týsdagur 15. apríl 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kirkjugarður á Svínaryggi, partur 237
Andrias í Norðradali vildi
ikki jarðast á Svínaryggi
Nú eru vit komin til seinasta part í røðini Hendur ið Sleptu. Í 236 greinum er greitt frá søguni hjá umleið
300 gravsteinum við um 500 nøvnum. Her finst bæði havnarsøga, føroyasøga og heimssøga
Í
2007 varð eg biðin
um at skriva nakrar
greinir um gravstein
ar í kirkjugarðinum á
Svínaryggi í Havn.
Hetta gjørdist ein nógv
longri røð, enn tað upp
runaliga var ætlað. Og nú er
søgan skrivað um allar teir
gravsteinar, sum hava lesi
liga innskrift, og tað hava
teir flestu.
Í hesi røð er greitt frá lív
inum og ættini hjá umleiðis
500 fólkum, sum »eiga« hesar
gravsteinar.
Tilsamans er talan um
einar 700 bókasíður, og við
myndum
hevði
síðutalið
verið um 1.000, um hetta varð
givið út í bók.
Umrøddu fólk er í flestu
førum fødd í 1800 talinum
og deyð í 1900 talinum. Hetta
er tískil søgan um fólk í
Havn í góð hundrað ár. Tískil
er talan um ættarsøga hjá
einum heilt stórum parti
av havnarfólki og sostatt
eisini hjá føroyingum. Tey
eru nokk so nógv av bygd,
sum vórðu grivin í Havn.
Umframt eru eisini nokk so
nógvir sjómenn úr ymiskum
londum grivnir her.
Tað er klárt, at tað er nógv
arbeiði aftanfyri eina slíka
røð. Tað hava verið nógvar
keldur. Nakrar hava verið
alment atkomiligar, meðan
aðrar fingnar takkað verið
vælvild hjá heimildarfólki.
Ættarfólk
og
kenningar
hjá teimum, sum skrivað
hevur verið um, hava verið
ógvuliga beinasom, bæði við
upplýsingum og myndum.
Ein
serlig
kelda
frá
byrjan av hevur verið Viggo
Christiansen, vatnmeistari í
Havn. Hann hevur tilfar um
allar tær ættir, sum skrivað
er um, og við hansara hjálp
hevur verið møguligt eisini
at lýsa hesa ættir og sam
bandið millum tær.
Hetta
hevur
sjálvsagt
gjørt
frásagnirnar
nógv
meira áhugaverdar og við
komandi hjá nógvum.
Heimssøga
á Svínaryggi
Henda persónssøgan í Havn
er sjálvsagt nógv meira um
fatandi enn tað sum er skriv
að í hesi røð. Eg havi givið
út tvær bøkur um fólk í
kirkjugarðin. Onnur er tann
um Petur Alberg, sum eisini
umfatar søguna hjá hansara
systkjum og foreldrunum
Betti og Djóna í Geil, sum øll
eiga part í Havnar søgu.
Eina heilt serliga søgu
eigur Daniel J. Danielsen,
kallaður
Dollin,
kendur
fyri sín leiklut fyrst í farnu
øld fyri hansara stríð ímóti
ræðustýrinum í Congo. Hann
er tann einasti føroyingur,
sum beinleiðis hevur ávirkað
heimssøguna.
Hann kemur á frímerki
í heyst. Í hesum sambandi
verður givin út ein nýggj bók
á enskum. Hon hevur mun
andi meira tilfar enn fyrra
bókin. Her verður ítøkiliga
staðfestur tann avgerandi
leiklut Dollin hevði at koppa
belgiska kongin Leopold 2. í
1908 sum »eigara« av Congo.
Hetta er ein søga, sum til
fyri kortum hevur verið full
komiliga ókend bæði úti og
heima. Men mín niðurstøða
er viðurkend av fremstu ser
frøðingum á hesum øki úti í
heimi.
Eitt annað sera kent navn
á Svínaryggi er Finsen. Her
liggur
Johanne,
mamma
kenda læknan og nobelprís
vinnaran Niels R. Finsen.
Umframt alt hetta hevur
í Miðvikuni/Siðsøgu verið
greitt frá søguni hjá nógvum
havnarfólki. Eitt dømi er
tann
ókenda
søgan
um
Kristian Djurhuus, løgmann,
hvørs ætt eisini er umboðað
á Svínaryggi.
Eisini hava verið lýsingar
um ókend havnarfólk. Eitt
teirra er Egil Henning Djur
huus, abbasonur Faktorin í
Klaksvík, Johan Christian
Djurhuus. Egil doyði bara 20
ára gamal, men hevði kortini
eina áhugaverda og dramat
iska søgu.
Viðkomandi søga
Tað eru nógv fólk, sum hava
dámað hesa røðina ógvuliga
væl. Nógv hava spurt, um
hon fer at koma út í bók. Tað
kann vera, men tað fer at
taka tíð.
Men tað verður eisini um
hugsað at fáa hetta tilfar
samskipað, so tað verður
atkomandi hjá øllum. Hetta
skuldi verið møguligt við
nútíðar tøkni. Tað kundi
verið gjørt við at savna allar
hesar greinir í ein datagrunn,
sum kann leggjast inn á far
telefonina. Tað finst longu
eitt sokallað digitalt kort
yvir kirkjugarðin, har eitt
nummar er við hvørja grøv.
Tá hevði kunnað verið gingið
út í kirkjugarðinum og lisið
um hvørja grøv á telefonini
ella Ipadinum.
Andrias í Norðradali
skuldi ikki gravast
upp aftur
Tað er alment kent, at tikið
er burtur av kirkjugarðinum
kanska mitt í 20. øld fyri at
breiðka Dr. Jacobsensgøtu.
Tá vóru gravir uppgrivnar,
og leivdirnar vóru fluttar.
Men hetta er ikki fyrstu
ferð, at hetta er gjørt. Í
bókini Andrias í Norðradali,
sum abbasonurin Eiko Apol
gav út í 1995, er ein frásøgn
um, at Andreas seint í 19.
øld saman við Jens Poulsen
og Mourentius Jacobsen og
Tað er sannlíkt, at hetta er grøvin hjá Jacob Danielsen, kallaður G, og hansara tveimum konum
Upprunaliga hava allar gravirnar helst havt eitt nummar á einum lítlum træpela.
Hesir forfarast skjótt. Men hjá Ole Mortensen, sum varð grivin 69 ára gamal
2. juni 1920 og konu hansara Johanne f. Nicolajsen, sum varð grivin 78 ára gomul
17. Januar 1930, eru settar tvær smáar steinplátur við teirra nummar, 1242 og
1563. Tí vita vit, at tey eru grivin her. Tey eru fyrr umrødd í hesu røð
Jacob Danielsen