Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45 ­ Kanst tú byggja brúgv - millum arbeiðsgevarar og fólk, sum leita sær arbeiði? Les meira á als.fo sansir.fo Virkisráðgevin skal ráðgeva arbeiðsgevar- um at finna røttu starvsfólkini og virka fyri, at arbeiðstøk koma sær út aftur á arbeiðs marknaðin. Arbeiðið verður at vitja og samskifta við føroyskar arbeiðsgevarar um, hvussu ALS best kann vera við at tryggja arbeiðs- gevarum neyðuga arbeiðsmegi og neyðugar førleikar. Tí er umráðandi, at tú hevur eina góða fatan av, hvønn tørv arbeiðsgevarar hava og dugir at seta teg inn í viðurskiftini hjá arbeiðsgevaranum. Tú dugir væl at tosa – og enn betri at lurta – og megnar at byggja upp eitt samstarv, ið byggir á álit og trúvirði. Tað snýr seg um at finna røttu starvs fólk- ini, og tí fert tú at arbeiða tætt saman við serliga kveikjarunum, sum hava sam band við tey arbeiðstøku, og saman finna røttu starvsfólkini. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir til dømis innan samskifti ella sølu - men hjá okkum hevur hugburðurin sera stóran týdning. Starvið verður sett skjótast gjørligt, og lønin verður sambært avtalu. Send umsóknina við telduposti til Biritu Hansen, HR-mennara, á birita@als.fo í seinasta lagi mánadagin 21. apríl 2014, klokkan 12.00. Hevur tú spurningar um starvið sum virkisráðgevi, ber til at ringja til Høgna í Stórustovu, deildarleiðara, á tlf. 299 502 ella senda ein teldupost til hognis@als.fo. Til ávísingina hjá ALS søkja vit eftir virkisráðgeva, at byggja brúgv millum arbeiðsgevarar og fólk, sum leita sær arbeiði.