Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vinur fyllur áttati 6. august í ár fylti mín góði vin­ur Henry Jarnskor áttati ár, nakað seinkað sendi eg hon­um hesa heilsan. Kom at kenna Henry miðskeiðis í átta­ti árunum í samband við ar­beið­ið, eg hevði tá. Henry er ein heiðursmaður í orðsins san­na týdningi. Hann hevur tik­ið tung tøk innan fyri ítrótt­in. Verið formaður í St­ Íf í fleiri ár, hevur havt tætt tilknýti til GÍ, har fleiri av bróðursynum hansara vóru álitið á vøllinum og vun­ nu fleiri meistaraheitir og í kom­an­di ári verða aftur fleiri av hansara ætt at síggja á felags­lið­num.Tað var tann tíð at Henry koyrdi runt um landið við GÍ, hevur verið ein sannur stuðul. Henry hevur nógv áhuga­ mál umframt at koyra buss hjá Bygdaleiðum. Hevur havt sína egnu fyritøku, sum nú er gjørd um til eitt parta­ fel­ag og yngri ættarlið hevur tikið yvir. Henry hevur havt góðan stuðul í konu síni Jóhannu, tað hevur verið sera hugnaligt at koma á gátt hjá teimum, hon hevur grønar fingrar og fingið alt at næla kring seg. Eitt sum Henry enn hevur sum fragdar ítriv er Áarboði, har hann so roynir eftir gággum, eisini fer hann um summarið á Gøtuvík at seta línu og hevur drigið mangan fiskin innanborða. Henry hevur sett sítt álit á Harran sum eingin kann taka frá honum, hann hevur skipa fyri møtum á ymiskum smáplássum og reist kring landið og boða Guðs orð, eisini hevur hann verið fleiri ferðir á Ørkini í Reykjavík, bæði til viðlíka= haldsarbeiði har hann eisini saman við øðrum hevur havt møtir, Henry talar ein reinan boðskap har dentur verður lagdur á umvending og at vinna sálir fyri Harran. Henry og Jóhanna hava fingið tað gleði ,at ein sonur teirra Bent Leo og kona hansara Christina, bæði hava andaligar gávur og leika á gittar og syngja sera væl, tey gera løgini sjálvi og tala eisini, alt eitt vælsignilsi frá Harranum Nú lívssólin er komin vestur á himin og skuggarnir gerast longri, vil eg við hesum stuttu orðum ynskja Henry og Jóhannu, eitt gott lívskvøld við hesum orðum úr Opinbáringini 22 kap versini 13 og 14.Eg eri alfa og omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin. Sælir eru teir, sum tváa skikkur sínar, so at teir mega fáa atgongd at lívisins træi og mega ganga inn um portrini inn í staðin. Heilsan ein vinur Minningarorð um Súna Poulsen føddur 14. juli 1961, deyður 11. feb. 2014 Kæri elskaði bróður, ikki vardi tað okkum, tá tú, í august 2012, kom á vitjan í Slagelse, at tú vart deyðiliga sjúkur, tú føldi teg heldur ikki sjúkan, føldi teg bara eitt sindur undarligan í høvdinum. Eftir at hava verið hjá lækna í Slagelse og scanning í Næstved, fingu vit boðini, krabbamein í heilanum. Eg minnist hvussu ræðuligt tað var at fáa hesu boð, men tú vart ógvuliga róligur og tosaði bert um at, tú nokk ikki kundi fara umborð aftur fyrr enn aftaná jól, men so skuldi ikki vera. Tíverri gekk spádómurin hjá læknunum út, tað gekk uml. 1½ ár, so orkaði tú ikki meir. Hóvast hesa tristu umstøðu, so høvdu vit nógvar góðar løtur saman, bæði á Ríkissjúkrahúsinum og ikki minst á Hotel Tórshavn, sum, meir ella minni, bleiv títt heim tað síðsta ári, og so allar tær ferðirnar tú var og vitjaði í Slagelse. Eg eri sera takksamur fyri allar hesu ríku løtur, har vit aftur fingu loyvi at uppliva bróðurskapin. Tað var næstan sum tíðin bleiv skrúða aftur til okkara barndómsdagar á Selheyggi, har vit vóru undir somu lon, spældu saman, sótu til borðs saman, har brøðrabond vóru knítt, og var tað nakað vit upplivdu hesa tíðina, so var tað at hesi bond stadigvekk kníttu okkum saman. Eg hugsi við gleði aftur á løturnar her í Slagelse, úti á altanuni, niðri í havanum og allar gongutúrarnar, tú elskaði at ganga túrar. Ein tann besta løtan vit høvdu, var tá vit tosaðu um ævinleikan, tað var so gott at hoyra hvussu tú hvíldi í Harrans hond, at hann var tín, og at tú hoyrdi honum til, og at alt lá í hansara hondum. Av somu orsøk vart tú heldur ikki bangin fyri at doyggja. Ein dagin tú og Maria vóru aleina heima, og tit høvdu eina av tykkara mongu samtalum, sigur tú: Eg veit eg skjótt skal doyggja, men eg vóni eg fái loyvi at uppliva jólini, at kunna vera saman við øllum mínu kæru, so eri eg klárur at fara. Tú fekst loyvi at uppliva jólini, enn einaferð. Sjálvt um tað var svárt at síggja teg lammaðan, so sást tíðiliga hvussu glaður tú vart fyri at vera saman við allari familjuni og feiðra jólini saman, á Selheyggi. Ja bróður, tað skuldi ikki unnast tær at blíva gamal her á fold, men eg eri sikkur í, at tú nú ert komin til ein nógv betri stað, grøddur fyri tína sjúku. Eg gleði meg til aftur at vera saman við tær í himlinum, tá skulu vit aftur syngja lovsang saman. Kæra Katrin, Marianna, Beinur og Brandur, takk fyri tann einastandandi stuðul og trúðskap, tit vístu pápa tykkara hansara seinastu tíð á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Jesuspápi styrki og vælsigni tykkum. Mamma og pápi, takk fyri alt ið tit vóru fyri Súna. Sjálvt um hann var nógv á sjónum og ofta burtur, so letur hann eftir seg eitt stórt tómrúm, tí veit eg, at tað eru og vera nógvir tungir dagar hjá tykkum, men hann sum hevur tikið Súna heim til sín, hann vil eisini vera hjá tykkum og geva tykkum styrki og vón. Og Ingrid góða, vit hava mist okkara elskaða beigga, okkara miðling, tín stórabeiggja og mín lítlabeiggja, men minnini hava vit, tey eru dýrabar og góð, lat okkum tí gera sum Súni, seta okkara álit til hann ið øllum valdar, so vil hann eisini leiða okkum ígjøgnum hendan brotasjógv, sorgina og saknin yvir at hava mist okkara elskaða beiggja, pápa, son og abba. Lat akker falla! Eg náddi havn,farvæl, tú ótrygga bylgja! Eg leggi meg í hans kærleiksfavn, sum trúgvur mær vildi fylgja. Hoyr, kendar røddir meg blíðar kalla, nú stilt mítt akker man niður falla í tryggu, sælu hvíldarhavn! Æðra veri minni um mín elskaða beiggja, Súni Poulsen. Slagelse 09.04.2014 Hanus