Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45 fiskivinna má steðga fram. Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ikki gott fyri sam­ felagsbúskapin. Poul Michelsen heldur ikki, at tað er gott fyri fólka­ ræði, at nakrir fáir menn sita á so stórum virðum í Før­oy­ um. – Eg havi ikki álit á eini skipan, har teir fýra skulu avgera, hvussu tann føroyski búskapurin skal vera. Hví skulu teir tað? Hví skulu teir av­gera, at eitt virki skal liggja á Tvøroyri og eitt skal liggja í Fuglafirði. Teir hava bygt tað fyri pengar, sum skuldu verið farnir í landskassan, sigur Poul Michelsen. Skal upp á land í Føroyum Hann dugir væl at síggja, at tað er gott, at virkini eru komin, men tey vóru eisini komin, um fiskivinnan bygdi á marknaðarkreftir. – Nú var eitt vørubann, so teir skuldu hava eitt stað at landa fiskin – tað mátti verða í Føroyum, og tað er bara at siga, at allur fiskurin skal upp á land í Føroyum, so skal onkur nokk finna útav, hvar hann skal í land, sigur hann. Um bara fiskurin kemur upp á land í Føroyum er tað ikki avgerandi, hvør keypur hann, heldur Poul Michelsen. – Um útlendingar keypa fiskin, hava tey føroysku virk­ini haft møguleikan. Um fisk­urin kemur upp á land í Før­oyum hava føroyski virk­ ini tann fyrimun, at tey ikki skulu flyta vøruna so langt, sum teir, sum skulu virka fiskin aðrastaðni, sigur hann. Skuldarbundin fiskivinna Ein av trupulleikunum við skip­anini er, at skipini verða so dýr, at tey forrenta seg ikki, og vinnan verður skuldar­bundin. – Skipini verða seld við veiðuloyvunum, men tað eru loyvini, sum eru nakað verd - ikki skipini. Tað verður so dýrt, at tað eru bara nakrir fáir, sum kunnu verða við, og hesir pengarnir forplanta seg ikki í tí føroyska sam­felag­ num. Tað er ofta útlendskur kapitalur, og tað verður tikið út úr feløgunum, sigur Poul Michelsen, – Eg havi einki álit á, at hesir mennirnir brúka peng­ ar­nir á rætta hátt í sam­felag­ num – hví skulu teir tað? Ein og hvør er sær sjálvum nærm­ast. Tað er so, at nakrir fáir sita á øllum, og tað vilja teir gjarna blíva við at gera. Eg kalli tað grammleiki, sigur Poul Michelsen. Leiga skip Fyri at gera tað lættari hjá at­ komuligt hjá øðrum at koma upp í fiskivinnuna, átti tað at verið møguligt at leiga sær eitt skip. – Ofta er grundgevingin fyri, at veiðiloyvini skulu ganga yvir nógv ár, at tú ikki kanst gera eina íløgu fyri fleiri 100 milliónir, um tú ikki veit, um tú hevur nakra­ staðni at fiska. Men hví skal man eisini tað? Hví skal tað vera eitt krav at eiga eitt skip? Kunnu teir ikki leiga eitt skip? Tað føroyska sam­ felagið fær einki burturúr, at reiðarar byggja eitt skip fyri 200 milliónor krónur. Tað verð­ur ikki bygt í Føroyum. Tað verður viðlíkahildið, men tað vera leigaði skip eisini, sigur Poul Michelsen. Hann heldur, at tað hevði bøtt munandi um vinnuligu viðurskiftini, um fleiri fingu veiðiloyvir, og at tey kundi leiga eitt skip at fiska við. – Eg eri vísur í, at vit hava nógv dugnalig fólk, sum gjarna vilja sleppa at royna seg. Tað eiga tey sjálvsagt at sleppa, sigur Poul Michelsen. Mugu hava breiða semju – Eg hevði vónað, at vit kundu komið fram til eina breiða semju, men Fólka­ flokk­urin hevur steðga hesum arbeiðinum - Fólka­ flokk­urin ynskir ikki at finna eina breiða semju, sigur Poul Michelsen. Hann er tó ikki bangin fyri, at Fólkaflokkurin og Sam­bandsflokkurin lata veiði­loyvir út, so at tey verða gald­andi longur enn til 2018, tí er einki endurgjaldskrav gald­andi, um politiska skip­ an­in velur at taka loyvir aftur. Mannarættindanevndin í ST hevur átalað Ísland fyri brot á diskrimi­natións­ greinina í manna­rættinda­ sátt­mál­anum, men har er ikki gjørligt at taka veiði­ loyvini aftur. – Trupulleikin í Íslandi er, at her hava eigararnir av skip­unum og veiðiloyvunum endurgjaldskrav, um Ísland tekur loyvini aftur, so teir hava ikki ráð til at broyta tað aftur. Hendan trupulleikan hava vit ikki, tí vit hava 2018 í lógini, sigur, sigur Poul Michelsen. – Vit eru so mikið væl fyri, at vit kunnu binda um heilan fingur. Tað er alneyðugt at vit fáa eina skipan, sum byggir á liberal, marknaðargrundaði grundsjónarmið, so okk­ara vinna kann skapa virðis­ øking í samfelagnum. Gramm­leik­in má steðga, sigur Poul Michelsen. Eg havi ikki álit á, at fýra leiðarar skulu avgera, hvussu tann føroyski búskapurin sær úr – hví skulu teir tað?