týsdagur 15. apríl 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45
meldurin
beiðið sum sjónvarpsvertur
kanska ikki heilt vanligt.
Minnist at eg sum átta ára
gamal vitjaði ein góðan vin
mann eitt kvøldi, tá babba
kom á skermin. Tá hugdi
hann undrandi at mær og
spurdi, um eg ikki skuldi
skunda mær heim. Eg skilti
púra einki av tí. Vinmaðurin
helt í fullum álvara, at fam
iljan savnaðist framman fyri
sjónvarpinum, tá Dagur &
Vika var, heldur Uni Holm
Johannesen skemtiliga fyri
og leggur afturat:
– Eg haldi ikki, at tað á
nakran hátt hevur verið
strævið fyri meg. Yvirhøvur
ikki. Kanska tí at babba ger
so lítlan háva burtur úr sær
sjálvum, sigur Uni Holm
Johannesen.
Lærir av pápanum
Tær vikurnar, Uni Holm
Johannesen fyrireikaði seg
til nýggja starvið sum sjón
varpsvertur, gjørdi hann sær
ymsar tankar um, hvussu
hann skuldi røkja ta upp
gávuna.
– Eg havi roynt ikki at
kopiera hann ov nógv, tí
hann er egin. Fleiri hava
kortini sagt nú, at vit minna
um hvønn annan, so eg veit
ikki reiðiliga, hvussu tað
hevur gingist, sigur Uni
Holm Johannesen, sum á
ongan hátt kendi eitt trýst
frá fólki, um at hann hevði
nakað at liva upp til sum
sjónvarpsvertur.
– Eg havi ikki valt hesa
lívsleiðina, tí babba gjørdi
tað, men havi gjørt tað
av áhuga. Tað kann vera
strævið hjá øðrum at síggja
og hoyra okkum í heilum,
men eg kom skjótt eftir, at
tað skuldi ikki forða mær
at gera tað, eg dugi og tími
best,
sigur
Uni
Holm
Johannesen.
Hóast hann ikki hevur
kent nakað trýst frá øðrum
fólku, so dylir hann ikki fyri,
at hann er týpan, ið setir seg
sjálvan undir trýst.
– Trýstið kemur bara
innanfrá, og tað hevur tað
altíð gjørt. Eg havi eina
ómettandi trongd at læra,
og eg verði skjótt rastleysur,
um tað verður ov friðarligt
rundan um meg. Eg havi
eina trongd at produsera eitt
ella annað hvønn dag, tí pro
duksjónin, íløgan, úrslitið av
tí, tú fæst við, er væl tað, sum
gevur lívinum meining.
– Eg miði altíð oman fyri
tað, eg klári, og tað havi eg
altíð gjørt. Úrslitið er, at eg
eri at kalla altíð ónøgdur við
tað, sum kemur burturúr.
Men so royni eg at ugga meg
við, at dølskni og líkasæla er
so nógv verri, sigur Uni Holm
Johannesen.
Hann vísir á, at hóast
hann ikki vil kopiera pápan,
so kann hann læra nógv av
hansara máta at arbeiða.
– Babba er perfektionist
ur. Hann gevur sær altíð
stundir til at lesa og hampa
handritið, og hann er av
somu orsøk altíð væl inni í
tí, hann fæst við. Tilvildin
sleppur aldrin at ráða. Eg
eri meira bráður av lyndi,
men eg royni altíð at vera
væl fyrireikaður, sama um
tað er sjónvarp ella útvarp.
Tað skal eg duga betur. Og
so dugi eg heldur ikki at
binda slipsaknút. Hatta er
vansin, tá foreldrini gera tað
fyri teg, greiðir Uni Holm
Johannesen frá.
Tað er tó ikki bara pápan,
ið Uni Holm Johannesen
hevur styðjað seg mest til
journalistiskt.
– Beiggi mín, Páll, hevur
altíð verið hollur í ráðum og
hevur altíð givið sær stundir
til at hjálpa mær við tí, eg
havi arbeitt við. Honum havi
eg nógv at vera takksamur
fyri.
Stóran alsk
til journalistikk
Hóast sín unga aldur hevur
Uni Holm Johannesen fleiri
ára royndir frá arbeiðinum
sum
journalistur.
Fyrstu
ferð hann royndi seg um
tíðindamann, var í 2006, tá
hann kom í starv hjá Dimma
lætting.
– Eg fór sum 15 ára gamal í
starvsvenjing har. Uni Leitis
stein Hansen, sum eisini var
har tá, syrgdi síðani fyri, at tá
starvsvenjingin var av, skuldi
eg sleppa at skriva fyri blaðið
í fríðtíðini, og tí lærdi eg eina
rúgvu av. Minnist, at fyrstu
ferð eg hitti Árna Gregersen,
spurdi hann, um hetta var
hann, sum var farin at frøast
við ð. Tá hevði eg skrivað
»frøðast« í einari grein, sigur
Uni Holm Johannesen, sum
tíðliga í 2008 fór at arbeiða í
Miðlahúsinum.
– Har var eg við til at røkja
teir tríggjar tíðindapallarnar
Sosialin, Rás2 og portal.fo. Tá
eg var liðugur í Hoydølum
í 2010, fekk eg fast starv
har. Eisini har lærdi eg
nógv, kanska serliga frá
Eiriki Lindenskov og Áka
Bertholdsen, sigur Uni Holm
Johannesen.
Tá hann hyggur aftur á
barndómsárini, dugir hann
eisini at síggja, at hann longu
tá hevði ein alsk til journa
listikk.
– Vit plagdu at skipa
fyri fótbóltskappingum í
grannalagnum
á
Ternu
ryggi. Tá skrivaði eg tíðinda
bløð, har eg prátaði við teir,
ið skuldi spæla við, skrivaði
um dystirnar og slíkt. Seinni
royndi eg meg eisini við
mínum egnu tíðindaportal
um á internetinum, men
sjálvur var eg væl tann ein
asti, sum vitjaði tær heima
síðurnar, fortelur Uni Holm
Johannesen skemtiliga.
– Eg royndi eisini tá at
studera tær 30 ára gomlu
slitnu journalistisku læru
bøkurnar hjá babba, men tær
vóru so strævnar at terpa, at
eg fann ofta søgurnar um
Jón Oddur og Jón Bjarna
framaftur, sigur hann.
Enn tann dag í dag fyllir
journalistikkur
nógv
í
lívinum hjá unga havnar
manninum, og sjálvur sigur
hann, at hann fær ringa sam
vitsku, um tað er ein tíðinda
sending ella ein avís, hann
ikki fær við.
– Ómetaliga nógv frítíð
fer við at halda meg upp
dateraðan. Tað fekk ein
vinkona at sanna herfyri.
Vit vóru í einum balli, tá eg
skuldi skifta sang, men eg
sat og las ein tíðindastubba á
Sermitsiaq um arbeiðsloysið
í Grønlandi ístaðin. Tá talaði
hon harðliga at, fortelur Uni
Holm Johannesen, sum tó
ætlar sær at duga betur at
halda frí.
– Tað má eg læra meg. Eg
dugi alt ov illa at halda frí,
sigur Uni Holm Johannesen.
rannva@sosialurin.fo
Eg miði altíð oman
fyri tað, eg klári, og tað
havi eg altíð gjørt
FAKTA:
Navn: Uni Holm Johannesen
Aldur: 24
Bústaður: Tórshavn
Útbúgving:
Lesur stjórnmálafrøði á
Fróðskaparsetrinum og verður
eftir ætlan bachelor í summar
Bókaútgáva:
Gav út bókina »Maðurin við
topphúgvuni« í august 2012.
Bókin er týdd til enskt og týskt
– Higartil havi eg kent meg heilt anonyman.
Fólk kennast ofta við navnið, men tey kunnu
ikki seta andlit á. Seinastu dagarnar havi eg
veruliga merkt, at sjónvarpið er ein munandi
sterkari miðil, sigur Uni Holm Johannesen
Myndir: Álvur Haraldsen