
Nilssen (2414), Heini Ol-
sen (2337), Martin Poulsen
(2310), Flóvin Tór Næs
(2277) og John Rødgaard
(2269) fáa pláss á endaliga
liðnum. Avboð kunnu sjálv-
sagt spæla ein leiklut.
Tað eru serliga Hans
Kristian Simonsen (2244),
Olaf Berg (2242) og Ólavur
Simonsen (2241, sum í
løtuni stríðast um sætta
plássið. Verður talan um
avboð, so verður farið eftir
telvarum í tyngra endanum
av topp 10; Carl Eli N.
Samuelsen (2213), Eyðun
Nolsøe (2211) og Rógvi W.
Rasmussen (2207). Tað er
tó tíð enn hjá hesum
nevndu telvarum at gera
seg galdandi innan enda-
ligu úttøkuna, og somikið
langt aftanfyri topp 6 eru
teir heldur ikki.
Telving í Evropa
Í Sarajevo verður 34th
Bosna Tournament í hesum
døgum leikt. Alexei Shirov
(2713) hevur lagt væl út, og
hevur 4,5 stig eftir fyrstu
fimm umførini. Hann hevur
skúgva mótstøðuna til viks
við mongum flottum álops-
talvum. Ein sera áskoð-
aravinarligur og vældámdur
telvari. Sergei Movsevian
(2647) og Victor Bologan
(2665) eru tó ikki langt
aftanfyri. Vælkendi Ivan
Sokolov (2690) er somu-
leiðis í ovari helvt, meðan
illa gongst fyrrverandi HM-
avbjóðaranum Nigel Short
(2712), sum einans hevur
hálvtannað stig.
Í Turkalandi verður Evr-
opameistaraskapurin
fyri
einstaklingar
somuleiðis
leiktur í hesum døgum. Tí-
verri hevur hendan kapping
ikki fingið status sum ein
"superstórmeistarakappin".
Telvarar velja aðrar kapp-
ingar framum, eitt nú kapp-
ingina í Sarajevo. Teir sterk-
astu telvararnir í heiminum
hava ikki tikið lut í EM
síðani kappingin fyrstu ferð
bleiv leikt í 2000. Men
vónandi verður EM einaferð
ein siðvond kapping við al-
skyns superstórmeistarum.
Tó so, Vassily Ivanchuk
við sínum 2716 ratingstig-
um prýðir væl um kapping-
ina í ár. Hann hevur 5 stig
av 7 møguligum, og er á
einum deildum 3. plássi.
Tannáringarnir David Nav-
ara (2602) og Shakhriyar
Mamedyarov (2657) eru á
odda við 5,5 stigum. Pre-
drag Nikolic, sum vit før-
oyingar kenna væl, byrjaði
væl, men varð steðgaður í
fimta umfari, og hevur 4,5
stig. Talvið sum Nikolic
tapti, er við í blaðnum.
Úrslit og tíðir av Skála
5-mannafør dreingir
1
Blikur
5.33.14
2
Fípan Fagra
5.37.18
3
Spógvin
5.39.12
4
Sílið
5.46.07
5
Havfrúgvin
5.49.19
6
Tekla
5.56.16
7
Drekin
5.58.11
8
Tjaldri
6.00.00
9
Kollur
6.06.06
6-mannafør kvinnur
1
Páll Fangi
5.51.22
2
Víkingur
6.03.08
3
Lómur
6.16.14
4
Sundabáturin
6.26.08
5-mannafør gentir
1
Drekin
5.41.11
2
Blikur
5.41.16
3
Frúvin
5.41.17
4
Firvaldur
5.43.16
5
Sílið
5.48.00
6
Havfrúgvin
5.51.01
7
Fípan Fagra
5.51.03
8
Junkarin
5.56.03
9
Hvassi
6.13.20
10 Tjaldri
6.18.05
11 Falkur
6.28.07
12 Tekla
6.30.22
6-mannafør menn
1
Páll Fangi
7.49.17
2
Sundabáturin
7.51.07
3
Strálan
7.57.21
4
Víkingur
8.03.07
5
Lómur
8.04.13
6
Sølmundur
8.05.11
7
Hósvíkingur/Stjørnan
8.19.07
8
Hvessingur
8.39.00
8-mannafør
1
Argjabáturin
7.49.11
2
Nevið Reyða
7.56.16
3
Knørrur
8.07.23
Skála og Klaksvík eru við aftur
Fyrstu ábendingarnar
um støðuna hjá kapp-
róðrarmanningunum
vóru at síggja, tá ið tað
í einki serligum lík-
indum varð róð á
Skála, og tær siga, at
Skála og Klaksvík ætla
sær at kappast við tey
bestu
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Annan leygardag verður
fyrsti FM kappróðurin.
Sum vanligt so verður hann
á Norðoyastevnu í Klaks-
vík. Seinnu árini hevur
fyrsta ábendingin um støð-
una hjá kappróðrarmann-
ingunum verið at fingið á
bygdastevnuni á Skála.
Henda stevnan var um
vikuskiftið, og sunnudagin
varð skipað fyri kappróðri.
Líkindini vóru ikki av
teimum bestu, men tað
eydnaðist kortini at av-
greiða allar róðrarnar.
Eingin kapping var mill-
um 10-mannaførini, og lut-
tøkan var ikki stór millum
8-mannaførini.
Trý
8-
mannafør vildu tvær vikur
undan fyrsta FM-róðrinum
vísa, hvussu tey eru fyri.
Argjabáturin hevur verið
millum teir fremstu nógvu
tey seinastu árini, og hann
tykist vera væl fyri í ár.
Argjabáturin var góðar
tvær bátslongdir framman-
fyri Nevið Reyða, sum aft-
ur var fleiri bátslongdir
undan Knørri.
Á Skála verður mest
tosað um fótbólt, men teir
eru heldur ikki í kappróðri
sørir. Seinnu árini hevur
lítið verið at sæð til Skála-
bátin og 5-mannafarið Blik,
men
sunnudagin
var
dreingjamanningin við aft-
ur og tað í stórum stíli.
Blikur var meiri enn leysur
av næsta bátinum. Næst-
fyrst var Fípan Fagra. Har-
við vístu eisini dreingirnir
úr Klaksvík, at teir ætla sær
at vera við í FM kapping-
ini. Fípan vann næstfremsta
plássið í tættari kapping við
Spógvan. Longi afturi í
røðini vóru eitt nú Sílið,
Tjaldrið og Havfrúgvin,
sum tey seinastu árini hava
vunnið nógv. Ivaleyst fara
hesar manningarnar at vera
við, har tað gongur fyri seg,
tá ið teir hava vant tvær
vikur afturat, og tað fer at
verða kappast um FM stig.
Genturóðurin vann Drek-
in hjá Havnar Róðrarfelag.
Talan var um tættastu kapp-
ingina av øllum. Drekin var
bara eina sponn framman-
fyri Blik av Skála, sum aftur
var eitt evarska lítið sindur
frammanfyri Frúnna. Ikki
færri enn tólv gentumann-
ingar luttóku á Skála.
Eisini í kappingini millum
6-mannafør við monnum
var klaksvíksbáturin væl
við. Páll Fangi vann sann-
førandi, men so skal beinan-
vegin leggjast afturat, at tað
ikki vóru klaksvíkingar, sum
mannaðu bátin. Tað vóru
menn av 10-mannafarinum
Eysturoyingi, sum róðu og
vóru eina hálva bátslongd
frammanfyri
Sundabátin.
Teir í Norðdepli/Hvanna-
sundi vóru greitt nummar
tvey. Hjá teimum verður
spennandi at síggja, hvussu
Norðoyastevnan
fer
at
hilnast. Teir vóru greitt
frammanfyri Stráluna. Einki
var at síggja til Smyril,
Gongurólv og Jarnbard, sum
hava staðið seg væl.
Í kappingini millum 6-
mannafør við kvinnum var
Páll Fangi fleiri bátslongdir
frammanfyri Víking. Lóm-
ur og Sundabáturin róðu
mest sum fyri seg sjálvar.
Einki er at ivast í, at á
Norðoyastevnu verður tað
serliga frá Jarnbardi og
Gongurólvi, at Páll Fangi
fer at fáa stóra kapping.
OL - liðið sett í august
Bæði hjá kvinnum og monnum vann Páll Fangi róðurin
C
M
Y
K
24