Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur upptakt Jóannes Hansen Tvey umfør í Effo-deildini eru á skránni í páskafrítíðini. Fimta umfar verður skíris­ dag, og sætta umfar verður 2. páskadag. Eftir fjórða um­far er tað rættiliga tætt í topp­inum. NSÍ er framvegis fremst, men eitt stig aftan­ fyri eru EB/Streymur, HB og B36. Meðan NSÍ sunnudagin í Fuglafirði tapti fyri fyrstu ferð í ár, so er tað felags fyri EB/Streym og havnar­ feløgini, at tey hava vunnið úr­tøku burturúr øllum fýra um­førunum. Felags fyri uppflytararnar í B68 og á Skála er, at tað higartil ikki er eydnast at vinna fulla úrtøku. B68 og Skála eru niðast við ein­um stigi í part, og, sum tað varð roknað við undan kappingar­ byrjan, so er dagsskráin á Toftum og á Skála at stríðast fyri at sleppa burtur úr botn­ inum. Tað er møguleiki fyri, at støðu­talvan 2. páskakvøld fer at venda øðrvísi, enn hon ger í dag, men fyribils eru ÍF og KÍ í miðjuni saman við AB, sum ikki hevur vunnið síðani í Serpugerði í fyrsta umfari, og Víkingi, sum sunnudagin vann fyrsta sigurin, ið var ímóti toftamonnum. KÍ skal verja borg á páskum Eyðun Klakstein var ikki nøgdur við tað, sum hansara menn sunnudagin vístu fyrsta hálva tíman við Margáir. Hesa løtuna spældi EB/Streymur KÍ sundur og saman, og um marginalirnir vóru við, so kundi støðan havt verið uppaftur verri fyri KÍ, sum var aftanfyri 2-0, áðrenn tað kom skil á liðið: – Nú fokusera vit á, at AB kemur norður higar hós­dagin, og tá ið tann av­ bjóðingin verður av, so fara vit at fokusera á, at Skála kem­ur norður mánadagin. Ein av avbjóðingunum er, at vit skulu vera klárir frá fyrsta bríksli. Tað vóru vit ikki ímóti EB/Streymi, og tí taptu vit. Tað hava vit vón­ andi lært av, sigur KÍ venj­ arin Eyðun Klakstein. Eftir tríggjar torførar úti­ dystir – ímóti ÍF, HB og EB/ Streymi – eiga tit nú heima­ vøll ímóti AB og Skála. Tað vil siga, at tit eru favorittar at vinna seks stig á páskum? – Higartil hava vit bara spælt á heimavølli ímóti Víkingi, og tað gekk væl. Tað er fyrst og fremst á heima­ vølli, at sigrarnir skulu vinn­ ast. Vit hava stóra virð­ing fyri bæði AB og Skála, men sjálvandi vóna vit at vinna. Tað er strika í rokningini, at KÍ toppskjúttin Páll A. Klettskarð ikki hevur ver­ ið førur fyri at spæla sein­ astu ferðirnar, men bæði hann og Heðin Klakstein vera við hósdagin. Gunnar Christiansen er leik­bann­ aður. Hann sá gult ímóti EB/ Streymi, og tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, sá hann aftur gult og har­við reytt. B68 byrjar frá botninum Einasta stigið, sum B68 higar­til hevur vunnið, var í øðrum umfari ímóti EB/ Streymi á heimavølli. Ta ferð­ina var úrslitið 1-1. Nýggi vong­verjin í vinstru Bergur Gregersen varð sagdur at vera málskjútti, men á dómara­seðlinum stendur, at tað var Gert Hansen hjá EB/Streymi, sum gjørdi sjálvmál. Hetta er einasta málið, sum B68 hevur fingið burturúr fyrstu 360 minuttunum. Jógvan Martin Olsen er saman við Øssuri Hansen venjari á Svangaskarði. Dags­ skráin er heilt øðrvísi, enn hon var, tá ið hann saman við Víkingi kappaðist um fremstu plássini og í euro­ peiskum fótbólti: – Vit eru farnir undir at byggja felagið og liðið upp av nýggjum. Nógvir spælarar eru blaðungir, og teir eru fáir, sum hava nógvar royndir. Tí ræður tað um at fáa grundleggjandi viðurskifti upp á pláss. Spælararnir skulu hava rós fyri, at teir vísa góðan hugburð undir venjing. Setningurin er at fáa liðið samanspælt. Tølini siga, at tað ikki minst er í álopspartinum, at avbjóðingin er stór, men tað er ikki øðrvísi enn so, at vit halda møguleikan vera góðan at vinna úrtøku, tá ið vit eiga heimavøll. Nú fáa vit fyrst vitjan av B36, sum hevur fingið góða byrjan, og so av AB, sum er svangt eftir at vinna stig, og vit rokna við møguleikanum, at tað skal bera til hjá okkum, sigur Jógvan Martin Olsen. Á heimavølli ímóti B36 hava toftamenn ofta staðið seg væl. Í 2012 endaði tað 1-1, og í 2011, tá ið B36 varð meist­ ari, endaði fyrri dysturin 2-2, meðan B36 við 3-2 sigri á Svangaskarði í 22. umfari tók stórt stig fram ímóti FM heitinum. B68 og AB hava ikki so ofta dystast í bestu deildini, og argjamenn bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum á Toftum. Í 2010 endaði fyrra upp­gerðin á Toftum 1-1, meðan B68 vann seinnu ferðina 3-0. Í 2009 vann B68 1-0, og seinnu ferðina endaði tað við málleysum javnleiki. Á Argjum hevur fót­bólts­ lagið onkuntíð verið betri, enn tað er nú. 1-1 á heima­ vølli ímóti Skála var stórt vónbrot, men tað hevði verið uppaftur verri, um Sorin Anghel ikki hevði javnað í evstu løtu. Kortini heldur hjálparvenjarin Oddbjørn Rás2 í Gundadali Rás2 sigur frá oddadystinum í Gundadali millum HB og NSÍ. Dysturin verður skírisdag í Gundadali klokkan 15. Rás2 byrjar at senda klokkan 14. Rás2 fylgir eisini gongdini í hinum dystunum, sum verða sunnudagin klokkan 15 LIÐ TÍÐINDI AB Skaddur: Jóan Símun Edmundsson (1-2 vikur, lærkrikin) Ivasamur: Jógvan Skeel Nolsøe Leikbann: Sørin N. Samuelsen (1 dyst) og Bill M. Jacobsen (Burturvístur móti Skála) Við aftur: Kári Nielsen, Beinir Ellefsen og Christian í Garði B36 Skaddur: Klæmint Matras (vøddaskaði, 1 vika), Símun Joensen (knæskaði, 1 vika) Við aftur: Eli F. Nielsen (leikbann) B68 Skaddir: Evrard Blé (2-3 vikur, fipurspreinging), Jónleif Højgaard (2-3 vikur, fipurspreining) Við aftur: Óli Olsen (skroypiligur), Kristian Joensen (skroypiligur) og Bergur Gregersen (fótskaði, byrjaður at venja aftur) EB/Streymur Skaddur: Arnar Dam (Fóturin, mánaðir) HB Skaddir: Símun Samuelsen (1-3 vikur, hælsinan) og Gunnar Haraldsen (1-2 vikur, lærkrikin) Við aftur: Teitur M. Gestsson (Økslin) Ikki við: Heðin Stenberg (Leigusáttmáli liðugur – aftur til AB) Skírisdag Kl. 15:00 Dómari: Rói Jacobsen 2. páskadag Kl. 15:00 Dómari: Dagfinn Forná Skírisdag Kl. 15:00 Dómari: Petur Reinert 2. páskadag Kl. 15:00 Dómari: Ransin Djurhuus KÍ eigur tveir heimadystir á Páskum páskum Meðan HB, ÍF, KÍ og B68 eiga tveir heimadystir næstu dagarnar, so skulu NSÍ, B36, Víkingur og AB spæla tvær ferðir á útivølli nógv á Fýra ferðast