Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Hóskvøldið í farnu viku var 24 ára gamli havnarmaðurin Uni Holm Johannesen fyrstu ferð at síggja í leiklutinum sum sjónvarpsvertur í Degi & Viku. – Eg minnist, at tá eg fekk boð í oyrasniglinum um, at nú vóru bert 30 sekund eftir, til sendingin byrjaði, fór hjart­að at pumpa nakað skjót­ari. Eg kom tó skjótt fyri meg, og tá sendingin var farin í luftina, so var eingin trupul­leiki, sigur Uni Holm Johannesen. Vikurnar frammanundan hevði hann fyrireikað seg væl til nýggja leiklutin. Bæði heima og við at vera inni í studionum og lesa upp av skerminum. – Eg printaði mær nógv gomul handrit, ið eg tók heim við mær, og so stóð eg og las hart upp fyri mær sjálvum framman fyri speglinum inni á wc-inum, sigur fryntligi, ungi sjónvarpsverturin, sum hevur fingið mong rós­andi orð frá vælnøgdum hyggj­ arum. Og júst tað er nakað, hann ikki hevur heilt lætt við at handfara. – Eg dugi als ikki at rósa mær sjálvum ella at taka ímóti rósi. Eg eri ongantíð errin av tí, eg havi gjørt. Tá eg geri mistøk, eina vánaliga sam­røðu, ella havi misskilt eitt evni eitt sindur, so kann tað níva meg í einar tveir dagar, áðrenn eg komi fyri meg, og tað kann vera eitt sindur strævið, sigur Uni Holm Johannesen. Smæðin av lyndi Sum vertur á Degi & Viku verður tú sæddur av einum stórum parti av Føroya fólki og gerst skjótt ein al­ menn­ur persónur, men tað er ikki nakað, ið Uni Holm Johannesen ræðist. – Eg haldi ikki, at eg havi hugsað so nógv um tað. Tað er kanska trupulleikin, segði ein, ið ráddi mær frá at fara á skermin. Hon segði, at eg ánaði ikki, hvat eg rótaði meg úti. Viðkomandi helt, at hetta fór at vera ein koll­ velting fyri meg, at eg eri ov ungur og fari ikki at duga at handfara uppmerksemi. Men eg veit ikki, enn taki eg tað púra róligt, fortelur Uni Holm Johannesen. Hóast hann ikki er heilt ókendur innan føroyska fjøl­ miðlaheimin, so dugir hann nú at síggja, at tað er munur á at vera tíðindafólk í útvarpi ella á einum blaði og so at vera sjónvarpsvertur. – Higartil havi eg kent meg meira anonyman. Fólk kennast ofta við navnið, men tey kunnu ikki seta and­ lit á. Seinastu dagarnar havi eg veruliga merkt, at sjón­ varpið er ein munandi sterk­ ari miðil, sigur Uni Holm Johannesen. Hóast hann trívist í nýggja leiklutinum, so dylir hann ikki fyri, at tað kann vera trupult at handfara upp­merksemi frá fólki, sum ikki er so lítið í hesum døgum. – Í roynd og veru eri eg rættiliga smæðin og aftur­ haldin av lyndi. Eg havi eisini trupult við at framføra sum eg sjálvur til veitslur og tílíkt, fortelur Uni Holm Johanne­ sen og er skjótur at leggja afturat, at hóast tað kann tykjast løgi, at ein við slíkum lyndi gerst sjónvarpsvertur, so fellir tann uppgávan hon­ um púra nattúrligt: – Sum journalistur fari eg líksum í ein annan ham, ið onkursvegna ger, at eg ikki havi trupult við at framføra tá. Sonur the grand old man Hóast Uni Holm Johannesen er sonur Johnsigurd Johanne­sen, sum í 28 ár hev­ ur verið sjónvarpsvertur í Degi & Viku, hevur hann ongan­tíð sjálvur havt ætlanir um at fylgja fótasporum pápans. – Eg havi ongantíð ætlað mær at verið sjónvarpsvertur ella gjørt mær stórvegis tank­ar um tað. Spurningurin bleiv heldur ikki aktuellur, fyrr enn tíðindaleiðarin, Liljan Weihe, orðaði tað við meg í februar, sigur Uni Holm Johannesen og heldur skemti­liga fyri: – Tað er ikki soleiðis, at meðan allir hinir páparnir fóru út á grasplenuna at sparka við sonunum, sótu babba og eg inni við stovu­ borðið og terpaðu Deg & Viku, sigur Uni Holm Johanne­sen og flennir. At hann er sonur the grand old man, hvat før­oysk­ um sjón­varpsvertum við­ víkur, er nakað, sum nógv fólk hava lagt til merkis, nú hann sjálvur er at síggja á sjón­varps­skíggjanum. Eisini hevur hann fingið fleiri viðmerkingar, har fólk hava sagt »ja, hatta liggur í blóðinum«. – Tað dámar mær ikki reiði­liga. Eg havi lagt alvor­ liga nógva orku og tíð í ar­ beiði seinastu átta árini. Einki er komið av sær sjálv­um, sigur Uni Holm Johannesen. Hóast Uni Holm Johannesen ongantíð sjálvur hev­ur givið sær stórvegis far um, at nærum hvørt manns­ barn í Føroyum veit, hvør Johnsigurd Johannesen er, veit hann, at tað er nakað, sum hevur fylt nógv hjá øðr­ um fólkum. – Fyri onnur fólk er ar­ Hetta er bara eitt arbeiði – At vera sjónvarpsvertur er bara eitt arbeiði, og tað er eingin orsøk til at gera tað til nakað størri enn tað. Soleiðis sigur 24 ára gamli Uni Holm Johannesen, sum er nýggjur vertur í Degi & Viku. – Tað, at pápi mín er kendur frá sama leikluti, hugsi eg lítið um. Tað eru meira øll onnur, ið hava hug til at romantisera tað og gera tað til nakað stórt, sigur nýggi sjónvarpsverturin meldurin