týsdagur 15. apríl 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
í Keypmannahavn
í hjartanum
Mentunarbrúgv
Frigg festivalurin
Tá Frigg-festivalurin fer av barkastokki um góðar triggjar vikur, verður talan um
veldugan mentunarpall í sjálvum hjartanum av Keypmannahavn
Jákup Mørk
Ikki síðani stóra »Føroyar í
Focus« varð hildið miðskeiðis
í 80’unum, hevur føroyskt
mentunarlív havt ein so
mikið stóran pall, sum talan
verður um, tá Frigg-festival
urin verður hildin í Kongens
Have í danska høvuðsstað
num um góðar tríggjar vikur.
Tónleikur fyllir sín stóra
part av skránni, og skráin
er kanska besta prógvið
fyri, at her er talan veruliga
um ein felags pall fyri út
norður. Danska Medina er
uttan iva størsta navnið á
skránni, men íslendski Bubbi
Morthens og grønlendskuk
Nanook og Rasmus Lyberth
eru sanniliga nøvn, ið kunnu
fáa respektivu útisetarnar
at fylkjast. Og føroyskir úti
setar fáa so sanniliga eisini
sítt við eitt nú Eivør, Hanus
og Týr fyri bara at taka nøk
ur nøvn úr rúgvuni.
Hartil verður spennandi
matur
úr
hjøllunum
í
Norðuratlantshavi á skránni,
eins og list og sniðgeving eis
ini verður at síggja. Saman
lagt er talan soleiðis um
breiðan mentunarpall, sum í
tveir dagar situr til háborðs í
hjartanum í danska høvuðs
staðnum.
Grand Prix fyllir býin
Steintór Rasmussen er ein av
høvuðsfyriskiparunum, og
hann dylur ikki fyri, at tað
er við spenningi, at seinastu
fyrireikingarnar nú skulu
fáast frá hondini.
– Eg tori at siga, at hetta
er eitt rættiliga ambitiøst
projekt, og tað er við eini góð
ari kenslu, at vit nú leggja
hond á seinastu fyrireik
ingarnar. Vit hava merkt stór
an áhuga fyri festivalinum.
Kanska serliga úr Føroyum
og frá føroyskum útisetum,
men avgjørt eisini frá ís
lendingum, grønlendingu og
dønum, sigur Steintór.
– Vit hava eisini selt
hampuliga nógv atgongu
merki longu nú, og tað er eis
ini eitt gott tekin. Ikki minst,
nú talan er um fyrsta árið hjá
festivalinum.
Hann fegnast eisini um, at
danskir miðlar veruliga tykj
ast hava lagt til merkis, at
nakað serstakt er í umbúna.
– Tað hevur uttan iva
gjørt góðan mun, at vit hava
fingið eina somikið góða
staðseting
til
festivalin.
Kongens Have er ein perla í
Keypmannahavn, og tað er
altso ikki hvønn dag, at stór
tiltøk verða hildin her. Bara
tað í sjálvum sær er við til
at kveikja áhugan, og eitt nú
koma vit at síggja innsløg
hjá bæði DR og TV2, eins og
Politikkens hus fer at gera
nakað burturúr, so eg ivist
onga løtu í, at profileringin
verður góð, sigur Steintór.
Samstundis sum Frigg
verður hildið, er eisini onnur
stórhending á skránni í
Keypmannahavn.
Sum
vinnari av Eurovision –
Melodi Grand Prix – er Dan
mark nú vertur fyri kapping
ini, og hetta verður um sama
mundið, sum Frigg-festival
urin. Men tað kann kanska
roknast sum ein fyrimunur
hjá Frigg, heldur Steintór.
– Sjálvandi tekur Euro
vison sín stóra part av fokus
ta vikuskiftið, men tað nýtist
nú ikki at vera so ringt kort
ini. Tað merkir í øllum førum,
at sera nógv fólk eru í Keyp
mannahavn
hetta
viku
skiftið, og tað er væl eisini
soleiðis, at øll rúmast ikki
úti á Refshaleøen, har Prix’ið
verður hildið. Og tá kann tað
verða sera gott hjá okkum at
standa við einum góðum og
fjøltøttaðum
mentunartil
boði, heldur Steintór.
– Og her má eg aftur vísa
á breiða útboðið, sum eis
ini fevnir um so nógv meira
enn tónleik. Vit hava ein
Gutta Winther, sum gevur
upplivingar fyri bæði eygu
og góma, og hann fer at borð
reiða við eitt nú føroyskum
laksi, grønlendskum rækjum,
íslendskur skyr og donskum
frílandskjøti. Vit hava móta
sýningar við føroyskari snið
geving, eins og fleiri aðrir
føroyskir vinnuspírar verða
at síggja.
Fylla allar sansir
Steintór hevur í skjótt nógv
ár verið ein av høvuðsfyri
skiparunum av Summar
festivalinum í Klaksvík, og
hann hevur eisini verið við til
at skipa fyri hópin av øðrum
hendingum og útgávum.
Tí kennir hann sjálvandi
væl til tær óvissur, sum eru
knýttar at slíkari verkætlan,
men nú vit telja dagarnar
niður til Frigg, situr hann
kortini við eini góðari kenslu.
– Vit fáa ikki gjørt so nógv
miera, enn at vit syrgja fyri
kørmunum til festivalin. Her
hava vit roynt at gjørt okk
ara, so tey vitjandi kunnu
fylla allar sansir, umframt
at hetta gjarna skal vera
eitt tiltak, sum kann byggja
brýr millum norðanlond. Tað
kann væl vera, at vit hesa
ferð hava høvuðsdentin á
Føroyar, Ísland og Grønland,
umframt at Medina avgjørt
er eitt av størstu donsku
nøvnunum yvirhøvur, men
tað í sjálvum sær nýtist ikki
at vera eitt varandi konsept.
Tað kann væl vera, at vit
næsta ár hava okkurt stórt
svenskt navn á skránni, og
at fokus verður eitt lítið
sindur øðrvísi. Men grund
setningurin verður tó alla
tíðina
óbroyttur.
Í
Før
oyum hava vit seinnu árini
sæð óteljandi spírar innan
tónleik, sniðgeving, íverk
setan og mentan, og tað
ræður um at geva hesum
ein so góðan pall, sum vit á
nakran hátt kunnu. Tað er
sjálvt konseptið í hesum, og
so mugu vit jú síggja, um
hetta skal eitt sindur henda
ella handan vegin, heldur
Steintór.
Og so slepst ikki undan
at nevna, at í mun til eitt
nú Summarfestivalin, so er
vandin fyri órógv frá náttúr
unnar hond ikki heilt tann
sami.
– Sjálvandi kunnu vit ikki
garantera
fyri
veðrinum.
Men sannlíkt er veðrið gott
og turt í Keypmannahavn í
mai mánaði. Sjálvandi kann
tað regna, og tað er ikki víst,
at sólin bakar, men tað verð
ur neyvan talan um um
støður, sum vit onkra tíð
hava sæð í Føroyum. Skuldi
tað komið hartil, at vit fáa
sama ódnarveður, sum vit
høvdu á Vágsbøi í 2007, ella
kanska sama regn sum í 2011,
so er spurningurin kanska,
um eg ikki eigi at leggja frá
mær sum festival-fyriskipari,
sigur Steintór Rasmussen.
jakup@sosialurin.fo
Frigg-festivalurin verður hildin í Kongens Have í danska høvuðsstaðnum