týsdagur 15. apríl 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
kallsmannin Christian fekk
sum pliktarbeiði »at grave
Ligkister op af Jorden og
tage de jordiske Levninger
ud af samme og bære dem til
en Fællesgrav, som vi havde
gravet dertil. Kistefjælene
stablede vi op langs det
østlige Hegn, hvor mange
laa i forvejen. Dette var ikke
noget tiltalende Arbejde.
Hvor var nu Gravens
Fred og Ro? Jeg er hverken
nogen Særling eller Fanat
iker. Jeg lider hverken af
Religionsvanvid eller fikse
idéer. Men jeg blev dengang
saa oprørt over dette Brud
paa Gravfreden, at jeg lovede
mig selv, at om jeg døde på
Landjorden, saa skulde det
ikke hænde, at jeg skulde
begraves paa en fælles Kirke
gaard, hvor saadant nogen
kunde gaa for sig...
I
mellem
Nordredals
Fjelde vil jeg have min sidste
hvile paa det højeste Punkt
paa
Nordredals
Skarð.
Nordredals Fjelde skal staa
vagt over min ensomme
Grav, hvor jeg skal hvile i
Dødens Blund.
Tískil gróv hann sær
sjálvum eina grøv á Norðra
dalsskarði, har hann skuldi
jarðast, tá tann tíðin kom.
Men hetta var ikki bara
sum at siga tað. Tað vórðu
av kirkjuni settar so nógvar
treytir, sum at grøvin mátti
vígast, og at hon skuldi
stikast inn, at hetta bleiv av
ongum. Andrias góðkendi
heldur ikki, at tað var munur
á »kristna« og »heidna« jørð.
»For mig staar hele Jorden
og Naturen i sin Helhed, som
noget helligt...«
Tískil varð hann grivin í
kirkjugarðinum í Kaldbak,
hóast hann doyði í Havn, og
Norðradalsfólk vórðu grivin
í Havn. Í Kaldbak er hann í
hvussu er sloppin at liggja
í friði enn. Her hevur hann
ein gravstein við eini inn
skrift, sum til allar tíðir kann
minna okkum um hesa søgu.
Andrias hevði, tá ið hann
var farin um tey 80 árini,
yrkt sín egna gravsálm, sum
varð sungin yvir honum, tá
ið hann fór til gravar. Hann
finst í bókini hjá Eiko, sum
doyði fyri kortum. Hann var
ein av teimum gomlu í Havn,
sum tað var hugaligt at
kenna. Hann gav eisini íkøst
til mína skriving.
Eitt lítið íkast til søguna
um kirkjugarðin er, at tá ið
menn úr Norðradali í goml
um døgum komu til Havnar
at selja seyð. Hetta hendi utt
an fyri kirkjugarðin.
Nógvar gravir eftir
Leysliga mett eru umleið
3.000 fólk jarðað í gamla
kirkjugarði síðan 1782. Her
mugu nógv vera grivin í
somu grøv. Men tað eru
nógvar gravir, har eingin
steinur er. Eg havi ofta fingið
fyrispurning frá avvarðandi
um, hvar onkur av teirra er
grivin. Men er eingin steinur,
so ber ikki til at siga tað.
Men onkuntíð kunnu fólk
geva onkra ábending, sum
kanska kann siga nakað um
hvar grøvin er.
Eitt dømi um hetta er
Jacob Danielsen f. 1887, van
liga kallaður G. Tað mest
ítøkiliga minni um hann í
dag er kioskin á Vaglinum.
Hann doyði sjálvur 30.
januar 1945 og er jarðaður
saman við sínum tveimum
konum á Svínaryggi. Tær
vóru Hendrikka Poulsen úr
Miðvági og Jetta Jacobsen
av Gørðum í Kaldbak.
Ein abbasonur Jakku hev
ur greitt frá, at hann sum
smádrongur var á grøvini
saman við mammu síni, og
hann minnist, at ein betong
kantur varð stoyptur um
grøvina. Út frá hesi frágreið
ing eru tveir møguleikar, og
tann mest sannlíki er av
myndaður í sambandi við
hesa grein.
Hvat eigur
at verða gjørt
Tað var í 1869 at byrjað varð
at føra protokol yvir tey, sum
vórðu jarðað á Svínaryggi.
Í hana eru komin um 2.000
nøvn. Tað er ein hampiliga
stórur partur av hesum, sum
eru lýst í hesi røð.
Kirkjugarðurin á Svína
ryggi verður hampiliga væl
røktur av Tórshavnar Komm
unu. Men tað kundi verið
gjørt meira. Kirkjugarðurin
kundi verið gjørdur til eina
park ella minnislund yvir
fólkið í savn, sum fólk kundi
havt áhuga fyri at vitja.
Hetta verður gjørt aðra
staðni. Kenni sjálvur nakað
til Assistence Kirkegaard á
Nørrebro í Keypmannahavn.
Her er gjørt eitt kort, sum
vísir hvar tey kendu liggja
sum t.d. Søren Kirkegaard
og um 100 onnur.
Men á Svínaryggi kunnu
vit eisini vísa gravir hjá
teimum, sum ikki eru kend,
og hetta ger tað enn meira
viðkomandi hjá fólki yvir
høvur.
Hetta er so seinasta grein
in í hesi røðini. Men Siðsøgan
í fríggjadagsblaðnum heldur
fram. Hon hevur verið í blað
num nærum hvørja viku í
gott sjey ár. Tískil er talið av
pørtum komið uppá 350. Tað
er eisini hugaligt, at tey eru
rættuliga nógv, sum hava
áhuga fyri hesi røðini. Ein
slíkir áhugi stimbrar at halda
áfram.
Skuldi onkur vitað um ein
grøv, sum ikki er umrødd, so
vil eg fegin frætta. Tá kann
altíð
ein
frásøgn
gerast
afturat, men annar er henda
røðin nú at enda komin.
Eg fari at takka øllum
teimum mongu, sum hava
medvirkað til hesa røð. Uttan
hesa vælvild hevði tað ikki
borið til.
Andreas gróv sær hesa
grøv á Norðradalsskarði.
Men hann varð grivin í
Kaldbak. Innskriftin gjørd
av abbasoninum Eiko:
ANDRIAS M REINERT
F. 31. 5. 1855 D. 16.1. 1939
Á NORDRADALSSKARÐI
HANN VILDI LIGIÐ
FORÐAÐI BUREAUKRATIIÐ
HVÍL Í FRIÐI
Daniel J. Danielsen skapti heimssøgu og endaði á Svínaryggi
Andrias í Norðradali
vildi ikki gravast
á Svínaryggi