týsdagur 15. apríl 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fiskivinna
Marjun Dalsgaard
Fyri fáum døgum síðani
kundi Poul Michelsen há
tíðarhalda 40 ár í vinnuni við
sínu heilsølu PM Heilsøla.
Tá fyrrverandi flokksfelagi
hansara, Jógvan við Keldu, í
vikuskiftissosialinum skriv
aði, at alt fleiri føroyingar
bara vilja hava og hava og
tískil fara at kvørkra vinn
una, og at Føroyar fara at
verða sæddar sum ein vinnu-
óvinarligt land, kundi Poul
Michelsen ikki verið minni
samdur.
– Fólkaflokkurin ynskir
at byggja fiskivinnuna á
planbúskap, har fáir ak
tørar sleppa fram at til
feinginum. Hetta er ikki
marknaðargrundað
vinna,
sum byggir á eina liberala
hugsjón. Tvørturímóti byggir
marknaðargrundað
vinna
á atkomiligheit: at tað er
lætt hjá nýggjum vinnulívs
fólkum at sleppa upp í part,
á prís: at tað er virðisøkingin,
sum ger av, hvør klárar seg,
og at tað er gott fyri sam
felagsbúskapin sum heild.
Núverandi skipan er ikki góð
fyri samfelagið og skapar
ikki virðisøking, sigur Poul
Mikkelsen
løgtingsmaður
fyri Framsókn.
– Fólkaflokkurin vil held
ur tilluta fýra aktørum alt
tilfeingið og nokta øðrum at
sleppa framat. Hetta skilji eg
ikki, sigur Poul Michelsen.
Hann heldur, at vinnan skal
gjalda fyri tilfeingið, men
gjaldið skal ikki vera grund
að á, at landskassin manglar
pengar.
Marknaðar
grundað gjald
– Vinnan skal gjalda eitt
marknaðargrundað
gjald,
ikki tí at landskassin mangl
ar pengar, men tí at tað er
best fyri vinnuna, at hon er
tengd á marknaðinum, sigur
Poul Michelsen.
Tað er av týdningi fyri
kappingarførið hjá vinnuni,
at hon er tengd at marknað
inum.
– Eitt gjald, sum verður
ásett politiskt, kann vera
rætt, men hetta hevur ongan
týdning, um tað ikki er tengt
at, hvat vinnan kann for
vinna. Tað, sum vinnan skal
gjalda, skal verða tengt at,
hvat vinnan kann forvinna
og ikki, hvat samfelagið
hevur brúk fyri. Hvør ið
sleppur fram at skal verða
avgjørt av, hvør megnar at
skapa størst virðisøking av
vøruni, sigur Poul Michelsen.
Fyri at tryggja, at tað er
marknaðargrundað
gjald,
sum vinnan skal gjalda, eigur
tað at verða ásett við hjálp
av eini uppboðssølu ella
eini tilfeingisrentu, heldur
hann. Ein tilfeingisrenta er
tað yvirnormala virði, sum
verður í yvirskotið, tá ein
fyritøka hevur einkarrætt.
Uppboðssøla
riggar ikki
Poul Michelsen heldur ikki,
at tað er gjørligt at gera eina
uppboðssølu í Føroyum, har
bert føroyingar keypa, tí tað
eru bara fýra aktørar, sum
hava pengar.
– Tað er so øgiliga langt
niður til hinar frá hesum
fýra, tí teir hava fingið mill
um 1,5 til 2 milliardir frá land
inum. Tí er tað ikki gjørligt
hjá øðrum at bjóða javnbjóðis
á eini uppboðssølu. Teir
kunnu bara avtala sína mill
um, hvat teir vilja gjalda. So
statt fært tú ikki ein markn
aðargrundaðan prís, sigur
Poul Michelsen.
Hann heldur, at ein onnur
loysn kundi verið eitt gjald,
sum var sett javnan útfrá
marknaðarprísinum.
Tað er av týdningi, at ein
nýskipan
loyvir
nógvum
framat.
– Tað skal tað vera so lætt
sum gjørligt hjá so nógvum
sum gjørligt at sleppa fram
at, tí so eru fleiri um at
skapa virðisøking, og tað
er gott fyri samfelagið. Tað
sigur seg sjálvt. Men í dag
er tað soleiðis, at sjálvt um
tað eru nakrir, sum gjarna
vilja royna, so sleppa teir
ikki framat, tí teir hava ikki
fiskiloyvi. Tað haldi eg er
øgiliga keðiligt, tí eg ivist ikki
eina løtu í, at vit eiga nógvar
góðar menn, sum gjarna
vilja royna seg, sigur Poul
Michelsen.
Hann bleiv kløkkur, tá
hann hoyrdi Bárð Nielsen,
formann í fíggjarnevndini
siga, at landskassin skuldi
hava ein rímuligan pening
fyri tilfeingið, men vinnan
skuldi hava trygg kor, og
tískil eigur at fáa veiðiloyvir
yvir fleiri ár.
– Eg hugsaði, at nú ætlar
Sambandsflokkurin at gera
ein semju við Fólkaflokkin,
og so verður tað, sum fiski
málaráðharrin, Jacob Vester
ggard, hevur sagt, at vit hava
nakrar fáar sterkar reiðarar,
sum hava so nógvar pengar,
at teir kunnu standa ímóti
øllum. Tað besta fyri vinn
una er, at tú hevur nógvar
smærri, tí so fiska teir minni
hvør,
men
skapa
størri
virðisøking hvør sær við tí,
sum teir fiska, sigur Poul
Michelsen.
Virðisøking
heldur enn mongd
– Hyggur tú eftir Noreg til
dømis, so ber tað til at for
renta eitt skip við at fiska
10.000 tons. Her snýr tað
seg um at virðisøkja tað,
sum verður fiskað. Til dømis
at leggja seg eftir ávísum
marknaðum
ella
góðska
vøruna. Málið er at fáa ein
góðan prís fyri tað, sum tú
hevur, sigur Poul Michelsen.
Soleiðis er ikki í Føroyum.
Føroyska skipanin, har til
feingið verður latið til nakrar
fáar reiðarar leggur upp til,
at teir fiska so nógv sum
gjørligt.
– Sostatt snýr tað seg um
mongd og ikki góðsku. Her
skalt tú fiska 40.000 tons,
fyri at at skipið skal forrenta.
Pengarnir verða forvunnir
við at handla kvoturnar
ímillum sín og tað er als ikki
meiningin við fiskivinnuni,
sigur Poul Michelsen og legg
ur aftrat:
– Hetta hevur longur oyði
lagt botnfiskaflotan, og fer
eisini at oyðileggja restina av
flotanum, um hetta heldur
grammleikin
Nøkur fá sita á øllum, og tað vilja tey gjarna halda
fram við, men grammleikin má steðga, sigur
Poul Michelsen, vinnulívsmaður og formaður fyri
Framsókn. Hetta er ikki marknaðargrundaður
búskapur, hetta er planbúskapur, sigur hann
– Fólkaflokkurin ynskir
at byggja fiskivinnuna á
planbúskap, har fáir aktørar
sleppa fram at tilfeinginum
Myndir: Álvur Haraldsen