týsdagur 25. mai 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 25. mai 2004
27
27
26
Nr. 97 - 25. mai 2004
Fýra umfør undan
kappingarenda bend-
ir nógv á, at felagið
hjá Christian Høgna
skal flyta niður, og at
Fremad Amager skal
eiga rættin til næst-
bestu deildina í eitt ár
afturat
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Hjá Horsens og Johan B.
Hansen hevur gongdin í vár
mint nógv um hana hjá
Brøndby.
Eftir
greitt
fremsta pláss í vetrarsteðg-
inum hava teir søplað
leiðsluna burtur. Í fyrstu
atløgu tóktist tað sum um,
at næstfremsta plássið fór
at verða tryggjað, og tað
hevði verið nóg mikið til
uppflyting. Men nú sær
einki út, og fýra umfør und-
an kappingarenda er støðan
soleiðis, at tað næstan skal
eitt undur til, um Horsens
skal vinna næstfremsta
plássið frá Randers.
Sunnudagin var Horsens
í Fredericia. Heimaliðið
hevði ikki vunnið síðani
vetrarsteðgin, men tað sást
ikki á avrikinum. Fredericia
vann 3-0 á Horsens, sum
ikki tykist sleppa av aftur
við gummibeinini.
Hjá oddaliðunum var
eingin slingur í valsinum.
Silkeborg
sum
ivaleyst
verður tryggjað matematiskt
at flyta upp næsta vikuskifti,
vann 5-0 á illa stadda FC
Aarhus, og Randers vann
ikki minni enn 7-0 í Vejle!
Hetta man vera ein tann
størsti ósigurin hjá Vejle á
heimavølli í mong, mong ár.
Felagið
hjá
Christian
Høgna Jacobsen er ikki væl
fyri. Stórtapið bendir á ikki
serligar vánir at vinna tað,
sum krevst fyri at yvirliva.
Vejle er undir strikuni, men
teir eru ikki heilt dumpaðir
enn. Fyri Vejle kom tað væl
við, at Skjold vann granna-
stríðið 1-0 ímóti B93, tí B93
er bara eitt stig frammanfyri
Vejle.
Niðurflutta B1913 vann
3-2 á Brønshøj, sum harvið
framvegis er møguligur
niðurflytari.
Fremad Amager slapp
næstan leyst av hóttanini um
niðurflyting. Eftir fyrra
umfarið sá tað ikki væl út á
heimavøllinum í Sundby,
har Sønderjyske var framm-
anfyri 2-0. Eingin føroying-
ur hevði verið á vøllinum í
fyrra umfarinum. Beinan-
vegin eftir steðgin kom
Hjalgrím Elttør inn, og í 58.
minutti varð Andrew av
Fløtum skiftur inn. Hann
hevði bara verið á vøllinum
í tveir minuttir, tá ið hann
minkaði um munin, og
tríggjar minuttir undan leik-
loki javnaði Fremad Amag-
er til 2-2. Einki var at síggja
til Jann Inga Petersen.
Í evstu løtu eydnaðist
tað FCK at javna ímóti
AaB og harvið at varð-
veita møguleikan
sjálvir at gera um, um
teir skulu gerast
meistarar ella ikki
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað er væl pallsett í donsku
fótbóltskappingini. Síðsta
umfarið verður spælt hvítu-
sunnuaftan, og tað verður
ikki fyrrenn eftir síðsta
bríkslið leygardagin, at tað
er greitt, hvør fer at vinna
meistaraskapin.
Sunnudagin varð greitt,
at tað verður Brøndby ella
FCK, sum verður meistari.
Esbjerg hevur verið væl
fyri, men sunnudagin taptu
teir fyri fjóru ferð á rað.
Tað ber ikki til í endaspurt-
inum, um tú ætlar tær at
gerast meistari. Í Esbjerg
eru teir vónbrotnir av, at
teir fingu gummibein og
ikki megnaðu at halda tørn,
tá ið tað ráddi mest um.
Men teir eru samstundis
fegnir um, at teir rukku tí,
sum teir undan kappingar-
byrjan ætlaðu sær.
Hesa ferð tapti Esbjerg í
Herning. Hetta var fjórða
ferðin, at FCM spældi á
nýggja heimavøllinum, og
hetta var fjórða ferðin, at teir
vunnu. Sigursmálið fingu
teir tríggjar minuttir undan
leikloki, eftir at Esbjerg
hevði verið frammanfyri frá
12. og til 65. minutt. Nógvir
fótbóltskeypmenn vóru og
sýnaðu egyptiska Mohamed
Zidan hjá heimaliðnum.
Hann skoraði ikki hesa ferð,
men hann spældi væl, og tað
er rættuliga sannlíkt, at hann
fer at spæla onkra aðra
staðni enn í Herning eftir
summarsteðgin.
Stóra kappingin
Í
Keypmannahavn
var
Brøndby eina løtu sunnu-
dagin á fyrsta plássinum. Í
Valby løgdu teir seg á odda
í 5. minutti, og tá ið AaB
legði seg á odda í Parkini
ímóti FCK, var Brøndby
ovast
á
støðutalvuni.
Brøndby økti til 3-0, áðr-
enn Frem svaraði aftur, og
minkaði um munin til 3-1.
Tvey tey síðstu Brøndby
málini skoraði Andreas
Jakobsson, sum verður í
svensku miðverjuni, tá ið
EM kappingin verður í
Portugal um tvær vikur.
Í Parkini stóð leingi ikki
so væl til hjá FCK. Todi
Jónsson og Álvaro Santos
vóru í FCK álopinum. Í 1.
hálvleiki fingu teir ikki
stóran stuðul aftanífrá.
Todi, sum orsaka av lítlari
spælitíð ikki er heilt á topp-
inum, hevði onkrar royndir,
sum fóru við síðuna av.
Bestu FCK royndina í 1.
hálvleiki átti Álvaro San-
tos, tá ið hann sera hegnis-
liga tamdi høga sending og
sendi bóltin í stólpan.
Tveir
minuttr
undan
hvíldini kom AaB á odda.
Undan sunnudegnum varð
møguleikin nevndur, at AaB
fór at geva FCK sigurin, so
FCK gjørdist meistari, og
AaB harvið sum tapari í
steypafinaluni skuldi vinna
pláss í UEFA Cup. Hesum
ørvitistosinum gjørdi AaB
rudduliga til skammar. Teir
vóru álopshugaðir, trýstu
heimaliðið aftur á vøllin, og
tveir minuttir undan hvíldini
stútaði Thomas Augustin-
ussen teir framum eftir inn-
legg úr høgru.
Eftir steðgin royndi FCK
at trýsta. Todi Jónsson varð
útskiftur, tá ið ein tími var
farin. Tríggjar minuttir
undan leikloki varð suður-
afrikanski Elri van Heerden
settur á vøllin. Hetta var
fyrsta royndin hjá honum á
FCK liðnum. Fyrstu ferð
hann nært bóltinum var, tá
ið Álvaro spældi út frá til
hansara, og nýggi maðurin
úr tjúgu metrum og við inn-
aru síðuni sendi framvið
AaB málverjanum, Jimmy
Nielsen, sum annars var
besti maður á vøllinum.
Ovurstórur fagnaður, og
FCK hevur framvegis av-
gerðina í egnum hondum.
Tað er eitt stig aftur til
Brøndby, sum eftir fyrsta
sigurin á útivølli í vár er
stórfavorittur á heimavølli
ímóti niðurflutta AB.
FCK skal spæla á útivølli
ímóti FCN í Farum. Har
fara áskoðarainntøkurnar at
verða væl størri leygardag-
in, enn tær plaga at vera. Í
FCK kenna teir treytirnar.
Teir skulu fáa trý stig burt-
urúr. Meiri spennandi fær
tað illa verið.
Niðurflytingin
avgjørd
Undan vikuskiftinum var
tað greitt, at AB næsta
kappingarár skal spæla í
næstbestu deildini. Sunnu-
dagin høvdu teir í Gladsaxe
vitjan av AGF, sum við
sigri hevði møguleika at
vinna seg fram á sjeynda
plássið. AB hevur vunnið
síðstu ferðirnar, og teir
tykjast ætla at biðja farvæl
við manér. Íslendski Helgi
Sigurðsson minkaði fyri
AGF um munin til 2-1, men
AB vann 3-1.
Eftir tapið ímóti Brøndby
var greitt, at Frem í hesum
umfarinum bara slapp at
spæla eitt ár í bestu deild-
ini. Herfølge og FCN hava
verið í vanda fyri at flyta
niður. Sunnudagn spældu
tey 1-1 í Herfølge, og har-
við tryggjaðu bæði liðini
sær eitt ár afturat í bestu
deildini.
Viborg og OB spældu 2-
2. Í OB var einki at síggja
til Jákup á Borg. Hann
hevur síðstu vikuna spælt
tríggjar dystir í Danmarks-
seriuni, har hann í síðstu
viku skoraði eitt mál.
Skráin í 33. og síðsta um-
farinum, sum verður leyg-
ardagin 29. mai ella hvítu-
sunnuaftan
er
henda:
Brøndby-AB, FCN-FCK,
OB-Herfølge,
Esbjerg-
Frem,
AGF-Viborg
og
AaB-FCM.
Danska superligan
v
t
d
v -
j -
t
mál
mál
+/-
stig
1 FCK (M)
32
19 - 8 - 5
52
25
27
65
2 Brøndby (S)
32
19 - 7 - 6
53
28
25
64
3 Esbjerg
32
17 - 8 - 7
65
41
24
59
4 OB
32
15 - 9 - 8
62
46
16
54
5 AaB
32
15 - 9 - 8
52
40
12
54
6 FCM
32
14 - 6 - 12
64
48
16
48
7 Viborg
32
10 - 9 - 13
45
44
1
39
8 AGF
32
11 - 3 - 18
45
65
-20
36
9 FC Nordsj.
32
7 - 11 - 14
33
55
-22
32
10 Herfølge
32
8 - 7 - 17
34
53
-19
31
11 Frem
32
8 - 3 - 21
37
59
-22
27
12 AB
32
8 - 2 - 22
30
68
-38
26
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jákup á Borg
(OB)
Danska 1. deild
v
t
d
v -
j -
t
mál
mál
+/-
stig
1 Silkeborg
26
19 - 4 - 3
61
18
43
61
2 Randers FC
26
18 - 3 - 5
74
37
37
57
3 AC Horsens
26
16 - 5 - 5
42
20
22
53
4 Køge
26
14 - 7 - 5
50
35
15
49
5 Sønderjyske E 26
14 - 6 - 6
65
40
25
48
6 Skjold
26
13 - 4 - 9
53
45
8
43
7 Nykøbing
26
12 - 4 - 10
42
41
1
40
8 Ølstykke
26
12 - 3 - 11
56
48
8
39
9 Fredericia
26
8 - 9 - 9
36
37
-1
33
10 FC Nordj.
26
8 - 8 - 10
30
39
-9
32
11 Fremad Am. 26
7 - 7 - 12
36
46
-10
28
12 Brønshøj
26
6 - 6 - 14
37
61
-24
24
13 B 93
26
5 - 7 - 14
33
46
-13
22
14 Vejle
26
5 - 6 - 15
32
56
-24
21
15 FC Aarhus
26
5 - 3 - 18
25
63
-38
18
16 B 1913
26
2 - 6 - 18
20
60
-40
12
Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen,(Vejle),
Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør
(Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens)
Danska 2. deild
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1 Dalum
26 16 - 5 - 5
61
34
27
53
2 HIK
26 14 - 7 - 5
54
37
17
49
3 Næstved
26 13 - 8 - 5
54
27
27
47
4 Holbæk
26 12 - 7 - 7
54
39
15
43
5 Kolding FC 26 12 - 7 - 7
46
39
7
43
6 Slagelse
26 10 - 7 - 9
47
39
8
37
7 B1909
26 11 - 4 - 11
49
42
7
37
8 Brabrand
26
9 - 8 - 9
47
38
9
35
9 Glostrup
26 10 - 4 - 12
48
50
-2
34
10 Lyngby
26
7 - 9 - 10
44
56 -12
30
11 Hjørring
26
9 - 3 - 14
37
69 -32
30
12 Jetsmark
26
7 - 8 - 11
34
55 -21
29
13 Skive
26
8 - 4 - 14
45
52
-7
28
14 Kalundborg 26
6 - 9 - 11
52
58
-6
27
15 Holstebro
26
7 - 5 - 14
43
57 -14
26
16 Hvidovre
26
5 - 9 - 12
29
52 -23
24
Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby)
Íslendska
Landsbankadeildin
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1 Keflavík
2
2 - 0 - 0
5
2
3
6
2 Fram
2
1 - 1 - 0
4
1
3
4
3 Fylkir
2
1 - 1 - 0
2
1
1
4
4 KA
2
1 - 0 - 1
2
2
0
3
5 FH
2
1 - 0 - 1
1
1
0
3
6 ÍBV
2
0 - 2 - 0
2
2
0
2
7 ÍA
2
0 - 2 - 0
1
1
0
2
8 Grindavík
2
0 - 2 - 0
1
1
0
2
9 KR
2
0 - 0 - 2
1
4
-3
0
10 Víkingur R 2
0 - 0 - 2
0
4
-4
0
Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði
Benjaminsen og Hans Fróði Hansen (Fram)
Spenningur til síðsta sparkið
Johan flytur ikki upp
Í evstu løtu eydnaðist FCK at javna móti AaB, soleiðis at tað
framvegis eru hvítu leyvurnar, sum standa við avgerðini um
DM-gullið
C
M
Y
K
26
Vágastríðið stendur við
Í farnu viku sendi
nevndin í MB út
tíðindaskriv, men
stórur partur av
hesum verður avvíst
sum beinleiðis lygn
av FS Vágum
FS VÁGAR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru nú tríggjar vikur
síðani, at MB í tíðinda-
skrivi boðaði frá, at tey
tóku seg úr samstarvinum,
FS Vágar.
Umframt at siga sam-
starvið upp, so var tað tó
ikki stórvegis upplýsingar,
sum nevndin í MB vildi
geva frá sær, men í farnu
viku varð so eitt tíðinda-
skriv sent fjølmiðlunum.
Í hesum førdi MB mill-
um annað fram, at tey ikki
kundu góðtaka, at FS Vágar
ætlaði sær at yvirtaka allar
ungdómsdeildirnar,
og
hartil varð sagt, at enn
hevur MB ikki fingið eina
krónu av UEFA-pengunum,
sum verða latnir feløgunum
til ungdómsarbeiðið.
Eisini sigur MB, at
nevndin als einki skeivt
hevur
gjørt
í
hesum
málinum, vísandi til ivan,
sum hevur tikið seg upp,
hvørt nevndin yvir høvur
hevði heimild til at taka
hetta stigið.
Svørt lygn
Í FS Vágum vilja tey ikki
soleiðis uttan víðari hava
sitandi á sær, at MB leggur
tey undir at vera orsøkin til
slitið. Og hartil sigur
nevndin, at nógv av tí, sum
MB førir fram, er beinleiðis
lygn.
Millum annað førir MB
fram í sínum skrivi, at tey
eiga tveir limir í nevndini
fyri FS Vágar, men sam-
bært viðtøkunum fyri fel-
agsliðið, so er hetta tó ikki
heilt rætt.
Í viðtøkunum fyri FS
Vágar stendur, at ein 6-
mannanevnd verður vald at
standa fyri dagliga rakstr-
inum, og at MB og SÍF eiga
hvør sín lim av hesum seks.
Hartil sigur MB, at lim-
irnir í FSV-nevndini hava
sýtt fyri at lata MB innlit í
gerabøkur og roknskapir,
men sambært FS Vágum er
einki um hesar atfinningar.
Heldur ikki siga tey nakað
vera um tosið, at FSV ætlar
at leggja allan fótbóltin í
oynni undir seg.
– Tað, sum vit hava
ynskt, er at yngru leikar-
arnir hjá SÍF og MB hava
møguleika at spæla á einum
liði, sum kann spæla um
heilan vøll. Tilfeingið í fel-
øgunum loyvir ikki meira,
enn at taka lut í kapping-
unum um hálvan vøll, og
tað sigur seg sjálvt, at hetta
er ein bági fyri menningina
av leikarunum.
MB eigur ikki
pengarnar
Um UEFA pengarnar sigur
MB – sum tað er nevnt om-
anfyri – at enn hava tey ikki
sæð eina krónu av hesum.
Til hetta siga tey í FS, at
tað sum so er rætt, men
siðani verður lagt aftur, at
MB als ikki eigur hesar
pengar.
Reglurnar fyri býtið av
pengunum staðfesta, at tað
eru tey feløg, sum taka lut í
vaksnamannadeildunum,
og sum ikki vinna seg fram
til europeisku kappingar-
nar, sum eiga hendan pen-
ing. Tað vil við øðrum orð-
um siga, at tað er FS Vágar,
sum er móttakari av upp-
hæddini.
Og um nýtsluna av peng-
unum siga tey í FS, at hesir
eru nýttir beinleiðis til ung-
dómsarbeiðið.
– Vit hava venjarar til tey
ungdómslið, sum eru í fel-
agsliðnum, og hesir kosta
sjálvandi. Hartil kostar tað
eisini at fáa leikarar aftur
og fram til venjingar og
dystir, og í triðja lagi, so
skal roknskapurin fyri hes-
ar útreiðslur góðkennast,
áðrenn FSF letur peng-
arnar, eru greiðu boðini úr
FS Vágum hesum við-
víkjandi.
– Og eru tað pengar, sum
standa í vegin fyri sam-
starvinum, so átti MB fyrst
at greitt síni viðurskifti við
hini feløgini í oynni, er
eftirfylgjandi staðfestingin.
Slíta fyrst og atkvøða
aftaná
Umframt ósemjuna um
pengar, so tykist nevndin
vera hørm um framferðina
hjá MB í málinum yvir-
høvur.
Millum annað finnast tey
harðliga at, at MB í seinna
tíðindaskrivinum sigur Atla
Gregersen, formann í fót-
bóltsdeildini hjá SÍF, ar-
beiða fyri, at avtaka MB og
SÍF
sum
fótbóltsfeløg.
Sambært felagsliðnum, so
er júst Atli ein av stóru
drívmegunum aftan fyri
fótbóltin í oynni, og tí
harmast tey um, at hann
soeliðis skal leggjast undir
at forkoma fótbóltinum.
Og at enda, so finst FS
Vágar eisini framvegis at,
at nevndin í MB soleiðis
hevur handlað sjálv, uttan at
spyrja hvørki leikarar ella
felagslimir fyrst.
Viðtøkurnar
hjá
MB
staðfesta greitt, at skal
samstarvið uppsigast, so
skulu 2/3 av einum við-
tøkuførum aðalfundi taka
undir við hesum, og nevnd-
in sigur so eisini, at hesin
aðalfundur skal haldast í
heyst.
Men sambært nevndini
hjá felagsliðnum, so er
hetta langt úti.
– Tað svarar til, at lands-
stýrið fyrst tekur loysing,
og eftirfylgjandi fer at
halda fólkaatkvøðu, hvørt
vit yvirhøvur skulu loysa.
Og fleiri av okkum tóku
eisini lut á seinasta aðal-
fundi hjá MB, og har varð
so í øllum førum ikki stað-
fest, at nevndin skuldi taka
hetta stigið, soleiðis sum
tey annars siga seg hava
fingið heimild til, er sein-
asta staðfestingin úr FS
Vágum, har tað sostatt
framvegis tykist vera stríð
um hvør, hvat og hvussu í
sambandi við slitið.
Stríðið um FS Vágar tykjast standa við. Nú verður tíðindaskrivið, sum MB sendi út í farnu viku, afturvíst av nevndini hjá FS Vágum
Høng Gymnasium og HF
www.hoeng-gymhf.dk
tlf.:+45 5885 2636
Á Høng Gymnasium hendur tað eisini
naka, tá ið klokkan hevður ringt út
Gymnasium og HF – skeið við kostdeild.
Ring ella hygg á heimasíðu okkara.