týsdagur 15. apríl 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45
ítróttur
Joenen seg duga at síggja
onkran glotta:
– Í 2. hálvleiki gekk nógv
betur. Vit arbeiddu væl, og tá
høvdu vit fleiri góð innlegg.
Í 1. hálvleiki var tað ov nógv
upp á tvørs og aftureftir, og
tá skaptu vit ov lítið, sigur
Oddbjørn Joensen við AB
heimasíðuna, og hann hevur
gott mót:
– Um vit spæla sum í 2.
hálvleiki, so so verða vit
málsóknir, heldur Oddbjørn
Joensen.
Tvey av teimum
fremstu vitja ÍF
Eftir tap í tveimum teimum
fyrstu umførunum, tá ið
trý
mál
fóru
ígjøgnum
hvørja ferðina, hava silvur
vinnararnir
í
Fuglafirði
fótað sær. 3-0 heimasigur á
uppflytarunum í B68 og 2-1
heimasigur á toppliðnum
NSÍ siga, at ÍF hevur tak á
verjupartinum, og ímóti NSÍ
skoraði Clayton Soares fyri
fyrstu ferð í ár.
– Sambært hagtølunum,
so hevur NSÍ í 13 dystum
vunnið 31 stig við málmun
inum 40-19. Teir hava bara
tapt tvær ferðir, og báðu
ferðirnar hevur tað verið
ímóti okkum, staðfestir ÍF
venjarin Albert Ellefsen.
Í miðverjuni er super
veteranurin Bartal Eliasen
sannur brandur. Merkisvert
er tað, at hann leygardagin
vann FM í flogbólti og
sunnudagin stóð seg so væl
ímóti NSÍ. Undir liðini á hon
um hevur 18 ára gamli Poul
N. Mikkelsen spælt allar fýra
dystirnar á tamb, og hann
hevur verið ógvuliga sann
førandi.
– Eg eri nøgdur við lið
avrikið ímóti NSÍ og ikki
minst verjukenda partin.
Clayton
var
hálvsjúkur,
men hann er komin fyri seg
aftur, og nú fokusera vit á
heimadystirnar á páskum. Á
heimavølli ætla vit at vinna
hvørja ferð. B36 hevur ikki
tapt enn, og hjá EB/Streymi
gongur tað rætta vegin, men
tað ræðir okkum ikki, sigur
ÍF venjarin Albert Ellefsen.
Í kvøld verður greitt, um
Jákup
Mikkelsen
verður
førur fyri at spæla í morgin.
– Vit sakna Jákup, men
vit hava víst 19 ára gamla
eykamálverjanum álit, og
hóast Hallgrím G. Hansen
ikki hevur nógvar royndir
í fremstu røð, so hevur
hann livað upp til tað, sum
tað kann roknast við, sigur
Albert Ellefsen. ÍF venjarin
fegnast um, at Jan Ó. Ellings
gaard er tøkur í páskafrítíð
ini, hóast hann ikki enn er
so væl fyri, sum hann hevur
verið undanfarnu kapping
arárini.
ÍF plagar at hava gott tak
á B36 í Fuglafirði. Í síðsta um
farinum í fjør vann B36 tó 3-1
í Fløtugerði.
– Tá var alt avgjørt hjá
okkum, og Clayton var ikki
við. Teir spældu fyri at vinna
bronsuna, og tað megnaðu
teir. Nú er aftur talan um
javna kapping, og lagið er
gott eftir sigurin á NSÍ, sigur
ÍF venjarin.
Í B36 hava teir gott mót:
– Vit hava ikki tapt enn,
hóast vit tvær tær seinastu
ferðirnar hava spælt ímóti
teimum báðum liðunum, ið
verða søgd at vera størstu
favorittarnir at vinna FM,
verður staðfest á B36 heima
síðuni.
Hóast B36 hevur verið illa
skaðaplágað, so vísir tað seg
sum um, at felagið heldur
fram við at finna nýggjar
skikkaðar spælarar. Ímóti
HB var tað nýggi miðverjin
Andrias Eriksen, ið var eyð
sýndur.
HB fær vitjan
av toppinum
Sammett við hini feløgini
eru havnarfeløgini oftari á
heimavølli.
Fríggjakvøldið
var HB á útivølli ímóti B36,
og nú bíða tveir heimadystir
á
páskum.
Meistararnir
verða roknaðir at vera FM
favorittar, og hóast tað leik
liga ikki alla tíðina hevur
verið so sannførandi, sum
tað kann roknast við, tá ið
spælararnir eru so góðir, so
vísir støðutalvan, at tað bara
er eitt stig upp á toppin.
Felags fyri HB og topp
liðið NSÍ, sum hittast í
morgin, er, at leikliga avrikið
í 1. hálvleiki í 4. umfari ikki
var nakað at reypa av. Tað
vóru
venjararnir
báðir
samdir um.
NSÍ
venjarin,
Trygvi
Mortensen, segði eftir 2-1
tapið í Fuglafirði, at hetta
kundu hansara menn ikki
bjóða fólki eina ferð aftrat,
og tað var væl betri í 2. hálv
leiki, sum NSÍ vann 1-0.
HB
venjarin,
Heðin
Askham, var eisini opinskár
aður eftir 1-1 javnleikin ímóti
B36:
– Leikliga avrikið í 1.
hálvleiki
var
serstakliga
vánaligt. Kortini vunnu vit
tann hálvleikin 1-0, og eftir
steðgin reistu vit okkum,
og tá kundu vit havt skorað
bæði eitt og tvey mál aftrat.
HB er ósigrað, og hjá
meistarunum er dagsskráin
altíð – serliga á heimavølli
– at vinna trý stig. Fótbólts
hugað
munnu
minnast
ólavsøkudag í fjør, tá ið HB
vann 3-2 á NSÍ, sum rættiliga
beit frá sær, men ikki hevði
eydnuna við sær í avgerandi
støðunum. Ta ferðina var
Símun Samuelsen trífaldur
HB málskjútti. Símun er ikki
enn komin fyri seg, og hann
sakna teir nógv í HB.
Endurtaka
grannauppgerð
Í fyrsta umfari í steypa
kappingini vann Víkingur á
heimavølli ímóti Skála. Tá
var talan um heilt greiða
yvirvág til heimaliðið. Hóast
eina rúgvu av málmøgu
leikum, so gekk tað striltið
at fáa mál. Víkingur vann tó
2-0 ímóti uppflytarunum, og
síðsta sunnudag var aftur
talan um heimasigur ímóti
uppflytara. B68 helt leingi
tørn, og aftur ta ferðina gekk
tað illa hjá teimum ljósabláu
at umseta møguleikar til mál.
Finnur Justinussen hev
ur nógvu tey seinastu árini
verið
besti
málskjútti
í
Víkingi. Higartil hevur hann
verið sørur í landskappingini.
Einasta málið var tað í 2-0
steypasigrinum ímóti Skála:
– Lagið er gott, og at tað
eydnaðist at vinna 1-0 ímóti
B68 var sera týdningarmikið.
Vit halda okkum ikki at
hava havt marginalirnar á
okkara síðu. Positivt er tað,
at vit hava spælt okkum til
nógvar málmøguleikar, men
sjálvandi harmast vit um,
at tað ikki hevur eydnast at
skora málini, sum vit hava
havt møguleikar at fáa, sigur
Finnur Justinussen.
Og hjá tær hevur tað ikki
gingið, sum tað plagar?
– Tað er rætt. Liðfelagarnir
hava spælt meg leysan fleiri
ferðir, men higartil hevur
tað ikki eydnast. Eg rokni
fult og fast við, at tað fer at
gleppa, og tíbetur vísir tað
seg ofta, at tá ið tað eydnast,
so verður talan um ein stima.
Soleiðis vóni eg, at tað eisini
fer at verða hesa ferð.
Darvar tað teg, at tað
higartil ikki hevur eydnast?
– Tað er ikki frítt, at tú
hugsar um tað. Undir venj
ing gongur tað fínt, og eg
havi framvegis álit á, at
tað eisini fer at eydnast í
landskappingini. Vit ætla
okkum trý stig á Skála. HB
í Gundadali er stórur biti.
Talan er um lyklauppgerð,
um vit ikki longu nú skulu
missa ov nógv sammett við
meistararnar, og vit halda,
at møguleiki er at fáa úrtøku
og kanska at vinna. Hjá HB
minnir gongdin um hana
hjá okkum, sigur Finnur
Justinussen.
Tá ið vanliga leiktíðin var
farin á Argjum síðsta sunnu
dag var Skála frammanfyri
1-0. AB javnaði, og fyri Skála
kendist tað at vera stórt vón
brot, hóast hetta var fyrsta
stigið, sum varð vunnið síð
ani uppflytingina.
– Tað var um reppið, at vit
prógvaðu fyri okkum sjálv
um, at tað ber til at vinna
í bestu deildini, men tað
eydnaðist ikki. Her eru nakrir
góðir spælarar. Kanska ikki
so nógvir, men teir skulu
mennast, og gera teir tað, so
fara vit at megna tað, sigur
Pætur Dam Jacobsen, ið er
veteranur á Skála liðnum,
har hann hevur spælt eins
nógvar dystir í bestu deildini
sum allir hinir tilsaman!
Sundalagið hevur
funnið stevið
Eftir trilvandi fyrstu umfør,
tá ið tað endaði 1-1 á heima
vølli ímóti HB og á útivølli
ímóti B68, siga tølini, at EB/
Streymur hevur fótað sær.
3-0 ímóti Skála og 3-1 ímóti
KÍ á heimavølli siga sína
søgu.
Skírisdag
skal
EB/
Streymur til Fuglafirðar, og
2. páskadag kemur NSÍ á
vitjan.
– Talan er um lyklaupp
gerðir hjá okkum. Vit eru
ógvuliga væl nøgdir við av
rikið ímóti KÍ. Í 1. hálvleiki
vóru teir ov ofta vanda
miklir, men tað broyttu vit
upp á. Tí vóru vit ikki so
framrættaðir í 2. hálvleiki,
men tað var eingin ivi um, at
vit høvdu tak á tí, sigur væl
nøgdi EB/Streyma venjarin
Rúni Nolsøe.
Hann fegnast um, at tað
nú er kapping um plássini:
– Tað er týdningarmikið,
nú tað er stutt millum dystir
nar, og harvið styttri tíð at
koma fyri seg eftir dystirnar.
T. d. hava bæði Pól Jóhannus
Justinussen og Niels Pauli
Danielsen nú onkran trupul
leika at dragast við.
Hví gongur tað betri nú,
enn tað gjørdi í fyrstu um
førunum?
– Fleiri av spælarunum
vandu ikki við beinanvegin.
Nú eru teir komnir fyri seg,
og tað hevur stóran týdning,
at Høgni Madsen er spældur
inn á verjukenda miðvallar
plássið.
joannes@sosialurin.fo
fótbóltur
VIT TIPPA
Teitur Joensen
tippar...
Næsta umfar tippar...
1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur
Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa skiftivís um umførini í Effodeildini
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
NSÍ
4
3
0
1
10
3
+7
9
2
EB/Streymur
4
2
2
0
8
3
+5
8
3
HB
4
2
2
0
7
3
+4
8
4
B36
4
2
2
0
7
4
+3
8
5
ÍF
4
2
0
2
7
7
0
6
6
KÍ
4
2
0
2
5
6
-1
6
7
AB
4
1
1
2
4
6
-2
4
8
Víkingur
4
1
1
2
3
5
-2
4
9
B68
4
0
1
3
1
6
-5
1
10 Skála
4
0
1
3
2
11
-9
1
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
ÍF
Skaddir:
Jákup Mikkelsen (Knæskaði),
Høgni Zachariassen (Lyskuskaði)
KÍ
Leikbann:
Gunnar Christiansen (1. dyst)
Við aftur: Páll Klettskað
og Heðin Klakstein
NSÍ
Skaddur:
Jústinus R. Hansen
(3-4 vikur, byrjaður so smátt
at venja við bólti)
Skála
Allir tøkir
Víkingur
Skaddir: Dánial Pauli Lervig
(Keiking, 1 vika),
Bárður Hansen ivasamur (Burturstaddur,
ivasamt nær hann kemur aftur)
2. páskadag
Kl. 15:00
Dómari: Rúni Gaardboð
Skírisdag
Kl. 15:00
Dómari: Dagfinn Forná
Skírisdag
Kl. 18:30
Dómari: Lars Müller
2. páskadag
Kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
Skírisdag
Kl. 15:00
Dómari: Eiler Rasmussen
2. páskadag
Kl. 15.00
Dómari: Páll Augustinessen